týsdagur 23. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 57 - 23. mars 2004
Nr. 57 - 23. mars 2004
11
Fríggjadagin handaðu tveir mans borgarstjór-
anum í Havn 3.186 undirskriftir til tess at mót-
mæla ætðanunum um at byggja ein stóran
bygning á økinum, har húsini hjá Anton Degn
hava staðið seinastu øldina.
Tað var annars vorðið til eitt avgreiðslumál hjá
byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar býráðs
at geva byggiloyvi, tí ánarin av húsunum helt seg
innan fyri byggisamtyktina við ætlan-um sínum.
Hann kannaði eisini øll hesi viður-skifti, áðrenn
hann ognaði sær húsini.
So kunnu vit spyrja, um tað er røtt mannagongd
at steðga privatum ætlanum, tí at nøkur fólk eru
misnøgd við tað, sum ein maður ger við ogn
sína.
Tað er so tann stóri spurningurin. Men sjálvsagt
viðkemur tað øllum, hvat hendir í miðbýnum.
Men samstundis kunnu vit spyrja, hví Tórs-
havnar Býráð als ongar ætlanir hevur fyri slíkar
býarpartar, sum eitt nú Tinghúsvegin. Tað eru
nógvir slíkir býlingar í Havnini, sum áttu at verið
varðveittir, men einasta serstaka byggisamtykt,
sum er, fevnir um økið úti á Reyni og Tinganes.
Har eru greiðar reglur um, hvat kann gerast og
ikki, og eingin forkeypir seg har, tí har er tað
púra greitt, at ongar slíkar broytingar kunnu
gerast.
Tá fyrri eigarin av húsunum hjá Anton Degn setti
tey í stand fyri nøkrum árum síðani, søkti hann
Tórshavnar Kommunu um stuðul. Hóast tað bara
er byggisamtyktin fyri Reyn, sum bindir býráðið
til at stuðla slíkum umvælingum, so hendir tað
javnan, at býráðið stuðlar slíkum varðveitingar-
ætlanum, sum liggja aðrastaðni. Húsini hjá
Anton Degn eru eitt dømi.
Hetta er eisini í fínasta lagi. Sjálvsagt eiga slíkar
ætlanir at verða stuðlaðar, tá tær sampakka við
varðveiting av friðaðum ognum og arbeiðið
verður gjørt tilsvarandi og undir eftirlitið. Men
tað er sera vánaligt politiskt handverk í Tórs-
havnar Býráð ikki at treyta sær krøv á eina slíka
ogn. Tað er beinleiðis ábyrgdarleyst av byggi- og
býarskipanarnevndini at játta slíkan stuðul –
uttan at tryggja sær, at húsini verða varðveitt.
Tað hevur byggi- og býarskipanarnevndin so ikki
gjørt í hesum føri, og harvið hevur nevndin
forkomið 200.000 almennum skattakrónum.
Slíkt er átaluvert!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Varðveiting og skynsemi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Erling Simonsen
Í Sosialinum 18. mars 2004
skrivar Jógvan Jacobsen at
sjálvstýri er frælsi. Eg
spyrji frælsi fyri hvønn og
til hvat?
Í verandi støðu geri eg
hvat eg vil. Havi eg hug at
ganga ein túr, so geri eg
tað. Ætli eg mær at keypa
ein bil, so geri eg tað. Havi
eg hug at keypa mær eini
hús, so geri eg tað, ella fara
ein túr uttanlands við kon-
uni, ja eisini tað bestemmi
eg sjálvur. Tað vil siga, at
alt eg havi hug til, tað geri
eg, bara uttan at spyrja
nakran eftir!
Taka vit so makthavar-
arnar, ja so gera eisini teir
hvat teir vilja. Tak bara
síðstu
samgongu,
hon
hevði hug at hækka út-
reiðslurnar
á
løgtings-
fíggjarlógini við 50% yvir
5-6 ár, ja hon gjørdi tað
bara.
Samgongan
vildi
yvirtaka navnalógina, hon
gjørdi tað bara, samgongan
ætlaði eisini at yvirtaka eini
20-30 onnur mál, men tordi
ikki, og gjørdi tað tí ikki,
samgongan slitnaði!
Ikki at gloyma blokkin,
samgongan helt tað vera
stuttligt at blaka 1 millión
um dagin í havið, hon
gjørdi tað bara, so kom ikki
og fortel fyri mær, at ikki
nógv ber til við verandi
heimastýrislóg.
Eg vil gjarna hava at vita
frá Jógvan Jacobsen hvat
verður so nógv øðrvísi við
sjálvstýri!
Tað einasta, ið hendir er
at makthavararnir fáa enn
størri makt, tann meinigi
Palleba fær neyvan størri
persónligt frælsi, heldur
minni.
Við fullum sjálvstýri skal
Palleba gjalda ein enn
størri part av ballinum, sum
um Palleba ikki betalir nóg
mikið!
Við persónligari frælsis-
kvøðu.
Sjálvstýri er frælsi
Hans Pauli Strøm
landsstýrismaður
Í sambandi við grein í
Dimmalætting 17. mars
2004 undir heitinum »Tal-
gild heilsuskipan útsett til
næsta ár« og grein á por-
talinum hjá Dimmalætting
undir heitinum »Býráðið
tekur málið í egnar hendur«
hevur landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsumálum
hesar viðmerkingar.
Tað er rætt, at peningur
ikki er settur av til keyp av
eini tílíkari skipan í 2004,
men peningur er settur av
til framhaldandi fyrireik-
ingararbeiði. Eisini verður
arbeitt við at leggja eina
verklagslóg fyri Løgtingið,
sum gevur landsstýris-
manninum heimild at und-
irskriva avtalu um keyp av
talgildari heilsuskipan.
Verður
verklagslógin
samtykt í Løgtinginum, er
einki til hindurs fyri, at
arbeiðið
við
talgildari
heilsuskipan heldur áfram
eftir núverandi leisti og
tíðarætlan.
Um talgilda heilsuskipan í føroyska
heilsuverkinum
VIÐMERKING
Rúna Sivertsen
Í grein í Sosialinum, 10.
mars, skrivar Hans Pauli
Strøm,
landsstýrismaður
við javnstøðumálum, at
hægsta talið á kvinnuligum
løgtingslimum nakrantíð er
5 Men her fer landsstýris-
maðurin skeivur.
Mitt í valskeiðnum (1994
-98) sleit Javnaðarflokkurin
samgonguna, og Fólka-
flokkurin kom inn í staðin.
Hetta var á sumri í 1996.
Í juli mánaði sama ár
varð Anfinn
Kallsberg
settur
sum
landsstýris-
maður við fíggjarmálum,
og eg tók sæti á tingi fyri
hann.
Sostatt vóru 6 kvinnu-
ligir tinglimir frá juli 1996
til apríl 1998, tá val varð
útskrivað. Tær vóru, Maria
Hansen, Lisbeth L. Peter-
sen,
Marita
Petersen,
Helena Dam á Neystabø,
Ingeborg Vinther og Rúna
Sivertsen.
Tá vóru 6 kvinnur á tingi
Leygardagin var stór
hátíðarhald á IZAR-
skipasmiðjuni í
Spania, tá ið nýggi
Smyril varð flotaður
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leygardagin var ein stórur
dagur hjá Strandferðsluni,
suðuroyingum og øllum
føroyingum.
Tá fór varð nýggi Smyril
flotaður klokkan 14 før-
oyska tíð.
Magnus
Magnussen,
tekniskur stjóri á Strand-
ferðsluni, sigur, at hetta var
ein stórfingin og hátíðarlig
løta.
Spanska
skipasmiðjan
hevði gjørt nógv meiri
burturúr, enn vit høvdu
væntað og eini 200 fólk
vóru komin saman á skipa-
smiðjuni.
Úr Føroyum vóru Bjarni
Djurholm og ein fulltrúi úr
vinnumálaráðnum
til
staðar, umframt tekniska
leiðaran á Strandferðsluni.
Til staðar vóru eisini teir
tveir aðrir føroyingar, sum
eru á skipasmiðjuni og
fylgja við byggingini.
Annars vóru nógv ar-
beiðsfólk á Skipasmiðjuni
til staðar og skilligt var, at
tað var eisini ein stórur
dagur hjá teimum, tí nógvir
teirra høvdu konu og børn
við.
Eftir gomlum siði har um
leiðis, kom ein prestur at
signa skipið og hann las
eisini upp úr bibliuni.
Eftir
sponskum
siði
skuldi skipið eisini hava
eina gummu, hóast tað ikki
varð doypt sum so hendan
dagin.
Og tað skuldi vera eitt
konufólk og tað skuldi vera
úr landinum, sum átti skip-
ið.
Einasta konufólk úr Før-
oyum, sum var til staðar,
var Una Joensen, kona
Magnus Magnussen, tekn-
iska leiðara á Skipasmiðj-
uni og hon fekk so heiðurin
at klippa snórin og at bróta
eina fløsku ímóti skrokk-
inum.
Magnus Magnussen sig-
ur, at alt gekk av tí allar-
besta og Smyril flýtur ótrú-
liga flottur í sjónum.
Nýggi Smyril flotaður
Her liggur nýggi Smyril hann bundin við bryggju. Nú skal yvirbygningurin setast omam á og síðani skal hann innrættast
Tey standa høgt uppi í einum torni, tá ið Smyril varð signaður og doyptur. Tað, sum kemur
undan á Smyrli, er sjálvt kúlustevni
Smyri, Tvøroyri, stendur á hekkuni á nýggja flaggskipinum hjá Strandferðsluni
C
M
Y
K
11
10