fríggjadagur 14. september 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 107 · 14. september 2012
8
VIKUSKIFTI
FJEPPARAFERÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tey hoyrdust í útvarpi og í sjónvarps
skíggjanum bæði sóust og hoyrdust
tey. Inni á AWD Arena ikki bara
hoyrdust og sóu tey. Føroysku rópini
og sangirnir rungaðu eftir í, og stóran
part av tíðini vóru teir stívliga 500 før
oysku áskoðararnir oman á teimum
gott 32.000 týsku áskoðarunum.
Hetta hevur hvør einasti føroyski
áskoðari í Hannover uppiborið eina
tøkk fyri. Men høvuðsorsøkina til,
at so nógvir føroyingar savnaðust á
AWD Arena fyri viku síðani, eiga
fyriskipararnir av mongu fjeppara
ferðunum til týska býin. Ferðalag fóru
úr Føroyum, Århus og tveir bussar úr
Keypmannhavn. Sosialurin var við í
bussunum úr danska høvuðsstaðnum
– ein fantastiskur túrur, sum Andras
K. Thomassen og Símun Waag av sín
um eintingum høvdu tikið stig til.
Frálík ferð
Ferðin byrjaði árla á morgni, tí klokkan
6.40 skuldu alt ferðalagið verða møtt
aftanfyri Hovedbanegården í Keyp
mannahavn. Hetta eydnaðist eisini,
men føroyingum so líkt, var tað ein,
sum hevði forsovið seg, soleiðis at
fráferðin hjá øðrum bussinum var 20
minuttir seinkað. Men tað var ikki
nakar trupulleiki. Ofta verður verður
kjakast um tolsemi í Føroyum. Uttan
mun til hvør niðurstøðan í hesum
kjakinum er, so kann ikki annað enn
staðfestast, at føroyingar eru eitt tolið
fólkaslag. Í øllum førum teir, sum bíð
aðu eftir einum svøvntungum ungum
manni fríggjamorgunin í farnu viku.
Síðani varð kósin sett móti Rødby,
siglt yvir um Puttgarden og so stevnt
Fólkini
handan
fagnaðin
500 føroyskir áskoðarar settu sín heilt serliga dám á Hannover
farna fríggjadag. Fantastiska føroyska fjøldin fagnaðu
landsliðshetjum okkara. Og hóast tað ikki bragdaði á vøllinum,
so framdu føroysku fjeppararnir eitt bragd uttanfyri vøllin