fríggjadagur 14. september 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
effo-deildin upptakt 24. umfar
Hvørgin parturin ráð at snáva
Fótbóltur Felags fyri FM kandidatarnar er, at teir hesa ferð eiga heimavøll,
og at venjararnir hava nógvar skikkaðar at velja ímillum
Jóannes Hansen
FM stríðið er tvíkapping millum
EB/Streym og ÍF. Tí er einki at siga
til, at tað er serligt fokus á hesum
báðum liðunum. Felags fyri tey
bæði er, at tey sunnudagin eiga
heimavøll, og at tey mugu roknast
sum upplagdir favorittar ímóti KÍ
og NSÍ.
Felags fyri toppliðini er, at tey
nógvu tey seinastu umførini hava
verið rættuliga støðug. Burtur
sæð frá 1-1 javnleikinum ímóti júst
EB/Streymi so hevur ÍF vunnið
fulla úrtøku átta ferðir á rað. EB/
Streymur er níggju tær seinastu
ferðirnar farið ósigrað av vøll
inum.
EB/Streymur
er
tvey
stig
frammanfyri ÍF. Bæði liðini hava
vunnið fjúrtan ferðir. EB/Streymur
hevur tvær ferðir meiri enn ÍF
verið partur av javnleikum, og tað
eru hesi bæði stigini, sum nú eru
munurin millum toppliðini. Fugl
firðingar eiga betri málmun enn
EB/Streymur, og tað kann fara at
vísa seg at vera avgerandi, um teir í
Sundalagnum eina ferð í endaspurt
inum ikki vinna fulla úrtøku, og um
ÍF vinnur allar fýra dystirnar, sum
eru eftir at spæla.
Í botninum kann tað fara at vísa
seg, at FC Suðuroy ikki fer at flyta
niður við met fáum stigum, nú tað
tvær ferðir hevur eydnast at vinna
fulla úrtøku. Um tað verður TB ella
B68, sum skal tungu leiðina niður í
næstbestu deildina saman við FC
Suðuroy, verður neyvan avgjørt
fyrr enn á seinasta leikdegi, tá ið
TB fær vitjan av júst B68.
Í gjár bar soltna úrtøkan við sær,
at B68 segði venjaran úr starvi. Pauli
Poulsen og B68 hava ikki vunnið
sjey tær seinastu ferðirnar, tá ið
úrtøkan hevur verið tvey stig. Øssur
Hansen, sum er venjari hjá næst
besta liðnum, og sum hevur verið á
dómaraseðlinum sum spælari sein
astu ferðirnar, hevði ábyrgdina av
venjingini í gjárkvøldið.
Øssur fer ikki at hava ábyrgdina,
tá ið besta B68 liðið sunnudagin fer í
Gundadal at vitja HB. Tað kemst av,
at tað er krav, at venjararnir í bestu
deildini hava hægstu útbúgvingina,
sum tað ber til at taka í Føroyum,
og hesi pappírini hevur Øssur ikki
fingið enn. Bill Jacobsen, sum vandi
B68 í fjør og í fyrraárið, hevur ikki
verið venjari í ár. Tað kann væl vera,
at hann saman við Øssuri Hansen
fer at vera á beinkinum í Gundadali
sunnudagin.
Full ferð í Streymnesi
Tølini siga, at tað ikki so sjáldan
hevur verið torført hjá heimalið
num við Margáir at vinna fulla úr
tøku. Fimm ferðir hevur tað verið
javnt. Fyrsta ferðin var longu í
fyrsta umfari, tá ið KÍ megnaði 1-1
í Streymnesi.
Allir EB/Streyma spælararnir eru
tøkir. Mikukvøldið sótu bæði Pauli
G. Hansen og Egil á Bø á beinkinum
allar 90 minuttirnar. Teir hava báðir
verið skaðaplágaðir, men nú eru teir
væl fyri. Báðir høvdu teir ivaleyst
pyntað byrjunaruppstillingina í
øllum feløgunum. Ímóti B36 valdi
Heðin Askham at skifta yngri
spælarar inn, tá ið tað var greitt,
at sigurin á B36 var á veg norður í
Sundalagið.
KÍ stríðist fyri bronsuplássinum
og harvið rættinum at luttaka í
Europa Cup. Ímóti TB á heimavølli
var avrikið ikki serliga sannførandi.
Ivan Joensen, sum fleiri ferðir
frammanundan hevði verið sann
førandi sentralur miðvallari, var
hesa ferð í høgra borði. Tá ið tað
restaði eitt korter, sá hann beinleiðis
reytt kort, og tí verður hann leik
bannaður næstu ferðirnar.
Allir hinir KÍ spælararnir eru
tøkir.
Tað erálvari í ÍF
Mikukvøldið vístu fuglfirðingar, at
teir eiga at verða tiknir í ramasta
álvara í oddastríðnum. Fyri aðru
ferð í ár megnaðu teir at taka seg
úr grannauppgerðini í Sarpugerði
við trý mála sigri. Tað sigur ikki so
lítið.
Sjálvsálitið og eldhugin at vinna
lýsti av rasku monnunum. Ikki minst
var tað ein fragd at síggja, hvussu
stinnur og sannførandi sentrali
verjuparturin var. Veteranarnir
Jákup Mikkelsen, Bartal Eliasen
og Høgni Zachariassen, sum er ein
asti ÍF spælarin, ið hevur verið á
liðnum allar minuttirnar higartil í
landskappingini, settu ikki ein fót
skeivan.
Bogi Løkin er langtíðarskaddur,
men
annars
hevur
Flemming
Christensen allar hinar tøkar und
an NSÍ vitjanini. Eisini vinstra
vongverjan Jan Ó. Ellingsgaard,
sum er farin av landinum í útbúgv
ingarørindum. Hann ferðast heim
í vikuskiftunum at hjálpa sínum
bygdarmonnum.
Tíggju stig í fimm teimum sein
astu umførunum hava við sær, at
NSÍ er sloppið undan hóttanini av
niðurflyting. Fyrr í ár hevur NSÍ
lagt rygg til 2-1 tap ímóti ÍF – bæði í
Fuglafirði og við Løkin.
Allir teir, sum mikukvøldið vóru
við til at vinna 2-0 heimasigur ímóti
HB, eru tøkir hjá Kára Reynheim.
Hjá Kára og NSÍ er setningurin at
vinna sætta plássið. Mikukvøldið
lyfti NSÍ seg upp á síðuna á B36,
sum orsaka av betri málmuni varð
veitti plássið.
Trúgva upp á tað á Tvøroyri
Tað royndist væl hjá TB miku
kvøldið. 1-1 í Klaksvík bar við sær,
at liðið lyfti seg upp um strikuna,
tí B68 snávaði í Vági. Vónbrotnu
toftamenninir stóðu og bíðaðu
eftir at sleppa umborð á Smyril á
Krambatanga, tá ið væl nøgdu TB
spælararnir komu í land.
TB avrikið í Klaksvík bar boð
um, at teir á Tvøroyri avgjørt ikki
hava givið skarvin yvir. Dmitrije
Jankovic var fremsti maður. Hann
arbeiddi sum ein hestur og var orsøk
til støðugt órógv í KÍ verjuni.
Allir teir, sum vóru í Klaksvík
mikukvøldið, eru tøkir, tá ið Víkingur
kemur suður sunnudagin.
Setningurin hjá Víkinga venjar
anum Jógvani Martin Olsen er
at halda sínum til í stríðnum at
vinna bronsukrónurnar. Rætturin
at spæla í altjóða kappingunum
næsta summar varð tryggjaður
í steypafinaluni. Síðani hevur
Víkingur tapt bæði ímóti NSÍ og
ÍF, og nú fæst at síggja, um teir
ljósabláu fara at megna at reisa seg
ímóti tvøramonnum, sum rættuliga
trúgva upp á, at tað skal bera til at
varðveita plássið í Effo deildini.
Allir teir, sum vóru við ímóti ÍF,
eru tøkir. Sølvi Vatnhamar kom ikki
heim úr Danmark mikukvøldið. Tá
ið TB í fyrsta umfari hevði vitjan av
Víkingi, fóru gestirnir til hús aftur
við 2-0 sigri.
Ikki gingið eftir vild
Undan kappingarbyrjan vóru tað
tey, sum roknaðu við, at HB og
B68 vóru millum favorittarnar at
telvast um heiðursmerkjaplássini.
Fýra umfør undan kappingarenda
er B68 á niðurflytingarplássi, og
mikukvøldið bar 2-0 tapi í Runavík
við sær, at HB misti eitt stig í kapp
ingini um bronsukrónurnar og
harvið altjóða luttøku. Tað eru nú
seks stig av fimta plássi og fram til
bronsuna.
Í fyrsta umfari vann HB stóran
heimasigur – 4-0 – á B68. Allir teir,
sum mikukvøldið vóru við HB í
Runavík, eru tøkir aftur sunnu
dagin.
Hjá B68 bar hættisliga støðan
við sær, at Pauli Poulsen hósdagin
varð sagdur úr venjarastarvinum á
Toftum.
B68 hevur alt kappingarárið
verið illa skaðaplágað. Mikukvøldið
vóru Ukpai og Jann Ingi Petersen
millum teir fyrstu ellivu, og Camara
kom á vøllin, tá ið tað restaðu tíggju
minuttir. Ukpai og Camara hava als
ikki spælt í ár, og Jann Ingi hevur
ikki spælt so nógv. Sunnudagin
verður Jann Ingi Petersen ikki á
B68 liðnum. Hann varð vístur av
vøllinum í Vági, og tískil er hann
leikbannaður ímóti HB.
Niklas Joensen, Keita og Kristian
Anton Andreassen eru skaddir.
Knæskaðin hjá Kristian Anton er
so mikið álvarsligur, at hann ikki
verður førur fyri at spæla meiri í
ár.
Soltið hjá báðum pørtum
Meistararnir í B36 vóru mikukvøldið
fyri enn einum vónbroti, tá ið teir
løgdu rygg til 4-1 tap í Gundadali
ímóti EB/Streymi. Hvørki í álopi
ella í verju stemmar tað hjá árstals
felagnum, sum í hesum umfarinum
hevur mist allar møguleikar at
vinna atgongumerkir til altjóða
kappingar.
Súni Olsen hevur tvær tær sein
astu ferðirnar verið leikbannaður.
Nú er hann tøkur aftur. Høgni
Eysturoy, sum plagdi at røkja vong
verjaplássið í høgru, hevur verið
skaddur í nógvar vikur. Miku
kvøldið var Símun Hansen vong
verji, men bara í 73 minuttir. So varð
hann vístur av vøllinum, og tískil
er Símun leikbannaður í morgin, tá
ið FC Suðuroy kemur í Gundadal.
Dánjal Rói Olsen er skaddur, og
mikukvøldið
noyddist
Lukasz
Cieslewicz at taka seg aftur undir
upphitingini.
FC Suðuroy hevur vunnið seks
stig burtur úr trimum teimum sein
astu umførunum. Tað hevur verið
tosað um, at FC Suðuroy fór at
flyta niður við minsta stigatalinum
nakrantíð, síðani kappingin varð
víðkað til 27 umfør. Nú er møguleiki
fyri, at FC Suðuroy fer at røkka eins
stórari úrtøku – 11 stigum – sum B71
í fjør vann og flutti niður við.
Manningarliga sær tað betri út
nú hjá FC Suðuroy, enn tað hevur
gjørt fyrr í ár.
Í fyrsta umfari í vár var um
reppið, at FC Suðuroy fekk stig við
sær úr Gundadali. Ta ferðina vann
B36 1-0, og tað var Sekou Tidiane
Souare, sum í evstu løtu drønstútaði
sigursmálið. Tidiane fór stutt eftir
av aftur landinum.
Leygardagin 15. september
B36 - FCS: Kai Erik Sten (DAN) kl. 17.30
Sunnudagin 16.september
ÍF - NSÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
TB - Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
HB - B68: Dagfinn Forná kl. 15.00
EB/Streymur - KÍ: Lars Múller kl. 15.00
Við greiða sigrinum mikukvøldið,
hevur EB/Streymur kós móti FM, men
við fuglfirðingum beint í hølunum
Mynd: Álvur Haraldsen