Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2004 31 31 30 Nr. 57 - 23. mars 2004 C M Y K 30 Bæði B36 og KÍ fingu fult á útivølli í upp- gerðum, sum boðaðu frá, at nýggja fótbólts- árið er spildurnýtt LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá NSÍ í venjingardystunum. Leyg- ardagin taptu teir aftur, tá ið steypavinnararnir úr B36 eftir 2-1 sigur fóru við øllum úr Runavík. Men NSÍ spælið var væl betri, enn tað hevur verið. Einstaklingurin, sum skaraði framúr, var John Petersen. Í fjør gekk tað leingi illa hjá B36. Fyrst og fremst tí John ikki var heilt á toppinum og misnýtti nógvar møguleikar. Leyg- ardagin skoraði John bæði B36 málini, men hann vísti eisini, at B36 - eins og í fjør - hevur ilt við at umseta brotsspark til mál. Eftir fyrsta korterið var John eftir sending frá Arnbirni Danielsen leysur og einsa- mallur við Jens Martini hevði hann ongar trupul- leikar at skora. NSÍ vildi hava dómaran at døma fyri rangstøðu, men tað fingu teir ikki viðhald í. NSÍ hevði meiri trýst og eina rúgvu av hornaspørk- um í 1. hálvleiki, men teir fingu einki mál. Eftir frí- sparksinnlegg stútaði Helgi L. Petersen í kassan, men tá varð dømt fyri rangstøðu. Eftir steðgin gekk meiri javnt á. Korter undan leik- loki setti Óli Hansen høvd- ið undir hornasparksinn- legg og so var 1-1. NSÍ hevði ikki meiri enn fingið armarnar niðuraftur, tá ið B36 fekk brotsspark, men Jens Martin Knudsen bjargaði skotinum hjá John Petersen. Landsliðsmað- urin treiskaðist, og hann var á blettinum og skoraði sig- ursmálið, tá ið bólturin eftir skotroynd støkk út frá aftur NSÍ málverjanum. Eingin ivi er um, at B36 er millum feløgini við størsta fólkagrundarlagn- um. Nýggir á liðnum vóru Jóhan Gunnarsson og Levi Hansen, meðan royndir spælarar ikki vóru við - eitt nú Allan Mørkøre, Jens Kristian Hansen, Jens Erik Rasmussen og Klæmint Matras. Hjá NSÍ var Johan Troest Davidsen nýggjur maður. Nýggjur maður skoraði Jógvan Norðbúð er nýggjur venjari í Vágum, og hann vildi ikki hava sínar menn at pakka seg saman, tá ið KÍ vitjaði. FS Vágar leyp á, teir komu á odda, og um hepnið hevði verið við teimum, so høvdu teir fing- ið fleiri mál. Eftir horna úr vinstru, misti KÍ málverjin við nærra stólpan inn um strikuna. Hetta var mið- skeiðis í 1. hálvleiki. Frammanundan hevði FSV havt bóltin á stólpanum, og eftir málið var um reppið, at afturlegging endaði við FSV máli, men Aleksandar Djordjevic fekk ruddað burtur. Í 1. hálvleiki stútaði Stig Edvin Asknes í málið fyri KÍ, men dómarin kollømdi fyri rangstøðu. Undan steðginum javnaði Erling Fles, eftir at Jákup Joensen hevði hálvbjargað, tá ið Niclas Niclassen hevði roynt seg við høvdinum. Eftir steðgin tóktist sum um heimaliðið ikki heilt megnaði at fylgja við, men tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at tað var greitt, at KÍ skuldi vinna. Miðskeiðis í 2. hálvleiki stýrdi FSV verjan bóltinum í egið mál, eftir at Atli Danielsen hevði lagt flatt innfyri. Í evstu løtu skoraði unglingaspæl- arin Julian Samuelsen til 3- 1. Hann var júst komin á vøllin, og tað var einasta ferðin, at hann nært bóltin, tá ið eisini innskifti Jacob Bymar hevði spælt upp á tvørs. NSÍ-B36 1-2 (1-0) 0-1: John Petersen 1-1: Helgi L. Petersen 1-2: John Petersen NSÍ: Jens Martin Knudsen - Rúni Rasmussen (83: Johan Troest Davidsen), Óli Hansen, Messias Per- reira, Sjúrður Jacobsen - Gert Langgaard, Kári Han- sen, Jústinus R. Hansen (10: Brynjolvur Nielsen), Eddie Mikkelsen (65: Andy Olsen) - Helgi L. Petersen, Dánial Hansen B36: Tróndur Vatnhamar - Egil Zachariassen, Jóhann- is Joensen, Pól Thorsteins- son - Kenneth Jacobsen, Niels Joensen, Ronnie Samuelsen, Jóhan Gunn- arsson (Bergur Midjord, 62.) - Bárður Mortansson (Levi Hansen, 85.), John Petersen FS Vágar-KÍ 1-3 (1-1) 1-0: sjálvmál 1-1: Erling Fles 1-2: sjálvmál 1-3: Julian Samuelsen FSV: KÍ: Jákup Mikkelsen - Jan Andreasen, Niclas Niclas- sen, Aleksandar Djordjevic, Marek Viercbicki - Arnold Joensen (Leon Bjartalíð, 88.), Jan Joensen, Atli Danielsen, Símun Joensen - Erling Fles (Julian Samuel- sen, 90.), Stig Edvin Ask- nes (Jacob Bymar, 70.) Bólkur 1: John Petersen er væl trimmaður Eftir tvey tey fyrstu umførini síðani vetrarsteðgin er holið, sum var millum tey bæði toppliðini og FCK, burtur SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað, sum í vetur hevur verið mett í vár at skula gerast tvíkapping um DM millum Brøndby og Esbjerg, er eftir tvey tey fyrstu umførini síðani vetrarsteðgin vorðin til víðopna kapping, har eisini føroysku feløgini, FCK og OB, og kanska onkur annar eisini eru uppií. Brøndby hevur tapt tvær ferðir. Esbjerg hevur vunn- ið eina ferð og eina ferð spælt javnt, og FCK og OB hava vunnið tvær ferðir í part. Danir eru meiri áhugaðir í heimligu landskappingini, enn teir hava verið seinastu hálvu øldina. Tað sæst aftur í áskoðaratølunum. Mest áhugaverda uppgerðin hesa ferð var leygardagin í Odense, har Jákup á Borg framvegis bíðar eftir at sleppa upp í part á besta liðnum. Á útseldum stadi- on vann heimaliðið 1-0 ímóti Brøndby. Michael Laudrup ásannaði, at nú er tað rættuliga álvarsamt hjá hansara liði, sum tað er neyðugt at vinna hjá næstu ferð, teir skulu í eldin. Tá er avbjóðingin ikki heilt so stór, sum hon hevur verið ímóti Esbjerg og OB. Brøndby skal spæla á heimavølli ímóti FC Nordsjælland. Esbjerg var á heimavølli frammanfyri átta túsund áskoðarum, sum alla tíðina sótu á nálum, annar part- urin av rættuliga dramatisk- ari og málríkari uppgerð. AGF var í ein tíma framm- anfyri 1-0. So var Esbjerg á odda 2-1 og 3-2, men AGF, sum svenski venjarin sigst hava syrgt fyri at fáa at vera kropsliga rættuliga væl fyri, kom báðu ferðirnar afturíaftur, og so endaði tað 3-3! Hjá FCK, sum framvegis ikki hevur pláss fyri Toda Jónsson, tók tað sína tíð, men tað eydnaðist kortini frammanfyri 21.975 áskoð- arum at fáa bilbukt við FC Midtjylland. Sigursmálið til 2-1 skoraði 20 ára gamli Martin Bergvold, sum var settur inn á miðvøllin eftir steðgin. Hetta var fyrsta málið, sum ungi maðurin hevur skorað í superliguni. FCM var komið framum í 1. hálvleiki, og eftir steðgin hevði Álvaro Santos við rimmar langskoti javnað til 1-1. Álvaro hevði fleiri góðar møguleikar, sum hann misnýtti. Saman við honum í FCK álopinum var Zuma, sum framvegis ikki hevur skorað í landskapp- ingini í vár. Peter Møller loysti hann av síðstu løtuna. Í botninum kom tað væl við hjá Frem, at tað eydn- aðist teimum at vinna 1-0 í Herfølge. Teir fingu málið við brossparki. Verri gekk tað hjá illa sperda AB. Á útivøll í Farum taptu teir 1- 0, og nú sær rættuliga svart út hjá akademikarunum. AaB tykist ota seg alt nærri toppinum. Hesa ferð sendu teir frammanfyri átta túsund áskoðarum Viborg til hús við 2-0 tapi. Í átta venjingardystum og tveim- um landskappingardystum í vár hevur AaB ongantíð tapt. At tað gongst væl hjá FCK, OB, Esbjerg og AaB, og at AGF tykist hava rætta kós ber við sær, at áskoð- arafjøldirnar eru so stórar. Tað er fjøldin eisini í Brøndby, har áhugin altíð er stórur. Eisini tá ið tað ikki hilnast so væl hjá Brøndby. Men teir munnu ivaleyst fara at koma afturí- aftur. Undir øllum umstøðum er lagt upp til sera spenn- andi og langan slutspurt í superliguni. Sæð her norðan úr Atlantshavinum er spurningurin, nær tað fer at verða pláss fyri Jákupi á Borg og Toda Jónsson í donsku kappingini. Púra opið í toppinum Uppflytararnir úr Fuglafirði gjørdu bart, tá ið teir í fyrsta umfari av kappingini um Løgmanssteypið vóru á vitjan hjá bronsuvinnaranum í fjør á Toftum LØGMANSSTEYPIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Bólkaspælið í kappingini um Løgmanssteypið fór í gongd í vikuskiftinum, og í bólki 2 vóru tað uppflyt- ararnir úr ÍF, ið fingu bestu byrjanina. Afturvendir leikarar gjørdust dagsins menn Á Toftum hevði B68, sum í fjør vann bronsu í lands- kappingini, vitjan av upp- flytarunum úr ÍF. Fuglfirð- ingar hava undan hesum kappingarárinum fingið tilgongd av fleiri av sínum bygdarmonnum, ið hava leikt við øðrum feløgum seinnu árini, og tað vóru júst tveir av hesum, sum gjørdust dagsins menn. Teir báðir, Magni á Lakjuni og Bartal Eliasen, myndaðu álopið hjá ÍF í dystinum á Svangaskarði, og báðir vístu teir seg sum nakrar vandamiklar harrar. Toftamenn, ið hava mist fleiri týðandi leikarar und- an hesum kappingarárin- um, komu ongantíð av álv- ara fyri seg, og eftir at Magni á Lakjuni við tveimum og Bartal Eliasen við einum máli høvdu lagt ÍF á odda 3-0, var dysturin avgjørdur. Mortan Hansen fekk minkað um munin fyri toftamenn, men lítið hjálpti tað, tí Bartal Elia- sen var aftur á blettinum og legði fuglfirðingar á odda 4-1. Ungi Hanus Eliasen, ið er yngri bróður sterka verjuleikaran hjá føroyameistarunum HB, Símun Eliasen, vildi eisini sleppa framat, og hann økti um leiðsluna, so at ÍF var á odda 5-1, áðrenn Mortan Hansen enn eina- ferð fekk minkað um munin fyri B68 til enda- ligu støðuna 5-2 til ÍF. Við hesum kann ikki annað sigast, enn at fuglfirðingar hava fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingar- árið, og sum skilst hevur ÍF eitt rættuliga sterkt lið. Tryggur sigur til gøtumenn Á Sevmýri var hin dystur- in í bólki 2 leiktur millum TB og GÍ. Munurin mill- um 1. og 2. deild er stórur, og gøtumenn høvdu allan dystin tamarhald á støð- uni, og teir vunnu sannfør- andi 3-1. Unga liðið hjá gøtu- monnum legði seg á odda 3-0 við málum frá Leivi Hansen, Símun Jacobsen og landsliðsleikaranum Súna Olsen, áðrenn TB móti endanum fekk mink- að um munin við brots- sparki, sum Einar Petersen setti í netið til endaligu støðuna 3-1 til GÍ. Bólkur 2: TB-GÍ 1-3 0-1 Leivur Hansen 0-2 Símun Jacobsen 0-3 Súni Olsen 1-3 Einar Petersen brts. B68-ÍF 2-5 0-1 Magni á Lakjuni 0-2 Magni á Lakjuni 0-3 Bartal Eliasen 1-3 Mortan Hansen 1-4 Bartal Eliasen 1-5 Hanus Eliasen 2-5 Mortan Hansen Bólkur 2: Fuglfirðingar løgdu hart út Kvinnurnar klárar til Italia Landsliðsvenjararnir í hondbólti hava nú gjørt av, hvørjar tær 16 verða, sum skulu við landsliðnum til Challenge-Cup kapp- ing-ina um góðan mánað HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eitt í føroyskum høpi spild- urnýtt navn, nakrar av teim- um, sum áður hava sett dám á kappingina og so tær bestu av heimligu leikarun- um. Tað er samansetingin, sum teir báðir, Svein Rógvi Nielsen og Flemming Rab- en hava valt sær, nú kvinnulandsliðið í hond- bólti av álvara skal sleppa at royna seg. Hetta verður í sonevndu Challenge-Trophy kapp- ingini, sum í ár verður hild- in í Italia í døgunum, 27. apríl til 3. mai Nøvnini Spildurnýggja navnið í hesum høpinum er Ann Mari Káradóttir. Hon er ikki feskari enn so, at hon hevur verið við til at vunnið fleiri FM-heiti í yngru deildunum hjá VÍF, og verður so lagt afturat, at ættarnavnið upprunaliga er Durhuus, so eigur tað ikki at taka nakran á bóli, at hondbóltsevnini eru sjónsk. Tær sum nú royna seg uttan fyri føroysku land- oddarnar, eru Katrin á Neystabø og Gunnleyg Berg, sum báðar hava eina fortíð í Neistanum. Tær báðar hava, síðani tær fyri tveimum árum síðani fóru til Danmarkar at lesa, gjørt nógv við hondbóltin, og einki er at ivast í, at venj- ingarstøðan er fult á hædd við tí hjá liðfeløgunum heima í Føroyum. Samlaði hópurin, sum undan ferðini til Italia ætlandi skal á venjingar- legu í Italia, er hesin: Málverjar: Helena Dam Poulsen, Tomma Petersen og Fríða Petersen Útileikarar: Nicolina Eyð- bjørnsdóttir, Anna Kristina Samson, Ann Mari Kára- dóttir, Katrin á Neystabø, Annika Ljósstein, Joan M. Djordjevic, Sóley Mikkel- sen, Gurið Mortensen, Bára Skaale Klakstein, Lív Sør- ensen, Una Olsen, Gunn- leyg Berg og Marjun Tróndarson. Venjarar eru sum sagt Svein Rógvi Nielsen & Flemming Raben StÍF-VB 19-49 (10-24) VB til reiðar VB hitaði upp til brakið, tá tær leyg- ardagin vundu burt- urúr einum tannleysum StÍF liði HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Har var eingin sum helst ivi, tá kvinnuliðið hjá VB leygardagin vitjaði á Skála. 49 mál til eitt og sama liðið er so í øllum førum ikki nakað, sum er ger- andiskostur í føroyskum hondbólti, og leitast skal helst langt aftur í søgu- bøkurnar, um eitt slíkt tal skal finnast. Um tað yvir høvur finst innan kvinnu- hondbóltin. Mistu ikki ferðina VB boðaði beinan vegin frá, at tær ætlaðu sær so ikki at snáva, og tá talvan eftir fyrstu 20 minuttirnar vísti 16-6, var sigurin sum so longu vísur. Men í mun til so nógvar aðrar dystir av hesum slagnum, so høvdu VB- kvinnurar als ongan hug at seta ferðina niður. Hó- ast leiðslan var so ríkiliga stór, at StÍF onga vón hevði um at gera nakað sum helst, so helt liðið alla tíðina á við ágang- andi spælinum. Ikki minst í verjuni, har hópur av skjótálopum vórðu fingin til vega. Máltalvan í høllini gekk stútt uppeftir, og móti endanum var størsti spurningurin helst, hvørt hon skuldi tey hálvt-hundrað ella ikki. Tað gjørdi hon so ikki, men við 49 málum mark- eraði VB í øllum førum, at tær eru til reiðar at spæla oddadyst komandi vikuskifti. Ein oddadyst, sum eftir øllum sólar- merkjum at døma ger av, hvørt tað verða VB ella Stjørnan, sum kunnu rópa seg meistarar, tá heiðurs- merkini skulu býtast um knappar tvær vikur. Dysturin í tølum StÍF-VB 19-49 (10-24) Málskjúttar StÍF: Melica Ergic 7(2), Paula B. Høgnesen 5(1), Poula D. Olsen 3, Sunfríð B. Jacobsen 2(1), Ann Mari Østerø 1, Anna B. Danielsen 1 VB: Rannvá Augustinus- sen 10, Gurið Mortensen 10, Aukse Vysniaskaite 9, Daiva Toumaite 7(1), Leila Jespersen 7, Eydis Kjærbo 3, Rakul Olsen 1, Margreth Augustinussen 1, Eyðbritt Krosslá 1 Brotskøst: StÍF 7, VB 2 Útvísingar: StÍF 4 Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen Máltindarnir Kvinnur Simona Dziugyte Neistin 189 (39) Aukse Vysniaskaite VB 166 (44) Nicoleta Radu Søljan 162 (38) Ioana Rápa VÍF 142 (35) Daiva Tuomaite VB 137 (17) Gurið Mortensen VB 127 (6) Melica Ergic StÍF 125 (17) Katarina Stepanov Stjørnan 114 (20) Sóley Mikkelsen VÍF 113 (22) Joan M. Djordjevic Stjørnan 106 (44) Irina Radovici VÍF 96 Heidi Maria Akselsen Søljan 96 (9) Poula D. Olsen StÍF 91 Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 91 Lina Andriulyte Neistin 90 Menn Dragisa Stojovic Neistin 118 (3) Damir Oros KÍF 117 (36) Halgir D. Olesen H71 116 (9) Blagoje Buha Neistin 109 (24) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 109 (38) Áki Mørk Neistin 97 (20) Henrik Gerster H71 95 (32) Ingi Olsen VÍF 92 (23) Alexandur Johansen StÍF 88 (30) Petur Martin Poulsen KÍF 87 Jacob Jónsson Kyndil 84 Regin Petersen KÍF 81 (1) Høgni Klein Kyndil 78 (2) Gert Hansen KÍF 78 (3) Agnar Joensen VÍF 77 (10) Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Esbjerg 22 14 - 5 - 3 48 25 23 47 2 Brøndby (S) 22 14 - 4 - 4 36 21 15 46 3 FCK (M) 22 13 - 6 - 3 35 18 17 45 4 OB 22 12 - 5 - 5 46 30 16 41 5 AaB 22 10 - 6 - 6 33 27 6 36 6 AGF 22 8 - 3 - 11 34 45 -11 27 7 FCM 22 7 - 5 - 10 36 37 -1 26 8 Viborg 22 6 - 7 - 9 31 31 0 25 9 Herfølge 22 6 - 5 - 11 23 30 -7 23 10 FC Nordsj. 22 5 - 7 - 10 26 38 -12 22 11 Frem 22 5 - 3 - 14 24 41 -17 18 12 AB 22 3 - 2 - 17 18 47 -29 11 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jákup á Borg (OB) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AC Horsens 16 14 - 1 - 1 33 9 24 43 2 Randers FC 16 10 - 2 - 4 41 26 15 32 3 Silkeborg 15 9 - 4 - 2 33 13 20 31 4 Køge 16 8 - 4 - 4 28 22 6 28 5 HFK Sønderj. 15 8 - 3 - 4 40 21 19 27 6 Skjold 16 8 - 2 - 6 36 30 6 26 7 FC Nordj. 15 7 - 3 - 5 17 17 0 24 8 Fredericia 15 7 - 2 - 6 23 24 -1 23 9 Ølstykke 15 7 - 1 - 7 34 30 4 22 10 Nykøbing 15 5 - 3 - 7 24 27 -3 18 11 B 93 15 4 - 4 - 7 24 27 -3 16 12 Vejle 16 4 - 3 - 9 23 34 -11 15 13 Fremad Am. 16 3 - 5 - 8 22 30 -8 14 14 FC Aarhus 16 4 - 1 - 11 18 40 -22 13 15 Brønshøj 16 3 - 2 - 11 19 43 -24 11 16 B 1913 16 1 - 4 - 11 12 37 -25 7 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen, Ian Højgaard (Vejle), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Danska 2. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Næstved 16 11 - 2 - 3 38 14 24 35 2 Dalum 16 9 - 3 - 4 39 26 13 30 3 Holbæk 16 8 - 4 - 4 30 24 6 28 4 HIK 16 8 - 4 - 4 29 24 5 28 5 B1909 16 7 - 3 - 6 33 26 7 24 6 Brabrand 16 6 - 5 - 5 30 22 8 23 7 Jetsmark 16 6 - 5 - 5 27 28 -1 23 8 Kalundborg 16 6 - 4 - 6 38 36 2 22 9 Slagelse 16 6 - 3 - 7 26 25 1 21 10 Lyngby 16 5 - 6 - 5 25 26 -1 21 11 Kolding FC 16 6 - 3 - 7 24 26 -2 21 12 Glostrup 16 6 - 2 - 8 28 32 -4 20 13 Holstebro 16 5 - 3 - 8 27 32 -5 18 14 Skive 16 4 - 3 - 9 29 36 -7 15 15 Hjørring 16 4 - 2 - 10 21 50 -29 14 16 Hvidovre 16 3 - 4 - 9 19 36 -17 13 Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 10 9 - 0 - 1 604 434 170 29 2 VB 10 10 - 0 - 0 632 457 175 28 3 VÍF 10 6 - 0 - 4 576 477 99 21 4 Neistin 10 5 - 0 - 5 553 522 31 18 5 StÍF 11 2 - 0 - 9 524 642 -118 9 6 Søljan 11 3 - 0 - 8 437 563 -126 8 7 Kyndil 10 1 - 0 - 9 359 590 -231 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 8 6 - 0 - 2 516 477 39 18 2 Kyndil 8 4 - 1 - 3 538 503 35 18 3 VÍF 8 5 - 0 - 3 511 461 50 16 4 StÍF 8 3 - 0 - 5 470 452 18 13 5 H71 8 3 - 1 - 4 453 515 -62 9 6 KÍF 8 2 - 0 - 6 489 569 -80 7 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 20 17 - 3 54 16 38 26 2 TB 20 16 - 4 53 15 38 24 3 Dráttur 20 11 - 9 40 33 7 18 4 ÍF 20 8 - 12 28 39 -11 12 5 KÍF 20 7 - 13 25 50 -25 9 6 Fleyr 20 1 - 19 12 59 -47 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 16 15 - 1 45 10 35 23 2 ÍF 16 13 - 3 42 12 30 19 3 SÍ 16 8 - 8 30 28 2 12 4 Fram 16 3 - 13 13 41 -28 4 5 Fleyr 16 1 - 15 7 46 -39 2 ífylla