fríggjadagur 14. september 2012síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 107 · 14. september 2012
5
eru fleiri dømi um, at børnini hava
verið tvingað til at myrða sína egnu
familju.
Tey seinastu árini hevur Harrans
Mótstøðuherur verið virkin í Kongo,
Suður-Sudan og í Miðafrikanska Lýð
veldinum, men av tí at myndugleikarnir
støðugt jagstra herin, hevur hann ikki
longur nakra fasta støð í nøkrum av
londunum. Tað er heldur ikki greitt,
hvussu nógvar menn hann hevur.
Summar metingar siga einastaðni
millum 500 og 1.000, og yvirhøver er
semja um, at talið er í hvussu er oman
fyri 200.
Tað tykist vera longri og longri
ímillum tey stóru álopini hjá herinum,
men har hann er, er hann ein støðug
hóttan ímóti sivilfólkinum á bygd, tí
hann rænir bygdirnar og burturflytir
børnini.
Bundu genturnar saman
Emmanuel Mbolindi, sum var vitni til
ránið og burturflytingarnar hjá Harrans
Mótstøðuheri næstseinasta vikuskifti,
sigur við tíðindastovurna Reuters, at
álopið byrjaði tíðliga leygarmorgunin,
tá umleið 20 menn við sjálvvirkandi
vápnum komu til bygdina Balifondo.
Teir løgdu á einar 15 menn í bygdini
og bukaðu teir. Síðani savnaðu teir 19
gentur í aldrinum 9 til 14 ár og bundu
tær saman.
Tær ugandisku og amerikonsku
herdeildirnar, sum jagstra Harrans
Mótstøðuher, hava ikki gjørt nakrar
viðmerkingar til tíðindini hjá Reuters.
Aðrar keldur siga, at nakrar fáar dagar
undan álopinum vóru bardagar millum
ugandiskar stjórnarhermenn og limir í
Harrans Mótstøðuheri nærhendis bygd
ini. Maðurin, sum stóð á odda fyri hes
ari deildini av mótstøðuherinum, eitur
Dominic Ongwen, og hann er ein av
kommandantunum, sum Altjóða Revsi
rætturin í Haag vil hava fatur ná.
Dokumentarfilmurin »Kony 2012«
gjørdist byrjanin til eitt átak á inter
netinum, sum amerikanski hjálpar
felagsskapurin Invisible Children legði
til rættis. Eftir fjúrtan døgum hevði
filmurin havt ikki færri enn 83 milliónir
vitjandi, men seinni komu fleiri við
merkingar frá fólki, sum funnust at
filminum og gjørdu gjøldur burtur úr
honum.
Maðurin, sum gjørdi filmin, Jason
Russel, varð tikin í San Diego í USA,
stutt eftir at filmurin var komin á You
Tube. Hann var hálvnakin og ikki við
síni fullu fimm, tá løgreglan tók hann.
Sambært familjuni leið hann av strongd
eftir at hava verið undir stórum trýsti
ta seinastu tíðina.
Teir ungu hermenninir hjá Harrans Mótstøðuheri kunnu
fáa boð um at skjóta teirra egnu familjur
Harrans Mótstøðuherur hevur egið flagg
Hesir dreingirnir úr Miðafrikanska Lýðveldinum hava verið hermenn hjá Harrans Mótstøðuheri og hava upplivað nógv, sum fyri tey flestu er óhugsandi
Harrans Mótstøðuherur (Lord's Resistance
Army – LRA) varð stovnaður í 1987, og
tað var Joseph Kony, sum stovnaði hann.
Endamálið var at fella stjórnina í Uganda
og at skipa landið við einum stýri, sum
skuldi byggja á tey tíggju boðini í Gamla
Testamenti.
Kríggið ímillum mótstøðuherin og
ugandiska stjórnarherin tey næstu árini
kostaði fleiri túsund ugandum lívið, og
nógv vórðu illa løstað. Meiri enn tvær
milliónir fólk gjørdust flóttafólk.
Harrans Mótstøðuherur er tiltikin
fyri sín harðskap og fyri at burturflyta
børn, sum síðani verða tvingað til at vera
hermenn ella at virka sum sextrælir.
Altjóða Revsirætturin hevur havt
eina altjóða eftirlýsing eftir Joseph Kony
síðani 2005, og Afrikanska Samgongan
hevur lýst Mótstøðuherin sum
yvirgangsfelagsskap.
Harrans Mótstøðuherur (LRA)