týsdagur 23. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 57 - 23. mars 2004
Nr. 57 - 23. mars 2004
9
Tað er undrunar-
vert, at eitt slíkt
felag ikki lagt síðani
er stovnað. Talið á
ættleiddum børnum
økist alsamt, og
ongin ivi er um, at
foreldrini hjá teim-
um hava nógv at
tosa um, sigur
Annika Marr Poul-
sen, ein av stigtakar-
unum til nýggja
ættleiðingarfelagið
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Ætlanin við felagnum er
kanska fyrst og fremst at
ættleiðingarforeldur
skulu fáa høvi at hittast
og tosa saman. Til dømis
er tað soleiðis, at tá ein
kvinna hevur átt, skipar
heilsusjúkrasysturin fyri,
at hon kemur í ein
mammubólk. Onki líkn-
andi tilboð er til ættleið-
ingarforeldur, og tí vóru
vit nøkur, ið sjálv tóku
stig til ein slíkan bólk fyri
nøkrum árum síðani. Øll,
ið hava verið við, hava
havt sera stóra gleði av tí,
og tað prógvar jú, at tørv-
urin er har. Og sjálvandi
er hann tað. Kanska í enn
størri mun enn annars, tí
støðan hjá ættleiðingar-
foreldrum er jú serlig á
so nógvum økjum, sigur
Annika Marr Poulsen.
Upplýsing
Ein onnur týdningarmikil
uppgáva hjá felagnum
verður at upplýsa um
møguleikarnar at ætt-
leiða, hvussu tú ber teg at
við at søkja og hvussu
ættleiðingargongdin fer
fram. Vit hava leingi
undrast yvir, at beinan-
vegin tað verður staðfest,
at eitt par ikki kann fáa
børn, fáa tey tilboð um
ísáðing, oftast uttan at
ættleiðingarmøguleikin
yvirhøvur verður nevnd-
ur. Tú sært heldur ikki
faldarar um ættleiðing
liggja í bíðirúminum hjá
læknanum ella á apotek-
unum.
Vit siga ikki, at ætt-
leiðing er betri enn nakað
annað. Tað má verða upp
til fólk sjálvi at avgera.
Men tað kunnu tey bara,
um tey fáa nøktandi upp-
lýsingar um tann møgu-
leikan, og tað meta vit
ikki, at tey fáa sum er,
sigur Annika.
Vit eru í løtuni í ferð
við at gera ein faldara og
eina heimasíðu, har fólk
kunnu fáa hesar upplýs-
ingar. Til dømis er tað
rættiliga trupult at finna
tilfar um ættleiðing á
bókasavninum, tí tilfarið
ikki er skipað undir ein-
um bólki. Á heimasíðuni
er tí ætlanin at hava eitt
yvirlit yvir bøkur um
evnið saman við upplýs-
ingum um ættleiðingar-
treytirnar og reglurnar,
sum eru galdandi, alt eftir
hvørjum landi, barnið
kemur frá. Harumframt
eru vit í ferð við at skipa
ein lista yvir nøvn og
telefonnummur á fólki
her heima, tú kanst seta
teg í samband við.
Tey ungu
Sum so, eru ættleidd
børn ikki so nógv annar-
leiðis, enn onnur børn, og
okkara ætlan er ikki at
seta fokus á tey, sum
nakað heilt serstakt. Hin-
vegin vísir tað seg, at tá
ætttleidd børn koma í
pubertetin, fáa tey ofta
nakrar eitt sindur øðrvísi
trupulleikar. Sum onnur
ung byrja tey eisini at
ríva seg leysan frá for-
eldrunum, men tey fáa
ofta ringa samvitsku og
skuldarkenslu av tí. Tað
kundi verið eitt evni, vit
tóku upp, soleiðis at tey
fingu høvi til at práta við
onnur ættleidd ung um
hesar kenslur.
Ein av stigtakarnum til
felagið er sjálv ættleidd.
Hon er vaksin nú, eigur
sjálv børn og veit alt um,
hvussu tað er at vaksa
upp sum ættleidd. Eg
ivist ikki í, at nógv ung
og teirra foreldur høvdu
havt gleði av at práta við
hana um ymiskt, sum
hendir á lívsleiðini hjá
einum ættleiddum, sigu
Annika.
Fjølbroytt skrá
Stigtakarnir hava sett
saman eina sera fjøl-
broytta skrá til fundin
næsta leygardag. Millum
annað fer Hans Mourits
Foldbo, sálarfrøðingur, at
tosa um ymiskt viður-
skifti, ið ofta merkja tey
fyrstu árini hjá ættleidd-
um børnum. Bjarta Vil-
helm, leiðari fyri heilsu-
sjúkrasystrarnar, er ein av
teimum, sum kemur fyrst
inn í myndina eftir at eitt
ættleitt barn kemur til
Føroyar, og hon fer at
tosa um, hvussu tað
gongst teimum víðari í
skúlalæknaskipanini.
Eisini fer Maud Heine-
sen, lærari, at lesa eina
stuttsøgu, hon sjálv hevur
skrivað út frá sínum egnu
royndum við at ættleiða
eina dóttir.
Stovnandi fundurin hjá
ættleiðingarfelagnum
verður í leguhúsinum í
Nesvík leygardagin 3.
apríl kl. 9.
Enn ber til at tekna seg
hjá Anniku tlf. 31 06 49
ella Nitu tlf. 31 27 05
"Tað finst ongin upp-
skrift uppá, hvussu tú
tekur ímóti einum
ættleiddum barni.
Tað einasta, tú kanst
gera, er at skapa eitt
pláss í tínum hjarta,
og lata barnið sjálvt
sleppa at fylla tað út.
Tað slapp Karin, og
tað sleppur beiggi
hennara eisini", siga
Anna Maria og Ingvi
Ragnarsson, sum í
løtuni eru í India eftir
einum lítlabeiggja til
Karina.
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
6 ára gamla Karin fær ikki
eyguni av myndini av lítla-
beiggja sínum. Hann er 1
ár, men hon hevur ongantíð
sæð hann, tí hann býr á
einum barnaheimi í India.
Har búði Karin eisini, til
hon var tvey ár, og mamma
og babba komu allan vegin
úr Klaksvík eftir henni. Um
nakrar dagar kemur lítli-
beiggi eisini við teimum
heim, og Karin hevur langt
síðni orðnað fyri, hvørjum
kamari hann skal sova í og
sagt við babba, at hann skal
mála kamari blátt.
Jú, vit hava roynt hetta
fyrr. Men tað merkir ikki,
at vit vita akkurát, hvat vit
ganga inn til, siga Anna
Maria og Ingvi. Ongi børn
eru líka, heldur ikki ætt-
leidd børn. Tað er ikki altíð,
alt gongur, sum tú ætlar og
vónar. Tað vita øll, sum
eiga børn, og tað taka vit
eisini við.
Ongin uppskrift.
Anna Maria og Ingvi hava
gjørt sær sínar royndir við
at ættleiða og eru nú klár at
royna einaferð afturat. Tey
hava lært, at tað ongantíð
ber til at fyrireika seg út í
æsir uppá at taka ímóti ein-
um ættleiddum barni, tí tað
er ógjørligt at vita framm-
anundan, hvussu barnið er,
og hvussu tað fer at taka
ímóti sínum nýggju for-
eldrum. Tað finst ongin
uppskrift uppá at ættleiða
eitt barn, siga tey.
Og soleiðis skal tað eisini
vera. Tá tú ættleiðir eitt
barn, mást tú minnast til, at
tað hevur eina fortíð og
kemur úr einum umhvørvi,
tú onki kennir til. Barnið er
eitt lítið sjálvstøðugt menn-
iskja, og tað skalt tú hava
virðing fyri. Tí var tað
eisini við vilja, at vit ikki
settu okkum at lesa eina
søgu fyri og aðra eftir um
royndirnar hjá øðrum ætt-
leiðingarforeldrum, áðrenn
vit fingu Karina. Vit vildu
ikki skapa okkum myndir í
høvdinum av, hvussu hon
fór at vera, og hvussu alt
fór at ganga. Og tað hava
vit heldur ikki gjørt, nú vit
fara eftir soninum. Á sama
hátt sum við Karini, hava
vit skapað eitt pláss fyri
honum í okkara hjørtum,
sum hann sjálvur skal
sleppa at fylla út uppá sín
egna máta.
Ættleiðing ikki ein
neyðloysn
Anna Maria og Ingvi brúka
ikki orðið títt "egna" barn,
tá tey tosa um, hvussu onn-
ur foreldur vanliga fáa síni
børn. Karin er minst líka
nógv teirra egna, sum hon
hevði verið, um Anna
Maria sjálv hevði gingið
við henni og føtt hana. Í
heila tiki kemur tað okkum
ongantíð til hugs at sam-
anbera uppá handan mátan,
siga tey. Karin er bara
Karin, ein lítil sjálvstøðug
genta, og vit elska hana
treytaleyst. Har er ongin
munur.
Og tó. At onkur sær øðr-
vísi uppá tað, varnaðust tey
skjótt, tá tað gjørdist greitt,
at tey ikki kundu fáa børn á
vanligan hátt.
Vit fingu alt fyri eitt
tilboð um ísáðing. Ongin
nevndi møguleikan at ætt-
leiða, og í dag undrist eg
veruliga yvir, at eg sjálv
ikki hugsaði so langt. Tað
kom ivaleyst av, at tá tú fert
í gongd við allar tær kann-
ingar, hormonviðgerðir og
fyri mítt viðkomandi eisini
skurðviðgerðir fyri at betra
møguleikan at gerast uppá
vegin, snýr allur heimurin
seg knappliga bara um
hetta eina. Ongin í føroyska
sjúkrahúsverkinum tosaði
heldur um, at hetta møgu-
liga fór at miseydnast. Tá
ættleiðing umsíðir varð
nevnd, var tað sum eitt slag
av neyðloysn, tí allir aðrir
møguleikar vóru um at vera
troyttir.
Tað undrar eisini Onnu
Mariu og Ingva, at ongin
myndugleiki setti teimum
nakran spurning um teirra
hjúnaband,
fíggjarligu
viðurskifti ella umstøður,
áðrenn ísáðingarviðgerðin
byrjaði, meðan alt varð
endavent, áðrenn tað kundi
koma uppá tal at ættleiða.
Eisini tykist tað løgið, at tú
kanst fáa 3 ókeypis ísáðing-
arviðgerðir, meðan ættleið-
ing er rættiliga kostnaðar-
mikil í flestu førum, hóast
tú fært eitt ávíst ferða-
ískoyti.
Sjálvandi kann hetta ong-
antíð gerast upp í pengum,
men tað undrar meg, at
myndugleikarnir raðfesta
hesa báðar mátarnar at fáa
børn so ymiskt. Onkurs-
vegna fær hetta meg at
hugsa um spurningin, hví
vit í grundini ynskja okkum
børn. Hvat telur mest? At
vit síggja okkara egnu bláu
eygu aftur í barninum, ella
at barnið verður uppfostrað
við kærleika og í umstøð-
um, tað kanska annars ikki
hevði fingið? Eg veit væl,
at hetta er ein fýrakantaður
máti at seta tað upp, men
tankin
er
áhugaverdur,
heldur Anna Maria.
Minnir frá barna-
heiminum
Tá Anna Maria og Ingvi
fingu Karina, hevði hon
frammanundan
verið
á
einum sjúkrahúsi og á ein-
um øðrum barnaheimi. Tey
bæði kunnu bara ímynda
sær, hvussu ofta Karin er
vorðin vónbrotin, tá tey,
hon hevði knýtt seg at,
knappliga ikki vóru har
longur, og ræðslan fyri at
verða svikin sat framvegis í
henni. Í fyrstuni var tað
óhugsandi hjá Onnu Mariu
at fara út og lata Ingva ansa
henni, og tey máttu eisini
ansa eftir ikki at lata ov
nógv ymisk fólk koma á
vitjan. Tað kundi jú væl
hugsast, at Karin helt, at tey
vóru komin at taka hana.
Nú er Karin minst líka
trygg við síni nærmastu,
sum eitthvørt annað barn,
men hon er framvegis varin
við, hvønn hon knýtir seg
at.
Tað var ikki altíð, at vit
hugsaðu um tað beinanveg-
in, men nú er tað lætt at
síggja, at summir av trupul-
leikunum týðiliga høvdu
samband við upplivingar á
barnaheiminum, hon kom
frá. Eitt var, at vit ikki
fingu hana at eta, men vit
skiltu ikki, hví hon bleiv
fullkomiliga
hysterisk,
hvørja ferð vit góvu henni
eitt slag av mjólkargreyti til
børn. Inntil annar av okk-
um kom í tankar um, at tað
var maturin, tey fingu á
barnaheiminum. Mjólkar-
greyturin kom ongantíð
aftur á borðið, og so var alt
í lagi. Uppá sama máta við
trygdarbeltinum í bilinum,
sum minti hana um, at
verða bundin í songina á
barnaheiminum og nógv
onnur líknandi dømi.
Frá barnaheiminum var
hon eisini von við, at tey
eldru børnini hjálptu teim-
um yngru og í stóran mun
máttu klára seg sjálvi. Tí
hevur hon ofta lyndi til at
taka yvir, tá smærri børn
eru í nánd, og eg skal helst
Til India eftir lítlabeiggja
Stórur tørvur á
ættleiðingarfelag
ikki koma og blanda meg
uppí, tá hon letur seg í um
morgunin.
Krógva onki
Beinanvegin Anna Maria
og Ingvi høvdu avgjørt at
ættleiða, fortaldu tey tað
fyri familju og vinfólki.
Tað var umráðandi fyri
okkum, at Karin eisini var
til í hugaheiminum hjá
okkara nærmastu, áðrenn
hon kom. Summi velja,
onki at siga, og tað er so
teirra val. Fyri okkum
hevði tað verið óhugsandi
og við at fortelja tað, lá tað
frá
byrjan
nátúrliga
í
luftini, at Karin hevur eina
fortíð, vit ikki kenna so
nógv til, siga tey.
Tá tú ættleiðir eitt barn,
mást tú beinanvegin gera
tær greitt, hvat og nær tú
ætlar at fortelja tí um sína
fortíð. Vit hava avgjørt at
fortelja Karini alt, men
bíða helst, til hon spyr sjálv
ella í hvussu er, til vit sjálvi
meta, at hon er nóg búgvin
til at kunna rúma tí.
Karin veit, at hon eigur
eina mammu í India, sum
ikki kundi hava hana. Hon
spyr eftir henni, og um vit
halda, at mamman í India
er góð við hana. Tað ein-
asta, vit kunnu siga, er at
vit eru púra vís í, at
mamma hennara elskar
hana, men at vit ikki vita,
hvar hon er. Tí tað vita vit
ikki.
Vit hava ongantíð hugsað
um at krógva nakað fyri
Karini, og tað hevði heldur
ikki borið til. Eg eri
sannførd um, at tað bara er
ein spurningur um tíð, til
myrk ættleidd børn sjálvi
byrja at varnast, at okkurt
er, sum tað ikki er hjá flestu
øðrum børnum, sigur Anna
Maria. Tað var rættiliga
skjótt, vit løgdu til merkis,
at Karin er serliga hugtikin
av fólkum við myrkum
eygum. Bæði teimum, hon
hittir og teimum, hon sær í
sjónvarpinum. Og har má
eg also siga, at sjónvarpið
ávirkar børn meir, enn vit
kanska halda. Tá Irak-
kríggið leikaði á, sløktu vit
snøgt sagt sjónvarpið, tí
Karin var bebbarødd fyri at
síggja mammu sína onku-
staðni mitt í allari neyðini.
Ert tú brún allastaðni?
Eg rokni við, at flestu ætt-
leiðingarforeldur at myrk-
um børnum stúra fyri, at
barnið kemur út fyri keði-
ligum viðmerkingum við-
víkjandi útsjóndini. Tað
gjørdu vit eisini, men tað
hevur stórt sæð víst seg at
vera óneyðugt. So løgið tað
ljóðar, eru tær keðiligu
viðmerkingarnar, vit hava
hoyrt, komnar frá vaksnum
ella frá børnum, ið týðiliga
bara endurtaka okkurt,
onkur vaksin hevur sagt.
Børn hugsa ikki uppá
sama máta, sum vaksin, og
tí spyrja tey eisini annar-
leiðis og púra opið. Nú ein
dagin spurdi eitt barn í
barnagarðinum Karina, um
hon var brún allastaðni.
Karin hevði bara svarað við
sínum størsta smíli og sagt,
"Nei, ikki her." og peika á
tenninar. Slíkt kanst tú bara
smílast at og fyri alt í
verðini ikki gera tað til
meir, enn tað er, sigur Anna
Maria.
Stórasystir
Karin sær eisini út til at
hava annað at hugsa um í
løtuni. Hon hevur longu
spurt fleiri ferðir, um
mamma og babba fara at
vera líka góð við hana, nú
tá lítlibeiggin kemur, og tað
er jú ikki so óvanligt.
Eg síggi hetta sum eitt
frálíkt høvi at vísa Karini,
hvussu vit fingu hana, og
hvussu spent vit vóru. Tað
hevur hon neyvan veruliga
kunna ímyndað sær fyrr.
Hon fær eisini ein heilt
nýggjan leiklut sum stóra-
systurin, sum skal taka væl
ímóti sínum nýggja lítla-
beiggja, so at hann følir seg
heima her hjá okkum. Og
tað er ein uppgáva, hon tek-
ur í størsta álvara, sigur
Anna Maria við einum
smíli.
Ikki eitt romantiskt
ævintýr
Karin hevur gjørt okkum til
heimsins lukkuligastu for-
eldur, ongin ivi um tað. Og
vit vildu ikki verið nakra
løtu saman við henni fyri
uttan. Men eg skal ikki
romantisera ættleiðing og
gera tað til eitt ljósareytt
ævintýr. Tann fyrsta tíðin
saman við Karini var ikki
løtt, og tað vóru løtur, har
eg var líka við at missa
vónina um, at hetta nakr-
antíð fór at ganga, sigur
Anna Maria.
Tað ringasta var kanska,
at vit ongan høvdu at práta
við. Vit vistu um onnur,
sum høvdu ættleitt, men vit
vistu eisini, at øll ikki vóru
líka fegin um at práta um
tað. So tað var ikki bara at
taka telefonina og ringa og
spyrja, um teirra barn eisini
kundi finna uppá tað og
tað. Vit vóru eisini ofta í
iva, um trupulleikarnir
høvdu við ættleiðingina at
gera, ella um teir vóru van-
ligir við børnum í hasum
aldrinum. Vit hava jú onki
at samanbera við, siga
Anna Maria og Ingvi.
Tí fegnast tey um, at stig
nú eru tikin til at stovna eitt
ættleiðingarfelag. Tað er
hugaligt at vita, at ættleið-
ingarforeldur og ikki minst
ommur og abbar nú fáa ein
skipaðan møguleika at hitta
og tosa við onnur, sum eru
í somu støðu. Fyrr var ætt-
leiðing næstan eitt dulsmál,
tú helst ikki tosaði um. Tað
er tað ikki longur, og tað er
avgjørt gleðiligt, siga Anna
Maria og Ingvi at enda.
6 ára gamla Karin er sera spent eftir at sleppa at síggja lítlabeiggjan, sum býr á einum barnaheimi í India
Karin saman við foreldrunum, Anna Maria og Ingvi Ragnarsson
Beinanvegin Anna Maria og Ingvi høvdu avgjørt at ættleiða, fortaldu tey tað fyri familju og
vinfólki.
– Tað var umráðandi fyri okkum, at Karin eisini var til í hugaheiminum hjá okkara
nærmastu, áðrenn hon kom, siga Anna Maria og Ingvi
Annika Marr Poulsen, sum er ein av stigtakarunum til nýggja felagið heldur, at foreldur
hjá ættleiddum børnum hava nógv at tosa um
C
M
Y
K
9
8