Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-14, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 107 · 14. september 2012 12 VIKUSKIFTI Mads Skjærn Jørgen Buckhøj spældi leiklutin sum konservativi handilsmaðurin, sum kom til Korsbæk. Hann doyði í 1994, tá hann var 59 ára gamal. Jørgen doyði av lungnakrabba, men var bæði áðrenn og eftir Matador partur av fleiri skemtileikum. Eitt skifti í áttatiárunum var hann eisini stjóri fyri leikpallin á Amager, Amagerscenen. Ingeborg Skjern (stóra myndin) Ella Ingeborg Larsen, sum hon æt áðrenn hon varð gift Mads Skjern, varð spæld av Ghita Nørby. Í dag er Ghita Nørby 77 ára gomul og hevur millum annað vunnið fýra Bodil virðislønir. Ghita Nørby hevur millum annað við í sjónvarpsrøðunum Rejseholdet og Ørnen og í filminum Arven. Kathrine Larsen Er kona grísahandlaran og varð spæld av Lily Broberg, sum doyði í 1989, 65 ára gomul. Hon var íðin sjónleikari, bæði á palli á filmum og í sjónvarpinum. Lily Broberg var eisini tann, ið mælti fyrstu orðini í donskum sjónvarpi, tá DR byrjaði at senda í 1951, tá hon segði kendu orðini »Goddag, det er fjersynet – vi håber De vil synes om det«. Hans Christian Varnæs 88 ára gamli Holger Juul Hansen spældi leiklutin sum bankastjórin í Korsbæk. Hann hevur verið við í eini ørgrynnu av filmum, millum annað Riget, Krummerne og onkrum av Olsen- banden filmunum. Holger Juul Hansen hevur verið hart raktur av sjúkur, hevur havt tveir blóðproppar og krabbamein. Maude Varnæs Malene Schwartz, sum spældi særta bankafrúan í Matador, er 76 ára gomul. Eftir Matador brúkti Malene Schwartz alla orku sína upp á sjónleik, og gjørdist hon stjóri í fleiri donskum sjónleikarahúsum, eitt nú Aveny Teatret, Aalborg Teater og Folketeatret. Í 2007 fingu vit hana aftur at síggja á skíggjanum, tá hon var partur av TV3-røðini 2900 Happiness. Kristen Skjern 71 ára gamli Jesper Langberg spælir leiklutin sum Kristen Skjern, sum kemur til Korsbæk fyri at hjálpa bróðuri sínum at lána pengar út. Jesper Langberg er framvegis virkin sjón­ leik­ari, og hevur spælt eitt ótal av leik­lutum í bæði filmum og sjónleikum. í 2008 var hann eisini partur av sjón­ varpsrøðini hjá DR, Sommer, har hann spældi høvuðsleiklutin sum Christian Sommer, ið hevði alzheimers. Elisabeth Skjern Er ógifta systur Maud og hevur húsligu uppgávurnar hjá Værnes familjuni um hendi. Í sjónvarpsrøðini var hon fødd Friis, men kvinnan handan leiklutin var Helle Virkner. Hon doyði av krabbameini í 2009, 83 ára gomul. Helle Virkner varð eisini gift fyrrverandi danska forsætisráðharranum Jens Otto Kragh í 14 ár. Oluf Larsen Grísahandlarin Oluf Larsen æt í veruliga lívinum eisini Larsen til eftirnavn, men Buster til fornavn. Buster Larsen doyði í 1993, 73 ára gamal. Seinastu leiklutir hansara vóru í tveimum Krumme-filmum í 1991 og 1992. Jørgen Varnæs Bent Mejding spældi leiklutin sum lítlibeiggi Hans Christian Varnæs, ið ætlaði sær ein fólkatingssess. Bent Mejding er 75 ára gamal í dag, og vit kenna hann eisini frá sjón­varpsrøðum sum Rejseholdet og Forbrydelsen, og filmum sum Blinkende Lygter, Brødre og Drømmen. Laruitz Røde Jensen Tað var 64 ára gamli Kurt Ravn, sum spældi leiklutin sum kommunisturin, ið hevði trupult við at sameina politik og familjulívið. Kurt er í løtuni við í Alle for en og vit kenna hann eisini frá sjónvarpsrøðini Anna Pihl, har hann spældi pápi Annu. Tá DR1 leygarkvøldið aftur sýnir sjónvarpsrøðina Matador, so verður hetta fyri sjeyndu ferð. Fyrstu ferð røðin var send var í 1979 og seinast var í 2006/2007. Nú farið verður undir teir 24 partarnar enn eina ferð, varpa vit ljós á einstøku leikararnar í røðini Matador fyri sjeyndu ferð lagt til rættis: Rolant Waag Dam