Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2004 25 24 Nr. 57 - 23. mars 2004 Mugu bara vóna Hóast VÍF enn kann røkka gullinum, so krevur hetta nú eina hjálpandi hond HONDBÓLTSPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Áki G. Olsen var sum vera man vónbrotin eftir dystin móti Neistanum sunnudagin. VÍF hevði undan dystinum strítt seg upp til eitt pláss í oddin- um, men longu fyrstu løt- una av dystinum stóð greitt, at hetta neyvan fór at halda. Neistin legði fyri sum eitt óløgi. Vóru tit ikki klárir til dystin ella hvussu? – Teir vóru í øllum før- um meira klárir. Tað er so heilt víst. Og eg haldi eisini, at vit gjørdust eitt sindur bilsnir um, at teir løgdu so harðliga fyri, helt Áki, tá vit eftir dystin fingu orðið á hann. Men tit fáa tó strítt tykkum aftur í dystin eina løtu, áðrenn tit aftur missa takið. Fóru tit niður við høvdinum ella hvussu? – Vit brenna fyrst og fremst ov nógv. Serliga byrjanina av seinna hálv- leiki hava vit annars gott tak á teimum, men tá vit ikki skora, sleppa teir aftur avstað, og so haldi eg, at vit fara niður við høvdinum eina løtu. Vit megna tó partvíst at stríða okkum aftur í dystin, men tað var ov seint. Bíða eftir gávuni Og nú bert tvey umfør resta av kappingini, mundi hetta vera eitt tap, sum tók fast hjá VÍF. Í øllum førum er liðið nú aftur í teirri støðu, at teir ikki sjálvir kunnu gera av, hvar teir enda. Og hóast teir enn eiga ein trumf í góða málmuninum, so tóktist meistaraheitið ikki vera nakað, sum leikarar- nir hugsaðu um eftir vónbrotið sunnudagin. – Vit hava so mist góðu støðuna, sum vit høvdu undan dystinum. Sjálv- andi kunnu vit vóna, at vit enn einaferð fáa onkra gávu frá hinum liðunum. Men skal eg vera heilt erligur, so er tað ikki nakað, sum eg rokni við í løtuni, staðfesti Áki G. Olsen at enda. Tað var ein vónbrotin Áki G. Olsen, sum eftir dystin kundi staðfesta, at nú hevur VÍF ikki longur lagnuna í egnum hondum Mynd: Álvur Haraldsen Kompakt Neista-málverjin var sera fegin um verju- spælið hjá Neistan- um sunnudagin, og sum heild tóktist hann eisini væl nøgdur um úrslitið HONDBÓLTSPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sammett við tepra -og hepna - sigurin á StÍF fyri viku síðani, var tað fyrst og fremst verjan, sum var stóri munurin hjá Neist- anum sunnudagin. Ein verja, sum stríddist móti hvørjum tí einasta mót- støðuálopi, og sum alla tíðina tóktist somikið væl skipað, at tungt spælandi vestmenningarnir ikki høvdu møguleika at bróta seg ígjøgnum hana. Eftir dystin fingu vit orðið á Neista-málverjan, Zeljko Jotic ella Jota, sum hann vanliga verður rópt- ur, og hann var eisini skjótur at staðfesta, at hetta hevði verið honum ein stór hjálp í dystinum. – Fyrst og fremst, so megna vit í dag at halda verjuni kompaktari. Tá leikararnir alla tíðina flyta seg sum ein blokkur, so verður tað at kalla ógjør- ligt hjá hinum at spæla seg ígjøgnum, og tað er sjálvandi ein stór hjálp frá mær, tá skotini í stóran mun koma úti frá. Tú sært í dag, at Ingi og Sámal fáa sjey mál samanlagt, og tað er altso ikki serliga nógv, um sammett verður við aðrar dystir, sigur Jota. Og týdningurin av slík- um verjuspælið er kanska størstur, tá talan er um eitt lið við slíkum skjúttum, sum hjá VÍF? – Nei. Tað er altíð líka týdningarmikið. Líka mikið um talan er um stórar ella lítlar menn, so má verjan verða kompakt. Um ikki, so sleppa leikar- arnir heilt inn at skjóta, og so er ikki nógv at gera hjá einum málverja. – Hartil megna vit eisini at spæla ein fornuft- igan dyst í álopinum í dag. Vit tveita ikki óneyð- uga bóltar burtur, soleiðis at VÍF kann fara í kontra. Nakað sum kanska hevur verið størsta styrkin hjá VÍF hesa seinastu tíðina. Tað sleppa teir ikki í dag, og tað var kanska eisini ein av stóru orsøkunum til sigurin, heldur Jota, sum samstundis gloymir at nevna, at tað var gott mál- mansspæl so sanniliga eisini. Ein kompakt verja er altíð týdningarmikil. Líka mikið um talan er um stórar ella lítlar menn, heldur Neista- málverjin, sum nú tykist hava góðar møguleikar til sítt fyrsta FM-heiti Mynd: Álvur Haraldsen Favoritturin til FM- gullið má nú eita Neistin. Ein knúsandi sjey mála sigur í Vest- manna leggur nú upp til rættiligt gullbrak móti Kyndli komandi vikuskifti HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Neistin hevur sett kós móti gullmerkjunum í FM- stríðnum. Øðrvísi fær niðurstøðan neyvan verið, eftir at bláa havnarfelagið sunnudagin vann ein knúsandi sigur á VÍF. Sjey mál vóru á muni, og somikið trygt hava neistamenninir ikki vunnið í Vestmanna síðani seinasta umfar í 2000, tá liðið við Áka Olsen og Heina Hanus- arson sum stóru profilunum gjørdist føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 1978. Buldur og brak Og í ávísan mun vakti spæ- lið sunnudagin eisini minn- ir um kraftmikla spælið frá meistaraárinum. Ferð og megi var á spæl- inum frá fyrsta bríksli, og flestu vestmenningarnir í høllini mundu gruna ilt, tá tað longu eftir fyrstu 40 sekundini stóð 0-2 á mál- talvuni. Ikki tí tað í sjálvum sær er nøkur ræðandi støða í einum hondbóltsdysti á 60 minuttir, men meira mátin, sum hetta hendi uppá. Dragisa Stojovic, sum ofta hevur lyndi til at brenna eins nógv, sum hann skorar, tóktist als ikki vera til at steðga. Uppspælið gekk kvikliga fram við verjuni, og tá so stóri 9’arin fór uppfrá, tóktist guli verjugarðurin als ikki til reiðar at fygja honum. Ein lítil vend kom tó í, tá støðan vísti 2-6. Neistin hevði møguleikan at økja, men tá Blagoje Buha mis- nýtti brotskast, og VÍF skor- aði við mótálopi, kom lív í høllina. Trý VÍF-mál afturat skaptu javnvág í, men tað var alla tíðina, sum hevði Neistin yvirtakið. Eins og í eini kappkoyring millum ein hálvdýran Ford og so ein Ferrari. Tað kann væl vera, at Ford’urin er ein góður bilur, men italska flaggskip- ið hevur gjarna nakað nógv fleiri hestar og cylindarar at koyra uppá, og soleiðis var eisini við Neistanum. Við framúr verju- og málverjaspælið steðgaðu teir málskjótingini frá vest- menningunum, og spaku- liga fóru teir aftur at toga frá. Og nú komu málini úr øllum ættum. VÍF var ann- ars so smátt um at fanga Dragisa, men tað skapti rúmd fyri øðrum leikarum, og í mun til fleiri aðrar dystir í ár, so dugdi Neistin nú eisini at gera sær dælt av hesum. Og tað var nú aftur sjónligt, hvør kanska størsti trupulleikin hjá VÍF er. Spælið gongur snøgt sagt ov seint fyri seg. Skotstyrkini bilar einki, men tá mót- støðuverjurnar eru væl skip- aðar, megnar liðið í alt ov lítlan mun at spæla tunt, og tí endaðu álopini ofta við ov tunnum royndum av veing- inum, ella gjørdist talan eis- ini um skotroyndir frá leikarum, sum vóru undir stórum trýsti, og sum tí ikki gerast so trupul hjá málverj- anum, sum tær helst skulu vera, um nakað munagott skal spyrjar burturúr. Tað hóvaði heldur ikki heimaliðnum serliga væl, at dómararnir konsekvent vístu tveir fingrar, tá togað varð í troyggjuna, og við fleiri yvirtalsstøðum á rað megnaði Neistin veruliga at rykkja. 8-9 broyttist til 9- 12, og tá Áki Mørk so við tveimum góðum málum setti punktum fyri hálv- leikinum, stóð greitt, at VÍF nú hevði eitt heilt fjall av mótbrekku undan seinastu 30 minuttunum. Tungt í brattlendi Vestmanna er soleiðis lag- að, at brattlendið er ein partur av gerandisdegnum, og fyrstu løtuna eftir stegð- in tóktist tað eisini so, at VÍF ætlaði at vinna á hesum. Fyrst og fremst fingu teir nú verjuna at koyra, soleiðis at Neistin at kalla ikki kom ígjøgnum, men í hinum end- anum stóð tó einki til. Fyrst og fremst orskað av livandi múrinum í Neista-málinum, har Zeljko Jotic helst man vera sterkur kandidatur til heitið sum ársins málverji, og tá Neistin so aftur eksploderaði, skrædnaði av álvara. Heini Hanusarson hevði fram til tá annars gjørt mest um seg við framúr verjuspælið, har hann til fulnar gjørdi nýtslu av góða fysikkinum, og nú fór hann so eisini í holt við málskjót- ingina, sum hann aloftast verður settur í samband við. Dragisa var skjótur at taka táttin upp eftir liðfelagan. Eitt korter fyri leiklok vóru tíggju mál á muni. VÍF hevði fram til hetta skotið ellivu mál, og megn- aði Neistin bara at halda sama talinum seinastu fimtan minuttirnar, so var dysturin at kalla vunnin. Ein lítla løtu megnaðu vestmenningarnir tó at skap ein farra av spenningi í aftur. Við mansverju av Dragisa og Heina fingu teir forða vandamestu Neista- monnunum, og við fýra málum innan eins nógvar minuttir tóktist kósin vera rættað nakað. Men tað var ikki stórt øðrvísi enn kenslan, tá tú undir einum køldum fjall- túri pissar í buksurnar til tess at fáa hitan. Neistin fekk aftur glið á, tað spælið varð umskipað nakað, og tá VÍF síðani sleptu mans- verjuni, var leyst og liðugt. Uttan stórvegis hóvasták kundi nýggja oddaliðið koyra sigurin heim, og tá blá/hvítu áskoðararnir í bláum búnum fóru marsjer- andi kring vøllin í sonnum sigursrúsi, var eingin, sum mutaði ímóti. Bíðað varð bert eftir seinasta floytinum úr klokkuni kortini. Ein gáva skal til Nú bert tvey umfør resta at leika, er einki at ivast í, at sigurin hjá Neistanum stað- festi, at teir nú eru fremsti avbjóðarin til FM-gullið. Ikki bara grundað á sigurin, men serliga á mátan, sum hann varð vunnin uppá. Megnar liðið at halda dampinum eins høgt uppi í teimum báðum seinastu dystunum móti Kyndli og H71, er ilt at ímynda sær, hvussu hesi skulu steðga stigasavningini. Ikki minst tí talan eisini var um eitt veruligt heildaravrik, har bæði álops- og verjuspæl var av høgum klassa, og har málverjin so sanniliga eis- ini fylgdi við, tá tørvurin á hesum var størstur. Hjá VÍF er spælið tó ikki heilt liðugt. Góði málmun- urin kann í øllum førum framvegis gerast tann trumfurin, sum kann geva avgerandi fyrimunin. Men teir kunnu so ikki longur sjálvir gera av, hvørt hetta verður støðan. Fyrst og fremst krevst, at Neistin tapir annan av teimum báð- um seinastu dystunum, samstundis sum VÍF vinnur sínar. VÍF hevur fleiri ferðir í ár fingið gávur av ymsum slag, og tó at lagið hjá stóru áskoðarafjøldini var í botni sunnudagin, so hava gávur- nar til VÍF verið nógvar og stórar í ár, og kanska tann størsta enn er eftir í pos- anum. Dysturin í tølum VÍF-Neistin 21-28 (9-14) Málskjúttar VÍF: John Zachariassen 7, Sámal Joensen 4, Daniel Rápa 3, Áki G. Olsen 3, Ingi Olsen 2, Petur Frank Joen- sen 1, Johnny Joensen 1 Neistin: Dragisa Stojovic 8, Áki Mørk 5(1), Helgi Justinussen 3, Heini Hanusarson 3, Blagoje Buha 2(1), Karl Oddmar Rasmussen 2, Helgi Michelsen 1 Brotskøst: VÍF 1, Neistin 7 Útvísingar: VÍF 6, Neistin 1 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Hildu eina greiða linju gjøgnum allan dystin, og ikki minst í seinna hálv- leiki gav hetta eisini úrslit í munandi betri disciplini í spælinum á vøllinum. VÍF-Neistin 21-28 (9-14): Blá minni um 2000 Við Karl Oddmari aftur sum primus-motor í verjuni, eydnaðist Neistanum at vinna ein sannførandi sigur á VÍF, og harvið mugu teir bláu nú taka við favoritt- heitinum til FM-gullið Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24