Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2004 29 29 28 Nr. 57 - 23. mars 2004 C M Y K 28 The grand old man á liðnum hjá ÍF, Odd Eliasen, helt eftir dystin móti Mjølnir, at tað var fult uppiborið, at klaksvíkingar fóru avstað við gullinum FLOGBÓLTSGULL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fuglfirðingar fingu bert í tí eina settinum fótin fyri seg í dystinum móti Mjølnir, og Odd Eliasen sigur, at Mjølnir rakti dagsformin, meðan teir sjálvir ikki gjørdu tað, og tískil var tað eisini fult uppiborið, at klaksvíkingar vunnu. Spældu ikki væl Odd Eliasen heldur ikki, at fuglfirðingar kunnu verða nøgdir við avrikið í dystin- um, tí eftir hansara tykki spældi ÍF ikki ein góðan dyst. Vit fingu ongantíð gongd á blokkin hjá okk- um, og tað gjørdist rættu- liga avgerðandi, tí báðir út- lendingarnir hjá Mjølnir fingu eina rúgvu av sløgum inn, har vit vóru alt ov pass- ivir, sigur Odd Eliasen Sjálvt um gullið nú glapp ÍF av hondum á seinasta leikdegi, so heldur Odd Eliasen, at ÍF kemur sterkt aftur komandi ár, tí teir hava eina rúgvu av góðum fólki, ið halda seg til, og eingin or- søk er til at stúra fyri fram- tíðina, tí ungdómsarbeiðið í felagnum er sera gott, sigur Odd Eliasen. Sæð við neutralum flog- bóltseygum er eisini nógv positivt at síggja innan føroyskan flogbólt, sigur Odd Eliasen, og vísur í hes- um sambandi á, at støðið í heimligu kappingini er hækkað munandi við teim- um mongu útlendsku leikarunum, og hann vónar ikki, at landsins kosnu menn fara at forða fyri hesum møguleika. Men tað hjálpti ikki so nógv, tí eftir tap í botnuppgerð á heimavølli, er Fremad Amager nærri botn- inum, og hjá Vejle er støðan ikki stórvegis frægari DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Tað var einki serligt vikuskifti hjá tveimum av trimum føroyskum feløgum í næstbestu donsku deild- ini, meðan tað gekk væl hjá triðja felagnum. Horsens og Johan B. Han- sen staðfestu við sigri fremsta plássið og harvið tóku teir enn eitt fet ímóti superliguni. Síðani 1. deild fyri tólv árum síðani gjørd- ist til superliguna, hevur Horsens ikki verið í fína selskapinum. Har vóru teir síðst í seksti árunum. Den gule fare fra Horsens, plagdu teir at rópa seg uppá. Horsens vann 2-0, og tað gekk útyvir Vejle, sum við Christian Høgna Jacobsen á liðnum einki mál fekk í grannastríðnum ímóti Horsens. Tað eru nýggjar tíðir í Horsens og Vejle. Danska fótbóltssøgan sigur frá Vejle sum stórliði, ið hevur vunnið fleiri DM heiti, meðan Horsens altíð hevur verið lítli beiggin í grannalagnum. Men nú eru teir omaná, og Vejle liggur undir. Sum støðan er í løtuni, so er møguleiki fyri, at hvørki Horsens ella Vejle fara at vera í næstbestu deildini næsta kappingarár. Vegurin liggur víðopin fyri Horsens í superliguna, með- an Vejle skal stríðast fyri ikki at detta niður í 2. deild! Eisini Fremad Amager hevur hóttanina frá 2. deild at stríðast ímóti. Hesa ferð vónaðu og roknaðu teir við at fáa fult. Botnliðið úr Brønshøj vitjaði í Sundby, og teir fóru avstað við øll- um stigunum. Hjalgrím Elttør og Andrew av Fløt- um vóru millum teir fyrstu ellivu hjá Fremad Amager, meðan einki var at síggja til Jann Inga Petersen og John Hera Dam. Andrew av Fløtum setti hol á, tá ið hann miðskeiðis í 1. hálvleiki sendi langskot í málið. Hjalgrím Elttør hevði tveir góðar møgu- leikar fyri at økja um leiðsl- una, men í báðum førunum bjargaði málverjin. Í 63. og 66. minutti skoraði Brøns- høj, og stutt eftir tað vóru bæði Andrew og Hjalgrím tiknir av vøllinum. Útskift- ingarnar hjálptu ikki stór- vegis, og eftir dystarenda staðfesti sera vónsvikin Fremad Amager venjari, at hansara lið var dumpað, bæði í hugburði og í leik- liga avrikinum. Ein av royndastu leik- arunum hjá Mjølnir er Stig Elttør. Hann var sjálvsagt ovurfeg- in, tá ið vit fingu orðið á hann eftir gulldystin á Kambs- dali leygardagin FLOGBÓLTSGULL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Stig Elttør er ein av teimum leikarunum á liðnum hjá Mjølnir, sum áður hevur verið við til at vinna før- oyameistaraheitið. Eftir dystin var hann ikki í iva um, at tað var munandi stuttligari at spæla í topp- inum. Blokkurin var heilt ótrúligur Mjølnir rakti av álvara dagsformin leygardagin, og Stig heldur, at dysturin móti ÍF var ein tann besti, sum Mjølnir hevur leikt í ár. Serliga blokkurin hjá okkum var heilt framúr, sigur Stig Elttør, og eg haldi, at tað lukkaðist ótrú- liga væl hjá okkum at taka steðga Kenneth Neshamar hjá ÍF. Hinvegin ásannaði hann samstundis, at tað ikki eydnaðist so væl at steðga Boban Ilic, men hann er eisini serstakliga ringur at fanga, sigur Stig Elttør. Spurdur hví tað bráddliga fór at ganga so illa í triðja setti, sigur Stig Elttør, at tað var sum um teir fingu eitt psykist knekk, og at teir ikki megnaðu at reisa seg í tí settinum. Teir serva okk- um niður við okkurt um 7 ella 8 servum á rað, og tað skal ikki koma fyri í meistaradeildini, heldur Stig Elttør. Tíbetur komu vit sterkt aftur í fjórða setti, og nú standa vit her við gullinum, sigur Stig Elttør við einum stórum smíli. Neyðugt við betri umstøðum í Klaksvík Hóast tað í ár eydnaðist Mjølnir at vinna gull bæði hjá kvinnum og monnum, so heldur Stig Elttør, at tað hevði verið gleðiligt, um Klaksvíkar kommuna vildi bøtt um umstøðurnar hjá flogbóltinum í býnum. Hann harmast um, at teir noyðast at venja í eini skúlahøll, meðan allir dyst- irnir verða leiktir á lang- bana í ítróttarhøllini í Klaksvík. Flogbólturin stendur sterkur í Klaksvík, og nógv gott ungt fólk er á veg, og tað hevði komið væl við, um ætlaninar um eina nýggja høll vóru førdar út í lívið, sigur Stig Elttør, sum hóast hann er ein royndur leikari ikki hevur nakrar ætlanir um at gevast fyribils. Marjun Kalsø er um nakar ímyndin av føroyskum flogbólti, og leygardagin vann hon sítt 15. meist- araheiti í fremstu kvinnudeildini FLOGBÓLTSGULL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hóast Marjun Kalsø hev- ur vunnið føroyameistara- heitið so ofta, so heldur hon, at tað er líka stuttligt hvørja ferð. Undan dyst- inum móti ÍF leygardagin var væntað, at talan fór at verða um ein avgreiðslu- sigur, og Marjun Kalsø ásannar, at mótstøðan var harðari, enn tær høvdu væntað. Framtíðin sær góð út Marjun Kalsø sigur, at ÍF beit nógv meiri frá sær, enn hon hevði væntað. Hon heldur eisini, at tað merktist hjá Mjølnir, at tað vóru onkrir leikarar, ið ikki áður hava leikt slíkar avgerandi dystir um meistaraheitið. Eisini var onkur av lyklaleikarunum hjá Mjølnir júst komin aftur av flatlondum, og tað ávirkaði spælið nakað, sigur Marjun. Nú gullið er komið aftur til Klaksvíkar, er nærliggjandi at spyrja, hvussu tað sær út við framtíðini hjá flogbólt- inum í Klaksvík. Til hetta sigur Marjun, at framtíðin sær ljós út, og at Mjølnir hevur nógv ungt og gott fólk, ið av álvara bankar upp á dyrnar til besta liðið. Hon heldur eisini, at góðu úrslitini hjá Mjølnir í ár hava ótrúliga stóran týdning fyri trivnaðin innan flogbólt í Klaksvík. Sum áðurnevnt heldur Marjun Kalsø tað verða líka stuttligt at gerast før- oyameistari fyri 15. ferð, sum tað var fyrstu ferð, og ein av orsøkunum til hetta er, at tað støðið innan flogbóltin í Føroyum er hækkað nógv seinnu árini, og tað er fyrst og fremst teimum útlendsku leikarunum fyri at takka, sigur Marjun Kalsø. 15. meistara- heitið hjá Marjun Kalsø Marjun helt eftir dystin, at ÍF beit meira frá sær, enn hon hevði roknað við Mynd: Solby A. Eliasen Andrew skoraði fyrsta málið Stuttligast í toppinum Stig Elttør fegnaðist sum vera man um sigurin, sum tryggjaði mansliðnum gullið Mynd: Finnur Justinussen Betra liðið vann Sjálvt um gullið nú glapp ÍF av hondum á seinasta leikdegi, so heldur Odd Eliasen, at ÍF kemur sterkt aftur komandi ár Mynd: Finnur Justinussen Bæði HB og VB vunnu sínar dystir, men serliga í Havn vóru tekin um ávísar veikleikar á HB- liðnum LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Í bólki 3 í kappinginin um Løgmanssteypið varð longu eftir lutakastið rokn- að við, at tað uttan iva vera HB og VB, sum seta seg á teir báðar fremstu sessirnar. Úrslitini leygardagin stuðlaðu eisini upp undir hesar tankar, men hjá HB var tað tó leingi, áðrenn stigini vóru vís. Sonni L. Petersen gav enntá heima- áskoðarunum eitt ordans sjokk, tá hann mest sum alt fyri eitt sendi bóltin í HB málið, og tó at Hendrik Ru- beksen stutt eftir javnaði, so bendi alt tann vegin, at talan ikki skuldi gerast um nakran serliga lættan dag hjá HB. Tung frávera Ikki minst var tað sjónligt hjá meistarunum, at fleiri av góðu kreftunum á mið- vøllinum vóru burturi frá, og tí var sera trupult hjá teimum at fáa nakað skipað trýst á mótstøðuna. Har var eingin Rógvi til luftbóltar og djúpu renningarnar. Eingin Martin at spæla kontrolleraða defensiva leiklutin. Eingin Nico til arbeiðsøðina og skynsama bóltflytaraleiklturin, og so fall stórur partur av ábyrgd- ini á Rúna Nolsøe. Tá samanum kom, so var Rúni eisini maður fyri at átaka sær fleiri av hesum leiklutunum, og hann var eisinni í tveimum førum arkitekturin aftan fyri málini hjá HB. Fyrst sendi hann djúpt inn um verjuna hjá EB/Streymi, har Heine Fernandez var rætti maður- in á rætta staðnum, men tá Sonni L. Petersen seinni tætt undir málinum javnaði, stóð av álvara á hjá HB. Enn einaferð kundu lið- skiparin og venjarin tó gera av. Rúni stríddi seg ígjøgn- um í høgru, og dygst inni undir málinum kundi Heine - sum annars hevði misnýtt tveir av teimum stóru - seta innaru síðuna á, og so var liðugt. Í HB-húsinum fagnaðust tey sum vera man um sigur- in, men tað fær ikki vakt annað enn nógvar tankar, tá liðið skuldi hava somikið stórar trupulleikar av einum liði, sum vanliga verður roknað millum teirra, sum meistararnir bara skulu vinna á. Einki er tó at ivast í, at við einum fullmannaðum miðvølli er talan um eitt heilt annað HB-lið, sum væl og virðiliga verður ført fyri at takast við tey bestu. Skert Skála Á Tvøroyri, har VB í løtuni spælir sínar heimadystir, var ikki talan um sama spenning, tá Skála vitjaði. Fyrri hálvleikur var ikki av teimum bestu, men eftir at Anders Sørensen hevði lagt VB á odda við beinleiðis frísparki, var tað ógvuliga avmarkað, hvat eitt skert Skála lið formáddi sær. Tað eydnaðist eisini VB at gera sigurin enn tryggari, eftir at Mortan í Hørg og Poul Poulsen við hvør sín- um máli syrgdu fyri enda- liga úrslitinum, sum fyri fyrst hevur sett VB í eina væl betri støðu, enn teir vóru í fyri einum ári síðani, tá luttøkan til fjórðingsfinal- una glapp teimum av hendi. Dystirnir í tølum HB - EB/S 3 - 2 (1-1) 0-1 Sonni L. Petersen 1-1 Hendrik Rubeksen 2-1 Heine Fernandez 2-2 Sonni L. Petersen 3-2 Heine Fernandez VB - Skála 3 -0 (0-0) 1-0 Albert Sørensen 2-0 Mortan í Hørg 3-0 Poul Poulsen Fríggjadagin sendi Ítróttarsamband Før- oya út tíðindaskriv, har harðliga verður funnist at framferðar- háttinum hjá lands- stýrismanninum í innlendismálum ÚTLENDINGAMÁLIÐ Tíðindaskriv Ítróttasamband Føroya hev- ur havt tveir fundir við Landsstýrismannin í Inn- lendismálum og ein við Landsstýrismannin í Mentamálum um útlend- ingar í føroyskum ítrótti. Lansstýrismaðurin í Inn- lendismálum hevur boðað frá, at hann vil herða regl- urnar fyri uppihaldsloyvi til útlendsk ítróttarfólk. Fram- yvir verða uppihaldsloyvi bert givin, um ítróttarfeløg- ini eru arbeiðsgevarar hjá útlendsku ítróttarfólkunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at kravið frá landsstýr- ismanninum hevur við sær, at fótbólts-, hondbólts- og flogbóltsfeløgini mugu seta yrkisleikarar í starv. Ítróttarrørslan verður rikin á sjálvbodnum grund- arlagi. Feløgini kring land- ið hava hvørki fíggjarliga ella fyristingarliga orku til at hava yrkisleikarar. Tað hevur verið vanligt, at fyritøkur, um tær hava hug, stuðla lokala ítróttar- felagnum við at seta út- lendsk ítróttafólk í part- ella fulltíðar starv. Tað tyk- ist løgið, at hesin rættur verður skerdur. Flest øllum kunnugt ger ítróttarrørslan við sínum 15.000 limum í 110 feløg- um kring landið eitt stórt sjálvboðið arbeiði. Tað er tí óskiljandi, at Landsstýrið uttan grund vil gera eitt inntriv, ið hevur so álvars- ligar fylgjur fyri ítróttin. Fylgjurnar síggjast longu nú: feløg taka lið úr kapp- ingum og mugu snara lykil- in um, tí avtalur eru gjørdar við leikarar, ið nú ikki fáa uppihaldsloyvi. Uppá longri sikt verða fylgjurnar vænt- andi, at tann førleikamenn- ingin, ið hevur verið innan ítrótt og venjing fær eitt álv- arsamt bakkast. Útjaðarin verður serliga hart raktur. Hetta sær út til at vera ein kostnaður, sum Landsstýrið metir tað vera vert at gjalda, fyri at fáa útlendingarnar út. Ítróttasamband Føroya hevur staðiliga heitt á landsstýrismannin í Inn- lendismálum at gera eina kanning, áðrenn reglurnar verða herdar. Tað snýr seg ikki bert um samfelagsbúskap. Tað er eisini eitt mentunarligt rokni- stykki. Hvønn ítróttarligan og mentunarligan týdning hava útlendsku ítróttarfólkini fyri lokalumhvørvið? Einki av hesum er lýst. Ítróttasamband Føroya hev- ur ikki sæð nøkur undirbygd sjónarmið fyri, hví tað skal gerast truplari hjá útlendsk- um ítróttarfólkum at sleppa inn í landið beint nú. Vit meta, at tað er ein ófrávíkilig og grundleggj- andi mannagongd, at kann- ingar verða gjørdar, áðrenn inntriv verða gjørd. Fyri okkum er hetta vanligt vit og skil. Landsstýrið hevur við hesum inntrivinum bein- leiðis lagt seg út í viður- skiftini hjá sjálvbodnu ítróttarfeløgunum. Í nógv- um bygdum er ítróttarfel- agið savnandi miðdepilin í mentunarlívinum fyri ung sum eldri. Við sínum virk- semi røkja ítróttarfeløgini í dag sjálvboðið nógvar upp- gávur, ið tað almenna ann- ars mátti røkt, t.d. á fólka- heilsuøkinum og innan frí- tíðartilboð. Ítróttarrørslan er sjálv- boðin, og vit hava ongar møguleikar at vísa okkara misnøgd. Um tað ikki er liviligt í felagnum, fækkast sjálvbodnu kreftirnar, og felagið doyr. Ítróttasamband Føroya kann á ongan hátt góðtaka, at umstøðurnar hjá feløgum kring landið gerast truplari. Tí er kravið frá Ítróttarsam- bandi Føroya, at ein ser- skipan verður gjørd fyri ítróttin, ið ger tað einfaldari og skjótari at fáa útlendsk- an styrk, um tørvur er á tí. Útfrá hesum málinum má spurnartekin setast við, um ítrótturin eigur nakran góð- an í Landsstýrinum, ið hev- ur dirvið at tosa søkina hjá ítróttinum. Bólkur 3: Væntaða byrjanin Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 KÍ 1 1 - 0 - 0 3 1 2 3 2 B36 1 1 - 0 - 0 2 1 1 3 3 NSÍ 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 4 FSV 1 0 - 0 - 1 1 3 -2 0 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 ÍF 1 1 - 0 - 0 5 2 3 3 2 GÍ 1 1 - 0 - 0 3 1 2 3 3 TB 1 0 - 0 - 1 1 3 -2 0 4 B68 1 0 - 0 - 1 2 5 -3 0 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VB 1 1 - 0 - 0 3 0 3 3 2 HB 1 1 - 0 - 0 3 2 1 3 3 EB/S 1 0 - 0 - 1 2 3 -1 0 4 Skála 1 0 - 0 - 1 0 3 -3 0 Tað stóð nógv á hjá meistar- unum, tá teir leygardagin ognaðu sær ein 3-2 sigur á EB/Streymi Mynd: Álvur Haraldsen ÍSF meldar út ífylla