fríggjadagur 14. september 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tórbjørn jacobsen
Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður
fyri Tjóðveldi
H
óast fá liva eftir av
teimum, sum tóku lut
í hesi fólkaatkvøðu, og
mong eftir síðan onki hava fingið
at vita um hesa hending, í okkara
søguleysu skúlum, so fáa vit
ikki runnið undan tí veruleika,
at hesin dagurin framhaldandi
stendur sum súmbolið fyri tann
megindrátt í politisku skipan
landsins, ið snýr seg um tjóðar
innar støðu í heiminum. Sam
bands- og javnaðarmenn settu
fólkaatkvøðuna í verk við eini
løgtingssamtykt hin 10. mai hetta
árið, hin tá so magnfulli Fólka
flokkurin hoknaði fyri trýstinum
og ein av stóru flokkunum á Løg
tingi í dag, Tjóðveldisflokkurin,
varð stovnaður í kjalarslóðini av
tí fløktu støðu sum kom í, tá danir
rullaðu við vøddunum á politisku
yvirarmunum, við góðari hjálp frá
føroyskum undanstøkkingum, ið
vórðu tiknir við brókunum um
øklarnar, komnir í rasshaft av
síni egnu politisku feilvurdering.
At undirmeta fólksins vilja kann
vera ein bági fyri tín egna vilja, og
í hesum førinum mátti hjálp fáast
á Amalienborg slátrinum fyri at
steðga føroyska nationalstatinum
in spe.
66 ár seinri er at kalla onki broytt.
Føroyar eru framvegis eitt danskt
hjáland og framhaldandi brúka vit
ein stóran part av politisku orkuni
– alt ov nógva megi - til at stríðast
um, hvør politiska konstruktiónin
skal vera um tjóð okkara. At eitt
land, sum er betri skilmarkað
og eyðmerkt sum sjálvstøðug
tjóð enn flestu onnur lond, í
2012 brúkar dastið av politisku
orkuni til at berjast um mest
sjálvsagda spurningin av øllum, er
ein veikleiki, sum forplantar seg
niður ígjøgnum allar liðirnar
í samfelagsskipanina. Hartil
er stríðið flutt av gøtuni – frá
fólkinum – inn í eina fullkomna
naggatódn á tingi, sum ikki
slepst burturúr aftur, tí har hava
ymisku áhugamálini skákað
hvørt annað síðani Fólkaatkvøð
una. Yvirskipaði spurningurin
hjá øllum tjóðum er endaður
sum ein javnbjóðis partur
í kringekjuni ímillum so
mangar aðrar undirskipaðar
træðrir í tí, sum knýtir eitt
samfelag saman. Tí hevur
eitt løgtingsval lítið og onki
við tað at gera, um vit vilja
loysing ella samband.
Kortini brúkar okkara
eiti av einum parlamenti
stóran part av megi
sínari til at trætast um
hvør leiðin er rættast at halda,
status quo og danskt vald ella
tjóðarfrælsi.
Orðið loysing hoyrist tíðum. Helst
rekst tað frá danska orðinum
“løsrivelse”, ið danir, og teir sum
skoraðu undir fólkaatkvøðuna á
tingi, settu fram sum alternativið
til framhaldandi danskt vald í
Føroyum. Um hetta tómliga orðið
er valt við beráddum huga er ikki
til at vita, men ofta hevur verið
kastað loysingarmonnum fyri, at
loysingin skuldi vera eitt endamál
í sær sjálvum. Lætt var tá at mana
ræðumyndir fram um lívskorini
hinumegin kvettið, - menniskjans
natúra er nú einaferð soleiðis
skipað, at tað “bestående” í flestu
førum er lættasta valið her í
lívinum.
Hóast eg ikki longur eri partur
av tí politisku skipanini, so er
mín observansur sum borgari
ikki viknaður í politiska tjóð
skaparspurninginum. Og í
mínum hugaheimi snýr loysingin
seg um samband. Samband
við allan heimin, har føroyska
tjóðin, í konstruktiónini sum
nationalstatur, er javnbjóðis
leikari á altjóða pallinum, sum
tekur fulla og treytaleysa ábyrgd
av sær sjálvum og sum hevur
javnbjóðis rættindi í øllum
samskifti við onnur lond.
Loysingin er ikki eitt endamál í
sjálvum sær, men eitt neyðugt
amboð til tess at tryggja
føroysku tjóðina. At
framtíðartryggja hana.
Nationalstaturin er lutfalsliga
ungur sum fenomen, og higartil
hevur ongin funnið upp ein
frægari bygnað, til at skipa
viðurskiftini bæði frá og inn í
eina tjóð. Í heimspolitikkinum
er nationalstaturin framvegis
meginbulurin, tú fært ikki agerað
yvirhøvur, hevur tú ikki megnað
takið, at skipa teg sum ein slíkan,
og argumentatiónin, sum ofta
hoyrist, at hetta fyribrigdið er
víkjandi sum politisk skilmarking,
er ikki røtt. Statir taka seg saman
um samstarv, um felags áhugamál,
eitt nú flestu europeisku londini
í ES-samveldinum, men har eru
tað bara nationalstatir, sum í
ávísum førum lata frá sær partar
av egnum suvereniteti til felags
stjórnan, har áhugamálini eru
samanfallandi.
Vit fáa ikki verið partur í slíkum
millumtjóða konstruktiónum,
tí vit hava ongan suverenitet,
hava ongan suverenitet at luta
burturav, - hann liggur fjaldur í
donskum stjórnarstovum í Keyp
mannahavn. Og, - annaðhvørt
verður hann liggjandi í tí fremm
anda umhvørvinum ella flyta
vit deponeraða fullveldið aftur
til Tórshavnar. Flyta skeytið til
føroyska matrikkulin úr donsku
høvuðsborgini til høvuðsborg
Føroya. Hetta er ein spurningur
sum má avgreiðast, og ongantíð
hevur tað verið sjónligari enn nú,
at teir, sum liggja omaná føroyska
fullveldinum, hava heilt onnur og
andsagnarlig áhugamál á
politiska leikpallinum
enn vit sjálvi.
Makrelmálið
er bara
eitt av
mongum.
Heima
stýrið er
ein
vaksandi
trupulleiki úteftir,
og inneftir hevur
tað síðani skipan
ina í 1948 verið ein
vanlagna, - á sama
hátt sum danska
amtstíðin fyri tað.
Danskt heimastýri í Føroy
um er tað sama sum demokrat
iskt undirskot í Føroyum. Vit ráða
ikki fyri dømandi valdinum og
bara fyri pørtum av lóggevandi og
útinnandi valdinum. Av beiskum
royndum hevur sjálvt løgmaður,
formaður Sambandsins, funnið
útav, at hetta darvar og forðar
okkum í allari altjóða menning.
At økonomiski pýromanurin í
Fíggjarmálaráðnum frá 2004-
2007 nú er farin at meina nakað
annað, er bara ein liður í spælinum
um valdið í hesum vónleysa
íhaldna flokki. Politiska støðan
hjá Føroyum er lítið skilagóð
sum er, ongin rationel ella logisk
argumentatión finst fyri, at vit
framhaldandi skulu halta fram á
leið sum hjáland hjá øðrum landi
við avmarkaðum rættindum.
Einasti kordelurin, ið er eftir í
tognum, sum nú hongur eftir
ímillum Føroyar og Danmark, er
búskaparliga ræðumyndin, sum
aftur er tengd at ríkisveitingini,
sum við árunum er farin at
líkjast alt meira einum viðfáningi
í heildarmyndini. Hetta vita
teir sum halda krampafast
um verandi støðu, og tí gjørdi
Sambandsflokkurin av berari og
blektaðari neyð ein størri danskan
blokk til tema í valstríðnum
seinasta heyst. Og maðurin sum
orkestreraði hetta tema mátti
seinri sanna, at sjálvt danir
kveistraðu hesa lítið mansligu
støðu burtur har sum piparið grør.
Búskaparliga tryggingin und
ir føroysku Republikkini liggur
innanvert 200-fjórðinga fiski
markið, undir havbotninum og í
vilja, høvdi og hondum fólksins.
Í Keypmannahavn ber bara til
búskaparliga at tryggja eitt danskt
heimastýri í Føroyum. Tí er hetta
framvegis ein spurningur, og verð
ur framhaldandi ein spurningur,
so leingi hann er óloystur, - um
vit vilja standa uppi við egnari
megi, ella vit frameftir skulu
liggja eyðmýktir slevandi fram
eftir rommum, sum illa vandur
heimaseyður, við grindir teirra, ið
ráða fyri okkum í flestu lutum.
Júst í dag eru 66 ár farin síðani
føroyingar valdu at skipa sína
egnu tjóð í sínum egna national
stati. Stundin er komin til at gera
bart. At skipa okkum úr politiskari
armóð í eina viðurkenda altjóða
politiska sferu, sum eyðvitað fer
at menna okkum sum fólk, og sum
land, á øllum mótum. Hvør skuldi
verið betri skikkaður til at tikið
ábyrgdina av sær sjálvum enn ein
sjálvur?
Fyri tey flestu er 14. september ein dagseting
sum allar aðrar, ein markaður sólarringur
ímillum allar hinar dagarnar í árinum. Í
Føroyum hevur dagurin tó fingið eina djúpari
dimensión enn tað at vera javnbjóðis partur
í eini kalendarakonstruktión, sum heldur skil
á gerandisdegi okkara í sólskipanini. Ein at
kalla mýtologiskan týdning, tí fólksins vilji varð
kollrendur í valdsspælinum ímillum sterkari
og veikari partar í einum imperium. Søguligur
barnalærdómur átti tað at verið, at hendan dagin,
fyri 66 árum síðan, varð einasta fólkaatkvøðan
um stjórnarskipanarviðurskifti tjóðarinnar
hildin, har avgerðin skuldi takast, annaðhvørt
vit ætlaðu at standa á egnum beinum sum fólk,
ella um vit framhaldandi vildu liggja undir
skjúrtufaldinum á øðrum landi. Úrslitið var
greitt, fólkið hevði valt at skipa sína egnu og
tjóðarinnar framtíð. Tað, sum hevur verið rópt
loysingin, var við yvirlutan hin 14. september í 1946.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
14. september