Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-14, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 107 · 14. september 2012 9 móti Hannover. Ein drúgv ferð, men við hæddarpunktum frá dystunum móti Eysturríki og Írlandi á sinni á DVD, fjepparasangum úr hátal­ar­ unum og frálíkum felagssangi við gittar­undirspæli, so var túrurin á ongan hátt møðsamur ella keðiligur – tvørtur í móti. Komin til Hannover fingu fólk tí at lessa av, men annars gekk leiðin beint móti miðbýnum, Schmiedestraße og á frálíka vertshúsið Brauhaus. Har vóru fjeppararnir úr Århus og úr Før­oy­um longu savnaðir, tá ferðalagið úr Keyp­ mannahavn kom. Var hýrurin góður og føroyingar í Hannover mælskir áðrenn, so gjørd­ ist lagið enn betri, rópini hvøllari og sang­urin uppaftur harðari, tá teir 100 føroy­ingarnir úr donsku høvuðs­ staðar­bussunum komu til staðið. Kring leikvøllin Á Brauhaus nýttu fólk høvið at fáa sær bjór og bita, málaðu andlitið og fóru av álvara undir upphitingina til lands­dystin. Tjóðsangurin varð eisini sung­in fyri fyrstu ferð hetta kvøldið, tá Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge vóru beinleiðis í gjøgnum á Rás2, og fingu stjórna kátu fjøldini gjøgn­um fyrsta ørindi á »Tú altfagra land mítt«. Sami sangurin varð sjálvsagt sung­in undan dystarbyrjan, men eis­ini stutt fyri leiklok og væl eftir, at dysturin var liðugur. Og syngja duga føroy­ingar sum fáir. Stóra hittið kring leik­vøllin var »Gunnar, hann er okkara«, men »Øll, sum elska Føroyar hoppa nú« og »EM’arin« taldust eis­ ini millum mest populera sangirnar hetta kvøldið á AWD Arena. Føroysku fjeppararnir vístu seg eisini frá síni kreativu og skemtiligu síðu, tá sangir sum »Týskland er eitt tekni­seriulið«, »Uh, ah Jens Martin say uh ah Jens Martin« og ikki minst »Joachim Löw etur bussimenn« rung­ aði kring leikvøllin. Soleiðis hildu føroysku áskoðar­ arnir á dystin á tamb. Ein tíma eftir leiklok stóðu framvegis hundraðtals føroyingar á AWD Arena og sungu. Tá dómaratrio’in kom út at renna av eftir dystin, fingu hesir ein sang, og áskoðararnir góvust ikki við at syngja, fyrr enn dómarin vinkaði út til fjøld­ina, sum síðani fagnaði honum stórliga. At enda var AWD Arena skralltóm fyri fólki. Men í einum horni stóðu hundrað­tals føroyingar framvegis og sungu, meðan tríggjar vaktir hugdu spyrjandi upp á hvønn annan. Føroyar vunnu dystin, Føroyar vunnu dystin á áskoðaraplássunum. Ein knúsandi stór­sigur enntá. Tað var fagnað til tann ljósamorgun. myndir: Rebekka Rafael Símun Waag og Andras K. Thomassen skipaðu fyri túri úr Keypmannahavn til Týsklands, og syrgdu soleiðis fyri, at 100 føroyingar fingu eina fantastiska uppliving