týsdagur 23. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 57 - 23. mars 2004
Nr. 57 - 23. mars 2004
19
Millum alskyns
klædnabúnar, leidn-
ingar, spegl, stólar og
smyrslborð var ferðin
eins stór handan leik-
tjøldini sum á palli, tá
Sosialurin hóskvøldið
var "backstage" undir
seinastu sýning av
sangleikinum "Jósef
og ótrúliga litfagra
dreymakotið". Tó
merktist, at talan
loksins var um
seinastu sýning
JÓSEF
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Tá komið var inn í fyri-
reikingarrúmini
handan
pallin hjá manningini í
sangleikinum um Jósef
skuldu vit ikki trúð, at enn
ein stór og krevjandi fram-
førsla fór av bakkastokki
um fáar minuttir. Leikarar,
sangarar, kór, tónleikarar,
dansarar og fyrireikarar
tyktust als ikki vera merkt
av nervum, hóast 400
spentir áskoðarar, sum við
bit og slit høvdu fingið
hendur á seinastu atgongu-
merkjunum, bíðaðu hinu-
megin. Avslappandi og
róligi stemningurin hevur
kanska sína frágreiðing, tí
hóskvøldið var nevniliga
seytjanda ferðin, at ungu
leikararnir framførdu stóra
sangleikin. Eg fekk at vita,
at stemningurin hevði verið
nakað spentari, hevði eg
vitjað fáar minuttir undan
aðalroyndini…
Ferðmikið
Men so fór niðurteljingin
veruliga í gongd, og millum
alskyns
klædnabúnar,
leidningar, spegl, stólar,
borð
og
smyrsl
kom
knappliga lív í kaotiska
rúmið. Jósef trein loksins á
pall fyri seinastu ferð, og
brádliga runnu dansarar og
leikarar aftur og fram við
fullari ferð av og á pallin.
Skundurin millum senurnar
var øgiligur, tá smyrsl og
búnar skuldu skiftast út, og
ikki var gott at vera fyri, tá
leikarar høvdu fá sekund at
gera seg til reiðar til næsta
brot í leikinum.
Tað tyktist tó heldur vera
"system i rodet" enn "rod i
systemet" backstage hetta
hóskvøldið, tí tað gekk sera
skjótt hjá ferðmiklu og
strongdu leikarunum at
tilbúgva seg til næsta brot á
glamourøsa pallinum. Tað
merktist tó, at vit vóru til
staðar undir sjálvari sein-
astu sýningini, tí álvarsemi
og traditionellur seriøsi-
tetur vóru ikki í hásæti. Við
jøvnum millumbilum rung-
aði láturin handan leik-
tjøldini, og fólk fnisaðu,
tvætlaðu, flentu og prátaðu
í smáu steðgunum um alt
annað enn sjálvan leikin.
Jú, týðiligt var, at hvør
rørsla, hvør gerð og hvør
regla eftirhondini var so
vand, at eingin orsøk var til
nervar, og uttan nakra hjálp
frá leiðarunum dugdu leik-
ararnir alla mannagongdina
uttanat.
Potifar fekk karm
Sum vant er seinasta sýning
eitt sindur øðrvísi, har
leikarar ikki taka tað heila
so tungt. Hóskvøldið var
einki undantak, og til
stuttleika fyri fleiri hevði
onkur t.d. lagt eina vatn-
ballón á stólin hjá sjálvum
Potifar, sum gjørdist renn-
vátur, tá hann frammanfyri
400 fólkum á palli setti seg
í stól sín, tó uttan at áskoð-
arar varnaðust.
Annars hoyrdist handan
pallin, at smyrsl og búnar
vórðu roynd á ein øðrvísi
og meiri skemtiligan hátt
undir endabrestinum, og
leikararnir skemtaðu sær
við ymsu eksperimentun-
um. Tó hevði onkur fyri-
reikari í øllum rokinum á
lofti, at nú skuldu øll líka
minnast, at fólk eisini
høvdu goldið fyri hesa
seinastu eykasýningina, og
at framførslan á ongan hátt
mátti gerast óseriøs. Sum
skilst tyktist seinasta fram-
førslan tó vera eins full-
fíggjað og tær, sum sein-
astu tvær vikurnar hava
fingið føroyingar í felag at
undrast og og gleðast um
stórsligna tiltakið.
So var steðgur hjá áskoð-
arum, men handan leik-
tjøldini var alt annað enn
steðgur. Í relativt tronga
rúminum tysjaðu ymsu
leikararnir aftur og fram
ímillum hvønn annan og
leitaðu eftir tí, tey skuldu
nýta. Onkur minti á, at
seinasti
steðgurin
var
komin,
og
í
fyrireikingunum til seinnu
hálvu góvu fleiri til kennar,
at nú gleddu tey seg bert til
endan.
Aftur gerandisdagur
Seinna helvt gekk eins
ferðmikil og fyrra, har fólk
runnu upp og niður og aftur
og fram í støðugari kapping
við avmarkaðu tíðina. Und-
ir longru steðgunum hjá
summum av leikarunum
góvu tey sær tó góðar
stundir at práta og flenna
uttan at hugsa um tað, sum
fór fram á palli. Men so var
brádliga boð eftir teimum,
og leiðin gekk aftur á pall-
in.
Sorgblíða og forloysandi
løtan var loksins komin, tá
leikarar, kór, dansarar og
tónleikarar loksins trinu av
upplýsta
pallinum
fyri
seinastu ferð, og fyri eini
standandi, klappandi og
týðiligt nøgdari fjøld var
endin komin á eini stórtíð
fyri manningina í sangleik-
inum og fyri føroya fólk.
Eftir leikin var lagið í
topp, og fólk hálsfevndust
og takkaðu hvørjum øðrum
fyri minningarríkt sam-
starv. Frá einum gerandis-
degi á stórslignum palli í
Norðurlandahúsinum fór
yvirgongdin nú fram til
"vanliga", gráa gerandis-
dagin, og tískil var talan
eisini um sorgblídni, nú
sterka eindin handan leikin
fór í upploysn og allir ein-
staklingarnir aftur skuldu
hvør til sítt.
Hóast ferðin var stór, stuttleikaðu tey sær handan leiktjøldini undir seinastu sýningini hóskvøldið. Her styrkir Høgni Reistrup seg við einum kaffimunni, meðan dansararnir í bakgrundini bíða
eftir næstu uppgávuni
Mynd: Finnur Justinussen
Stuttleiki, ferð og sorgblídni
- Hetta hevur verið eitt
ótrúliga mennandi tíð-
arskeið fyri meg bæði
sálarliga og sosialt, har
mørk eru flutt í mínum
lívið, segði ein bæði
glaður og syrgin Jó-
annes Lamhauge, sum
hevur havt høvuðsleik-
lutin sum Jósef. Hann
ásannar tó, at nógva
orkan hevur gingið út
yvir skúlagongdina
JÓSEF
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Jóannes Lamhauge hevur
seinastu
tvær
vikurnar
bergtikið føroyingar við
høvuðsleiklutinum
sum
Jósef, og tá vit fingu orðið
á hann eftir seinastu sýning
hóskvøldið, vóru kenslur
hansara blandaðar.
- Tað er gott, at alt er lið-
ugt, og at man nú kann
koma víðari, men sam-
stundis ræður í hesi løtu ein
sorgblíður
stemningur,
sigur Jóannes Lamhauge,
beint sum hann er komin av
pallinum fyri seinastu ferð
og verður hálsfevndur frá
høgru og vinstru.
Sosial og sálarlig
menning
Jóannes Lamhauge sigur, at
skúlin meiri ella minni hev-
ur verið við sviðusoð hesa
tíðina, Jósef og dreyma-
kotið hava kravt hansara
tíð, men harafturímóti hev-
ur hann fingið so nógv ann-
að týdningarmikið.
- Eg havi ígjøgnum verk-
ætlanina verið fyri eini
sosialari
og
sálarligari
menning, so tað gerst ikki
við, at tað hevur gingið út
yvir skúlan, tá eg eri vorðin
eitt so nógv ríkari menn-
iskja, sigur Jóannes Lam-
hauge.
Jósef, sum vit betri kenna
hann, hevði als ikki vænt-
að, at hann skuldi fáa leik-
lutin, og hevur hann als ikki
royndirnar til slík stór til-
tøk.
- Vit hava sungið á
onkrari café og okkurt líkn-
andi, men eg havi ongantíð
áður roynt nakað so stórt,
heldur høvuðsleikarin at
enda. Nú skal hann so aftur
liva ein gerandisdag sum
Jóannes Lamhauge og ikki
sum Jósef, hóast teir báðir
nú møguliga hava okkurt til
felags.
- Tað ljóðar møguliga
løgið eftir 17 sýningar
og nógva venjing,
men vit eru ikki
troyttar av sangun-
um, vit aftur og aftur
hava sungið, søgdu
tær báðar Erla Bech
Jensen og Ann
Chanett Danielsen
eftir seinastu sýning
hóskvøldið
JÓSEF
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
- Eg stúri fyri, hvat eg nú
skal gera, sigur ein glað og
rørd Ann Chanett Daniel-
sen fáar minuttir eftir, at
hon fyri seinastu ferð er
komin av palli á hesum
sinni. Tær báðar Ann Cha-
nett og Erla Bech Jensen
hava seinastu tvær vikurnar
sungið
søgugongdina
í
sangleikinum fyri áskoðar-
um og áhoyrarum, og sam-
an við Jóannes Lamhauge
(Jósef) hava tær verið
sjónligastu einstaklingarnir
í leikinum. Men eftir enda-
brestin hóskvøldið høvdu
tær als ikki mist hugin.
- Satt at siga eru vit ikki
troyttar av sangunum, vit í
mánaðir nú hava vant, sigur
Erla Bech Jensen, meðan
Ann Chanett nikkar sam-
tykkjandi. Tær upplýsa, at
tær hava vant sera nógv í
tveir mánaðir, men nú er alt
brádliga liðugt fyri yndi-
sligu sangfuglarnar.
- Hetta hevur verið ein
uppliving, eg ongantíð fari
at gloyma, og eg fari eisini
at sakna øll tey nýggju
fólkini, eg eri komin at
kenna, sigur Ann Chanett
Danielsen.
Stríðið vert
Erla Bech Jensen vísir á, at
øll tíðin undir venjingum
og fyrireikingum hevur ver-
ið alt stríðið vert.
- Tað hevur verið stutt-
ligt, strævið og avbjóðandi,
og nú eftir seinastu sýning
er tað bæði syrgiligt og
gott, staðfestir Erla, áðrenn
hon leggur afturat, at tað av
sonnum hevur verið ótrú-
liga litfagurt at luttikið í
sangleikinum"Jósef
og
ótrúliga litfagra dreyma-
kotið".
Tær báðar leggja tó aftur-
at, at uttan sersømdir frá
skúla
og
arbeiðsplássi
høvdu tær møguliga ikki
fullført krevjandi uppgáv-
una sum frásøgufólk og
harvið sum høvuðspersón-
arnir í stóra leikinum.
- Tilsamans hava 6450
áskoðarar verið til
sangleikin, og at-
gongumerkjasølan til
Jósef hevur ongantíð
gingið so skjótt áður,
sigur Herleif Hamm-
er, framleiðslustjóri í
sangleikinum
JÓSEF
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Herleif
Hammer
hevur
seinastu mánaðirnar verið
ein av høvuðsmonnunum
handan stóru verkætlanina
"Jósef og ótrúliga litfagra
dreymakotið". Sum fram-
leiðslustjóri hevur hann
havt úr at gera, og Herleif
ásannaði eisini, at tað hevur
verið strævið, tá vit hittu
hann backstage undir sein-
astu
framførsluni
hós-
kvøldið.
- Vit hava nýtt tímar
hvønn dag í Norðurlanda-
húsinum í nakrar mánaðir,
og á tann hátt er tað gott, at
alt nú er liðugt, segði ein
troyttur men nøgdur Herleif
Hammer. Umframt allar
venjingarnar hevur hann
saman við hinum fyrireik-
arunum staðið fyri til-
samans 17 sýningum í
Norðurlandahúsinum.
Frá smørtenori til
rokkara
Herleif Hammer greiðir frá,
at Norðurlandahúsið ong-
antíð áður hevur selt so
nógv
atgongumerki
so
stutta tíð.
- Tá vit lýstu við eyka-
sýningum, var bíðirøð langt
út í tún í Norðurlandahús-
inum, og 764 atgongumerki
vórðu seld innan fýra tímar,
sigur
framleiðslustjórin.
Hóskvøldið varð so enda-
bresturin hjá teimum yvir
100
fólkunum
handan
sangleikin, sum hava ar-
beitt
og
vant
síðani
desember.
- Tað er ikki frítt, at rødd-
in hjá fleiri av sangarunum
treingir til hvíld og er slitin
nakað gjøgnum krevjandi
framførslurnar. At byrja við
ljóðaði t.d. Jósef (Jóannes
Lamhauge) sum ein smør-
tenorur, men nú er hann ein
reinur
rokkari,
heldur
Herleif skemtandi fyri.
Eingin útgáva
Framleiðslustjórin handan
Jósef og hansara dreymakot
sigur, at føroyingar ikki
skulu vænta nakra tónleika-
útgávu av sangleikinum
eins og talan var um eftir
Skeyk sangleikin á sinni.
- Upphavsrætturin hjá
Andrew Lloyd Webber ger
tað alt ov kostnaðarmikið
hjá okkum at geva tónleikin
út, tí føroyski marknaðurin
er einfalt ov lítil, sigur
Herleif Hammer, sum nú
loksins sleppur at hvíla seg,
áðrenn farið verður undir
okkurt annað…
Jóannes Lamhauge:
Skúlin hevur verið forsømdur
– Hetta hevur verið ein sosial og sálarlig menning fyri meg, sigur høvuðsleikarin Jóannes
Lamhauge, sum her verður hálsfevndur eftir seinastu sýning
Mynd: Finnur Justinussen
Herleif Hammer, framleiðslustjóri:
Jósef sló øll met
- Tá vit lýstu við eykasýningum, var bíðirøð langt út í tún í Norðurlandahúsinum, og 764
atgongumerki vórðu seld innan fýra tímar, sigur framleiðslustjórin Herleif Hammer, sum her er
avmyndaður handan leiktjøldini undir endabrestinum hóskvøldið
Mynd. Finnur Justinussen
Erla og Ann Chanett, frásøgufólk:
Sangirnir gerast ikki keðiligir
– Tað hevur verið stuttligt,
strævið og avbjóðandi, og nú
eftir seinastu sýning er tað
bæði syrgiligt og gott, stað-
festir Erla Bech Jensen, sum
her er avmyndað hóskvøldið
á veg inn á pallin at syngja
Mynd: Finnur Justinussen
– Eg stúri fyri, hvat eg nú
skal gera, segði ein glað og
rørd Ann Chanett Danielsen
hóskvøldið fáar minuttir
eftir, at hon trein av palli fyri
seinastu ferð
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
19
18