fríggjadagur 14. september 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
66 ár síðani 14. september –Tað var tann 9. mai í 1946, at løgtingið samtykti at leggja málið
um stjórnarskipanina út til fólkaatkvøðu, og spurningarnar til fólkið vóru: »I. Ynskja tygum danska
stjórnaruppskotið sett í gildi?« ella »II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?«. Krossur
skuldi setast fyri tað punktið, veljarin ynskti. Úrsltið av fólkaatkvøðuni gjørdist, at 47,2 prosent atkvøddu
fyri punkti I, 48,7 prosent fyri punkti II, meðan 4,1 prosent av atkvøðunum vóru ógyldugar.
Sámal Jacobsen 80 ár
Tann 15. september verður
Sámal Jacobsen, skipari, í
Havn 80 ár.
Tað eru fáir sum í sama
mun sum Sámal kunnu
sigast at vera eitt barn av
havinum. Pápi hansara var
Sámal Jacobsen í Søldarfirði,
sum var skipari á Immanuel,
tá ið hon gekk burtur við 19
monnum á vári 1932. Áttati ár
eru liðin síðan hesa syrgiligu
hending. At Sámal nú fyllir
80 ár merkir eisini, at hann
er føddur faðirleysur.
Helena og Sámal áttu
frammanundan Eiler, og nú
sat Helena eftir við tveimum
smáum synum.
Nøkur ár seinni giftist
Helena til Skálavíkar við
Niels Nicodemussen, sum
eisini var fiskimaður alla
sína virknu tíð. Sámal vaks
upp í eini fiskimannabygd,
og hjá honum var leiðin til
sjós sjálvsøgd, so skjótt hann
hevði rokkið tann aldurin.
Millum skipini, sum Sám
al var við sum ungur, var
Norðfarið, sum hann fór við
í 1950 saman við fleiri øðrum
ungum skálvíkingum, og var
Eiler beiggi hansara millum
hesar. Tá var Norðfarið ein
av teimum góðu kjansunum
at fáa.
Seinni fór Sámal á sjó
mansskúla og fekk prógv.
Hann kom at sigla sum
skipari og yvirmaður rest
ina av sínum sjólívi. Hann
var millum annað skipari
á Havsøka, sum var eitt av
teimum nógvu stállínuskip
unum, sum komu frá seinast
í 50-unum og fram í 60-ini.
Mitt í 60-unum var Sám
al saman við Eileri og øðr
um góðum monnum um
at byggja Ísborg, sum var
byrjanin til eitt rættiligt
ævintýr í føroysku fiski
skapssøguni. Fyrst veiddi
teir hemara við línu. Síðan
var skipið umbygt til nóta
veiðu, og tað er her ævin
týrið byrjar.
Síðan fekk p/f Hvalnes
sær Norðborg, sum upp
runaliga varð bygdur í 1967
sum Norðbúgvin. Tað vóru
Tummas Ørv við fleiri,
sum bygdu hetta skip sum
línuskip, eftir at Ásur var
koppaður á nótaveiði í 1966.
Norðborð var umbygdur til
nótaskip og fór í vinnu í 1972.
Her gjørdist Sámal skipari,
og tað má sigast, at tað man
vera fáur skipari, sum saman
við síni manning, hevur ført
so stóran fong til lands sum
Sámal. Hann hevði eini serlig
evni at leita stimarnar upp
og at fáa teir innanborða.
Hetta var ikki minst fyri
makrel, har hann kundu
fylla skipið ferð eftir ferð.
Men tað sum telur meira eru
persónligu eginleikarnir hjá
Sámali. Hansara fremsta
eyðkenni er hansara róliga
og
álitisvekjandi
lyndi.
Hann ger ikki nógv um seg,
men fólkið umborð treivst
so sera væl. Menn siglu við
honum í ártíggir, og sum
frá leið mundi manningin
á Norðborg hava hægsta
miðalaldur
í
flotanum!
Menninir umborð kendu
seg sum ein familja, og hetta
var ikki minst takkað verið
Sámali, hvørs eyðkenni eisini
er trúfesti. Hann gloymir
ikki sínar gomlu felagar.
Sámal fær eisini besta um
mæli av starvsfeløgum.
Tá ið Norðborg varð seld
til Klaksvíkar fyri fleiri árum
síðani, legðist Sámal uppi.
Og tað kundi hann gera við
góðari samvitsku, tí hann
hevði sanniliga tænt sína
verjuskyldu fyri føroyska
samfelagið. Hann má rokn
ast sum ein av veruligu slóð
brótarunum, tá talan er um
uppisjóvarifiskiskap,
sum
seinastu árini hevur givið so
nógv av sær til samfelagið.
Sámal er giftur við Ragnu,
dóttir Elspu f. Wolles, ættað
av Trøllanesi og Dánjal á
Dul, sum í nógv ár var lærari
á sjómansskúlanum. Ragna
hevur verið honum ein góð
kona og hevur verið ein av
teimum mongu fiskimanna
konunum, sum hava lagt
rygg til í okkara samfelag.
Tey bæði fingu tríggjar døt
ur, Helena, Elspa og Sólvá.
Sámal er burturstaddur føð
ingardagin.
Prógv
Í dag 14. september hevur
Runa
Preeti
Høgnesen,
Klaksvík (ættað úr Mau
ritius), á Aalborg Universi
teti fingið handað prógv
sum master (MA) í ’Culture,
Communication & Globali
sation’
við
International
Relations and Global Order
og Chinese Area Studies sum
sergreinum
Hjartaliga til lukku við
80 ára degnum tann 15.
september, mín elskaði
abbi Sámal Jacobsen.
Bert ein lítil heilsan
úr Keypmannahavn.
Takk fyri tað tú altíð
hevur verið fyri meg
og enn er fyri meg. Eg
hevði ynskt, at eg hevði
kunnað feirað dagin
saman við tær, men tað
ber tíverri ikki til, men
gleði meg til vit síggjast
aftur á jólum. Elski teg
besti abbi á jørð!!
Muss og klemm frá
abbadóttrini í
Keypmannahavn
Heilsan