Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2004 21 Nr. 57 • týsdagur • 23. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo FSF-Soap FSF Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Omanfyristandi lýsing er sjálvsagt tikin úr huga- heiminum hjá blaðmann- inum, men hon kundi eins væl verið tikin úr lýsingar- torginum, sum er partur av umslagnum kring Ítróttar- sosialin. Tí tað er ein sannroynd, at formansvalið í FSF alt meira ber brá av eini illa vandari soap-opera, har óvæntaðu snaringarnar eru nógvar í tali, og har eingin tykist vita, hvat dagurin í morgin hevur at bjóða. Higartil Upprunin til málið er at finna heilt afturi í februar í fjør, tá vánaliga samstarvið í nevndararbeiðinum førdi við sær, at ein innanhýsis semja varð gjørd um, at Dánjal Andreasen ikki still- aði uppaftur til formans- valið. Í november mánaði tók máli tó eina vend, tá Dánjal á fundinum við feløgini boðaði frá, at hann so av- gjørt ætlaði sær at stilla uppaftur, og at hann ikki visti, hvaðani søgurnar um tað øvugta vóru komnar. Ein meiriluti í nevndini royndi eftir hetta fleiri ferð- ir at fáa Dánjal at broyta støðu, og ósemjan gjørdist til opið stríð í januar mán- aði. Tá boðaði ein meiriluti í nevndini frá, at teir ikki tóku undir við Dánjali Andreasen, og at nevndin ístaðin peikaði á Rúna Heinesen sum nýggjan formann. Hendan støðan helt sær til dagin fyri, at freistin at seta fram nýggj valevni var lokin. Tá boðaði Rúni Heinesen frá, at hann kortini ikki stillaði upp. Einki varð sagt um orsøk- ina, men gitingar hava verið frammi um, at í Menta- málaráðnum vóru tey ikki fegin um, at hann ætlaði sær at røkja bæði formans- sessin í FSF og stjórasessin á Tekniska Skúla í Klaks- vík. Sama kvøld stóð eisini greitt, at Christian Andrea- sen hevði fingið nokk. Hann boðaði frá, at hann ikki ynskti at vera partur av FSF-nevndini longur, og í Sosialinum sendi hann eitt satt heglingsæl móti ver- andi formanninum, sum hann segði seg als ikki kunna liva við. Hetta fekk í hálvgum trettanda tíma nøkur feløg at taka seg saman, og um midnáttar- leitið á seinasta degnum varð faks sent FSF-skriv- stovuni, har boðað varð frá, at Frithleif Olsen úr Rituvík var í uppskoti sum for- mansevni. Í kjalarvørrinum av hes- um stóðst stórt kjak, og at enda segði Dánjal Andrea- sen, at hansara persónur ikki skuldi forða fyri nakr- ari semju millum feløgini, og tí tók hann seg av list- anum. Ætlaða kampvalið varð av ongum, men á aðal- fundinum stóð nú greitt, at feløgini vildu hava kamp- val. VB setti fram uppskot um, at aðalfundurin varð niðurlagdur, tá komið varð til nevndarvalið. Felagið ynskti, at hava fleiri evni at velja ímillum, og undir- tøkan fyri hesum gjørdi, at nýggjur fundur varð ásettur til leygardagin, sum nú er farin framvið. Undan hesum hevði Óli tikið av, tá sumbingar heittu á hann um at vera í uppskoti, og fram til seinasta týsdag tóktist feløgini so fáa sín vilja. Stríðsval skuldi vera, har tveir kandidatar skuldu dystast um, hvør teirra skuldi gerast formaður. Hetta var tó bert støðan fram til týsdagin. Tá hevði Frithleif Olsen tikið avgerð um, at hann heldur tók sessin sum nevndarformaður í Sparikassanum, og so var støðan aftur hin sama. Ein støða, sum nú fekk fleiri feløg at taka seg saman, soleiðis at aðalfundurin enn einaferð kundi útsetast. Sum skilst, so eydnaðist eisini at fáa uppbakning frá fleiri av teimum, sum atkvøddu fyri uppskotinum hjá VB á sinni, og eisini vágbingar sjálvir vóru við í kórinum, sum bóðu um enn eina útseting, og hana fingu teir. Fríggjakvøldið boðaði Dánjal Andreasen sjálvur frá í kunngerð, at aðalfund- urin var útsettur, og um vikuskiftið kundi á heima- síðuni hjá FSF lesast, at nýggjur aðalfundur verður hildin 3. apríl, og at upp- skot til nevndarval skal vera FSF í hendi í seinasta lagi 25. mars. Ikki ráð til verandi støðuna Tað er so søgan higartil, og spurningurin er so, hvussu næsti parturin av fram- haldsrøðini verður. Men hvussu víkir og vendir, so er verandi støðan í føroyska fótbóltsheimin- um lítið sømandi fyri eitt sersamband, sum skal bera orð fyri at vera tað mest professionella í landinum. Professionelt ella ikki, so tykist ein ávísur tvídráttur í løtuni at fara fram innan felagsskapin. Ein tvídráttur, har tað onkursvegna tykist vera ein uppgerð við for- tíðina, sum stendur í fokus. Ella kanska eitt framhald av teirri miðvísu útskifting, sum hevur verið av nevnd- arlimum seinastu aðalfund- irnar. Her er tann »gamli« bólkurin av feløgum iva- leyst fyri, at Óli Holm fær sessin nú í tvey ár, soleiðis at eina meira rólig yvir- gongd kann tryggjast, meðan hini feløgini helst vilja hava nakrar broytingar at henda her og nú. Mitt í hesum togarínum eru so eisini spurningar um Svangaskarð kontra Tórs- vølli eins og leikluturin hjá aðalskrivaranum drignir uppí, men spurningurin tykist vera, hvørt føroyskur fótbóltur hevur ráð til slíkt trætumál og slíkar ósemjur, sum ein slík togtogan kann skapa. Eisini upp á longri sikt. Tað kann væl vera, at ósemjurnar gera seg væl út á forsíðunum í ikki bara hesum blaðnum, men upp- gávan hjá FSF er ikki at selja bløð og skapa yvir- skriftir. Hon er at virka føroysk- um fótbólti at frama, og við teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman, er stóri spurningurin helst, hvussu leingi feløgini kunnu liva við, at alt upplandið liggur brakk. Stórar avgerðir skulu framvegis takast, og tí er helst meira neyðugt nú enn nakrantíð, at ein samlaður føroyskur fótbóltsheimur setir seg saman at viðgera støðuna. Er nakar møgu- leiki at finna eina breiða semju fyri, hvussu farast skal fram hiðani og fram- eftir, so eigur hendan at verða funnin, heldur enn at fara út í eitt stríðsval, har ein stórur minniluti eftir øllum at døma fer at standa sum taparin. Ein støða, sum neyvan er mennandi fyri samstarvið millum feløg- ini. Komandi dagarnir fara at vísa, hvørt feløgini eru sinnað at virka fyri hesum, og undir øllum umstøðum má tað sigast, at tað nú stendur á jøvnum, 1-1. Hetta soleiðis, at tað neyv- an kemur upp á tal við enn einari útsetan av aðal- fundinum. Og tí fer tað helst at standa greitt tann 3. apríl - og kanska áðrenn tað - hvør verður nýggi før- oyski fótbóltsbossurin. Confused? You won’t be after this episode of - SOAP. Ein fyri og annar eftir eru toppkandidatarnir til tøka formanssessin í Fótbóltssambandinum falnir frá. Hósdagin er fyri triðju ferð seinasta freist at seta fram nýggj uppskot til formanssessin, og kanska fæst tá greiða á, hvør verður komandi bossurin í føroyska fótbóltsheiminum Eftirlýsing: Sóknast verður eftir formanni. Evni at samstarva og samskipa eru týðandi førleikar, eins og viðkomandi eisini má duga at fáa ein breiðan meiriluta aftan fyri seg. Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Fótbóltssamband Føroya C M Y K 20 ELDING Í SMS ELDING EYSTUROY ELDING KLAKSVÍK • TEL 319697 • TEL 449697 • TEL 479697 • TEL 319697 • TEL 449697 • TEL 479697 ANNA VANN turkitrumluna! Her fyri høvdu vit eina spurnarkapping, har ein Zanussi TD 4100 turkitrumla var at vinna. Tað er í sambandi við at Annika Hjaltalin, lærlingur í Elding, skrivar høvuðsuppgávu. www.elding.fo www.elding.fo Anna Herup Høgnesen var hepni vinnarin av Zanussi TD 4100 turkitrumluni. Her handar Annika Hjaltalin lærlingur í Elding, Annu turkitrumluna. BERGEN-CRUISE Fyri hvønn Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4 koyggjukamari innan við wc/bað. Hartil 2 nætur á hotelli í Bergen í dupult- kamari við wc/bað. Eykaprísur er fyri onnur kamarsløg 1.260,- Farið verður av Havnini hóskvøld og komið verður til Lerwick fríggjamorg un kl 8.30. Í Het- landi hevur tú uml. 2½ dag at hugna tær í. Farið verður avstað aftur sunnukvøld og kom- ið verður á Havnina mánamorgun kl. 6.00. Í Hetlandi er vøkur náttúra og hóp in av áhuga verdum støðum at vitja. -CRUISE Fyri hvønn Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4 koyggjukamari innan við wc/bað. Hartil 2 nætur á hotelli í Hetlandi í dupult- mari við morgunmati. ykaprísur er fyri onnur kamarsløg 1.500,- BERGEN – býurin millum tey sjey fjøllini. Lítandi o fjallinum Fløjen, spákandi niðri á bryggj uni fram við gomlu litríku timburhúsunum, ella hvar vit enn eru, so er Bergen ein sera vakur og hugtakandi býur. Havið hevur í øldir knýtt býin til umheimin og gjørt Ber gen til ein miðdepil fyri samhandil og ment an. J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Mini-Cruise úr 600,- Loyv tær eina hugna liga Mini-Cruise ferð við Norrönu Prísirnir eru hesir: 4-koyggjukamar við wc/bað, innv. kr. 600,- 4-koyggjukamar við wc/bað, útv. kr. 700,- 3-koyggjukamar við wc/bað, innv kr. 800,- 3-koyggjukamar við wc/bað, útv. kr. 900,- 2-koyggjukamar við wc/bað, útv. kr. 1000,- Prísurin fatar um ferð fram og aftur á farleiðini Tórs- havn-Hanst holm, Tórshavn-Bergen ella Tórshavn- Seyðis fjörður (matur og drykkju vørur ikki íroknað). cruise-ferð um. MINI-CRUISE Á túrinum 25/3 til 29/3 spæla HAVKALLAR við Ronnie Nielsen, Sámal Ravnsfjall og Kolbein Simonsen Ferðirnar eru galdandi restina av vetrar sigl ingar skeiðnum, t.v.s. til 29. apríl.