Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Tá var ikki fyrr enn í evstu løtu, at Hallur Hansson fekk boð um at hann skuldi við hópinum til Skovbakken. Upprunaliga var hann ikki úttikin til hóp­ in, men ein skaði gjørdi, at tað bleiv pláss fyri føroyska lands­ liðs­miðvallaranum. Tá ein hálvur tími var eftir av steypadystinum varð Hallur Hansson so skiftur inn. – Tað var deiligt at fáa debut. Tað hevur allatíð verið eitt mál hjá mær at fáa debut, men eg hevði ikki rokna við at tað fór at ganga so skjótt, sigur Hallur Hansson. Illa nokk lendur í Alborg Hallur Hansson kom ikki til Alborg fyrr enn nakað eftir lands­dystin í Týsklandi. Fyrst skuldi hann líka heim til Før­ oyar at venda, áðrenn leiðin gekk til Alborg. Hallur náddi bara at vera í Alborg í tveir dagar og venja eina ferð undan dyst­inum. – Tað gekk opinbart so mik­ið væl til venjingini at tá ein spælari bleiv skaddur, so valdi venjarin at taka meg við ístaðin, greiður Hallur Hansson frá. Í Skovbakken vónaði Rói Danielsen, at triðju deildarliðið hjá honum kundi standa fyri stóra steypakvøkkinum, men ásannaði at tað vór ótrú­liga torført móti einum form­sterk­ um AaB liðið. Favorittarnir úr Alborg vunnu eisini dystin 3-0. Rói Danielsen spældi allan dyst­in í miðverjuni, meðan Hallur Hansson kom inn fyri AaB, tá ein hálvur tími mangl­ aði av dystinum. – Tað gekk faktist nokk so gott tá eg kom inn. Eg var eitt sindur nervøsur tá eg rann inn á vøllin, men tá man hevdi havt tað fyrstu avleveringina so koyrdi tað bara. Millum annað spældi eg ein áloypara púra frían, men tíverri brendi hann, sig­ur Hallur Hansson. Ikk lætt at byrja frá null Hallur Hansson letur væl at fyrstu døgunum í nýggja felag­ num, men ásannar at tað ikki er lætt at koma til eitt nýtt felag. – Nú havi eg ikki verið her serliga leingi, men bæði spæl­ arar, venjarar og fólk rund­an um hava tikið væl ímóti mær. Sjálvandi er tað altíð ringt at byrja frá null, í einum nýggj­ um umhvørvið har eingin kennir teg og tú kennir ongan Tað er at vera opin fyri øllum og arbeiða hart og málrætta, so skal alt nokk ganga, sigur Hallur Hansson at enda. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge HIK taldi profilar sum Carsten Frederiksen og Nick Christensen, og vann triðbestu donsku deild­ina í fjør, men tapti dystin um upp­ flyting. Tí var uppgávan serstakliga trupul. ÍF Føroyar var ikki undir eins stórum trýsti og Føroyar var í móti Týsklandi fríggjakvøldið, men tað var ikki langt frá. Ikki tí, ÍF Føroyar var so sera nær við at minka um munin í yvirtíðini, tá vælspælandi Hanus Eliasen sendi fríspark á tvørtræið. Men eins og týsku landsliðsleikararnir, so vóru HIK eirindaleysir, vunnu bólt­in, fluttu hann skjótt niðan í hin endan og gjørdu fjórða málið. Sostatt kundi dysturin endað 1-3, og ikki 0-4 sum hann gjørdi, skrivar heimasíðan hjá ÍF Føroyum. trondur@sosialurin.fo ÍF Føroyar úti Fótbóltur Tað bar ikki á mál hjá ÍF Føroyum, tá teir í kvøld spældu sera truplan steypadyst í móti HIK í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. ÍF Føroyar tapti ruddiliga 0-4, hart tvey mál fullu í hvørjum hálvleiki Hanus Eliasen hevði eina frísparksroynd á tvørtræið Tróndur Arge Meistaraheitið varð vunnið við einum 1-1 javnleiki í gundadali móti HB. KÍ var so gott sum meistari eft­ ir seinasta leikdag, men nú tað so enda­liga staðfest, at KÍ eisini er FM vinnari 2012. Elsa Maria Simonsen legði KÍ á odda tá dysturin var ein góðan tíma gamal. Tað eydnaðist HB at javna í evstu løtu við brotssparki, sum Sára Samuelsen skoraði uppá. Í HB kunnu tey fegnast um at HB er fyrsta liðið í ár, sum megar at fáa stig frá KÍ, ið annars hevur vunnið allar sínar dystir. – Vit hava fleiri ungar leikarar og so nakarar eldri leikarar. Tann bland­ingin ger, at vit kunnu halda fram at vinna, sigur Malena Josephsen, liðskipari hjá KÍ. KÍ er sannførandi meistari í ár. Liðið hevur vunnið 15 av 16 dyst­ inum, skortið 10 mál og bara latið fimm ígjøgnum. KÍ vann eisini steypafinaluna á Tórsvølli móti B36 og er sostatt greipu­vinnari 2012. trondur@sosialurin.fo FM fyri 13. ferð upp í slag KÍ kvinnur: Fótbóltur Ongin tekur KÍ í kvinnu fótbólti. Tað staðfesti KÍ fyri 13. ferð upp í slag mikukvøldið í Gundadali. Blandingin er røtt og Malena Josephsen metir, at sigursrøðin kann halda fram Savnsmynd: Álvur Haraldsen Deiligt at fáa debut Hallur Hansson hevur skift frá HB til AaB Mynd: Álvur Haraldsen Fótbóltur Hallur Hansson skifti fyri einu viku síðani til AaB og mikudagin kom hann á vøllin fyri fyrstu ferð í 3-0 sigrinum á Skovbakken, sum hevur føroyska miðverjan, Róa Danielsen á vøllinum allan dystin Rói Danielsen