Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-14, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2012síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 107 · 14. september 2012 13 Louis Hansen Hann er best kendur sum Egon Olsen, men tað var altso Ove Sprogøe, sum spældi leiklutin sum læknin Louis Hansen. Ove Sprogøe doyði í 2004, tá hann var 84 ára gamal. Tríggjar vikur frammanundan doyði kona hansara. Tey høvdu verið saman í 59 ár. Ove Sprogøe taldist millum best umtóktu, og mest nýttu donsku sjónleikararnar. Agnes Jensen Er stovugenta hjá Varnæs- familjuni. Kirsten Olesen, sum spældi henda leiklutin, er í dag 63 ára gomul. Bæði áðrenn og eftir Matador spældi Kirsten Olesen sjónleik, og hevur hon verið í føstum starvi á Det Kongelige Teater síðani 1979. Kirsten hevur eisini spælt við í fleiri filmum og sjónvarpsrøðum. Laura Larsine Sørensen Er kokkagenta hjá Varnæs familjuni. Elin Reimer spældi henda leiklutin og er framvegis virkin. Millum annað kenna vit hana sum skrappa frú Olsen í Krumme- filmunum, og sjónvarpsrøðunum 2900 Happiness og Lærkevej. Misse Møhge og fru Fernando Møhge Karin Nellemose var Misse Møhge og doyði í 1993, 88 ára gomul. Eftir Matador helt hon fram við sjónleiki, men fá ár seinni gavst hon við hesum. Karen Berg spældi Fru Fernando Møhge (í stólinum) og doyði í 1995, 89 ára gomul. Hon var virkin við fleiri smærri leiklutin heilt fram til 1993. Viggo Skjold Hansen Axel Strøbye var kanska best kendur sum ørkymlaði kriminalovastin í Olsen-banden, men spældi í Matador leiklutin sum sakførarin Viggo Skjold Hansen (h.m). Axel Strøbe doyði í 2005, 77 ára gamal, men megnaði at vera við í fleiri enn 100 donskum filmum. Musse Skjold Hansen Birthe Backhausen spældi leiklutin sum kona sakføraran Viggo Skjold Hansen. Hon doyði í 2005, 78 ára gomul. Eftir Matador helt hon fram við sjónleikinum. Millum annað var hon við í Bryggeren og Rejseholdet. Iben Skjold Hansen Ulla Henningsen spældi leiklutin sum dóttir Musse og Viggo Skjold Hansen, Iben. Hon er í dag 61 ára gomul og virkin sjónleikari. Iben hevur eisini eina frálíka rødd, sum av sonnum kom til sjóndar í sjónvarpsrøðini Kald mig Liva. Anne Linnet skrivaði kenda sangin Smuk og dejlig, eftir at hava sæð Ullu Henningsen á einum dansistaði í Århus. Hr. Schwann Tað var Arthur Jensen, sum var Rudolf Schwann, ella bara Hr. Schwann, sum arbeiddi í klædnahandlinum Damernes Magasin. Arthur Jensen andaðist í 1981, 84 ára gamal, og er helst best kendur fyri leiklutin sum Meyer í Huset på Christianshavn. 23 ár eftir at Matador varð víst fyri fyrstu ferð, sendir DR1 legendarisku sjónvarpsrøðina aftur. Fyrsti partur av 24 verður leygarkvøldið klokkan 19 føroyska tíð á DR1