Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tann 2. mai 2012 var ein so avbera vakur dagur, sum bara gjørdist enn vakrari, tá ið gleðiboðini frættust um, at tú vart komin í heimin. Selma, Teitur og Kata fingu ta bestu gávuna, tey kundu ynskt sær: eina undurfulla dóttur og systur. Hjá tykkum trimum man lívið hava kenst fullkomið henda dagin. Tann fyrsta tíðin heima á Oyrasundi var friðsæl og lívs­játtandi. Tú vart so ómeta­liga fitt, vøkur og góð, at eingin kundi annað enn elska teg. Fyri framman stóð ein spennandi tíð, har tú sam­ an við familju tíni skuldi flyta heim til Føroya. Her skuldi tú vaksa upp og menn­ast millum ommur og abbar, systk­ inabørn o.o., sum øll gleddu seg so ómetaliga nógv at fáa teg heim. Tað vardi ong­an, at soleiðis skuldi ikki gang­ast. Tann 15. juli bórust tey skelkandi tíðindi, at tú vart farin á hospitalið, og at illa stóð til. Lítla hjartað var álv­ arsliga sjúkt, og útlitini vóru ikki góð. Í góðar tríggjar vik­ur stríddist tú alt tað, tú orkaði; men burðurin gjørd­ ist ov tungur, og tíðliga á morgni tann 6. august lætst tú eyguni aftur fyri seinastu ferð. Hetta gjørdi tú saman við tínum allarkærastu, sum eisini vóru við lið tína alla sjúkraleguna. Góðu Selma og Teitur. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu svárt tað man vera at uppliva sítt lítla barn so sjúkt, sum Birna var síðstu tíðina, og síðan missa tað. Hetta er tað versta, foreldrum kann vera fyri. Birna er ikki sjúk longur; men hjá tykkum stend­ur enn ein harður dyst­ ur fyri framman: at halda fram í lívinum uttan tykkara elskaða, lítla skatt. Tit góvu Birnu alt, sum eitt barn kann ynskja sær, ta tíð, tit høvdu hana hjá tykkum, og tykkara umsorgan og endaleysi kær­ leiki hava ríkað hennara lív ómetaliga – eisini seinastu tríggjar vikurnar. Elskaða Kata. At fáa eina systur, sum bara er 20 mán­ aðir yngri, man vera besta gáva, ein systir kann ynskja sær. Tú lærdi ung, hvat tað er at fáa, men tíverri eisini, hvat tað er at missa. Tú fert óivað at sakna Birnu illa komandi tíðina og at hugsa nógv um hana, tá ið tú verður eldri. Tú vart so góð við hana og errin av henni. Altíð klár at vísa fólki, ið kom á gátt, 'baby'. Tú hevur fingið Birnu at kent seg enn meira elskaða. Og góðu tit øll - ommur, abb­ar, mostrar, fastir, pápa- og mammubeiggjar, systk­ ina­børn og øll onnur - sum høvdu glett tykkum at fingið Birnu heim til Føroya at búgva. Eg dugi ikki at ímynda mær tann sakn og tómleika, sum tit nú sita eftir við. Eg eri so kedd tykkara vegna, at tit ikki sluppu at læra hetta fantastiska, elskaða, lítla barnið betur at kenna. Tað er torført at skilja og góðtaka, at Birna varð tik­in frá tykkum so tíðliga; men vónandi fer minnið um hana at hjálpa tykkum øllum víðari. Vón mín er, at hetta sama minnið eina ferð fer at fylla tykkum við gleði. Elskaða Birna. Tú vart eitt satt prógv um, hvussu vakurt lívið er, men eisini, hvussu viðbrekið tað kann vera. Tú lærdi meg meira um lívið, enn nakar annar hevur gjørt, og tú fert altíð at eiga eitt serligt pláss í mínum hjarta. Hvíl í friði, elskaða, lítla Birna Teitsdóttir Herup. Elin Christiansen Til minnis um Birnu Teitsdóttur Herup Føðingar 4. september fingu Mette og Leif Berg Jacobsen, Ánirnar, eina dóttur. Hon var 47 cm long og vigaði 2350 gr. Hon eitur Klara Maria. Tann 7. september fingu Jón og Jákup ein lítlabeiggja. Hann vigaði 3830 gr. og var 55 cm langur. Foreldrini eru Kenneth á Argjaboða og Sigrid Midjord. 31. august fingu Sune Hammer og Charlotta Rein Hentze, Tórshavn, eina dóttur. Hon vigaði 4500 gram og var 52 cm long. 24. august fingu Fríða og Dávur Berg, Runavík, ein son. Hann vigaði 3540 gr og var 57 cm langur. 27. agust fingu Kate Hammer og Martin Ziska Jacobsen, Klaksvík, ein son. Hann vigaði 4090 gr og var 53 cm langur. 3. september fingu Joan Rosenmejer Mikkelsen og Høgni Bjørgheim Rasmussen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3640 gr. 4. september fekk Alice J. Poulsen ein lítlabeiggja. Hann vigar 4520 g og er 56 cm. Foreldrini eru Annleyg Hansen og Jógvan Poulsen, Strendur. 7. september bleiv ein beiggi føddur. Hann var 55 cm langur og vigaði 4380 gr. Foreldrini eru Ingrið Johannesen og Nikkel Petersen, Argjum. Leygardagin eru liðin 30 ár, síðani PLO-leiðarin Yassir Arafat hitti Johannes Páll II páva í privataudiens. Sunnudagin fyllir amerikanski sjónleikarin Mickey Rourke 60 ár. Hann er kendur frá filmum sum 91/2 Weeks, The Wrestler og Barfly. nøvn Vilmund Jacobsen Mortan Johannesen, Mort­an hjá Andriasi í Hvanna­sundi, hevur siglt eitt langt lív. Fyrstu ferð, hann fór til Grønlands, var hann bert 11 ára gamal. Tey mongu árini á sjónum hevur hann upplivað mangt og hvat, og eitt nú var hann staddur umborð á Fiskanesi á Kappanum í himmalsins ódnarveðri og ísi, tá Hans Hed­toft fórst í 1959. Teir hoyrdu neyðarkallið, men høvdu ongan møguleika at koma skipi og manning til hjálp­ar. Seinastu árini hevur Mortan verið útróðrarmaður, og her stórtrívist hann. Dag­liga er hann at síggja á marknaðarplássinum í Vágs­ botni við góðum og feskum fiski, flaki, frikadellum og knettum, sum hann nú ger heima við hús. – Gleðin við at rógva út kemur innanífrá. Hon sprýk­ir innast úr hjartanum. Tú kastar og heintar, og hvørja ferð er spenningurin líka stórur, sigur Mortan Johannesen, sum nú fyllir sjeyti ár hin 17. september. Mortan er kendur sum ein sera virkin maður. Í Sosialinum mánadagin verður stór samrøða við mann­in, sum í sínari tíð eisini var formaður í Trol­ skip­um – og seinastu árini hevur verið formaður hjá út­róðrarmonnum í Suður­ streymi. Ein kappi fyllir sjeyti Hin 17. september fyllir Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, sjeyti ár. Í hesum sambandi hevur Sosialurin skift orð við mannin og kappan, og henda samrøðan kemur í blaðið mánadagin komandi