týsdagur 23. mars 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 57 - 23. mars 2004
Nr. 57 - 23. mars 2004
17
Kandis koma til Føroya
Kendi danski dansi-
bólkurin Kandis kem-
ur á stutta vitjan í
Føroyum tann 7. mai
og spælt verður á
Hotel Føroyum. Sang-
arin í bólkinum er av
góðum bergi brotin
og er sonur kenda
sangaran Bjørn Han-
sen frá Bjørn & Okey
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tann 7. mai verður høvi at
fáa sær ein betri bita og ein
swing-om á Hotel Føroy-
um. Og tað verður kendi
danski bólkurin Kandis,
sum stendur fyri tónleikin-
um og teir borga fyri dansi-
vinarligum tónleiki. Bólk-
urin er millum mest um-
bidnu bólkar í Danmark og
er javnan á donku hittlist-
unum við løttum løgum, ið
falla væl í oyruni.
Kandis vitjar Hotel Før-
oyar tann 7. mai í ár og bert
tann eina spælingin er á
skránni hjá bólkinum á
ferðini til Føroya, tí bólk-
urin hevur úr at gera og skal
víðari á ferð beinanveg, tí
longu kvøldið eftir eru teir
á palli aftur í Danmark.
Eftir tí ið frættist, so er
bólkurin umbiðin eini 4 ár
frameftir.
Á Kandiskvøldinum á
Hotel Føroyum verður høvi
at fara út at eta og síðani
dansa og njóta tónleik á
høgum støði. Tað sigst, at
Hotel Føroyar hevur búgvið
borð hetta kvøld og møgu-
liga kemur kjøt av oksa úr
Koltri á borðið.
Av góðum bergi
brotin
Kandis er óivað best um-
tókta dansiband í Danmark
og teir hava eisini megna at
fáa fólk í næstu granna-
londunum at hava oyruni
opin fyri teirra tónleiki.
Bólkurin er stovnaður í
1989 og hevur givið út 13
fløgur. Sangarin, Johonny
Hansen, er sonur Bjørn
Hansen frá Bjørn & Okey -
ein bólkur, sum eisini í Før-
oyum hevur verið nógv at
hoyra. Harvið kann ikki
sigast annað, enn at hann er
av góðum bergi brotin.
Men hóast tungan arv at
lyfta, so er tað als ikki so, at
Johnny stendur í skuggan-
um av pápa sínum. Saman
við Kandis hevur hann
megnað at skapa sær eina
gylta lívsleið innan tónleik-
in og er søgan longu nú ein
søga um best umtókta
dansiband í Danmark í
fleiri ár.
Fríggjadagin 7. mai er
kvøldið, har ein hevur
møguleikan fyri einum
betri bita á Hotel Føroyum
og dansi við einum av bestu
dansibólkum
á
okkara
leiðum.
Meira fæst at vita um
Kandis við at leita á heima-
síðuni www.kandis.dk
Kandis koma til Føroya 7.
mai og spæla tá á Hotel
Føroyum. Bólkurin er
kendasti dansibandbólkur í
Danmark
One World Beat til-
takið fór av bakka-
stokki um allan heim
um vikuskiftið, men í
Føroyum var undir-
tøkan einki at reypa
av. Fyrireikararnir
eru glaðir fyri tann
stuðul, sum hóast alt
var og nakrar krónur
fara av landinum til
felagsskapin Keep A
Child Alive, men tað
stendur fast, at um
tiltakið verður aftur-
vendandi, so verður
tað ikki við somu
fyrireikarum, men
enn ber til at stuðla
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Føroyar vóru um vikuskif-
tið partur av alheims til-
takinum One World Beat,
ið er alheims tónleikafesti-
valur, har innkomin pen-
ingur fer til hjálpararbeiði
og í ár til børn, ið eru rakt
av AIDA/HIV.
– One World Beat Stuð-
ulstiltakið til frama fyri
HIV/AIDS rakt børn varð
hildin í yvir 50 londum 19.
20 og 21. mars. Innkomni
peningurin fer til felags-
skapin Keep A Child Alive,
arbeiðir fyri at upplýsa og
skaffa heilivág til HIV/-
AIDS rakt børn, sigur FUT
í tíðindaskrivi.
Ov fá tóku undir
Kaj Johannesen frá FUT
sigur, at manntómt var ikki
í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði, kanska eini 200
fólk hvørt kvøld, men stóra
fyrireikingararbeiðið hevði
lagt upp til fleiri fólk og
harvið størri stuðul.
– Greitt er, at talan er um
óheppið vikuskifti, tí tað er
mitt í mánaðinum, so tað er
harmiligt, at so fá nýttu
høvið at lurta og stuðla
góða endamálinum, tí sera
nógv
fyrireiking
hevur
staðist av. Men tað fara
hóast alt nakrar krónur av
landinum til Keep a Chilf
Alive, sigur Kaj.
Enn er ikki uppgjørt, og
eisini skal takast hædd fyri
fríum atgongumerkjum og
útreiðslum, men eittgott
skot er at siga, at einar
10.000 krónur fara úr Før-
oyum til AIDS rakt børn.
– Alt í alt kann sigast, at
tað kundu havt verið fleiri
fólk til tiltakið um viku-
skiftið, men vit fegnast um
tann stuðul, ið hóast alt var,
sigur Kaj.
Kunnu stuðla enn
Men tað stendur sambært
Kaj greitt, at hann ætlar sær
ikki at fyrireika sama til-
takið enn einaferð.
– Eingin tilburður av
AIDS hevur verið í Før-
oyum og tað sær út til, at
tiltakið er ikki viðkomandi
fyri føroyingar. Sera nógv
orku í fyrireikingararbeið-
ið, sum er líka stórt, um ein
ella fleiri koma til tiltakið.
- Eg ætli mær so ikki at
fyriskipa hetta aftur, stað-
festir Kaj, men hann minnir
á, at enn ber til at stuðla.
Atgongumerki
kundu
keypast í forsølu, men enn
ber til at stuðla við at keypa
atgongumerki í "baksølu",
minni Kaj á.
Í tíðindaskrivi takkar
FYT teimum, ið stuðlaðu:
Mentanarhúsið í Fugla-
firði var farna vikuskifti,
karmur um føroyska partin
av
tiltakinum.
Fríggja-
kvøldið spældu Paradox,
Sic, 48 Pages, Speaker og
Deja Vu. Leygarkvøldið
varð lagt út við Musikk-
Café, har Afenginn, Tey av
Kamarinum Martini Joen-
sen Band, Ronni og Sveinur
og Kristleif, vinnarin frá
Singer Songwriter kapp-
ingini undirhildu.
Tiltakið endaði við Stuð-
ulsdansi har Twilight og
Fluffy Toys endaðu eitt
væleydnað og stak hugna-
ligt kvøld.
FUT vil nýta høvi til at
takka øllum teimum sum
stuðlaðu og førdu tiltakið út
í lívið. Starvsfólkið í Ment-
anarhúsinum, høvuðsstuðl-
unum Føroya Bjór, Bónus,
Kongshavnar Útgerðarfel-
ag og Estra. Allan og Jenny
og tey, sum stóðu fyri mat-
gerðini. og øll hini, hóast
fá, møttu upp og harvið
stuðlaðu tiltakinum.
Høvi er enn at stuðla,
antin við at keypa eitt at-
gongumerki í "baksølu"
ella við at fara út á heima-
síðurnar www.keepachild-
alive.org ella www.one-
worldbeat.org og stuðla
beinleiðis, sigur FUT í tíð-
indaskrivinum.
Ov fá stuðlaðu AIDS tiltakinum
Teir víðgongdu pale-
stinsku felagsskapir-
nir lova at hevna
ísraelska morðið á
andaliga Hamas-leið-
aran Ahmed Yassin.
Tað var Ariel Sharon
sjálvur, sum gav boð
um at beina fyri tí
gamla leiðaranum
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Teir, sum tóku avgerðina
um at myrða Ahmed Yassin,
hava skrivað undir deyða-
dómin hjá fleiri hundrað
ísraelsmonnum, stóð í ein-
ari kunngerð, sum felags-
skapurin Hamas sendi út í
gjár.
Politiski formaðurin í
Hamas, Abdel Aziz al-
Rantissi, nú er bardagin
byrjaður av álvara.
- Teir hava myrt profetar,
og í dag hava teir myrt eina
islamska fyrimynd. Tað er
at senda Islam krígsavbjóð-
ing, segði al-Rantissi.
Líknandi hóttanir komu
frá øðrum palestinskum
felagsskapum.
- Nú eru vit í kríggi ímóti
Zions synum. Eyga fyri
eyga og tonn fyri tonn.
Hetta skal hevnast, segði
felagsskapurin Al Aqsa-
brigadurnar, sum legði
ábyrgdina á ísraelska verju-
málaráðharran, Shaul Mo-
faz.
Palestinsku sjálvsstýris-
myndugleikarnir fordømdu
alt fyri eitt morðið á Ahmed
Yassin, og Ahmed Qurie,
forsætisráðharri, segði, at
tað, sum ísraelsmenn hava
gjørt, er sera álvarssamt.
- Hetta álopið letur dyrn-
ar upp fyri sonnum ruðu-
leika, segði Qurie.
Verri enn at myrða
Arafat
Ísraelska útvarpið segði
beint eftir álopið gjára-
morgunin, at tað var Ariel
Sharon, forsætisráðharri,
sum persónliga hevði givið
herinum boð um at beina
fyri Ahmed Yassin.
- Hatta er ein vandamikil
avgerð, sum kann hava við
sær, at myndugleikarnir
missa tamarhaldið á støð-
uni, sigur stjórin á norska
friðargranskingarstovninu
m, Hilde Henriksen Waage.
- Ahmed Yassin var tann
týdningarmesti
andaligi
leiðarin hjá palestinunum,
og at at drepa hann er fyri
nógvum palestinum eitt
størri brotsverk enn at
drepa Yasser Arafat. Hetta
kann lættliga gerast dropin,
sum fær bikarið at flóta
yvir, sigur Hilde Henriksen
Waage við NTB.
Sjálv heldur hon, at ís-
raelsku
myndugleikarnir
gjørdu av at beina fyri
Yassin, áðrenn teir taka seg
úr Gaza-geiranum, sum teir
hava fráboðað. Tá ísraels-
menn tóku seg úr Libanon,
bleiv tað roknað sum ein
ósigur, og at Hamas hevði
vunnið. Tað skuldi ikki
endurtaka seg í Gaza,
heldur Hilde Henriksen
Waage.
UTTAN ÚR HEIMI
Máttmikil
fíggindi
Ahmed Yassin sat í
koyristóli og var næst-
an blindur, men hann
var ein av teimum
sterkastu monnunum í
Miðeystri og ein tann
argasti fíggindin hjá
Ísrael.
Ta seinastu tíðina
fekk
hann
altsamt
størri og størri vald og
ávirkan, tí alt fleiri
palestinar vendu sær
ímóti friðarætlanini.
Undirtøka
hansara
vaks eisini nógv aftan
á eina miseydnaða ís-
raelska roynd at beina
fyri honum í septemb-
er í fjør.
Ahmed Yassin var
føddur í Palestina í
1938. Sum smádrong-
ur var hann fyri einum
óhappi, sum gjørdi
hann lamnan, so hann
noyddist at sita í koyri-
stóli alt lívið. Men tað
tók ikki stríðsviljan frá
honum. Hann las á
einum lærdum háskúla
í Egyptalandi, men tað
var ikki fyrr enn undir
tí palestinska upp-
reistrinum í 1987, at
hann veruliga gjørdi
vart við seg.
Tá stovnaði hann
saman við øðrum fe-
lagsskapin
Hamas.
Árið eftir tóku ís-
raelsmenn Yassin, sum
fekk lívlanga fongsuls-
revsing. Men í 1997
varð hann latin leysur í
loysigjaldi fyri tveir
ísraelskar njósnarar.
Hann var sera væl um-
tóktur ímillum flestu
palestinar, tá hann
slapp
úr
ísraelska
fongslinum, og undir-
tøka hansara er eisini
vaksin nógv tey sein-
astu árini.
Ísraelsku myndug-
leikarnir mettu hann
sum sín argasta fígg-
inda. Tí royndu teir at
beina fyri honum í
september. Ta ferðina
miseydnaðist tað. Í
gjár eydnaðist tað so.
Kríggið ímóti Irak
hevur ikki gjørt
heimin tryggari at
liva í, sigur formað-
urin í ES-nevndini,
Romano Prodi
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Tað er greitt, at bardagin
ímóti yvirgangsmonnunum
er ikki vorðin lættari eftir
kríggið í Irak, segði Ro-
mano Prodi við ameri-
kanska
sjónvarpið
Fox
News sunnudagin.
Hann legði samstundis
dent á, at USA og Evropa
mugu standa saman í bar-
daganum ímóti yvirgangi,
sjálvt um partarnir eru
ósamdir um, hvønn týdning
kríggið í Irak hevur havt.
– Tað er umráðandi, at vit
ikki slaka fyri yvirgang-
inum, men tað ræður eisini
um at finna eina politiska
loysn, segði Prodi og vísti
á, at tað er neyðugt at loysa
teir trupulleikarnar, sum
elva til yvirgang.
Heimurin ótryggari eftir Irak-kríggið
Nú verður
kríggj
Andaligi leiðarin hjá Hamas-felagsskapinum, Ahmed Yassin,
doyði í einum ísraelskum álopi gjáramorgunin
Mynd: Reuters
Palestinar kanna staðið, har Ahmed Yassin varð myrdur
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
17
16