Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bjartur Niclasen 80 ár 1930-árini vóru merkt av svárari, fíggjarligari kreppu kring allan heim. Fólk og fyritøkur fóru av knóranum, og livistandurin hjá vanliga fólkinum var stak vánaligur. Nógv áttu ikki fyri mat, so hungur og hall valdaði nógva­steðs. Í Føroyum var ongin und­ antøka. Ringt var hjá vanliga fólkinum at fáa endarnar at røkka saman. Lítið arbeiði var, so fólk vóru illa sperd kring alt landið. Og í hesum tíðum kom ein lítil smádrongur í verðina. Bjartur Niclasen, elsti sonur Ellu, fødd Mortensen, dóttir bóndan í Øravík, og Niels Niclasen, Niels hjá Rudolf. Fyrstu tíðina Bjartur vaks upp, var mamman sjúk. Og hjálpin ein fekk tá, var frá familju, vinum og kenningum. Tá blivu eisini sterk bond knýtt, ið enn ikki í dag eru gloymd. Elin Maria á Tvørabakka og Mikkjal blivu lívslangir vinir, fyri hjálp­ina tey sýndu eini lítlari barnafamilju. Bjartur kom at vaksa upp í barnaheiminum, ið tey bygdu áðrenn kríggið í Bók­bindaratrøðini, undir sjúkhúsinum, við síðurnar av Petur Mohr Dam, og kom Bjartur at verða elsti beiggi av 8 systkjum. Daniella var elst. Sum smádrongur leikaði 2. Verðaldarbardagi av tí harð­asta, og eisini á Tvøroyri merktist avleiðingarnar av hesum. Týskarir bombaðu inni á Tvøroyri, og tískil komu bæði Eigil og Bjartur nógv yvir til abba teirra í Øra­ vík at verða. Har eru nógv góð minnir, bæði i hoyna, við neytum og ikki minst saman við nógvu rossunum, ið tá vóru í Øravík. Við hús vaks barna­flokk­ urin, og heili 8 børn bleiv tað til. Tíðirnar vóru enn ring­ ar, men fólk royndu sum best. Børnini vóru nógv, og fótbóltur, skótalívið hjá FLØTT og ymiskt annað setti sín dám á uppvøksturin hjá einum smádrongi tá undir krígnum. Men tá ein er uppvaksin í slíkum tíðum, har lítið rakk til, og har øll máttu hjálpa til, var hugurin til sjógvin longu byrjaður at gerða um seg. Pabba fór til sjós 14 ára gamal við Rankanum í 1946. Hesum lívinum hóvaði hon­ um væl. Eftir hetta fór pabba, sum nógvir aðrir føroyingar tá, til Íslands at fiska. Har var hann við t.d Rødul, har Sverre Midjord eisini fiskaði við, við Norðlendingi og øðr­ um fiskibátum. Brøðirnir Eigil og Sigurbjørn komu eis­ini yvir at fiska. Hettar var ein hørð, men lærurík tíð fyri ungar raskar unglingar. Hesir føroysku unglingar, ið tá fiskaðu undir Íslandi í kol­andi stormi, í mánaðsvís, har mong skip gingu burt, fóru ikki avstað, tí teir skuldi keypa sær ein nýggj­an flott­ an sportsbil, flat­skermar ella onnur marg­lætis­ting, ið á hesum døgum oftani ser­merkja for­kel­aðar 25-30 ára gamlar ”tann­áringar”, ið fara til sjós. Nei, men fyri at hjálpa til heima hjá for­ eldru­num. Hjálpa til aft-aná eina sera svára tíð, nøkur sera strævin ár. Hjálpa til at betra um livikorini hjá teim gomlu, og hjá systkjunum. Hjálpa til at byggja land. Og serliga hettar kom altíð at fylgja pabba øll árini hann sigldi. Altíð hugsaði hann um øll hini fyrst. Tá hann kom heim, oftani aftaná 5-6-7 og fleiri mánaðir, hevði hann altíð 2 kuffert, og eina tasku heim við. Taskan var til hansara klæðir. Tað eina kuffertið fult av gávum til konuna og børnini. Góð­ gæti, spøl, klæðir og ymiskt, ið hann hevði keypt í fjar­ skotnum londum. Og síðsta kufferti somuleiðis fult av gávum til familju, vinir og kenningar. Bæði okur børnini og systkinabørnini gleddu okum hvørja ferð pabba kom heim. Tí tað var sum at fáa Jólamannin á vitjan hvørja ferð. Soleiðis hevur hann al- tíð verið. Hugsar fyrst um øll onnur. Ein deiligur eginleiki, ið hevur gjørt at okur altíð hava verið so góð við okra pápa. Síðan fór pabba við Tjaldri­ num. Hann plagar at fortelja um mongu pakkarnar hann hevur havt við til føroyingar í Keypmannahavn. Hann var eisini við, tá teir fóru eftir nýggja Tjaldrinum, sokallaða Chile-Tjaldrinum í 1953. Tá í tíðini kravdist 47 mðr. av siglingstíð fyri at koma á sjómannsskúla. Í byrj­anini av 60-unum fór hann av Tjaldri­ num og á sjó­mans­skúla, og varð liðugur við sjó­mans­ skúl­an í 1964. Pápi hansara og Eigil mál­ aðu eini hús úti í Valinum, og gamaní, pabba vildi hjálpa teimum við hesum, nú hann var liðugur við skúlan, og var klárur at fara út í Víðu Verð. Men tað vildi so illani til, at pabba datt av takinum, og breyt beinið somikið illa, at hann lá sjúkur í 9 mdr. Men tá var tað hann møtti eini ung­ari gentu úr Hvalba, ið arbeiddi á Sjúkhúsinum. Og hava tey hildið saman síðan. Árið eftir fór hann sum stýri­maður við Robert Mærsk. Út í Víðu Verð. At byrja við var útmynstringin ikki sum í dag. Tann túrin var hann burturi í 10 mðr. Kom aftur í Juli í '66, har dótturin, Joan, tá var 7 mðr gomul, og hettar var fyrstu ferð hann sá dóttur sína. Onkran túrin var útmynstringin uppaftur longri. Eftir hendan fyrsta túrin komu boð at fara avstað aftur næstan beinanvegin. Hann hevði bara verið heima í tvær vikur, men tá valdi hann vera heima, tí mamma hansara varð vorðin somikið sjúk. Omman hevði fingið krabba, og læknin visti ikki hvussu ráðiligt tað var, at verða burturi í upp til eitt ár, um hann vildi verða um hana. So tá fór hann at sigla undir Føroyum ístaðin. Hesuferð í tvey ár. Altíð hugsaði hann um foreldur og systkin fyrst. Omman doyði av krabba í ´67, alt ov ung. Í ´68 fór hann avstað aftur við Arnold Mærsk og var nú burturi í 12 mánaðir hvørja ferð. Eitt annað reiðarí leitaði eftir navigatørum, og pabba søkti, og kom at sigla hjá Tholstrup, ið vóru teir fyrstu, ið sigldu við kemikalium, sum skipari, har hann sigldi so at siga restina av sínum sjómanslívi. Honum dámdi væl hettar reiðaríið, nú var útmynstringin eisini væl styttri enn fyrr, bara 5-6 mánaðir. Men síðstu árini kom tað niður á 2,5 mánaðir. Somikið væl dámdi honum, og manningin hann, at hann enn í dag fær heilsanir bæði frá reiðarínum, um­framt manning, tá Jól og føð­ingar­ dag­ar eru. Pabba er sera takksamur fyri sjómanslívi hann fekk, fyri sína familju, fyri konu sína, ið umframt at uppala 5 børn, saman við honum hevur roynt sítt besta fyri at okur skulu hava ein góðan og tryggan uppvøkstur. Okur hava aldrin mangla nakað, og hava altíð vita hvussu høgt okra foreldur hava sett okum. Tó var hann sera keddur um, at hann beint eftir hann var uppilagstur, knappliga misti sjónina. Læknarnir meina, at tað kann stava frá at hava siglt so nógv við kemikalium osv. Men soleiðis kann lagnan verða so órættvís. Tú fór út á sjógvin, fyrst og fremst fyri at hjálpa tín­ um foreldrum, síð­ani tínari familju. Tú upp­livdi kreppu­ árini, 2. verðaldar­bar­daga, neyð og elendigheit. Men tú lat teg ikki sláa út av hes­ um. Tú gjørdi nakað við tað. Tykur blivu brotnir úr hørðum bergi, og vísti tað eisini í gerningi. Nábúgvin, javnaldrin, barndómsvinurin Atli Dam hevði fylt 80 ár 12/9. Bara 4 dagar áðrenn teg. Sverre Midjord fyllir í næstum. 3 menn, 3 tvøra­ menn, ið hvør á sín hátt hava víst hvat tykur eri verdir. Um bara okur komu upp á knøini á tykum, hevði væl verið vorð­ið í landinum. Ein kann blíva við at skriva um tað langa og inni- haldsríka lív, ið tú hevur havt. Um mongu londini tú hevur verið í. Allar mynd­ ir­nar, har tú er í Afrika, í Australia, USA, Kanada, Íslandi, í Onglandi, Danmark osv osv. Ella hinaferð tú bleiv upp­passaður av enskum her­ monnum í Dublin, tí tú kom gangandi við 2 maskinriflum, tú hevði keypt til okum. Teir trúðu tú var limur í IRA. Ella tá okur hava verið úti og siglt við tær osv. Pappa, hjartaliga tillukku við degnum. Takk fyri, at tú altíð hevur verið so góður við okum. Og okra børn. Okur eri so sera stolt av tær. Og somuleiðis hevði tíni foreldur eisini verið stolt av hvussu langt teirra lítli smádrongur kom, og hvat hann bleiv til. Hevði tú fingið nógv góð ár aftrat góði pabba. Heilsan børnini Leygardagin verður FM í fitness hildið í Norðurlandahúsinum. Kappast verður um krops­liga styrki, konditión og kropsliga útsjónd. Sunnudagin eru liðin 35 ár, síðani enski tónleikarin Marc Bolan, sum var sangari í bólkinum T.Rex, doyði. nøvn Føðingardagar 90 ára føðingar­dagur Leygardagin 22. sept. heldur Christian Høgne­sen 90 ára føð­ingar­dag. Dagurin verð­ ur hildin í høl­um Klaksvíkar Hús­møðra­felags, Bøgøtu 3 í Klaksvík kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 og 95 ára føðingardagar Eliabeth Patursson fylti 90 ár tann 12. september, og Sámal Patursson fylti 95 tann 11. juni. Dagarnir verða hildnir í Roykstovuni í Kirkjubø leygardagin tann 15. september mill­um kl. 12 og 16. Øll eru hjartaliga væl­kom­in. 95 ára føðingar­dagur Leygardagin 15. sep­temb­er fyllir Anna Malena Christi­ ansen, van­liga nevnd Anni­ malla, 95 ár. Dagurin verður hild­in heima á Mýri­snípu­vegi 1B, millum kl. 13 og 17. 85 ára føðingar­dagur Leygardagin 15 sep. verður Elsa í Holu­steini á Glyvrum 85 ár. Føðingardagurin verð­ ur hildin í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnu­felag á Glyvrum frá kl. 17.00.Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Leygardagin 15. sep­tember verður Sámal Jacobsen, skip­ari, Tórs­havn, 80 ár. Sám­al er burturstaddur føð­ ingardagin. 80 ára føðingar­dagur Sunnudagin 16. sep­temb­ er verður Bjartur Niclasen, Tvøroyri, 80 ár. Dagurin verður hild­in heima á Traðar­ vegi 39 frá kl. 15-19, og øll eru hjartaliga væl­komin.