fríggjadagur 14. september 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Nøvnini á hesi plátum eru í hesi røð:
N.C. Vinther, Maren Wenningstedt
f. Winther, Jens Wenningstedt og
Hans Christoffer Jacobsen.
Ættarsambandið millum hesi fýra
er, at N.C. Vinther er pápi Maren, sum
var gift við Jens Wenningsted. Hans
Christoffer Jacobsen er versonur
teirra, giftur við dóttrini Armgarð.
Bæði forfedrarnir hjá hesum og
teirra eftirkomarar, sum teljast í
hópatali, hava verið við til at skapa
søgu í Føroyum.
Fyrsta navnið í røðini er Niels
Christopher Winter (1776-1864), timb
urmaður og kirkjuverji, giftur við
Siggu Mariu Justdóttir f. Karbech.
Foreldur hansara vóru Mads
Christophersen Winther og Maren
Jensdatter Karbech, sum giftust
7.09.1775
Sigga Maria og Niels Christoffer
fingu hesi børn:
a. Deyðfødda gentu í 1805
b. Maren Nielsdóttir í 1806. Giftist
við Jens Wenningsted
c. Mads Christoffer (1809-1810)
d. Marianna (1811-1812)
e. Mads Andreas Winther (1813-
1879). Sýslumaður á Sandoynni 1838-
1877.
Giftist við Súsannu Katrinu
Kristiansdóttir (1813-1898) av Sandi.
Abbasonurin við sama navni var
eisini sýslumaður á Sandoynni. Hann
verður umrøddur í eini komandi
Miðviku.
f. Júst f. 1815, giftist við Nancy
Elisabeth Andersen úr Keypmanna
havn. Var við at byggja løgtingshúsið
í 1856.
g. Christianna Carolina (1818-1904)
giftist við Samuel Hammershaimb
Debes
(1813-1897),
bókhaldari
í
kongaliga einahandlinum.
h. Niels Christoffer Winther (1822-
1892). Giftur við Anna Maria Nicolina
Kjergaard, dótturdóttir forvaltaran
við kongaliga handlinum, Jákup
Nolsøe. Niels skapti søgu bæði sum
fólkatingsmaður, og sum tann, ið
fekk heiðurin fyri, at løgtingið varð
endurstovnað í 1852.
Jens var sonur Løbner
Marin giftist við Jens Wenningstedt,
sum er av eini ikki minni kendari
ætt. Samb. kirkjubókunum var
pápin Emilius Løbner, kendur
sum kommandantur og sum fyrsti
danski amtmaðurin í Føroyum.
Hann er serliga illa kendur frá vitj
anini hjá Brillumanninum, men
sum amtmaður var hann vist ikki
so galin. Hann fekk tað ummæli, at
hann royndi at gagna føroyingum,
men tað var ikki altíð, at teir vildu
sjálvir.
Jens var føddur uttan fyri hjúna
lag í 1807. Mamman var Kristina
Jensdóttir Wenningsted.
Tískil kann roknast við, at tey
sum eita Wenningsted og Winther
í Føroyum eru ættað frá teimum í
hesum gravum.
Løbner fekk orð fyri at vera ræðu
skítur í sambandi við brillumannin.
Tað tykist hann eisini at hava verið
í samband við faðirskapin at Jens
Wenningstedt. Í kirkjubókini stendur
hann at vera “udlagt som barnefader”,
men hesum royndi hann at sleppa
sær undan. Meira verður um hetta í
komandi Miðviku.
Tað sigur kanska eisini nakað um
Løbner, at hann flutti einsamallur
til Danmark, tá ið hann gavst sum
amtmaður í 1828, meðan konan,
Anna Sofia og trý ára gamla dóttirin,
Henrietta, vóru eftir í Føroyum.
Jens giftist við Marini Winther, f.
1806, og gjørdist hann tískil svágur
politikaran Niels Winther.
Børnini hjá Jens og Marin
Tey bæði fáa í 1830 ein deyðføddan
drong. Í 1831 fáa tey Armgarð Mariu
Kristinu, sum tann 14. november
1849 giftist við smiðin Hans Christ
offer Jacobsen, beiggi Júst bónda á
Húsagarði.
Hans Christoffer gjørdist ikki
gamal maður. Hann doyði longu í
1869, 55 ára gamal. Armgarð doyði í
1911, júst ikki 80 ár gomul.
Armgarð og Hans Christoffer
fingu børnini:
a. Ellen Elisa f. 1850. Gift við Eli
esar Andreassen (1850-1931), fyrr um
rødd í hesi røð.
b. Jacob (1853-1932) giftur við Onnu
Kjelnæs (1854-1939), fyrr umrødd í
hesi røð.
c. Jens Wenningsted f. 1855, timb
urmaður. Giftur í 1879 við Onnu
Poulinu Poulsen (1857-1944).
Ein sonur teirra var H.C.W Tór
garð, sum er umrøddur í hesi røð.
Um Jens skrivaði fráhaldsblaðið
Dúgvan tann 22. juli 1905:
J. W. Jacobsen
I Lørdags, den 15.ds. døde af Lunge
betændelse
Tømmermand
Jens
Wenningsted Jacobsen, kun lidt over
50 Aar gammel.
I ham har Thorshavns By mistet
en af sine bedste Borgere – han var
i flere Aar Medlem af Thorshavns
Kommunalbestyrelse – og Thors
havns Afholdsforening en af sine
ældste og trofasteste Medlemmer.
Han hørte til Foreningens Veteraner.
Fra den 12. Januar 1879, altsaa i
over 26 Aar, stod han uafbrudt i
Foreningens Rækker og var i flere
Aar Medlem af Bestyrelsen.
Han var en dygtig Haandværker,
en flittig Jordbruger, en retskaffen
Mand og en helstøbt Personlighed,
og den store Sørgeskare – en af de
største, man nogensinde har set – bar
vidne om, at han var elsket og afholdt
af enhver, som kendte ham.
Tað kann vera nevnt her, at abba
sonurin, Hansemann, var eisini ein
sera virkin limur í losjuni í Havn.
d. Johan Otto Jacobsen (1857-1887).
Hann fór sum ungur í handil hjá
Jákup Lützen. Hann var likamliga
veikur men so mikið meira dugdi
hann til hendurnar. Hann tók
læraraprógv 1884, var so eina tíð
vikarur í Miðvági. Frá seinast í 1885
til fyrst í 1887 stýrdi hann handlinum
hjá M.C. Restorff á Viðareiði. Men
hetta ár gjørdist hann so sjúkur, at
hann doyði sama ár.
e. Hans Marius Jacobsen (1861-
1867).
f. Hans Marius Jacobsen (1869-
1944). Giftist í 1902 í Sands kirkju
við Sáru Sofíu Jacbsen, (1882-1969 f.
Í Skálavík. Hann var kendur lærari,
og verður umrøddur í komandi
Miðviku.
g. Sigrid Maria (1834-1863). Hon
giftist í 1861 í Havnar Kirkju við Jóan
Paula Poulsen (1833-1887), timbur
mann í Hesti.
Hini børnini hjá Jens og Marin
vóru:
Sigrid Maria (1834-1863), sum í 1861
verður gift við Jóan Paula Poulsen
úr Hesti.
Annu Sofía Elisabeth f. 1837, sum í
1867 í Sands kirkju verður gift við
Clement
Poulsen
(1837-1915),
keypmann í Skopun.
Ein sonur teirra var Johan Hend
rik Poulsen, Dikkurin, sum var
ein kendur politikari í Sjálvstýris
flokkinum. Verður umrøddur í kom
andi Miðviku.
g. Niels Christoffur f. 1849
Jens Venningsted doyði í Skopun
í 188t. Hann man vera fluttur til
aðra av døtrunum í Skopun. Marin,
konan, doyði longu í 1865, bara 59
ára gomul. Jens varð jarðaður í
Havn. Ofta vóru fólk jarðað, har
tey doyðu. Tað hevur ikki bara ver
ið sum at siga tað at flyta eitt lík úr
Skopun til Havnar tá í tíðini. Men
tað var kortini gjørt.
Tað er so nógv at siga um hesa ætt,
at í komandi tveimum Miðvikum
eisini verður eisini greitt frá henni.
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Søguligar gravir:
Ættirnar hjá Løbner
og Winther
Tær flestu gravirnar, sum eru umrøddar í hesi røð hava gravstein. Men á einum betongkanti
eru fýra metalplátur við navni á. Hesar plátur vísa til sera søguligar persónar í Havn
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá smádreinginum Arne
Frode og Erling Johannesen, og pápa teirra Niels
Johannesen, sum var ein kendur handilsmaður í Havn.
N.C. Vinther
Maren Wenningstedt f. Winther
F. 2.August1806 D. 2. April 1865
Jens Wenningstedt
F. 4. Maj 180t D. 5. Januar 1887
Hans Christoffer Jacobsen
Født 21. November 1813
Død 13. August1869
N.C. Vinther var pápi okkara fyrsta
rættiliga politikara Niels Winther.
Løbner átti tvey børn í Føroyum.
Jens Wenningsted og Henriettu
Løbner, sum giftist við
læknanum Napoleon Nolsøe.
Jens Wenningsted