týsdagur 23. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 57 - 23. mars 2004
Nr. 57 - 23. mars 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Fríggjadagin 19. mars
var móttøka á Hotel
Vágum, í samband
við at hotellið varð 25
ár og Flogfelag Før-
oya 40 ár. Hendan
dagin blivu trý av
starvsfólkunum, sum
høvdu arbeitt á
hotellinum í 25 ár,
heiðraði
Hotel Vágar bleiv alment
tikið í brúk 8. mars 1979,
men um ársskiftið 1978/79
vórðu tær tríggjar: Joan
Jørgensen í Sørvági, Ann-
Mari Hattarstein í Miðvági
og Malja Danielsen í Sør-
vági, settur á starv á hotell-
inum. Joan og Malja hava
arbeitt í køkinum, meðan
Ann-Mari hevur verið í
móttøkuni og serverað á
matstovuni.
Í fjør fóru Joan og Malja
í læru sum kokkar, og
verða tær lidnar við hesa
útbúgving í juni mánað.
Hotel Vágar:
Tríggjar høvdu
25 ára starvsdag
Hesar tríggjar blivu heiðraðar á móttøkuni á Hotel Vágum seinasta fríggjadag, f.v. Joan Jørgensen, Ann-Mari Hattarstein og
Malja Danielsen
Mynd: Edvard Joensen
Klæmint Olsen
umboðsnevndarlimur
Er SEV veruliga hamskift?
Ella er talan um eitt and-
litslyft? Svarið er tað
seinna. Men kosmetiskar
broytingar tryggja ikki
framtíð SEV’s.
Ymsar fráboðanir frá
SEV í síðstu viku benda
eisini á óbroyttan hugsan-
arhátt. Nýggju stjórarnir í
SEV skulu setast innan-
hýsis. SEV tekur einsamlt
avgerðir um alternativa
orku. Nýggju ásetingarnar
um atlit til náttúru og um-
hvørvi er tað, sum SEV
altíð hevur gjørt.
Men endiliga eydnaðist
tað. SEV er ikki longur ein
afturlatin
felagsskapur.
Framyvir verða umboðs-
nevndarfundirnir almennir.
Øll grund er at fegnast, tí Í
mong ár hevur hetta verið
eitt hjartamál.
Onkur onnur ábót er
eisini, treyðugt so. Men
hesar eru so langt frá nóg
mikið til at tryggja felags-
skapinum eina framtíð. Í
onkrum føri er enntá talan
um afturstig.
Eingin verulig nýhugsan
Umboðsnevndarformaður-
in sigur, at ætlanin við
broytingunum er at fáa
størri opinleika og greiðari
mannagongdir. Samstundis
viðgongur hann, at ætlanin
ikki hevur verið at broyta
SEV grundleggjandi.
SEV hevur tann hugburð,
at skal felagið nýmótans-
gerast, so skal tað koma
uttanífrá. Tikið verður sum
givið, at einkarrætturin er
galdandi í allar ævir. Og
einskiljing er eitt ljótt orð.
Tí mugu og skulu lands-
politikkararnir átaka sær
sína ábyrgd.
Hóast talan bara var um
andlitslyft, kundi nýhugs-
anin verið eitt sindur størri.
T.d. tá ið tað snýr seg um
stýrið, sum í dag hevur 7
stýrislimir, ið verða valdar
úr 7 økjum í Føroyum -
vanliga eru stýrislimirnir
bý- og bygdarráðslimir.
Hví ikki sleppa hesum fjas-
inum, minka talið av stýr-
islimum til 5 og velja fólk
við veruligum førleika?
Umboðs-nevndar--formað-
urin ávaraði tó staðiliga
ímóti broytingum á hesum
øki.
Starvsfólk SEV’s
Kommunurnar sleppa ikki
longur at velja starvsfólk
hjá SEV til lim í umboðs-
nevndina og stýrið. Hendan
broyting er av tí góða, tí so
koma
tey
ikki
í
ein
dupultan leiklut. Umboða
tey kommununa ella egin
áhugamál?
Hinvegin hevur gongdin
seinni árini verið, at starvs-
fólk í størri fyritøkum hava
rætt til umboðan í leiðsluni,
t.d. er hetta ásett í parta-
felagslógini. Starvsfólkini
eru tá ikki í einum dupult-
um leikluti, men umboða
bara seg sjálv sum starvs-
fólk.
Umboðsnevndin havnaði
tó einum uppskoti um um-
boðan hjá starvsfólkunum í
stýrinum. Tað er harmiligt,
at umboðsnevndin er so
afturhaldssinnað. Eg ivist
ikki í, at kommunala eftir-
litið krevur, at starvsfólkini
verða umboðað so ella so.
Stýrið ófrákoyriligt
Størsti bummarin, sum um-
boðsnevndin gjørdi var tó
at samtykkja eina áseting,
sum í veruleikanum ger, at
stýrið ikki kann koyrast frá.
Hetta var annars ikki
ætlanin. Afturfyri at stýrið
fekk størri vald á ymsum
økjum, skuldi tað eisini sita
eitt sindur leysari. Møgu-
leiki skuldi verða fyri at
koyra stýrið frá í úrtíð.
Stýrið sleppur nú at seta
forstjóran - og nýggju
deildarstjórarnar - og tað
sleppur
at
ráða
yvir
bygnaði SEV’s. Sagt varð,
at eftir gomlu viðtøkunum
var ivasamt, um stýrið
kundi koyrast frá, og tí var
ynski um at gera hetta
greiðari.
Úrslitið gjørdist, at 1/3 av
umboðsnevndarlimunum
skulu skriva undir fyri
yvirhøvur at fáa málið á
skrá. Hetta er meira enn
kravt verður fyri at kalla
inn til eykaaðalfund. Held-
ur
ikki
umboðsnevnd-
arformaðurin sjálvur ella
stýrið kunnu krevja málið á
skrá.
Øll við bara minsta
kunnleika til, hvussu SEV-
skipanin virkar, vita, at
hetta í veruleikanum merk-
ir, at stýrið ikki kann koyr-
ast frá. Umboðsnevndin
havnaði so dyggiliga einum
uppskoti um at gera tað
lættari at koyra stýrið frá.
Umboðsnevndin frátók sær
sjálvum møguleikan fyri
veruligari ávirkan.
Skilji ikki, hvussu sak-
førari SEV’s kundi leggja
rygg til tílíkt krutl. Vónandi
gjøgnumskoðar
kommu-
nala eftirlitið hetta avold-
aða lógarsmíð.
Nýggju stjórarnir
SEV fær nú tríggjar nýggj-
ar stjórar. Haldi sjálvur, at
nóg mikið hevði verið at
sligið fast við sjeytumma-
seymi, at stýrið avger bygn-
að SEV’s. Tann grund-
leggjandi spurningurin er
nevniliga, um stýrið hevur
vilja og førleika at seta
verandi stjóra uppá pláss.
At tað koma tríggir nýggir
deildarstjórar, ger hetta ikki
lættari. Tvørturímóti. Nú
verða fýra stjórar, sum
kunnu draga stýrið upp á
tráð. Og forstjórin er hin
sami.
Umboðsnevndarformaðu
rin segði í útvarpinum, at
nýggju stjórarnir verða
settir innanhýsis. Hetta
kann ikki vera rætt. Størv-
ini mugu lýsast leys, so
kunnu verandi deildar-
stjórar søkja á jøvnum føti
við onnur. Starvssetanir
uttan lýsing hava vit sæð alt
ov nógv til í SEV. SEV er
ein almenn fyritøka, og tað
er upp á tíðina, at SEV
lýkur
minstakrøvini
til
starvssetanir
innan
tað
almenna.
Og hvussu er tað nú við tí
almenna
innlitinum?
Kanska okkara fjølmiðla-
fólk kunnu kanna, um SEV
er fevnt av hesi lóg.
Almennur fyrilestur
á Fróðskapar-
setrinum
FYRILESTUR
Tíðindaskriv
Fjórði
fyrilesturin
í
røðini
‘Modernaðir teoretikarar’ sum
Fróðskaparsetur Føroya og Føroya
Fróðskaparfelag skipa fyri í vár,
verður mikukvøldið 24. mars kl. 20.00 í Ovastovu í
Nóatúni.
Firouz Gaini, antropologur og Ph.D-lesandi (á
myndini) fer at halda fyrilesturin "Ernest Gellner.
Størsti forsprákarin fyri rationalismuni í nýggjari
tíð."
Fyrilesturin verður ein lýsing av tí umstrídda og
flogvituga antropologinum, ið óvikaliga tvíhelt um
rationalismuna og universialismuna, sum vit vanliga
seta í samband við upplýsingartíðina. Ernest Gellner
(1925-1995), ið var av kekkisk-jødiskum uppruna,
var professari á London School of Economics (LSE)
í nógv ár. Umframt antropologi hevði Gellner lisið
søgu og heimspeki, og bøkur hansara fevna um so
ymisk evni sum nationalismu, islam, vísindaástøði,
rationalismu, Eysturevropa, o.s.fr.
Firouz Gaini er útbúgvin antropologur (mann-
frøðingur) av lærdu háskúlunum í Oslo og Keyp-
mannahavn. Í løtuni arbeiðir hann við eini Ph.D-
verkætlan á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróð-
skaparsetri Føroya; evnið er ungdómsmentan í Havn.
Skráin fyri fyrilestrarøðina er henda:
24. mars
Firouz Gaini: "Ernest Gellner. Størsti forsprákarin
fyri rationalismuni í nýggjari tíð"
31. mars
Erika Hayfield: "Børn og forbrúk"
14. apríl
Hans Andrias Sølvará: "Vald, vitan og framburður í
verkinum hjá Michel Foucault"
25. mai.
Jonathan Schwartz: "Max Weber kallar á teg! - Hví
protestantiska siðalæran og sál kapitalismunnar
(1904-5) eru klassikarar."
Allir fyrilestrarnir vera klokkan 20 í Ovastovu í
Nóatúni.
SEV fingið andlitslyft
VIÐMERKINGAR
Í seinastu viku hevði
P/F Hansen á Strond-
um framsýning av
týsku Hobby camp-
ingvognunum á
Torginum í SMS.
Campingvognar eru
vorðnir meira áhuga-
verdir, nú tollurin er
tikin av
Fyri okkum føroyingar
kann
hetta
blíva
ein
nýggjur máti at ferðast upp
á, sigur Kári Hansen frá
P/F Hansen á Strondum,
sum fekk umboð upp á
týsku Hobby campingvogn-
arnar í fjør.
Áhugin var sera stórur
fyri vognunum, sum stóðu
á Torginum í SMS í nakrar
dagar. Nógv fólk høvdu
ongantíð sæð inn í ein
campingvogn áður, og blivu
tey heilt ovfarin av at
síggja, hvussu hugnaligir
og væl innrættaðir teir eru.
Campingvognar hava í
nógv ár verið so hart toll-
aðir Føroyum, at tað hevur
als ikki verið áhugavert at
ogna sær ein slíkan.
Teir
føroyingar
sum
keyptu sær ein camp-
ingvogn uttanlands, tóku
hann ikki heim við, tí at
tollurin var so høgum í
Føroyum.
Men hetta er nú broytt
soleiðis, at bert MVG skal
gjaldast av campingvogn-
um. Hobby campingvogn-
arnir frá P/F Hansen kosta
frá umleið 100.000 krónum
og upp eftir.
Ein stórur Hobby 650
KMFe til 4 vaksin og 2
børn kostar umleið 160.000
krónur, hetta er bert helvt-
arprísur av, hvat teir kost-
aðu, áðrenn tollurin bleiv
tikin av.
Hobby campingvognar
verða gjørdir í 70 ymiskum
variantum.
Kári Hansen sigur, at
hann hevur eisini ætlanir
um at leiga campingvognar
út til bæði føroyingar og
útlendingar, sum koma
higar at vitja. P/F Hansen
umboðar eisini Brenderup
viðfestisvognarnar.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tann 1. mars andaðist Begga, bert
53 ára gomul. Begga var ættað úr
Vági, dóttir Einu og Dánjal Jacob
Mikkelsen. Hon var einasta genta í
einum systkinaflokki uppá fýra.
Begga var gift við Magna bróðir,
tey eiga tveir synir René og Djóna.
Eg var smágenta, tá Magni og
hon funnu saman, so alt tað eg
kann minnast, hevur Begga verið
ein partur av okkara familju. Tað
sýnist so veruleikafjart, at tú ikki
ert millum okkum longur.
Tá eg siti og hugsi um, hvussu eg
best kann lýsa tín persón, er niður-
støðan heilt einføld, tú vart í roynd
og veru framúrskarandi á so nógv-
um økjum.
Tað er ikki av tilvild, at eg fyrst
nevni tykkara heim. Tú dugdi so
ómetalig væl at fáa eitt hús til eitt
hugnaligt heim, bæði tá ræður um
innrætting og atmosferu. Serliga
hugnaligt var um høgtíðirnar, prýtt
við alskyns heimagjørdum prýðum,
ja sjálvt í Havn sita nógvar nissur
hvørji jól og hugna um hjá okkum,
alt nissur, sum tú so evnaliga hevur
gjørt.
Ávegis at vitja tykkum, plagdu
mínar gentur at spyrja, um vit
skuldu eta hjá tykkum. Tað elskaðu
tær, og hvør gjørdi ikki tað? Tú
kundi uppá onga tíð borðreiða við
einari flottari máltíð, og altíð
smakkaði líka væl. Serliga væl
minnast vit hin summardagin, vit
fóru niðan á Ryskivatn. Tú hevði,
meðan ongin varnaðist, bakað
pannukøkur, sum vit hitaðu á
heimagjørdari grill í haganum.
Undantikið, tá synirnir vóru lítlir,
hevur tú verið á arbeiðsmarknaðin-
um. Tú hevur í nógv ár arbeitt á
Ellis- og Røktarheiminum á Tvør-
oyri. At tú vart góð við títt arbeiðs-
pláss, vísti tú so týðiliga, tá tit
savnaðu pening til ein buss. Í
mánaðir brúkti tú hvørja fríløtu at
binda, seyma o. a. Tað var eisini
uppí fleiri posar av pløggum og
lutum, tú gavst til hesi tiltøk.
Eg havi mangan undrast yvir,
hvussu tú fekst tíð til alt tað, tú
gjørdi. Hvørja summarferiu, ja
mangan heilt út í august og
september, vart tú álitið í bønum, tú
arbeiddi sum ein hestur og man
hava fingið nógvar byrður av
hoyggi til høldar.
Seinasta summar var tú farin
undir at høgga og laga grót oman
fyri húsini hjá tykkum við Kráir.
Ikki júst nakað fittligt arbeiði fyri
eitt konufólk, men tú vart so røsk,
eitt konubrot.
Altíð vart tú klár við eini
hjálpandi hond, um tað so var at
koma norður um fjørð at matgera,
tapeta, mála, leggja gólv á, ja tú
kundi hjálpa við øllum, tí tú dugdi
alt. Tú hevur mangan rætt mær tína
hjálpandi hond, tað var ongantíð
ein spurningur, um tú hevði tíð.
Sum prestur so gott segði til tína
jarðaferð, so ræður ikki bert um at
liva leingi, men eisini um at liva eitt
lív við innihaldi, og Begga tað
gjørdi tú, hjálpsom og virkin, sum
tú vart, sjálvt um eg so inniliga
hevði ynskt, at tú fekst fleiri ár. Vit,
sum hava kent teg, hava øll okkurt
gott at minnast aftur á. Og ikki
minst tit tríggir Magni, René og
Djóni. Tit tríggir komu fram um alt
annað hjá Beggu. Sjálvt tá sjúkan
hevði gjørt so mikið um seg, at tú
visti hvønn veg tað bar, var tað ikki
teg sjálva, tú hugsaði um og tók
synd í, men um hvussu maðurin og
synirnir fóru at klára tað, at tú ikki
var hjá teimum við tínum kærleika
og umsorgan.
Har er tómligt hjá tykkum nú við
Kráir, men vónandi fara tit, sum frá
líður, at ugga tykkum við øllum
teimum góðu minnunum, tit hava
um konu og mammu tykkara.
Begga, tú hevur enn einaferð
prógvað, at tað ræður um at njóta
hvønn dag. Vit vita ikki, hvussu
nógvar vit hava eftir. Í august vóru
vit øll saman í veitslulag, tá sonur
tykkara René og Kirstin hildu
brúdleyp. Tín partur lá, sum altíð,
ikki eftir í allari stákanini, og í dag
eitt hálvt ár seinni ert tú, aftaná
eina ræðuliga sjúkralegu, farin,
ótrúligt.
Við hesum orðum lýsi eg frið
yvir minni um teg góða Begga.
Eyðdis
Minningarorð um
Bergtóru Eidesgaard
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara góði
pápi, abbi, langabbi og verfaðir
Óli Olsen
Leirvík
andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 23. mars, 82 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju
týsdagin kl. 14.00
Familjunnar vegna
Óli, Bina, Oddvør og Rannvá
Tey, ið vilja minnast Óla, kunnu lata Leirvíkar kirkju eina gávu,
konto í peningastovnunum.
P/F Hansen, Strendur:
Framsýning av campingvognum í SMS
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara góða mamma, vermamma, omma,
langomma og olduromma
Hanna Johannesen
vanliga nevnd Boys Hanna
í Miðvági
andaðist á landssjúkrahúsinum
leygardagin 20. mars, 95 ára gomul.
Kistan fer av landssjúkrahúskapellinum
mikudagin 24. mars kl. 18.00 til Ellisheimið í Miðvági.
Jarðarferðin verður úr Miðvágs kirkju
leygardagin 27. mars kl. 1400
Børnini
Tey, ið vilja minnast Honnu, kunnu lata eina peningagávu til frama fyri útferðir
o.a. hjá búfólkunum á Ellisheiminum í Miðvági. Konto í peningastovnunum.
Dagurin
23. mars. Fidelis. Sigst at vera halgimenni, sum varð
tikið av døgum í Afriku í 5. øld, men annars vita teir
einki um hann. Fidelis merkir tann trúfasti.
Rasmus Effersøe doyði hendan dagin í 1916.
Kári Hansen frá P/F Hansen í ferð við at fáa tann stóra Hobby 650 KMFe út úr SMS. Fyri at
fáa vognin inn og út gjøgnum hurðarnar, varð neyðugt at taka bæði hjól og akslar undan
Mynd: Magnus Gunnarsson
C
M
Y
K
13
12