Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2004 23 StÍF-H71 29-33 (14-14): Punkteraðir strandingar Talan verður eftir øllum at døma ikki um heiðursmerkir til StÍF, sum púrasta hevur mist luftina HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Strandingar mistu av álvara takið í oddastríðnum, tá teir seinasta vikuskifti taptu heldur óneyugt fyri Neist- anum, og nú tykist heldur ikki bronsan at vera nakað, sum tosað verður um á Skála. Tann møguleikan hevði liðið annars góðar møgu- leikar at røkka við liðum sum H71 og KÍF eftir á dystarskránni, men at einki kemur av sær sjálvum, var dysturin móti H71 eitt gott dømi um. Koppaði Fyrstu løtuna var annars ikki nógv, sum bendi á, at hoyvíkingar skulu geva heimaliðnum nakrar sum helst trupulleikar yvirhøv- ur. Ta einu løtuna vísti mál- talvan í høllini 7-1, men síðani fór at ganga skeiva vegin. H71 vant seg alt meira upp, og tó at strandingar svaraðu aftur soleiðis av og á, so var hetta ikki nóg mik- ið at steðga heimaliðnum. Undan steðginum høvdu teir vunnið seg upp á javnt, og tó at StÍF nú royndi at halda fast, so punkteraði av álvara eftir steðgin. Serliga hevði heimaliðið trupulleikar av Henrik Gerster, og tá stóri danin seks ferðir á rað høgdi bólt- arnar inn í StÍF-málið, stóðu trupulleikarnir mál- aðir við ljósareyðari skrift á vegginum. Og sjálvt um strandingar- nir eftir hetta royndu at bøta um skaðan, so var tað ov seint. Hoyvíkingarnir stríddust manniliga fyri at halda fast um leiðsluna, og hetta eydnaðist teimum eisini. Einki meistaraspæl Við sigrinum slapp H71 sær av botnsessinum, sum liðið hevur átt at kalla alt kappingarárið, og spurn- ingurin er nú, hvørt teir megna at lyfta seg enn meira. Komandi dysturin verður móti kollfirðingum, og har tykist vónirnar fyri stigum ikki at vera ongar. Seinasta uppgerðin verður móti Neistanum, sum tá kanska spælir fyri gullin- um, og so verður spurning- urin, hvørt hoyvíkingar eis- ini kunnu basa bláa havnar- liðnum, eftir at teir meira enn nakar annar hava spilt stóran part av spælinum hjá Kyndli higartil. Hjá StÍF tykist árið hin- vegin vera mest sum liðugt. Enn hevur liðið kanska møguleikan at vinna sær bronsuna, um talan verður um sigur á VÍF næsta um- far, men hóast hetta, so tykist tað greitt, at StÍF í ár ikki hevur somu styrkina, sum liðið áður hevur havt. Skaðar hjá lyklaleikarum hava sjálvandi sín part av frágreiðingini í hesum, men yvir høvur hevur tað verið ein trupulleiki, at liðið alt ov sjáldan hevur funnið kvika og undirhaldandi spælið frá meistaraheitun- um í 2003 og 1999 fram. Liðið hevur annars fleiri leikarar, sum megna hend- an leikháttin, men denturin hevur í nógvar mátar verið lagdur aðrastaðni á vøllin- um. Eitt nú hevur verjuspæli í nógvum førum verið væl betri, enn tað var í meist- araárunum, men tá liðið kortini ikki megnar at skjóta nóg nógv mál, so er ætlaði vinningurin av hes- um ikki vorðin sjónligur. Í øllum førum ikki á talvuni. Heilt uttan heiður fer liðið tó ikki úr kappingini. Sum kunnugt, so vann liðið steypakappingina fyrr í ár, og við hesum hevur liðið í seks ár vunnið fimm steyp umframt at teir tvær ferðir hava verið tapandi steypa- finalistar, so størri enn tað sama er kreppan á Strond- um tó ikki. Dysturin í tølum StÍF-H71 29-33 (14-14) Málskjúttar StÍF: Alexandur Johansen 11(2), Sveinur Justinussen 3, Bent Djurhuus 3(1), Art- ur Johansen 3, Borgar Danielsen 3, Leivur Justin- ussen 2, Pauli Hansen 2, Mihai Marinescu 1, Andre F. Danielsen 1 H71: Henrik Gerster 14(2), Halgir Dahl Olesen 8, Johnny Durhuus 3, Niels Viggo Niclassen 3, Christian Eli Zachariasen 3, Bárður Brimvík 1, Anfinnur N. Debess 1 Brotskøst: StÍF 5, H71 2 Útvísingar: StÍF 2, H71 5 Diskvalifikatión: H71 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Greg- oriussen Strandingar tykjast púrasta punkteraðir, og eftir ósigurin fyri H71 tykist ilt at hóma bronsumerkini 23 22 Nr. 57 - 23. mars 2004 VÍF-Neistin 35-26 (17-14): Tepur stórsigur Tað var ikki fyrr enn seinastu minuttirnar, at VÍF ognaði sær sigurin á Neistanum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Millum eginleikarnir, sum eitt oddalið í hondbólti skal hava, eru tað serliga tveir, sum ofta gera av, hvør verð- ur vinnarin eftir 60 minuttir. Tann fyrri er orkan. Ein gamal sannleiki er, at um tú ikki orkar at spæla, so dugir tú heldur ikki, og tað sigur seg sjálvt, at grundstøðið í orkuni skal vera hampuliga høgt, um tú skalt stríðast í 60 minuttir á tamb. Seinni eginleikin er minst líka týðandi. Nevn- liga tann at halda høvdið kalt í avgerandi løtunum. Oftani verður tikið til, at hondbóltsdystir mest sum altíð verða avgjørdir sein- astu 10 minuttirnar, tí tað er her, at mistøkini av álvara sýna, hvør parturin kann halda høvdinum kalt, og ikki minst, hvør parturin hevur orku til at seta eyka á seinastu løtuna. Bronsan í vanda Kvinnudysturin í Vest- manna var ein av teimum, har júst hesir báðir egin- leikarnir komu týðiliga til sjóndar. Fyrstu 50 minuttir- nar høvdu Neista-kvinnur- nar hildið VÍF í stuttum tjóðuri. Kanska var tað megin- partin av tíðini so, at tað var VÍF, sum var frammanfyri, men heilt leysar sluppu tær tó ongantíð. Okkurt skifti hevði munurin annars verið eini fýra mál, men hvørja ferð VÍF hevði hug at toga seg avstað, svaraðu tær bláu aftur. Ikki minst takkað ver- ið Susan Brockie, sum hendn dystin sýndi, at tað so sanniliga ikki bert er í verj- uni, at hon hevur gott hegni sum hondbóltsleikari. Stóran part av seinna hálv-leiki var tað kanska eisini Neistin, sum var størsta hóttanin. Tær fingu í løtum verjuna at rigga heilt væl, og tá tær við tryggum álopsspæli ikki góvu VÍF møguleika til drepandi kontra-spælið, mundu heimaáskoðararnir í longum løtum sita sum á nálum, nú tað kanska eisini bendi tann vegin, at heldur ikki bronsan skuldi gerast til nakað í ár. Grundleggjandi lærdómurin Fleiri ferðir hevði Neistin hótt við at fara framum, men tær komu ikki longur enn upp til javnt, og so var tað, at hatta við at halda høvdinum kalt gjørdist aktuelt. Neistin hevði annars vun- nið seg upp á 25-25, tá VÍF svaraði aftur við tveimum málum á rað. Enn vóru tíggju minuttir eftir at leika, men skal metast eftir spælin- um hjá teimum bláu, so vóru tað kanska bert tveir min- uttir eftir. Full ferð - meira enn leikararnir megnaðu - varð sett á, og fleiri ferðir á rað gav hetta úrslit í mistøk- um, sum VÍF væl og virði- liga fekk gjørt sær dælt av. Neistin skoraði bara eina ferð afturat, tað sum eftir var av dystinum, og so hvørt sum sekundini daral- aðu uppeftir, fall mótið hjá Neistanum bara niðureftir. Seinastu løtuna tóktist tað, sum vóru leikararnir longu ávegis undir brúsuna og til Havnar, men tá var tað heila avgjørt kortini. VÍF fekk ein sigur, sum í tølum gjørdist nógv trygg- ari, enn hann í veruleik- anum var, og ognaðu tær sær við hesum bronsu- merkini. Neistin fekk ein skúlatíma í lærdóminum um, hvussu stórur týdning- urin av teimum báðum hornasteinunum í hondbóltsspælinum er. A: At kropsliga orkan er nóg stór. B: At halda høvdinum kalt, tá mest stendur á. Dysturin í tølum VÍF-Neistin 35-26 (17-14) Málskjúttar VÍF: Ioana Rápa 13(5), Sóley Mikkelsen 8(1), Fríða Marjunardóttir 6(1), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Jacklin Durhuus 2, Irina Radovici 2 Neistin: Simona Dziugyte 9(3), Lina Andriulyte 6, Susan Brockie 5, Marjun Tróndarson 4, Lív Sørensen 2(1) Brotskøst: VÍF 7, Neistin 8 Útvísingar: VÍF 5, Neistin 3 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Góðkent avrik utt- an teir stóru trupulleikarnar. Tað eudnaðist VÍF at tryggja sær bronsuna sunnudagin Mynd: álvur Haraldsen C M Y K 22 MENNINGARLEIÐARI VIÐ VISJÓNUM Visjónin hjá Føroya Sparikassa er at vera brúkaravinaligasti peninga- stovnur í Føroyum. Í Sparikassanum starvast 172 fólk á 16 deildum kring um í landinum. Á deildunum veita vit ráðgeving og selja fíggjarligar tænastur, har aðalvirðini eru tryggleiki og brúkaravinsemi. Á menningardeildini, Yviri við Strond 2, starvast 8 fólk. Reproz Vit sóknast eftir leiðara til nýggju menn- ingardeild okkara. Menningarleiðarin gerst partur av einari fyritøku við hugsjónum og málum innan prosess- og produktmenning. Fyritøkan skal støðugt mennast, so Sparikassin eisini í framtíðini megnar at veita kundunum framúr góða fakliga og persónliga ráðgeving. Fyri at røkka hesum málum krevst ein góður og sjálvstøðugur menningarleiðari við hóskandi útbúgving og royndum á KT- og fyrisitingarøkinum. Ynskiligt er at um- søkjarar hava royndir frá peningastovni, projekt- og leiðsluroyndir. Uppgávurnar hjá menningarleiðaranum verða at hava dagligu leiðsluna og at skipa arbeiðið á KT- og fyrisitingarøkinum. Menningardeildin mennir og røkir tøkni- liga samskiftið, virkisgongdir og tænastur í tøttum samstarvi við stáps- og rakstrar- deildir Sparikassans. Menningarleiðarin hevur, við tilvísing til stjórnina, ábyrgdina av KT- og fyrisitingar- politikki Sparikassans – herundir strategi, bygnaði, virkisgongdum og trygd innan økið. Trivnaðurin og arbeiðsgleðin millum starvsfólkini hevur avgerandi týdning fyri Sparikassan, og á hesum økjum skal menningarleiðarin vera virkin. Evnini at samstarva, samskifta og virka í einum umhvørvi, sum støðugt broytist, mugu vera góð. Vit ynskja okkum eina eldsál, ið eggjar øðrum til og torir at ganga á odda. Umsøkjarin skal vera sinnaður at menna seg bæði fakliga og persónliga. Starvið verður lønt sambært avtalu. Áhugað eru vælkomin at venda sær til Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðara, tel 348510 marjun.eystberg@sparikassin.fo ella til Marner Jacobsen, forstjóra, tel 348571. Umsóknir skulu verða Sparikassanum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 7. apríl 2004. Tær skulu stílast til: FØROYA SPARIKASSI Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari Yviri við Strond 2 FO-100 Tórshavn