Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 57 - 23. mars 2004 Nr. 57 - 23. mars 2004 33 Kyndil-Søljan 15-21(9-8) Góður enda- spurtur av Søljuni Talan var um eina reina botnuppgerð, tá ið kvinnuliðini hjá Kyndil og Søljuni hittust í høllini á Hálsi sunnudagin HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ein løgin dystur millum kvinnuliðini hjá Kyndil og Stjørnuni. Leikliga skifti gongdin í dystinum fleiri ferðir, og hóast Kyndil leingi sá út til at enda omaná, so vóru tað til endans vágakvinn- ur, ið vunnu ein tryggan sigur. Skiftust um at hava leiðsluna Byrjanin upp á dystin var rættuliga jøvn, og tað gekk nakað strilt við at fáa bóltin í mál. Heima- liðið hevði munin fyrstu løtuna, og tá ið komið var til okkurt um miðjan fyrra hálvleik, var Kyndil á odda 4-2, so talan var ikki um nakað málgildi. Men so gjørdi Søljan bart næstu tíggju minuttirnar og við Heidi Mariu Aksel- sen á odda skutu tær ikki færri enn fimm mál, meðan heimaliðið als ikki fekk bóltin fram við Kristinu í málinum hjá Søljuni. Tískil vóru tað gestirnir, ið vóru á odda 7-4, tá ið átta minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki. Kyndlavenjarin, Allan Bait, tók nú eitt time-out, og tað vísti seg at venda gongdini hjá heimaliðnum, og seinastu átta minuttirnar fekk Kyndil fimm mál, meðan Søljan bert fekk tað eina málið. Hetta førdi við sær, at tá ið farið var til hálvleiks, var tað heimaliðið, ið var á odda 9-8. Kyndil helt tørn eina løtu Í byrjanini av seinna hálvleiki gekk leikur javnt á. Kyndil hevði munin fyrstu løtuna, men eftir at Sabine Frølund hevði lagt heimaliðið á odda 12-11 um miðjan seinna hálv- leik, steðgaði alt upp hjá Kyndil, og samstundis fekk Søljan av álvara glið á spælið hjá sær. Serliga vóru tað tær báðar Nico- leta Radu og Heidi Maria Akselsen, ið góvu kynd- ilsverjuni stórar trupul- leikar. Seinastu 17 min- uttirnar av dystinum fekk Søljan heili tíggju mál, meðan Kyndil einans fekk trý, og tað førdi so við sær, at tá ið teir 60 min- uttirnir vóru farnir, var tað Søljan, ið hevði vunn- ið ein tryggan sigur, 21- 15, og harvið liggur Kyndil einsamalt í botnin- um í 1. deild hjá kvinnum í hondbólti. Dysturin í tølum Kyndil-Søljan 15-21 (9- 8) Kyndil: Randi Wardum 6, Anja Heinadóttir 4, Sabine Frølund 2, Annika Thomsen 2, Ann Mari Wang 1 Søljan: Heidi Maria Akselsen 8(1), Nicoleta Radu 7(1), Arnleyg Har- aldsen 2, Irdi Mikkelsen 1(1), Fía Selma Nielsen 1, Hertha Simonsen 1, Heidi Haraldsen 1 Brotskøst: Kyndil 2(2), Søljan 6(3) Útvísingar: Kyndil 3, Søljan 2 Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Høgni M. Joensen Kyndil-KÍF 36-30 (14-13): Sannførandi avrik av Kyndil Viðhaldsfólkini hjá Kyndil fingu sunnu- dagin tað, ið tey leingi hava longst eftir, nevnliga ein sigur til mansliðið, har tað samstundis eydnaðist teimum grønu at fáa glið á álopsspælið hjá sær HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kyndil skuldi sunnudagin reisa seg eftir ósigurin fyri hoyvíkingum undanfarna vikuskifti. Kollfirðingar vóru komnir til Havnar á vitjan, og síðst hesi bæði liðini hittust, gjørdist talan um málríkasta dystin í hesum kappingarárinum, tá ið kyndilsmenn vunnu 42- 40. Dysturin sunnudagin gjørdist eisini málríkur, um ikki eins málríkur sum seinast. Kyndil byrjaði betur Tað sást á øllum brøgdum, at kyndilsmenn vóru rættu- liga uppsettir upp á at vinna dystin móti kollfirðingum. Menn vóru tendraðir frá fyrsta bríksli, og heimaliðið fekk eisini bestu byrjanina. Longu tá ið 10 minuttir vóru leiktir, hevði Kyndil lagt seg á odda við trimum málum, men stutt eftir kom stígur í hjá teimum grønu, og samstundis fekk KÍF betur skil á sítt spæl. Hetta gjørdi, at hóast Kyndil var á odda við trimum málum 9- 6, tá ið tíggju minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki, so gingu tað einans fýra minuttir, so høvdu kollfirðingar lagt seg á odda 10-9 við fýra málum á rað. Heimaliðið fekk tó svarað aftur, soleiðis at tá ið farið var til hálvleiks, vóru tað kyndils- menn, ið vóru á odda við tí eina málinum 14-13. Nógvir mans um boðið Í byrjanini av seinna hálv- leiki høvdu kollfirðingar stórar trupulleikar av at sleppa fram við verjuni hjá Kyndil, og tá ið tað endiliga eydnaðist stóð Jóhan Danielsen í kyndlamálinum sum ein brandur. Í hinum endanum koyrdi álops- spælið hjá Kyndil væl, og allir mans hildu seg til at skjóta mál. 3 Serliga væl upplagdur tóktist tó Ken Zachariasen á høgra bakki at verða, og hann gjørdist eisini topp- skjútt hjá Kyndil við átta málum í dystinum. Tað er tó eisini vert at leggja til merkis, at ikki færri enn sjey av leikarunum hjá Kyndil skutu fýra mál ella fleiri, og tað skuldi borið prógv um eina ávísa breidd á liðnum. Við stinnu verjuni og flótandi álopsspælinum eydnaðist tað heimaliðnum at leggja sjógv millum seg og KÍF, og tá ið komið var til miðjan seinna hálvleik, hevði Kyndil lagt seg á odda við seks málum, og dysturin var fyri so vítt avgjørdur. KÍF vildi tó ikki geva skarvin yvir, og teir stríddust manniliga. og onkuntíð eydnaðist tað kollfirðingum at minka um munin niður í fýra mál, men nærri enn tað kom KÍF ongantíð. Lagt er upp til eitt brak av eini lokaluppgerð Komandi sunnudagin skal Kyndil so av álvara standa sína roynd, tá ið teir skulu leika lokaluppgerð móti grannunum úr Neistanum. Liðini bæði liggja ájavnt í stigum á fremsta plássi í bestu mansdeildini, men Neistin hevur fýra mál betur í málmuninum og liggur tískil ovast á talvuni. Skal Kyndil gera nakað við Neistan, so er neyðugt hjá teimum at spæla upp til sítt allarbesta, tí neistamenn vóru ógvuliga sannførandi í oddabrakinum í Vestmanna sunnudagin, tá ið teir vunnu ein greiðan sigur á vestmenningum. Í fyrra dystinum millum Kyndil og Neistan í endaspælinum vóru tað neistamenn, ið runnu kyndilsmenn um koll og vunnu ein sera tryggan sigur upp á heili tíggju mál. Vinnarin av dystinum kom- andi sunnudag hevur sjálv- sagt bestu kortini á hondini til at gerast meistari undan seinasta leikumfari, har Neistin skal vitja hoyvík- ingar, meðan Kyndil fær vitjan av VÍF. Vinnur Kyndil dystin móti Neist- anum, samstundis sum VÍF vinnur á StÍF, merkir tað, at vestmenningar kunnu gerast meistarar við at vinna á Kyndli í Havn á seinasta leikdegi 3. apríl. Dysturin í tølum Kyndil-KÍF 36-30 (14-13) Málskjúttar Kyndil: Ken Zachariasen 8, Josef Abrahamsen 6(1), Hans Áki Dal-Christiansen 6(1), Høgni Klein 4, Janus Einar Sørensen 4, Jónleif Sólsker 4, Jacob Jónsson 4 KÍF: Petur Martin Poulsen 8, Damir Oros 7(1), Mirko Milinkovic 6, Gert Hansen 4, Regin Petersen 4, Rógvi Weihe 1 Brotskøst: Kyndil 3(2), KÍF 1(1) Útvísingar: Kyndil 3, KÍF 6 (Rógvi Weihe 3x2 min- uttir) Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Høgni M. Joensen Kyndil sýndi eitt sannførandi avrik, tá teir hildu fast um plássið í oddastríðnum Ársaðalfundur Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag verður í hølum felagsins týsdagin 6. apríl 2004 kl. 20.00. Skrá: Formansfrágreiðing Framløga av góðkendum roknskapi Nevndarval Góðkenning av viðtøkum felagsins Ymiskt Nevndin Kunngerð Kirkjubøar Kommuna hevur á kommunustýrisfundi mikudagin 10. mars 2004 samtykt hesi gøtunøvn á Velbastað og í Kirkjubø: Á Velbastað verða nøvnini hesi: 1. Vegurin frá Økslini omanfyri bygdina og norður á Sandheyggj verður kallaður Ervavegur. 2. Vegurin frá Sandheyggi og út á Markið verður kallaður Norðuri á Heyggi. 3. Vegurin inn til Bøllubrekku og Símunartrøð, Torfinn og Jóannes íroknað, kemur at eita Gerðisbreyt. 4. Vegurin inn til Barnagarðin kemur at eita undir Borgarhálsi. 5. Vegurin frá húsinum hjá Linu og Janu og norð- eftir kemur at eita Norðuri á Trøð. 6. Vegurin frá Markinum og út á Øksl kemur at eita Úti á Heyggi. 7. Vegurin oman til Høgna og Óluvu kemur at eita á Stórheyggi. 8. Vegurin oman á lendingina á Velbastað kemur at eita Bakkavegur. Í Kirkjubø verða nøvnini hesi: 1. Inni á Fjósi, vegurin niðan til Trónd. 2. í Geilini, vegurin frá Bjørn og heim ímóti bygdini. 3. í Lágabø, vegurin inn til Hjørt. 4. Ovarivegur, vegurin frá krossinum, heim á Líkhús og runt um Múrin. 5. Gamlivegur, vegurin frá krossinum og oman á Dunga. Kirkjubøar Kommuna Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík søkir eftir leið- ara, við pedagogútbúgving at byrja 1. juni ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Setanar- og lønarviðurskifti sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag. Dáin er ein samdøgurstovnur, har børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið.Talan er um bæði skip- aða umlætting, har teir ávísu bólkarnir eru til um- lætting hvør sær og um vanliga umlætting,har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis. Pláss er fyri 5 fólkum í senn. Umframt døgnumlætting, hevur Dáin eisini eina dagumlætting, har 4 børn/ung koma dagliga, ger- andisdagar. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á tlf. 457185. Umsóknarfreistin er 15.04.04 og skulu umsóknir við prógvi, viðmælum v.m, stílast til: Stýrið fyri Umlættingarheimið Dáin Mýrivegur 11 700 Klaksvík Leiðari veitst tú ikki tað? C M Y K 33 32 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið