Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2004 27 26 Nr. 57 - 23. mars 2004 Klaksvíkingar gjørdu bart í høllini á Kambsdali leygardag- in, tá ið bæði kvinn- urnar og menninir hjá Mjølnir vunnu á fuglfirðingum og harvið tryggjaðu sær føroyameistaraheitið í flogbólti 2003/2004 FLOGBÓLTS- MEISTARAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var vorðið sum dagur hjá Klaksvíkar býi leygar- dagin, tá ið flogbóltsfelagið í býnum, Mjølnir, gjørdist føroyameisari bæði hjá kvinnum og monnum. Flogbóltsliðini hjá klaks- víkingum vóru á vitjan hjá ÍF á Kambsdali, og meðan tað hjá kvinnum tóktist av- gjørt frammanundan, so var dysturin um fm-heitið hjá monnum púra opin. Heimaliðið beit frá sær Kvinnurnar hjá Mjølnir hava verið rættuliga sann- førandi seinastu mongu umførini, og megnaðu tær at basa verjandi føroya- meistarunum úr ÍF á sein- asta leikdegi leygardagin, var gullið í hús, sjálvt um nærmasti kappingarneytin TB vann sín dyst í Trongis- vági. Kvinnurnar hjá ÍF hava ikki havt eitt serliga gott kappingarár í ár, og tí mettu tey flestu, at talan fór at verða um ein avgreiðslu- sigur til klaksvíkskvinnur. Men stoltleikin hjá ÍF var ikki at fornokta, og Mjølnir fekk helst munandi harðari mótstøðu, enn tær høvdu væntað frammanundan. Í fyrsta settinum gekk leikur rættuliga javnt á, men fyri tað mesta hevði Mjølnir munin, og tá ið samanumkom, hevði odda- liðið vunnið settið 25-21. Annað sett gjørdist sera spennandi, og Mjølnir fekk í hesum settinum ein ord- ans hvøkk. Heimaliðið streyk avstað, og áðrenn Mjølnir fekk fótað sær, var ÍF komið á odda 21-11, og settið tóktist avgjørt. Men Mjølnir er ikki oddalið fyri einki, og tær komu sterkt aftur, og eftir ein spennandi endaspurt vunnu tær settið 27-25! Í triðja settinum legði Mjølnir seg tíðliga á odda, men ÍF vildi ikki sleppa sambandinum. At ÍF bleiv við at hanga í, at nakrar á liðnum hjá Mjølnir blivu eitt sindur frustrer- aðar, og nakrar hingu eisini eitt sindur við høvdinum. Men við góðum álopsspæli fekk Mjølnir tó hildið tørn, og tá ið Margit Joensen við støðuna 24-21 til Mjølnir smashaði bóltin umvegis ein ÍF-arm út av vøllinum, var gullið í hús. Frálíkur flogbóltur Nógv fólk var til dystirnar á Kambsdali leygardagin, bæði úr Fuglafirði og Klaksvík, og karmarnir vóru av teimum allarbestu. Stóra áskoðarafjøldin kundi fegnast um ein sera góðan kvinnudyst, har borðreitt var við frálíkum flogbólti og nógvum long- um og spennandi bóltum. Nakað av áskoðarum legðist afturat til mansdyst- in, og eisini her var talan um ein frálíka góðan og spennandi dyst, har menn stríddust fyri hvørjum ein- asta bólti. Áskoðarafjøldin var livandi og setti sín stóra dám á uppgerðina, og alt í alt vóru rammirnar til dystin fyrsta flokks. Serliga áskoðararnir hjá heimaliðnum høvdu gjørt nógv burtur úr við at lata seg í reyð og hvít klæðir, og nógv skeltir vóru eisini at síggja, ið skuldu eggja ÍF til sigurs. Men eisini áskoðar- arnir úr Klaksvík, ið ikki vóru eins manssterkir sum fuglfirðingarnir hoyrdust væl, og teirra stuðul lá ikki eftir. ÍF fekk ikki blokkin at virka Í fyrsta settinum í mans- dystinum var tað heimalið- ið, ið fekk bestu byrjanina. ÍF hevði munin leingi, men tá ið Mjølnir nakað inn í settið fekk skil á blokkin hjá sær, kom vend í, og spakuliga minkaði munur- in. Nakrar góðar servur frá veteraninum Jóannesi Poul- sen komu eisini væl við hjá Mjølnir, og áðrenn nakar varnaðist, stóð tað á jøvn- um 22-22. Leikandi venj- arin hjá ÍF, Boban Ilic, smashaði síðani ÍF fram um 23-22, men í næsta bóltin hevaði liðskiparin hjá Mjølnir, Bogi Isaksen, til leikandi venjaran, Stan, ið langaði bóltin í gólvið, og so stóð aftur á jøvnum. Mjølnir servaði, og ÍF legði upp til smash, men blokk- urin hjá Mjølnir við Trygva Poulsen og Vladi var, har hann skuldi verða, og vóru klaksvíkingar á odda 24-23 og høvdu settbólt. Fuglfirð- ingar tók ímóti servuni hjá Mjølnir og lagt var upp til Dragan, men tíverri fyri ÍF smashaði hann í netið, og so høvdu klaksvíkingar vunnið fyrsta sett. Mjølnir mentala yvirvág Klaksvíkingar vóru nú mentalt omaná, og tað sást eisini aftur á vøllinum. Teir hildu seg eitt vet framman fyri ÍF tað mesta av 2. setti, og nógvir av leikarunum á heimaliðnum hingu við høvdinum, og tað tóktist sum um teir høvdu hug at geva skarvin yvir. Mjølnir var eitt skifti á odda við seks bóltum 9-3, men so hvørt sum teir báðir útlend- ingarnir hjá ÍF, Boban og Dragan, komu meiri við í settið, kom eisini ÍF fyri seg. Fuglfirðingarnir høvdu annars stórar trupulleikar av at fáa bóltin fram við blokknum hjá Mjølnir, ið var sera stinnur leygardag- in. Hinvegin hevði blokkurin hjá fuglfirðingum ilt við at fáa vart fyri Stan hjá Mjølnir, ið avgjørdi eitt ótal av bóltum fyri Mjølnir leygardagin. Hóast ÍF kom upp á javnleik 16-16 í øðrum setti, so fór Mjølnir aftur frá fuglfirðingum, og tað var rættuliga sigandi fyri støðuna hjá ÍF, tá ið leikandi venjarin, Boban Ilic, við støðuna 23-19 til Mjølnir servaði bóltin í netið, so at klaksvíkingar fingu fimm settbóltar. ÍF megnaði at vinna tann fyrsta, men servaðu síðani sjálvir í netið, og harvið settið til Mjølnir. Hamskiftir fuglfirðingar Steðgurin millum annað og triðja sett var rættuliga drúgvur orsaka av einari lítlari fimleikaframsýning hjá nøkrum gentum úr fimleikafelagnum í Fugla- firði. Langi steðgurin tókt- ist hava gjørt undurverk við ÍF-liðið, tí teir vóru sum hamskiftir í triðja settið. Longu í fyrsta bóltinum langaði Dragan hjá ÍF eitt smash í gólvið, og so var tónin lagdur. Mjølnir fekk snøgt sagt ikki eitt bein til jørðina, og serliga vóru tað teir báðir útlendingarnir hjá ÍF, Boban og Dragan, ið vístu vegin. Eisini slepst ikki undan at nevna liðskip- aran hjá fuglfirðingum, Bartal Eliasen, sum fekk fatur á sjálvt teimum mest vónleysu bóltunum. Blokkurin hjá ÍF hevði verið nærum ósjonligur bæði í fyrsta og øðrum settið, men nú kom vend í, og Stan hjá Mjølnir, ið hevði sligið eina rúgvu av avgerandi bóltum fram til nú, mátti bráddliga ásanna, at smashini hjá honum blivu blokkaði ferð aftaná ferð. Alt lukkaðist hjá fugl- firðingum í hesum settin- um, og klaksvíkingar ásannaðu rættuliga tíðliga í settinum, at her var einki at gera, og tí seldu teir eisini settið tíðliga. ÍF vann triðja sett sannførandi 25-10, og nú var aftur lív í áskoðara- fjøldini hjá heimaliðnum. Útlendingarnir vóru framúr Gangurin í høllini var øgi- ligur, og tað var líkasum við til at gera fagnaðin um hvønn einasta vunnan bólt størri, enn vanligt er. At tað so eisini gekk sera javnt á, gjørdi ikki spenningin minni. Liðini fylgdust heilt upp til 14-14, men so fóru klaksvíkingar aftur frá ÍF. Serliga vóru tað teir báðir útlendingarnir hjá Mjølnir, Stan og Vladi, ið vóru heilt framúr í álopinum, men liðskiparin hjá klaksvíking- um, Bogi Isaksen, leikti eisini sera væl og hevingar- nar hjá honum sótu, har ið tær skuldu. Tað var eisini júst í hes- um avgerandi løtunum, at bæði Stan og Vladi hjá Mjølnir vístu sína styrki, og serliga Vladi var framúr góður. At hann samstundis var ógvuliga undirhaldandi við øllum sínum grimass- um eftir hvønn vunnan bólt, minkaði heldur ikki um undirhaldsvirði. Eftir at tað, sum áður- nevnt, hevði staðið á jøvn- um 14-14, legði Mjølnir seg fram um við okkurt fýra bóltum, og ÍF fekk ongantíð fótin fyri seg aftur. Knappliga høvdu klaksvíkingar vunnið sær dystarbólt við støðuna 24- 19, og veteranurin Trygvi Poulsen servaði. Hann sendi bóltin róligani yvir um netið, har fuglfirðingar tóku ímóti, men tað eydn- aðist ikki ÍF at fáa bóltin yvir á hálvuna hjá klaksvík- ingum aftur, og so var Mjølnir føroyameistari 2004. Fagnaðurin millum tær mongu klaksvíkingar- nar var øgiligur, og fyrsti maður at renna inn á vøllin at heiðra leikararnar hjá Mjølnir, var sjálvur borgar- stjórin í Klaksvík, Stein- bjørn Jacobsen, ið strálaði sum ein sól. Góð reklama fyri flogbóltin Ikki kann sigast annað, enn at Flogbóltsamband Føroya hevði lagt leiksskránna í ár við hepnari hond, tá ið hugsað verður um, at tað lagar seg so, at talan verður um eina reina finalu í síðsta leikumfari. At so fuglfirð- ingar og klaksvíkingar syrgdu fyri optimalum rammum til dystirnar, ger ikki heildarmetanina verri. Øll tey mongu, ið vóru til flogbólt á Kambsdali leyg- ardagin, fingu fullan valuta fyri pengarnar, og nú er bert eftir at vóna, at tað verður eins spennandi kom- andi ár. ÍF og Mjølnir gjørdu undir øllum umstøð- um sítt best til at gera góða reklamu fyri flogbóltin, og tað eydnaðist teimum til fulnar. At tað so var Mjølnir, ið streyk avstað við øllum gullinum, var heldur ikki óuppiborið. Sosialurin ynskir bæði kvinnunum og monnunum hjá Mjølnir hjartaliga tilukku við føroyameistara- heitinum. Tvífalt flogbóltsgull til Klaksvíkar Og fyri at gera dagin hjá Mjølni fullkomnan, eydnaðist eisini mansliðnum at vinna dystin og harvið meistaraheitið Mynd: Símun á Høvdanum Sum vera man, so var hópur av fólki komin at taka ímóti, tá klaksvíksliðini komu aftur leygarkvøldið Solby A. Eliasen 15. meistarheitið hjá kvinnuliðnum - og eisini hjá Marjun Kalsø - er nú veruleiki Mynd: Símun á Høvdanum C M Y K 26