týsdagur 23. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 23. mars 2004
15
14
Nr. 57 - 23. mars 2004
Føroya Arbeiðara-
felag krevur, at helvt-
in av teimum ítróttar-
fólkum, sum koma til
landið, skulu hava
alment arbeiði, so at
tað ikki bara skal raka
tey tímaløntu verka-
fólkini
ÚTLENDSK
ÍTRÓTTARFÓLK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Útlendingar, sum koma
hendavegin í sambandi við
ítrótt ella í øðrum sam-
bandi, mugu ikki sleppa at
at taka arbeiði frá føroying-
um.
Tað eru tey samd um í
Føroya Arbeiðarafelag.
Á aðalfundinum í Føroya
Arbeiðarafelag um viku-
skiftið, var nógv tosað um
teir útlendingarnir, sum
koma koma til landið, eis-
ini teir, sum koma higar í
sambandi við ítrótt.
Andreas Berglíð úr Sør-
vági, reisti málið og hann
skeyt upp, at Føroya Ar-
beiðarafelag sendi lands-
stýrinum skriv. Og í tí
skrivinum skal verða kravt,
at helvtin av teimum út-
lendingum,
sum
koma
higar í sambandi við ítrótt,
og sum eisini skulu hava
arbeiði, skulu hava eitt
alment arbeiði.
– Í løtuni eru tað at kalla
bara á fiskavirkjunum, at
hesir útlendingarnir eru og
tað líkist ongum, at tað bara
skulu vera føroysk flaka-
fólk, sum missa arbeiðið, tí
at útlendskt ítróttarfólk
skulu hava teirra pláss.
– Tað líkist ongum, at tað
bara skulu vera flakafólk,
sum skulu merkja sviðan,
tá í útlendingar koma higar
at spæla bólt og skulu hava
arbeiði afturat. Tey, sum eru
alment lønt, skulu eisini
merkja, hvussu tað følist,
segði Andreas Berglíð.
Á aðalfundinum varð
samtykt, at Føroya Arbeið-
arafelag
skuldi
senda
landsstýrinum skriv við
hesum krøvunum.
Fáa onki at vita
Óli Johannesen úr Fugla-
firði skeyt upp, at Føroya
Arbeiðarafelag skuldi virka
fyri, at fakfeløgini eisini
skuldi fáa eitt tvítak av
arbeiðsloyvunum hjá hes-
um útlendingunum.
– Sum er, fáa feløgini
bara boð um, at viðkom-
andi er blivin limur í felag-
num. Men um hann ella
hon, hava arbeiðsloyvi,
sæst ikki.
Hetta fer Føroya Arbeið-
arafelag nú at arbeiða fyri.
Osmund Berg úr Skopun
vísti á, at fyrr fingu fak-
feløgini ein lista yvir teir
limir, sum vóru arbeiðs-
leysir. Men eisini tað er
steðgað. Sostatt er ómøgu-
ligt hjá fakfeløgunum at
fylgja við, hvørjir limir eru
arbeiðsleysir og tí ber til at
fáa útlendingar inn ímillum.
Ingeborg Vinther, sum
tað er ein gomul samtykt í
ALS, at tað eru bara ar-
beiðsgevarar, sum hava
brúk fyri arbeiðsfólki, sum
kunnu fáa listarnar yvir
arbeiðsleys.
– Arbeiðsgevari, sum
biðjur um ein lista við
arbeiðstøkum, tí brúk er
fyri arbeiðsfólki, skal boða
ALS frá, hvat slag av
arbeiði, talan er um og
hann skal vátta skrivliga, at
listin skal forkomast aftaná.
Hon helt kortini, at um-
boðini fyri fakfeløgini í
ALS áttu at roynt at fingið
hetta broytt, so at tað var
lættari hjá fakfeløgunum at
røkja síni áhugamál.
Gav baksláttur
Ingeborg Vinther segði
annars, at Føroya Arbeið-
arafelag hevði fund við
undanfarnu samgonguna
um útlendingaviðurskifti.
Fundurin var við Høgna
Hoydal, landsstýrismann í
útlendingamálum
og
Bjarna Djurholm, lands-
stýrismann í vinnumálum.
Føroya Arbeiðara-
felag heitir staðiliga
á Landsstýrið um
ikki at slaka krøvini
fyri at útlendsk
arbeiðsmegi kann
koma til Føroya
ÚTLENDINGAR Í
FØROYUM
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað skal ikki verða lætt-
ari hja útlendskari ar-
beiðsmegi at koma til
Føroya at arbeiða.
Tað heldur Føroya Ar-
beiðarafelag.
Á aðalfundinum í Før-
oya Arbeiðarafelag um
vikuskiftið,
samtykti
fundurin einmælt eina
yvirlýsing,
har
heitt
verður á landsstýrið um
ikki at linka treytirnar
fyri at útlendingar koma
til Føroya at arbeiða.
Aðalfundurin
hjá
Føroya Arbeiðarafelag
staðfestir, at arbeiðs-
loysið í Føroyum støðugt
økist.
Felagið sigur, at hend-
an óhepna gongd hevur
fingið fíggjarligar av-
leiðingar fyri alsamt
fleiri húski, og útlit eru
fyri at fleiri løntakarar
fara at missa arbeiði sítt.
– Aðalfundurin hevur
virðing fyri teimum út-
lendingum,
sum
eru
komnir til Føroya at ar-
beiða, og metir tað sum
eina sjálvfylgja, at hes-
um fólkum verður veitt
livilig kor.
– Hinvegin mugu vit
ásanna, at tað hvørki er
til gagns fyri føroysku
løntakarafjøldina, ella
útlendingar sum søkja
um at koma til landið, at
Landsstýrið í slíkum tíð-
um slakar upp á krøvini
fyri at fáa innferðar- og
arbeiðsloyvi í Føroyum.
– Aðalfundurin mælir
tí staðiliga landsstýr-in-
um og politisku flokk-
unum á Tingi til at bera
so í bandi, at ikki verður
slakað upp á krøvini til
at fáa innferðar- og
arbeiðsloyvi í Føroyum,
sigur
Føroya Arbeiðarafelag
minnir samstundis á, at
tað eru landsmyndug-
leikarnir
sum
hava
ábyrgdina av at skapa
karmar
sum
skulu
tryggja, at arbeiði er til
allar føroyingar, og hesa
ábyrgd vónar felagið, at
Løgtingið og Lands-
stýrið liva upp til.
Føroya Arbeiðaraelag
missir av og á tolið
við arbeiðsgevarum,
sum ikki vilja halda
sáttmálarnar og teir
hava fingið ta
seinastu ávaringina
ÓSEMJUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í seinastu hava onkrir ar-
beiðsgevarar fingið knívin
á barkan frá Føroya Ar-
beiðarafelag.
Nú aðalfundur hevur ver-
ið hjá Føroya Arbeiðara-
felag,
sigur
Ingeborg
Vinther, forkvinna, at í
allarflestu førum halda
arbeiðsgevarar sáttmálan
uttan trupulleikar.
Men tað eru eisini heilt
nógv dømi um, at ar-beiðs-
gevarar
royna
alskyns
kynstur fyri at snúgva sær
undan at betala sáttmála-
settu lønirnar.
Og í ávísum førum er
trupuleikin so stórur, at
arbeiðsgevarar hava fingið
knívin á barkan frá felag-
num og hava fingið eina
seinastu ávaring.
Tað merkir, at bróta teir
sáttmálan einaferð afturat,
verða teir boykottaðir uttan
nakra sum helst ávaring.
Í tí eina førinum hevur
Føroya Arbeiðarfelag hgavt
trupuleikar av einum ávís-
um arbeiðsgevara í fleiri ár.
Fyrst vildi hann ikki so
frægt sum gerast limur í
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hinvegin hevði hann eisini
fyri ein part fólk í arbeiði,
sum ikki vóru limir í
fakfelag og sáttmálan helt
hann als ikki
Tá setti Føroya Arbeið-
arafelag hart ímóti hørðum,
so hann noyddust at gerast
limur í
Arbeiðsgevarafelganum,
samstundis sum at ar-
beiðsfólkið varð skipað í
fakfelag. Somuleiðis fekk
hann boð um at halda sátt-
málan.
Ingeborg Vinther sigur, at
so var friður í eina tíð. Men
tað vardi ikki leingi, so
breyt hann aftur sáttmálan.
Hon sigur, at líka síðani
hevur nógv stríð verið av
hesum sama arbeiðsgevara.
Hann
brýtur
sáttmálan
javnan. Innímillum er so
friður, men ongantíð leingi.
Nú er tað so enda við, at
Føroya Arbeiðsgevarafelag
hevur fingið boð um, at
hesin ávísi arbeiðsgevarin
verður blokeraður alla-
staðni, verður ikki friður nú
og heldur hann ikki sátt-
málan hereftir.
Og tað verður uttan
fráboðan, leggur Ingeborg
Vinther afturat.
Hon sigur, at mark má
vera, hvussu langt, Føroya
Arbeiðarafelag
kann
toyggja seg.
Á aðalfundinum í
Føroya Arbeiðaraf-
elag leygardagin, tók
Marius Clementsen
av Sandi, seg úr
stjórnini
NEVNDARVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Marius Clementsen er ikki
longur stjórnarlimur í
Føroya Arbeiðarafelag.
Tað er greitt eftir aðal-
fundin í felagnum fríggja-
dagin og leygardagin.
Tá ið limir skuldi veljast
í stjórnina, var Marius
Clementsen av Sandi ein
av teimum trimum stjórn-
arlimunum, sum stóu fyri
vali.
Og tá boðaði hann frá,
at hann tók ikki við aftur-
vali.
Hann segði, at hann fylti
67 í næsta mánað og tí helt
hann, at tíðin var komin at
takka fyri seg og at lata
onkran yngri koma fram-
at.
Hann takkaði annars
øllum í stjórnini í Føroya
Arbeiðarafelag fyri gott
samstarv.
Marius
Clementsen
hevur sitið í stjórnini í
Føroya Arbeiðarafelag í
átta ár.
Tey, sum hava sitið í
stjórn saman við honum,
takkaðu honum somu-
leiðis fyri gott samstarv.
Tey vóru samd um, at
Marius hevði verið góður
at havt í nevndini og ikki
minst komu tey at sakna
hansara heilt serliga sans
fyri skemti.
Marius
Clementsen
hevur sitið í Stjórn Føroya
Arbeiðarafelags í átta ár.
Hann skeyt sjálvur upp
at velja Agnar Olsen í
Hósvík í stjórnina í staðin
fyri og tað tók aðalfund-
urin eisini undir við.
Onnur, sum stóðu fyri
vali hesuferð, vóru Mar-
gretha
Rasmussen
úr
Fuglafirði, Georg Hansen
úr Miðvági og Sunrid
Vang úr Froðba og tey
vóru øll afturvald. Hini,
sum sita í stjórnini eru
Poul Juul Festirstein av
Eiði, Karla Einarsson úr
Rituvík
og
Ingeborg
Vinther, forkvinna, úr
Vági.
Kortanei til at útlendsk ítróttarfólk
sleppa at taka arbeiði frá føroyingum
Hetta var í heyst, tí longu
tá hevði Føroya Arbeið-
arafelag fingið nógvar frá-
boðanir um, at útlendingar
vóru tiknir framum føroy-
ingar á ymsum virkjum.
– Støðan var tann, at tá
ið arbeiði var, vóru út-
lendingarnir til arbeiðis og
føroyingarnir sótu heima,
segði Ingeborg Vinther.
Men hon sigur, at einasta
úrslitið av fundinum var, at
landdsstýrið stutt eftir boð-
aði frá, at treytirnar skuldu
linkast fyri at fáa útlendsk
ítróttarfólk til Føroya.
Hon legði dent á, at Før-
oya Arbeiðarafelag hevði
als onki ímóti útlendskum
ítróttarfólkum, ella útlend-
ingum annars.
– Men vit mugu ásanna,
at arbeiðið er minkað heilt
nógv í seinastuni og tað fer
at minka enn meir, tí ar-
beiðsloysið í sambandi við
alingina, er als ikki sligið
ígjøgnum enn.
– Sostatt er støðan heilt
álvarslig og sostatt er hetta
ikki tíðin, at taka útlend-
ingar til landið at arbeiða,
heldur ikki, tá ið talan er
um ítróttarfólk.
Forkvinnan í Føroya Ar-
beiðarafelag segði, at sum
støðan er, mugu tey ítrótt-
arfeløg, sum taka ítróttar-
fólk til landið, eisini syrgja
fyri at geva teimum so mik-
ið í løn, at tey ikki skulu
noyðast á arbeiðsmarkn-
aðin at taka arbeiði frá før-
oyingum.
– Føroyingar skulu hava
fyrsta rætt til tað arbeiði,
sum er í landinum.
Ingeborg Vinther sigur,
at fyrr, tá ið útlendingar
komu til landið at arbeiða,
vórðu fakfeløgini altíð
spurd
um
nakað
arbeiðsloysi var í hesum
ávísa
økinum,
sum
útendingum skuldi arbeiða
í.
– Tann mannagongdin er
broytt nú, so nú verða vit
ikki eftirspurd.
Ingeborg Vinther legði
kortini dent á, at Føroya
Arbeiðarafelag fór ikki at
sleppa málinum.
Føroya Arbeiðarafelag góðtekur ikki, at útlendsk ítróttarfólk, ella aðrir útlendingar, koma til Føroya at taka arbeiði frá føroyingum
Eftir aðalfundin í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið,
er nevndin mannað soleiðis. Frá vinstru: Karla
Einarsson, Rituvík, Margretha Rasmussen Fuglafjørður,
Sunrid Vang, Froðba,
Agnar Olsen er nýggjur í nevndini. Hann er valdur fyri
Marius Clementsen, sum tók seg ýur nevndini fyri aldur,
Poul Juul Festirstein, Eiði, Georg Hanse, Miðvágur,
Agnar Olsen, Hósvík og Ingeborg Vinther, forkvinna
Krøvini skulu
ikki slakast
Arbeiðsgevarar
fáa knívin á barkan
Tað er mark fyri, hvussu
langt Føroya Arbeiðarafelag
vil toyggja seg, sigur Ingeborg
Vinther, forkvinna. Mynd:
Maria Olsen
Marius takkar fyri seg
Marius Clementsen hevur nú takkað fyri seg í stjórnini í
Føroya Arbeiðarafelag
Agnar Olsen úr Hòsvík er nýggjur maður í stjórnini í
Føroya Arbeiðarafelag
C
M
Y
K
14