fríggjadagur 14. september 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
66 ár síðan føroyingar
vrakaðu loysingina
Aftur nú hava loysingarfólk
verið frammi við villleiðandi
upplýsingum um fólkaat
kvøðuna, nú 66 ár eru liðin
síðan fólkaatkvøðan var 14.
sept. 1946.
Sambært Zakariasi Wang,
sum man vera tann før
ingurin, sum heldur seg vita
mest um fólkaatkvøðuna, var
úrslitið, at av øllum avgivnum
atkvøðum atkvøddu 47,3%
fyri
stjórnaruppskotinum,
48,6% fyri loysingini, og 481
atkvøður vóru ógyldugar [1].
Hetta svarar til 4,1% Sam
bært Zakariasi var atkvøðu
luttøkan 67,7% [1] og sambært
Anju Andreasen 66,4% [2].
Bert 33% atkvøddu
fyri loysing
Sambært Zakariasi atkvøddu
soleiðis - av samlaðu møgu
ligu
atkvøðunum
í
Før
oyum tá - 32% fyri stjórn
aruppskotinum,
33%
fyri
loysing, 32% atkvøddu ikki
og 3% av atkvøðunum vóru
ógyldugar [1].
Tað var hvørki absolutt,
kvalifiserað,
vanligt
ella
simpult fleirtal fyri loys
ingini. Tað var bert ein
minniluti fyri loysing, um
enn hesin minniluti var 1 %
størri enn minnilutin fyri
stjórnaruppskotinum. Hetta
er tann nakni veruleikin.
Henda veruleika góðtóku
allir flokkar, eisini Fólka
flokkurin, tá ið kongur og
stjórnin sendu tingið til hús
og nýval varð útskrivað [8].
Bert ein ekskluderaður javn
aðartingmaður sat eftir.
Hóast loysingarmenn nú
í 66 ár hava tvíhildið um,
endurtikið upp í saman og
ár eftir ár hátíðarhildið, at
føroyingar atkvøddu fyri
loysing, so er hetta ikki rætt.
Um teir so halda framm við
hesum í 100 ár afturat, so er
og verður hetta ikki annað
enn søgumanipulatión. Tað
vísir keldutilfar, fyrst og
fremst løgtingstíðindi frá
hesum tíðarskeiði, bøkurnar
um
Sambandsflokkin
og
Løgtingið og nýliga útkomna
bókin hjá Z. Wang.
Aðrir veruleikar, sum vísa,
at føroyingar vrakaðu loys
ingina
Kendutilfarið, sum nú er
tókt í bókum og á netinum,
vísa eisini m.a., at
•
bæði Thorstein Petersen
og Andrass Samuelsen
søgdu, at fólkaatkvøðan
skuldi vera leiðbeinandi
[3] og [4],
•
Thorstein Petersen kravdi
kvalifiserað fleirtal (helvt
av øllum atkvøðum í
Føroyum) [5],
•
Th. Petersen hevði lovað,
at
”nei”-atkvøðurnar
skuldu telja við, enntá
sum gildugar [10],
•
at løgtingssamtyktin 18.
sept. ´46 um loysing var
ógildug, tí tingið hevði ikki
lóggevandi myndugleika
[7],
•
skuldu
Føroyar
hava
loysing, skuldi hetta sam
tykkjast av Ríkisdegnum
[9],
•
Løgtingsvalið 8. nov. 1946
vísti, at føroyingar ikki
ynsktu loysing. Fólka
flokkurin misti 3 ting
menn og harvið fleirtalið í
løgtinginum og alt tos um
loysing var tept [6],
•
hetta
løgtingsvalið
prógvaði í øllum førum,
at meirlutin av føroysku
veljarunum ikki tóku undir
við
sjálvstýrispolitikki
Fólkafloksins [8].
•
fólkaatkvøðan
var
so
ógreið, at enski søgu
frøðingurin John F. West
kallar hana eitt meistara
stykki av eini fløkju (”a
masterpiece of inconclu
siveness”) [11],
•
og at enda var tað illa
hugsandi, tá ið kalda
kríggið var við at taka seg
upp, at stórveldini fóru
at góðtaka, at Føroyar
vóru uttanveltaðar. USA
hevði beinleiðis ta fatan,
at hernaðarligu áhuga
mál tess vóru best røkt,
um Danmark hevði yvir
valdsrættin yvir Føroyum
[12].
Haldi, at hetta keldutilfar
talar sítt egna tigandi, men
týðuliga mál og at tulkingar
ikki eru neyðugar.
Keldur:
[1] Zakarias Wang í grein í Sosialinum
nr. 144 tann 11. okt. 2010 síða 29
[2] Anja Andreasen, søgufrøðingur:
Sambandsflokkurin í 100 ár síða 229
[3] [3] Løgtingstíðindi 1946: eykating
seta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit
Stjórnarskipan Føroya síða 2. (logting.
fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi
vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 164))
[4] Løgtingstíðindi 1946: eykating
seta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndar
álit
Stjórnarskipan
Føroya
síða 3-4. (logting.fo > løgtingstíðindi
> løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D.
Skjøl > 165 og 166)
[5] Zakarias Wang, stjórnmálafrøð
ingur: Fólkaatkvøðan 14. sept. 1946,
síða 498 og Løgtingstíðindi 1946:
vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan
síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi
> løgtingstíðindi vel eldri > 1946 >
B.Eykatingsetan apríl-mai 1946 og
vanliga tingsetan 1946 > 49)
[6] Anja Andreasen, søgufrøðingur:
Sambandsflokkurin í 100 ár síða 232
[7] Løgtingstíðindi 1946: eykating
seta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndar
álit
Stjórnarskipan
Føroya
síða 4. (logting.fo > løgtingstíðindi
> løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D.
Skjøl > 166))
[8] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur:
Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 281
[9] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur:
Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 278
[10] Zakarias Wang, stjórnmálafrøð
ingur: Fólkaatkvøðan 14. sept. 1946,
síða 495 og 498
[11] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur:
Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 279
[12] Hans Andr. Sølvará, søgufrøðingur:
Løgtingið 150 ár, bind 1, síða 288
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Við fólkaatkvøðuna í 1946 vrakaðu føroyingar bæði stjórnaruppskotið
og loysingina. Hóast loysingarmenn nú í 66 ár hava roynt at reingja
søguna, hevur eftirtíðin prógvað, at veruliga úrslitið var, at loysingin
bleiv vrakað. Hetta góðtóku eisini allir løgtingsmenn tá uttan ein
Og so var tað í 2012, at orðið úrvalsflokkar kom á
breddan. Vanliga eru føroyingar ikki bangnir fyri
at vísa styrki, føroyingar eru eitt stolt fólk, sum,
hóast pinkutjóð, á fleiri økjum hevur vunnið sær
virðing í risalondum. Hvør er pinka, og hvør er risi,
er nevniliga ikki altíð avgjørt frammanundan.
At kveikja virðing og fagnað vøkstri av øllum, eisini
teimum dugnaligu, er óivað ein áhugaverdur táttur
føroyingar eiga at taka til sín. Ítróttur, tónleikur,
list, útbúgving, vinnulív, ella hvat alt eitur, eigur at
hava ein sunnan hugburð til at vera best og at gera
sítt besta. Eisini, tá ið fólk fáa góð úrslit, at heiðurin
verður teimum sýndur.
Onkuntíð havi eg hug at halda, at tað veruliga verð
ur góðtikið, at nóg mikið er at gera sítt næstbesta,
tí ymiskar forðingar, fordómar ella manglandi vilji
er til staðar.
Uttan tó at taka støðu til ítøkiliga málið um úr
valsflokkar í fólkaskúlanum, so fór eg at hugsa um
vælsignaðu Babette, sum Karen Blixen í 1950unum,
í bókini “Babettes gæstebud”, skrivaði um.
Ein lúrin søga um fronsku Babette, sum orsaka
av ófriði í Paris má flýggja, og endar tí í Norska
útjaðaranum hjá aldrandi prestadøtrum. Babette,
sum í heimlandinum var tilbiðin matkennari, fær í
Berlevåg ikki møguleikan at vísa serstøku evni síni,
orsaka av spartansku mátskránni í húsinum. Hóast
nýggi leikluturin verður stýrdur í puritanska
umhvørvninum av prestadøtrunum, hevur hon
størstu virðing fyri gerningi sínum og ger hann
væl.
Gylti møguleikin hjá Babette verður tó veruleiki
ein dagin, tá ið tvær hendingar, sum annars einki
samband høvdu, henda um somu tíð. Babette
vinnur 10.000 frankar í lottospæli og 100 ára føð
ingardagurin hjá prestinum, sum annars er deyður,
nærkast. Babette avgerð tí, at nú er tíðin komin, at
bjóða bygdafólkinum til eina fína og fram úr góða
føðingardagsmáltíð, sum skuldi kveikja virðing og
fagnað hjá kræsnu gómunum.
Hóast bókin viðgerð mong áhugaverd evni, so
hugsi eg um Babette, sum í fleiri ár ikki slapp at
vísa síni serstøku evni, og hóast hon gjørdi sær
ómak, har hon var, so harmist eg um, hvussu hon í
veruleikanum varð hildin aftur.
Um vit hugsa um framtíðar borgarar okkara, skulu
teir ikki hava møguleika at vísa síni sonnu evni?
Karen Blixen gevur nakað soleiðis til kennar
gjøgnum ein av persónunum í bókini, at tað er
ræðuligt, og ikki til at liva við, at verða eggjaður
at gera sítt næstbesta. Tað er ræðuligt at heysta
lógvabrestir fyri sítt næstbesta. Eitt langt skríggj
fer út í heimin úr hjartanum: “Gev mær loyvi og
gev mær møguleika at gera mítt besta.”
Sum Blixen sjálv sigur, er dirvi sterkasta vápnið, tá
ið tosað verður um at menna. Bæði dirvi at skapa
karmarnar og dirvi at spenna seg út. Nei, ikki hugsi
eg, at føroyingar gerast verri stillaðir, um vit læra
at bjóða í veitslu, har øll fáa møguleika at vaksa á
sínum støði – eisini tey dugnaligu.
Tóra við
Keldu
Lærari
EYGA
MÁLIÐ
Veitslan avlýst...?
Johan
Petersen