fríggjadagur 14. september 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 107 · 14. september 2012
15
men torir ikki norður um portrið, tí
millum kýrnar er tarvurin. At hann er í
sínum ringa lagi er skilligt, tí hann bæði
ýlir og grópar. Í gerðinum oman fyri
geilina – á einum stykki nakað suður
frá Myllánni – stendur Sjúrður norðan
fyri Garð og rakar. Hann vendir sær
nakrar ferðir á og hyggur oman á vegin,
har Ella stendur. So letur í honum:
»Ella, hvørjum stendur tú har og bínir
eftir?« »Tað er tarvurin,« sigur hon.
»Hvat feilar honum?« spyr Sjúrður.
»Hann brølar, hann brølar,« sigur Ella.
»Bannað veri, skal hann floyta,« sigur
Sjúrður og tveitir rívuna frá sær og fer
norður í geilina at reka tarvin burtur.
Og nú kundi Ella fara at mjólka.
Sjúrður ræddist ikki tarv. Tað var
heldur øvugt.
Náttúran í kirkjuni
Saman við soni sínum, arkitektinum
Alan Havsteen-Mikkelsen, var Sven
Havsteen-Mikkelsen ráðgevari hjá
kirkjuráðum og myndugleikum her
annars, tá kirkjur skuldu málast innan
og litir veljast. Teimum var boð eftir, tá
kirkjan í Hesti í 1982 skuldi málast.
Gingið varð frá vanligu litunum í
yngru hválvkirkjunum – ljósablá bróst
og dimmblátt hválv og eikilittir beinkir
og prædikustólur. Kirkjan í Hesti fekk
nú grønar beinkir og grønan prædiku
stól, ljós, gráblá bróst og gult hválv.
Listar upp við vindeygunum vórðu
hvítir. Hurðarnar innan grønar við
bronsu í speglskeringunum.
Við hesum nýggju litunum kendist
kirkjan í Hesti meira flógv. Havi
onkuntíð hoyrt prest siga, at hann á
prædikustólinum stóð og kulsaði, tí
hann kendi seg standa undir einum
frostklárum vetrarhimli í kirkjum við
hesum bláu hválvunum; ja, í summum
vóru enntá stjørnur skornar. Men her
í Hesti hevði Havsteen-Mikkelsen nú
valt summarlitir.
Hugskotið at geva hválvinum gulan
og beinkjunum grønan lit segði Havsteen
seg hava fingið eitt summarkvøld í sól
setri uppi á Hestoynni. Himmalin bar
eldgulan sólarroða og sjógvurin djúpan,
blágrønan lit.
Ein tøkk fyri mong góð ár
Kirkjulist er Sven Havsteen-Mikkelsen
kendur fyri, bæði altartalvur og onnur
meira monumental verk úr bronsu ella
øðrum metalli.
Í 1996 fekk Hests kirkja nýggja altar
talvu, sum Havsteen-Mikkelsen málaði.
Myndevnið er Jesusbarnið í fjósinum
í Betlehem. Men tulkað kann onnur
høvuðshending í kristnu læru okkara
lesast úr myndini. Sperrurnar í fjósinum
umskarast so at tær mynda krossar, og
kann myndin soleiðis leggjast út sum
vitnisburður um krossfestingina á
Golgata. Og upp úr krubbuni stendur
skærur ljómi, ið minnir okkum á upp
reisnina páskamorgun.
Henda nýggja altartalvan varð sett í
rammuna á teirri gomlu, sum myndaði
Fjallataluna og nú varð flutt oman í
kirkjuna.
Nýggju altartalvuna gav Havsteen-
Mikkelsen kirkjufólkinum í Hesti sum
»tøkk fyri góð minni frá hesari bygd,
tey mongu ár, mær untist at vitja hig
ar,« sum hann sjálvur málbar seg.
Umframt altartalvuna í Hesti hevur
Havsteen-Mikkelsen málað altartalvuna
í Húsavík og í Hoyvík.
Hin víðfarni norðurheimur
Útbúgving sína sum listarmaður fekk
Sven Havsteen-Mikkelsen frá so mæt
um listarmonnum sum Fritz Syberg,
Johannes Larsen, Oluf Høst og Elof
Riseby á Listaháskúlanum í Oslo.
Tvær ferðir hevur Havsteen-
Mikkelsen havt listaframsýningar í
Føroyum – í Listaskálanum í Havn 1972
og 1983. Tann seinna var liður í eini
norðurlendskari ferðaframsýning.
Havsteen-Mikkelsen verður rokn
aður sum listarmaðurin undir Leiðar
stjørnuni, ið norðbúgvar nýttu sum
leiðvísara um rætta ætt á sínum ferðum
um høv. Tí tað er í mesta mun norður
leiðirnar, hann lýsir í listarverkum
sínum. Frá eldi og ísi til blíðar fløtur
– frá kargari oyðimørk til blómandi
lundir og búnar akrar. Sunnudagin 16.
september eru liðin hundrað ár síðan
føðing hansara.
Hann var knýttur at mongum støð
um í Norðurlondum. Tað síðsta varð
Ærøskøbing á Ærø. Mong ár búði
Havsteen-Mikkelsen í Tåsinge, so lista
søvnini á Fjóni hava serstaka orsøk til
at varpa ljós á hundrað ára merkisdagin
fyri føðing hansara. Part av ungdóms
árum sínum búði hann í Lopra, har
faðir hansara Ejnar Mikkelsen, sum
nevnt, stóð fyri hvalastøðini. Bondini
til Føroya slitnaðu ongantíð, og úr hes
um jørðildi spratt týðandi partur av
listarliga avriki hansara.
Havsteen-Mikkelsen
mundi sum Goethe halda:
Willst du den
Dichter richtig
verstehen, must
du im
Dichters
Lande
gehen.
(Vilt tú skilja
skaldið til fulnar,
mást tú dvølja í landi
skaldsins.)
Fáur kendi norrøna heimin so
væl sum Havsteen-Mikkelsen. Henda
heimin, ið hevur sum eyðkenni tað
fjølbroytta og ymiskliga. Hetta kom
serstakliga til sjóndar, tá hann fekk
litið í hendi við træskurðarmyndum
at skrýða bókina »Orm og Tyr« eftir
Martin A. Hansen, ið lýsir norrøna
heimin alt frá steinøld fram í kristna
siðmenning. Úr hesum víðfarna heimi
kendi listarmaðurin seg runnan. Og tað
gjørdist lívsverk hansara at lýsa hann.
Tað verður ov drúgført at reksa
upp stakverk – um tey kunnu vit lesa í
ævisøgum um Havsteen-Mikkelsen og
í listfrøðiligum verkum annars. Eg fari
tó til endans at nevna eitt, og tað er
kanska størsta avbjóðing hansara sum
listarmaður: »Setur Eiriks Reyða«.
Í 1970 varð avdúkað bronsurelieff,
gjørt úr 21 ymiskum smáum og stór
um skepnum, felt í klett í Brøttulíð
(Qagssiarssuk) í Grønlandi til minnis
um Eirik Reyða og setur hansara har
um ár 1000. Bronsan er nú eirað og
stendur grøn móti reyða klettinum.
Smábørn klúgva í relieffinum, sum
sýnir skipsstavn, reiðrarmann, ørn á
flogi og hjúnini Eirik og Tjóðhild, ið
vórðu jarðað her undir klettinum.
Sven Havsteen-Mikkelsen, ið var
giftur Pamelu (Pam) Montgomerie úr
Skotlandi, andaðist mettur av døgum
14. februar 1999.
Norðuri í Geil í Hesti. Frá mongu ferðum sínum í Føroyum hevur Havsteen-Mikkelsen fleiri listarverk við myndevni úr Hesti
Fáur kendi norrøna heimin so væl sum Havsteen-
Mikkelsen, ið hevur sum eyðkenni tað fjølbroytta
og ymiskliga. Hetta kom serstakliga til sjóndar,
tá hann fekk litið í hendi við træskurðarmyndum
at skrýða bókina »Orm og Tyr« eftir Martin A.
Hansen, ið lýsir norrøna heimin alt frá steinøld
fram í kristna siðmenning. Úr hesum víðfarna
heimi kendi listarmaðurin seg runnan. Og tað
gjørdist lívsverk hansara at lýsa hann
Viðvendingur og endurnýggjari
Sven Havsteen-
Mikkelsen
var málari,
grafikari og
kirkjulistarmaður.
Naturalistur ella
abstraktur? Hann
var so egin og
lívsverk hansara so
sermerkt, at ilt er at seta hann í bás saman við øðrum.
Stevna hansara gekk heldur tvørturímóti tí, sum var
uppi og ráðandi í samtíðini. Ímóti hesari ógvisligu flóðini
av skepnuleysari, abstraktari list, neoekspressionismu,
amerikanskum popp-kynstri, collage-máling og alskyns
listablendingarsniðum. Sonevndu samfelagsviðkomandi
sannroyndarlistina dró hann heldur ongantíð ar sær –
myndir úr okkara tíð, merktar av vaksandi býarbúseting
og ferðslu, framlopnari tøkni og politiskari øsing.
Alt, Havsteen-Mikkelsen royndi, var at halda og
endurnýggja myndina av tí, ið var undan okkum – av
teim lívstreytum, vit ikki skaptu sjálvi. Hann hevur sýnt
okkum myndir av náttúruni og frumskepnum hennara
og av mannahugsflogsins viðføddu brøgdum, sum
geva seg til sjóndar í søgum og søgnum, í undirgangs-
og uppreisnarsjónum. Hann er ein viðvendingur og
endurnýggjari, ið gjørdi sáttmála sín við hitt upprunaliga
fyri lívsins skuld. Tað lív, sum er latið okkum til
umsorgan – ella til glatan.
— Ole Wivel: »Det oprindelige«. Um list Sven Havsteen-Mikkelsens