fríggjadagur 14. september 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Myndin hevur leingi verið, at EB/
Streymur hava tókst at verið tey
sterkastu liðini, men leingi hava
lið eisini elt teimum og ikki viljað
slept. Men nú rakk ikki longur hjá
hvørki KÍ ella Víkingi, sum eru send
ávikavist sjey og átta stig frá odda
sessinum. KÍ lá annars leingi væl
fyri í heimadystinum ímóti TB, men
teir máttu lata sigurin úr hondum
og taka til takkar við javnleiki,
meðan ÍF staðfesti sína støðu sum
næstfremsta lið við sannførandi
3-0-sigri á Víkingi. Eins sannførandi
vann EB/Streymur – teir vunnu 4-1
ímóti B36 í Gundadali.
Í botninum er stríðið harðnað.
B68 tapti 1-2 í Vági ímóti FC Suðuroy,
og samstundis sum TB fekk eina
stigið í Klaksvík, er B68 farið niður
um niðurflytingarstrikuna við verri
málmuni enn TB.
Arnbjørn lýsti
Tað kom væl við hjá oddaliðnum
EB/Streymi, at Arnbjørn Hansen
loksins var førur fyri at spæla við
aftur frá byrjan. Hann skuldi bara
nýta 12 minuttir, áðrenn hann sýndi
fram sítt máltev. Fyrst stútaði hann
bóltin á tvørtræið, og á returbólt
inum var hann sjálvur skjótastur
og legði EB/Streym á odda 1-0.
Eitt lítið korter seinni var hann
aftur á blettinum, tá ið Meinhardt
Joensen hevði hálvbjargað einum
skoti frá Leif Niclassen. Hóast fleiri
stórar málmøguleikar til bæði EB/
Streym og B36, so var hálvleiks
støðan 2-0.
B36 legði fyri sum eitt ódnar
veður í seinna hálvleiki, og tað vóru
bara tríggir minuttir spældir, tá ið
Jákup á Borg minkaði um munin
til 2-1. Hesa løtuna sat B36 á øllum,
men so vísti EB/Streymur, hví teir
eru at meta sum besta lið í Føroyum
eisini tá ið umræður mótálop. Tað
gekk skjótt frá enda í annan, har
Hans Pauli Samuelsen ótarnaður
slapp at stúta EB/Streym á odda
3-1.
B36 hevði bóltin nógv henda
dystin, men hugflogið lá eftir við
hús, og teir máttu bara hyggja at,
tá ið Arnbjørn Hansen staðfesti ein
4-1-sigur við einum frálíkum hat
trikki.
ÍF smurdi Víking av
Við enn einum sannførandi sigri á
Víkingi í Sarpugerði heldur ÍF fram
við at elta oddaliðið EB/Streym, og
eru teir í grundini nú einasti av
bjóðari hjá teimum.
Tað vóru 13 minuttir farnir, tá ið
Dánjal á Lakjuni eftir trunkaspæl
legði ÍF á odda 1-0. Hetta var eisini
hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur var sjey min
uttir gamal, tá ið Clayton Soares
var fyrstur á einum innleggi og økti
til 2-0 til ÍF. Brasilski málslúkarin
var ikki liðugur at gera sítt arbeiði
henda dystin, tí 20 minuttir fyri
leiklok var hann aftur á blettinum
og økti til 3-0, sum eisini gjørdist
endaliga úrslitið.
Clayton Soares hevur nú skotið
18 mál í 23 dystum og er hann, um
framt at vera toppskjútti í Effo
deildini, ein av mest týðandi leikar
unum í væl smurdu ÍF-maskinuni.
Undirhaldandi í Klaksvík
Dysturin í Klaksvík millum søgu
ríku feløgini, KÍ og TB, var bara
ein minuttur gamal, tá TB hevði
fyrsta stóra møguleikan, men skot
ið hjá Dimitrije Jankovic fór væl við
síðuna av. Men hetta legði grundar
lagið fyri ein ferðmiklan og álops
kendan fótbóltsdyst, sum hevði
uppiborið fleiri enn tey tvey málini,
ið komu.
KÍ kom á odd seint í fyrra hálv
leiki, eftir eitt vælspælt álop. Helst
mundi KÍ hava minst 20 avlevringar
sína millum áðrenn Álvur F.
Christiansen legði bóltin innfyri til
Kristoffur Jacobsen, sum stútaði
bóltin í mál.
Undan hesum kundi TB havt
lagt seg á odda fleiri ferðir. Í seinna
hálvleiki fekk Ivan Joensen hjá KÍ
beinleiðis reytt kort fyri at koma ov
seint í eina takling við knoppunum
fremst.
Stutt seinni kom so forloysandi
málið hjá TB, tá verjukempan, Óli
Johannesen, var fyrstur á eftir
hornaspark og beindi bóltin í málið.
Hóast hann er blivin 40 ár, so gledd
ist hann sum ein unglingi og bóltaði
runt á vøllinum.
– Eg lovaði dóttrini at eg skuldi
gera tað um eg skoraði, segði Óli
Johannesen eftir dystin.
Óli var fegin um eina stigi, tí
hann metti at hansara menn høvdu
avrikað væl í dystinum og prógvað,
at teir ikki ætla sær niður.
TB hevur við javnleikinum yvir
hálað B68 á niðurflytingarstrikuni,
meðan KÍ orsaka av ósigrinum hjá
Víkingi, nú hevur lagt seg á triðja
plássið.
Nú er NSÍ við
Frá at hava verið við í botnstríðnum
og fegnast um hvørt einasta stig í
eini roynd at sleppa úr botninum,
hevur NSÍ nú av álvara rivið seg
leyst av hinum liðunum og fingið
samband við miðjuna á stigatalvuni
– nú eru teir nevniliga javnir í stig
um við B36.
Hetta kom í lag eftir ein
2-0-heimasigur á HB mikukvøldið.
HB, sum nú skal royna seg utt
an
landsliðsmiðvallaran,
Hall
Hansson, ið er útleigaður til danska
AaB, framdi annars nógvar góð
ar málmøguleikar, men tá ið Fróði
Benjaminsen longu í fyrsta min
effo-deildin 23. umfar
EB/Streymur
og ÍF sigla
egnan sjógv
Fótbóltur 23. umfar í Effodeildini mikukvøldið gav okkum
eitt greitt boð um, at tað helst verður annaðhvørt EB/Streymur
ella ÍF, sum gerst føroyameistari í ár. Somuleiðis gjørdu úrslitini
í hesum umfarinum, at botnstríðið nú av álvara er harðnað,
og at B68 og TB koma at berjast fyri lívinum í deildini