fríggjadagur 14. september 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 107 · 14. september 2012
6
VIKUSKIFTI
BAKGRUND
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Politiskt og ideologiskt var feminisman
eitt søguligt nýbrot. Ikki bert megnaði
hon at vísa á, at formellar forðingar,
til dømis til atkvøðurætt, vóru høpis
leysar og tilvildarligar, men hon av
dúkaði eisini, at politikkur snúði seg
um annað enn formell stjórnarviður
skiftir. Feminstarnir settu hevdvunnu,
siðbundnu kynsleiklutirnar undir lupp
in. Heimið, hjúnalagið og uppalingin –
málið sjálvt – varð politiserað. Túsund
tals ár av siðvandum kynsleiklutum
skuldu kollveltast. Mannfólkini skuldu
ikki longur hava allar týðandi sessirnar
í samfelagnum. Talan var um eina
rættuliga valdsuppgerð.
Grundarlagið fyri uppgerðini var
lutvíst stóra broytingin í materiellu
korunum, har boð brádliga vóru eftir
kvinnunum á arbeiðsmarknaðinum.
Kvinnur skuldu ikki longur bert føða
og ansa børnum, men fingu ein týðandi
búskaparligan leiklut.
Og kvinnurnar høvdu førleikar, líka
góðar og stundum betri enn mann
fólkini. Men radikalir feministar vildu
longri. Tær vildu útrudda allan ment
anarskaptan mun millum kynini. Málið
skuldi reinsast fyri kynsbundin hugtøk
og dreingir kundu eins væl spæla við
dukkur – og gentur við lastbilar. »Kyn«
var eitt uppfunnið hugtak, ið tænti eini
mansdomineraðari mentan. Men fyri
summi gjørdist hetta ovboðið. Tey
hildu, at kynini bæði hóast alt vóru
ymisk av nátúr. Eins nógv verd, men
ikki eins.
Rákið vendi, og ein røð av gransk
arum kundu avdúka, at nakrir munir
hóast alt vóru nátúrligir og kundu
staðfestast í heilanum. Og síðani hevur
kjakið snúð seg um, í hvønn mun
»kyn« og kynsleiklutir eru biologisk
ella mentanarskapt produktir.
Alfahannar í leiðandi størvum
Skulu vit trúgva Gregg Murray, sum
granskar í menningarlæru og politikki
á Texas Tech University, hava feminst
arnir enn langt á mál við at broyta sið
bundnu kynsleiklutirnir. Tí hóast vit
leingi hava framt stór javnstøðuátøk,
eru tað framvegis nógv færri kvinnur
í leiðandi størvum – bæði í politikki
og vinnulívið. Og hagtølini avdúkað,
at hóast vit hava formella javnstøðu,
er framvegis stórur lønarmunur. Tað
kann taka langa tíð at broyta mentan,
men sambært Gregg Murray, er hesin
munur treytaður av okkara lívfrøðiligu
evolutión.
Kanningar av politiskari uppstilling
hava avdúkað, at flestu okkara dáma
betri politiskar leiðarar við ávísari
likamligari stødd, frammum minni leið
arar. Og her hava mannfólkini lívfrøð
iliga støddarfyrimunin. Frágreiðingin
er, sambært Gregg Murray, at stødd
in ótilvitað sendir signal um trygd.
Likamlig stødd veitti stórar fyrimunir í
bardøgum millum bólkar í okkara evo
lutioneru fortíð, og hesin trygdartørvur
hongur enn við, hóast tørvur ikki er á
honum á sama hátt.
Onnur hava róð frammundir, at tá
kallkyni hevur verið ráðandi, bæði í
menniskjasamfeløgum og millum flestu
djórasløg, hevur hetta sett síni spor í
okkara lívfrøði. Mannfólk fara tí altíð
fara at torført við at góðtaka kvinnu
ligar leiðarar, vilja tey vera við.
Aðrir granskarar hava víst á, at
kappingin um hægstu postarnar í stóran
mun fer fram millum fólk av sama kyni
og ikki millum kynini. Kanningar hava
staðfest, at kvinnur verða drignar at
monnum, ið hava status og ríkidømi, og
hagtølini vísa, at slíkir menn fáa í miðal
fleiri børn. Tí er status evolutionert sæð
umráðandi hjá monnum. Sambært hesi
fatan, verða kvinnur ikki sæddar sum
nøkur hóttan; kappingin um status er
millum menn.
Men feministar kunnu fegnast um, at
hetta neyvan er allur sannleikin. Tí tað
er ein sannroynd, at kvinnur ofta hava
nógv betri førleikar enn mannfólkini til
leiðandi størv. Tí likamlig stødd og styrki
hevur í flestu førum ongan týdning í
flestu leiðandi størvum í modernaða
samfelagnum. Skilvísi, samstarvsvilji
og drúgvar royndir gera ofta veruliga
munin. Sostatt kunnu nógvu mannligu
leiðararnir ofta vera eitt misljóð millum
modernaða samfelagið – har kvinnur
eins væl kunnu leiða – og okkara evo
lutioneru kallsdomineraðu fortíð.
Menn frá Mars,
kvinnur frá Venus?
Hóast radikala feminisman vildi vera
við, at munirnir kynjanna millum
vóru reinar sosialar konstruktiónir,
tykist rákið vera vent. Lívfrøðin hevði
hóast alt ein ávísan týdning. Og kyns-
stereotypurnar hava góðar dagar. Vit
»vita«, at mannfólk eru meiri aggressiv
og ráðarík, ímeðan konufólk eru meiri
empatisk og duga betri at samstarva. At
mannfólk hugsa rationelt og matemat
iskt, ímeðan konufólk eru meiri listarlig
og kensluborin. Men hvussu stórir eru
munirnir? Og í hvønn mun eru mun
irnir samfelagsskaptir?
Paul Bloom, professari í sálarfrøði á
Yale University, vísir í almennum fyri
lestri á eina røð av kanningum, ið fevna
tvørturum mentanir har roynt var at
svara hesum spurningi. Og sambært
honum eru nakrar av sterotypunum
sannar. Eitt nú staðfestir ein røð av
kanningum, at mannfólk eru meiri
aggressiv enn konufólk. Hugsa bert
um hvussu nógv fleiri mannfólk sita í
fongsli enn konufólk. Hagtølini avdúka
eitt nú at flestu mordarar eru kallkyn.
Í flestu førum er talan eisini um, at
menn taka lívið av monnum. Og her
spælir lívfrøðin ein týðandi leiklut við
mannliga hormoninum testestoron, ið
elvir til størri aggressión og álopshug.
Sambært Paul Bloom sæst hesin munur
longu í móðurlívið, har dreingjafostur
sparka og røra seg meiri.
Tá tað snýr seg um romantiskan kær
leika hava fleiri kanningar staðfest, at
mannfólk eru væl minni kritisk yvirfyri
stuttum og tilvildarligum romansum
enn konufólk. Heldur primitiva
frágreiðingin er, sambært Paul Bloom,
at evolutionert sæð hava mannfólk
ikki havt eins stóran leiklut við upp
alingini av børnum. Teir hava tí »ráð«
til at seta fleiri børn í heimin enn konu
fólkini, sum søguliga hava staðið fyri
uppalingini. Kanningarnar staðfesta,
at konufólk generelt eru nógv minni
opin fyri tilvildarligum romansum og
eru væl meiri kræsin. Fyri tær ræður
um at finna ein stabilan maka at hjálpa
við uppalingini.
Sannleikin kanska gráur
Lise Eliot, heilagranskari og rithøv
undur av bókini »Pink Brain, Blue
Brain« hevur argumenterað fyri, at
munirnir hóast als ikki eru so stórir.
Hon hevur savnað gransking saman, ið
hevur máta munir á heilunum millum
kynini. Og sambært henni eru ikki
nógvir ítøkiligir fysiologiskir munir.
Mannfólkaheilar eru eitt sindur størri,
eins og likamið sum heild. Men tú skalt
niður á mikrostig fyri at finna veruligu
munirnar, vil hon vera við.
Lise Eliot hevur víst á kanningar, ið
staðfesta, at foreldur bera seg grund
leggjandi øðrvísi at, alt eftir um talan
er um drong ella gentu líka frá føðing
tá um uppalingina umræður. Talan er
eisini um foreldur, ið annars eru rættu
liga tilvitað um at uppala kynsneutralt.
Hetta gevur ábending um, at ráðandi
mentanin við sínum maskulinu og
femininu virðum setir ítøkilig spor í
heilanum so hvørt barnið veksur upp.
Sum hyper sosialar verur umræður at
bera seg líka at, sum tey ið eru einum
meinlík.
Boðskapurin frá Lise Eliot er sostatt,
at talan ikki er um biologiska determi
nismu. Tí er neyðugt at fara inn og
hyggja eftir, hvussu mentanin veksir
um teir nátúrligu munir ið annars eru
millum kynini.
Siðbundnu kynsleiklutirnir eru ikki nátúrligir, men eitt mansuppfunnið
produkt, hevur boðskapurin frá feministum leingi ljóðað. Men samstundis
sum javnstøða hevur fingið munandi betri kor, verður framvegis
stórur munur gjørdur millum kynini – eitt nú á arbeiðsmarknaðinum.
Tí spyrja fleiri vísindafólk: eru kynsleiklutir bert úrslit av
mansdomineraðari mentan ella spælir lívfrøðin ein leiklut?
Feministar millum
alfa-hannar