fríggjadagur 14. september 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 107 · 14. september 2012
14
VIKUSKIFTI
list
Pól á Kletti
post@sosialurin.fo
Eftir at fyrst útlendsk rannsóknarlið og
síðan ferðafólk løgdu leiðina til Føroya
og sum fráleið fóru at geva út bøkur og
rit um land okkara – fleiri teirra mynd
prýdd, tá atstøður til tess góvust við
prentgerð – sæst ikki so nógv til Hest
sum til aðrar útoyggjar, tó at hon ikki
lá óhøgliga fyri.
Í hesum mongu staðfrøðiligu frá
sagnum ella ferðafrásagnum venda
tey skrivandi sær mest móti Mykinesi,
Skúvoy og onkrum av Norðoyggjunum.
Tað var fuglameingi og bjargarøktin,
ið dró.
At tala um Føroyar sum ferða
mannaland kunnu vit ikki rættiliga
fyrr enn hesi seinastu sløku fjøruti
árini eftir at almenn stig vórðu tikin at
fáa í lag regluliga millumlandasigling
á egnum kjøli – fyrst Strandferðslan,
síðan Smyril Line. Samstundis vórðu
ferðamøguleikarnir innanoyggja
munandi bøttir bæði sjóvegis og land
vegis.
Áður vóru tað Skipafelagið við
Tjaldrinum og DFDS við sínum ferða
skipum, ið røktu sambandið millum
Føroya og útlond. Og um summarið
hendi tað seg viðhvørt at fremmand
ferðamannaskip – úr Týsklandi t.d. –
løgdu at landi.
Og summargestir út í Hest kundu so
hissini vera slíkir, ið Sigurd Simonsen á
Ferðamannastovuni kom við í bátinum
hjá Hans Paula hjá Mortani. Steðgurin
var stuttur. Vóru líkindini góð varð
farið niðan á oynna. Annars varð ikki
tað stóra gjørt burturúr.
Eina palett í rassin...
Í mínum barnaárum var lívið í heim
bygdini Hesti ógvuliga fábroytt og
friðarligt. Tá havnargerðin í 1965 er
undantikin – tá alt kollveltist av gangi
frá borimaskinum, kompressarum og
dumparum – var alt meira statiskt.
Hetta var »livets gang i lidenlund«,
sum tikið verður til.
Teir fáu, fremmandu summargestir,
ið dvaldu, áttu antin næstingar ella
kenningar í bygdini. Tveir teirra minnist
eg serstaka væl, Birger Wittrup og Sven-
Havsteen-Mikkelsen. Báðir danir.
Tann fyrri gisti á Bringi hjá pápa
beiggja mínum Árna og konuni
Svanhild; hann hevði sum ungur siglt við
donskum verjuskipi her, hevði funnið
sær konu av Velbastað, varð síðan dura
vørður á Amalienborg og búði á ellis
árum í Hurup í Norðurjútlandi.
Tann seinni búði á Nýlendi hjá
Jóhan og Óluvu og sást javnan til
gongu eftir Ovaravegi beint oman
fyri barndómsheim mítt við Gróthúsá.
Hetta var eingin vanligur maður. Hann
var hávaksin og herðabreiður og hevði
so nógv undarligt dragsl við sær, hvørja
ferð tú sást hann til gongu. Undir hatti,
í knæsíðum brókum, longum hosum
og góðum gonguskóm við rættiligum
traktorbotni, sum vit søgdu.
Hetta var Sven Havsteen-Mikkelsen.
Sum barn sá eg hann ofta standa og
tekna á Vaktarhústoftini oman fyri
gøtuna, ið gekk suður frá Ovaravegi.
Onkuntíð eitt sindur niðari, á Garðajørð
ella heilt niðri við Kráarhjallar. Hvat
gjørdi hann? Børn eru forvitin og vildu
sleppa at síggja tað, sum hann gjørdi.
Men sá hann fólk nærkast, flutti hann
seg beinanvegin úr stað.
Vit fingu at vita, at amboðini hjá
honum itu staffeli og palett og okkurt
sovorðið. Pensil og blýant kendu vit.
Men tú mátti ikki fara ov nær, tí so
kundi tú rokna við, at hann smekkaði
tær palettina í rassin. Hetta søgdu tey
vaksnu, men tað mundi vera við hes
um sum við søguni um fjørutrøllið og
sjódregilin, ið var søgd børnum fyri at
halda teimum sum mest frá sjóvarmál
anum. Søgan um palettina varð søgd,
tí eingin skuldi gera listarmanninum
ónáðir í arbeiði sínum. Hann skuldi
hava frið.
At Havsteen-Mikkelsen hevði tilhald
á Nýlendi komst av, at eldra dóttirin í
húsinum, Dagný, var arbeiðsgenta í
Sandagerði. Sverri Dahl og Havsteen
kendust væl og her fekst vitjan út í Hest
í lag. Og her vórðu vinarbond knýtt fyri
lívstíð.
Einaferð varð rikið fram undir, at tað
kanska hevði verið vert hjá Havsteen
at farið vestur í grannaoynna Koltur og
mála og tekna. Hann bar seg undan, tí
hann kendi ongan har. Kennskapur og
samband við fólk var ein treyt fyri at
skapa list. Kortini haldi eg ikki, at tað
yvirhøvur rann sera nógv saman mill
um Havsteen og bygdarfólkið í Hesti.
Ikki beinleiðis. Men hann sýndi fólk
inum á staðnum virðing og segði tøkk
við ítøkiligari gerð, sum eg seinni skal
venda aftur til.
Á Nýlendi var hann í góðum hond
um. Tað veit eg, tí her í húsinum vóru
fólk, sum út um dagsins strev høvdu
avlopsmegi til at geva andsvirðum
gætur og taka við teimum. Og hin
vegin mundi hann vera opin fyri tí, ið
tey høvdu at geva, sum eisini frásøgn
hansara um árini í Lopra er vitnisburð
ur um.
Faðir hansara Ejnar Mikkelsen var
fyristøðumaður á hvalastøðini í Lopra.
Unga Sven Havsteen dámdi sera væl at
vera hjá, tá teir um náttina í kókarínum
kókaðu lýsi úr tvøstinum. Slíkar løtur
datt tosið m.a. niður á trúarmál. Hann
helt, at teir sumbingar, sum arbeiddu á
hvalastøðini, vóru kingokristnir.
Hesar løtur ávirkaðu Havsteen nógv,
tí hóast hersknan royk av lýsi og guano,
var hetta tann besta kirkjan, hann hevði
gingið í.
Til fjals og fjøru
Nevnt er, at Hestur ikki í stóran mun
hevði fingið innivist í myndabókum, ið
fremmandagestir góvu út eftir vitjan í
Føroyum. Hetta glopp fylti Havsteen-
Mikkelsen við listarverkum sínum –
bæði við málningum, kritmyndum og
hópatals strikumyndum. Og hann er
við listarligu strokum sínum staddur
bæði til fjals og fjøru.
Havi mangan litið at einum stein
prenti av Hests bygd. Listarmaðurin
er staddur sunnan fyri bygdina og lítir
beint á galvarnar á uttastu húsunum.
Myndin hevur eina heilt serliga dýpd
við atliti til landslagið handan bygd
ina, ið kennist so undarliga nær, og
frástøðan millum uttasta húsið og tey
heimanfyri er at kalla eingin; kundu
fyri tað staðið síð um síð í beinari røð.
Havi tí mangan hugsað, hvar Havsteen
hevur verið staddur, tá hann hevur
strikað húsini upp. Við at líta at einum
hjalli fremst kann hann hava flutt seg
bæði oman- og niðaneftir og suður- og
norðureftir alt í einum. Í mínum eygum
er hetta Bakkahjallurin, men av tí, at
har er so nógv annað ímillum, ber hetta
ikki til. Heldur er talan um ein av Kráar
hjøllunum (tann hjá Jóan Kristjani). Og
nú passar myndin betur.
Í skrivandi løtu havi eg framman
fyri mær eitt steinprent, har myndevnið
er Norðuri í Geil, við Fløtugarði og fjós
inum og hoyggjhúsinum hjá Gamla
Hans Jakku fyri endan. Geilin her vekir
minni og eg kann ikki annað enn smá
flenna, tá eg hugsi um, hvussu stuttliga,
tey gomlu viðhvørt kundu málbera
seg.
Hetta er í hoyna og neytini eru
komin oman av oynni í undirhagan at
ganga. Tey eru nú Norðuri í Geil og
við portrið á Kirkjujørð stendur Ella
á Stykki við dyllu. Hon skal til neyta,
Danski listarmaðurin Sven Havsteen-Mikkelsen var knýttur at mongum
støðum í Norðurlondum. Tað síðsta varð Ærøskøbing á Ærø. Part
av ungdómsárum sínum búði Havsteen-Mikkelsen í Lopra, her faðir
hansara Ejnar Mikkelsen stóð fyri hvalastøðini í bygdini. Bondini
til Føroya slitnaðu ongantíð, og úr hesum jørðildi spratt týðandi
partur av listarliga avriki hansara. Sunnudagin 16. september eru
liðin hundrað ár síðan Havsteen-Mikkelsen var borin í heim
Listarmaðurin undir
Leiðarstjørnuni
Lopra. Part av ungdómsárum sínum búði
Havsteen-Mikkelsen í Lopra, her faðir hansara
Ejnar Mikkelsen stóð fyri hvalastøðini í bygdini