Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-14, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 107 · 14. september 2012 4 VIKUSKIFTI bakgrund Árni Joensen arni@sosialurin.fo Fyri einum hálvum ári síðani var altjóða samfelagið á gosi eftir at hava sæð filmin »Kony 2012« á YouTube. Film­urin var um virksemið hjá Lord's Resistance Army og leiðara hansara, Joseph Kony, í miðafrikanska landinum Uganda. Semja var um at gera enda á hesum ómenniskjaliga herliði, og at leiðarin skuldi takast og setast fyri Altjóða Revsirættin í Haag, har Joseph Kony hevur verið eftirlýstur tey sein­ astu sjey árini. Ugandiskir hermenn og servandir amerikanskir hermenn leita framvegis eftir Kony. Men hann og hansara menn eru ikki lættir at finna – sjálvt við teirri mest framkomnu tøknini. Serfrøðingar vísa á, at Harrans Mótstøðuherur letur eingi elektronisk spor eftir seg, og harafturat er lendið sera væl egnað at fjala seg í. Sambært ST-aðalskrivaranum Ban Ki-moon, er átakið í Miðafrika ikki nógv umfatandi, til at tað veruliga kann gera mun. Tað segði aðalskrivarin í summar, og tí er Harrans Mótstøðuherur framvegis virkin í fleiri miðafrikonskum londum. So seint sum næstseinasta vikuskifti frættist, at herurin hevði burturflutt 55 dreingir og gentur í tveimum bygdum í Miðafrikanska Lýðveldinum. – Uppreistrarmenninir noyddu børn­ini at bera matin og ymiskt annað, sum teir rændu í bygdunum, sigur ein løg­reglu­maður í býnum Bangassou, sum er 70 kilometrar frá teimum báðum bygd­unum. Handtøka lítlan týdning Tær báðar bygdirnar, sum fingu vitjan av Harrans Mótstøðuheri næstseinasta vikuskifti, eru í einum fjarskotnum øki í landnyrðingspartinum av Mið­ afrikanska Lýðveldinum. Hetta er eitt so­kall­að onganmannaland og tí eitt væl egnað øki hjá mótstøðuherinum at hó­ reiggja sær í. Fyri fýra mánaðum síðani eydnaðist tað ugandiskum stjórnarhermonnum at taka Caesar Achellam, sum var ein av teimum næstu leiðarunum í Harrans Mótstøðuheri. Uganda gjørdi nógv burtur úr hand­tøkuni, men serfrøðingar siga, at í roynd og veru hevði handtøkan lítl­an og ongan týdning. Teir siga, at tað eru nýggir og ungir kommandantar, sum mynda leiðsluna í Harrans Mótstøðu­ heri saman við Joseph Kony. Hesir ungu menninir vórðu sjálvir rændir sum smá­dreingir og gera nú tað, sum teim­um verður álagt. Gera eftir boðum Lord's Resistance Army, sum alment sigur seg ætla at skipa Uganda sum eitt samfelag við teimum tíggju boðunum í Gamla Testamenti sum grundvølli, fór úr Uganda fyri tólv árum síðani eftir at hava herjað tann norðara partin av land­inum í fleiri ár. Herurin hevur burtur­flutt børn og brúkt tey sum barna­her­menn og sum trælir, og tað Joseph Kony, tann eirindaleysi leiðarin í Harrans Mótstøðuheri, sigur seg gera eftir boðum frá heilaga andanum Ræna og myrða í navni Harrans Hóast fleiri royndir at steðga honum herjar tann illa gitni ugandiski uppreistrarbólkurin Lord's Resistance Army ella Harrans Mótstøðuherur framvegis bygdir og burturflytir børn í teimum miðafrikonsku londunum Joseph Kony er føddur í 1961 har norðuri í Uganda og er úr ættarbólkinum acholi. Joseph vaks upp í einum katólskum umhvørvi og var altardrongur í kirkjuni. Í meiri enn 20 ár hevur hann staðið á odda fyri uppreistrarbólkinum Harrans Mótstøðuheri, sum við ógvuliga harðari hond sigur seg virka fyri at skipa Uganda við einum stýrishátti, ið skal byggja á tey tíggju boðini. Í 2005 lýsti Altjóða Revsirætturin ICC eftir Joseph Kony, og í 2006 bleiv hann skuldsettur fyri krígsbrotsverk. Í 2008 vóru Kony og ugandiska stjórnin komin langt við samráðingum um ein friðarsáttmála, men samráðingarnar slitnaðu, tá Kony kom við kravi um, at hann og hansara menn skuldu sleppa undan rættarsókn. Joseph Kony heldur seg sjálvan hava eina andaliga serstøðu. Børn, sum eru flýdd frá honum, siga, at hann tosar ofta í tungum, og at hann vil vera við, at tað er tann heilagi andin, sum sigur honum, hvat hann skal gera. Tað sigst, at Kony hevur havt minst 60 konur. Í flestu førum er talan um gentur, sum hann og menn hansara hava burturflutt. Joseph Kony