týsdagur 23. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 57 - 23. mars 2004
Nr. 57 - 23. mars 2004
7
Borgarstjórin í
Bíggjar Sóknar
Kommunu heldur, at
nú Sørvágs og Bíggjar
Sóknar Kommunur
verða lagdar saman,
er natúrligt, at næsta
stigið verður at
arbeiða fyri eini
samanlegging av
øllum kommununum
í Vágum
KOMMUNU-
SAMANLEGGING
Edvard Joensen
Vágar: Tað natúrliga eigur
at vera at arbeitt verður fyri
eini stórari felags komm-
unu í Vágum, heldur borg-
arstjórin í Bíggjar Sóknar
Kommunu, Jógvan Páll
Joensen.
Við
einum
greiðum
meiriluta søgdu borgararnir
í Bíggjar Sóknar Kommunu
leygardagin ja til at leggja
kommununa saman við
Sørvágs Kommunu.
Á vegleiðandi fókaat-
kvøðuni, sum varð hildin í
Bø, har fólk úr Bø og Gása-
dali høvdu valrætt, vóru
89,6 prosent á vali. Av
teimum atkvøddu 39, ella
65 prosent, fyri samanlegg-
ing, og 21, sum svara til 35
prosent av teimum, sum
greiddu atkvøðu, vóru í
móti samanleggin við Sør-
vágs Kommunu.
Jógvan Páll Joensen,
borgarstjóri í Bíggja Sókn-
ar Kommunu, fegnast um
úrslitið. Hann sigur, at
hóast einki ítøkiligt er
undirskrivað enn, er alt,
sum bendir á, at bygdarráð-
ini bæði í Bø og Sørvági,
fara at gera av at leggja
kommunurnar saman á
nýggjárinum.
Nýggja kommunan fer at
eita Sørvágs Kommuna
eftir firðinum, sum allar
tríggjar bygdirnar í nýggju
kommununi liggja við.
Fyribils sáttmáli
Arbeitt hevur verið við at
leggja kommunurnar sam-
an, men endaliga avgerðin
er ikki tikin enn. Millum
annað hevur verið bíðað
eftir, hvat borgararnir hildu
um málið. Nú er tað so
fingið greitt upp á pláss,
sigur Jógvan Páll Joensen,
so nú er bara at fara víðari.
Hann sær bara fyrimunir
við at leggja saman og vísir
á, at eitt nú tað praktiska,
sum gerast skal í bygdun-
um, verður nógv lættari at
avgreiða, um talan er um
eina stóra kommunu.
– Bara slíkt sum at fáa
grivið rennur ella lagt kað-
al. Okkurt smávegis veg-
arbeiði og so framvegis,
máttu vit biða fólk til. Tað
slepst undan í eini stórari
kommunu, sum framman-
undan hevur fólk til slíkt,
sigur hann.
Eisini dagliga umsitingin
verður nógv lættari, tí Sør-
vágs
Kommuna
hevur
skrivstovu, sum eisini fer at
tka sær av málum, sum
hava við Bø og Gásadal at
gera, vísir Jógvan Páll
Joensen á. Slíkar umstøður
hevði
Bíggjar
Sóknar
Kommuna ikki, sigur hann.
Hann heldur ikki, at fólki
í Bø nýtist at óttast fyri, at
eitt nú barnaansingin dettur
niður ímillum, hóast lagt
verður saman við Sørvági.
– Tað er nevnt í sáttmál-
anum, vit hava gjørt, at
barnaansingin heldur fram í
Bø. Og nú, kommunuskriv-
stovan flytir út av skúlaloft-
inum,verður tað so mikið
rúmligari í Gamla Skúla,
vísir hann á. Skúlabørnini
ganga longu sum er í skúla
í Sørvági, og tað riggar væl
við flutningi ímillum.
At skattaprosentið í ver-
andi fíggjarári er nakað
hægri í Sørvági, enn tað er
í Bø, heldur hann heldur
ikki vera nakran stóran
trupulleika, tí tekin eru til
at tað fer at javna seg út,
eftir sum skuldin hjá Sør-
vágs kommunu verður nið-
urgoldin.
Ein eind
Jógvan Páll Joensen dylur
ikki fyri, at hann kundi
hugsað sær Vágar sum eina
kommunu. Og tað eigur nú
at vera næsta stigið, farið
verður undir, heldur hann.
– Tíðin er farin frá øllum
hesum smáu kommunalu
eindunum,
sigur
hann.
Skulu vit gera okkum nak-
rar tankar um at hava nakra
ávirkan á politisku gongd-
ina í landinum, eiga vit at
taka við uppgávum, sum
annars liggja sentralt. Og
tað klárar ein lítil kommuna
ikki.
– Vit stýra ongum polit-
iskum málum. Tað einasta,
vit í slíkum smáum komm-
unum gera, er at taka tekn-
iskar avgerðir um byggi-
loyvi og rennugrevstur. Og
tað er ov lítið. Vit mugu fáa
ordiligan politikk inn í
kommunala arbeiðið, sigur
Jógvan Páll Joensen, borg-
arstjóri í Bíggjar Sóknar
Kommunu.
Verandi støða er eisini
viðvirkandi til, at tað út-
búna fókið fer aðrastaðni,
har størri møguleikar og
avbjóðingar eru at fáa, vísir
hann á.
Jógvan Páll Joensen sig-
ur, at hann er fyri at leggja
størri uppgávur út til
kommunurnar. So fáast
fólk eisini at støðast. Fólk,
sum kunnu átaka sær at
røkja hesar uppgávurnar.
Tað fer so aftur at skapa
meira lív á økjunum, tí tað
vísir seg ofta, at tað eru
hesi fólkini við teimum
góðu útbúgvingunum, sum
hava tey góðu hugskotini,
sigur hann.
Næsta stig er ein kommuna í Vágum
Nú skal tað umsitingarliga í
samband við ætlaðu kommunu-
samanleggingina avgreiðast,
sigur borgarstjórin í Sørvági
KOMMUNUSAMANLEGGING
Edvard Joensen
Vágar: Nú er tað praktiska eftir, áðrenn
endaligur sáttmáli kann undirskrivast,
segði borgarstjórin í Sørvági, Eivin
Jacobsen, eftir fólkaatkvøðuna í Bíggjar
Sóknar Kommunu leygardagin.
Hann væntar ongar trupulleikar av at
fáa samtykt samanleggingina í báðum
bygdarráðunum. Fyribils avtala er gjørd,
og okkurt smávegis er, sum eftir er at
avtala. Men ikki nakað, sum fer at
kollrenna ta avtalu, sum fyriliggur,
væntar Eivin Jacobsen.
Um samanleggin til eina stóra felags
kommunu í Vágum sigur Eivin Jacob-
sen, at nakað ítøkiligt um tað fyriliggur
ikki. Einki slíkt hevur verið viðgjørt í
kommunalum samanhangi í Vágum,
sigur hann.
Men persónliga er hann fúsur at fara
undir at kanna teir fyrimunir og vansar,
sum kunnu standast av tí.
Hann sigur, at tað er greitt, at Sørvágs
Bygdarráð fer at viðgera eitt slíkt upp-
skot, um tað kemur. Men nú skulu bygd-
arráðslimir taka tað eitt sindur róligt enn
eina løtu, heldur hann. Tí stutt er til
kommunuval, sum verður í heyst, og
klókast er helst at bíða til eftir tað valið,
og so lata tey, sum tá skulu stýra, taka
tær endaligu avgerðirnar, heldur borgar-
stjórin í Sørvági.
Nú skal tað praktiska avgreiðast
Eivin Jacobsen,
borgarstjóri í Sørvág
Kommunu, var eisini
staddur í valhølinum í
Bø, tá úrslitið av
fókaatkvøðuni varð
kunngjørt leygarkvøldið
Mynd: Edvard Joensen
Tað var stórur áhugi fyri
uppteljingini eftir
fókaatkvøðuna, sum var í
Gamla Skúla í Bø
leygardagin
Mynd: Edvard Joensen
Ein stór kommuna, har allar Vágar eru við, er tað einasta rætta, heldur borgarstórin í Bíggjar
Sóknar Kommunu, sum eftirlýsir ordiligum politikki í kommunalum samanhangi
Mynd: Edvard Joensen
Hóast vártíð er, er
meginparturin av
upsanum, sum
trolararnir fáa, smáur
og hevur lítlan prís. -
Tí liggja fleiri trolarar
í bestu vártíð nú á
hvítum fiski, sigur
Ragnar Olsen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á landingarmiðstøðini hjá
Beta í Saltangará vænta tey,
at í minsta lagi fimm skip
koma inn at landa hesa
vikuna. Tann fyrsti verður
helst Vesturland, sum roynir
við gørnum. Seinni í vikuni
koma so eisini Stelkur og
Bakur og Trastur og Skarv-
ur.
Ragnar Olsen sigur, at
tað er ikki óhugsandi, at
onnur skip eisini verða
landaði á Beta, sum vikan
líður.
Í síðstu viku landaði Beta
eisini nøkur skip, og mill-
um hesi var Váðasteinur,
sum er á hesi myndini.
Smáur upsi
Ragnar sigur annars, at lítið
er at fáa av stórum og
góðum upsa, sum hevur ein
hampiligan prís.
– Ein 50-75% av veiðini
hjá skipunum er upsi 4,
sum liggur rundan um
tríggjar krónur fyri kilo.
Hann sigur, at einar 4-5
krónur fáast fyri kilo av
upsa 1, men tað er so for-
svinnandi lítið av hesum
fiski uppí í veiðini.
– Eg veit ikki, um vit
yvirhøvur kunnu tosa um
prosentir av upsa 1, tá ið
50-75% av veiðini er upsi
4.
Hvítur fiskur
Ragnar sigur, at nógvir
trolarar royna eftir hvítum
fiski, tí upsafiskiskapurin
gevur so lítið.
Heldur ikki, nú vártíð er,
og fiskurin gýtir, er nakar
bati at tosa um í støddini á
upsa.
– Skipini royna at fáa
fatur á tí frægara upsanum,
sum hevur betri prís, men
sum skilst, er lítið av hesum
fiskinum uppi í veiðini. Tí
liggja fleiri trolarar og fiska
hvítan fisk, nú vártíð er,
sigur Ragnar Olsen.
Fleiri landingar á Beta
hesa vikuna
Línubáturin, Váðasteinur, landaði á Beta í síðstu viku, tá ið
hendan myndin varð tikin. Hesa vikuna vænta tey á
landingarmiðstøðini í minsta lagi 5 skip, harav Vesturland
ætlandi landar í dag
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ein togendi bjargaði
bilinum úti á pierin-
um í Saltangará, tá ið
førarin av óvart kom
at traðka á speedaran
heldur enn bremsuna.
Bæði framhjólini fóru
út av bryggjukant-
inum
FERÐSLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánakvøldið í síðstu viku
kundi enn ein álvarslig van-
lukka verið hend á havna-
lagnum í Saltangará. Hend-
ingin fór fram úti á pierin-
um, tá ið ein bilur við trim-
um ungum kvinnum mundi
farið á sjógv millum tvey
skip. Annað skipið var
sandbáturin hjá Niclasi
Højgaard.
18, 17 og 17
Førarin á bilinum, Maria í
Grund, sum er 18 ára gom-
ul, fekk koyrikortið fyrst í
hesum árinum. Við síðuna
av henni sat 17 ára gamla
systirin, Marna. Aftanfyri í
bilinum, sum bert hevur
tvær hurðar, sat 17 ára
gamla
vinkona
teirra,
Jonna.
Allar búgva tær í Søldar-
firði.
Hendingin fór fram, tá ið
Maria av óvart kom at
traðka á speedaran heldur
enn bremsuna. Bæði fram-
hjólini á bilinum fóru út um
bryggjukantin, sum tískil
hekk á »búkinum«. So
heppið var tað, at annað
hjólið kom at hvíla á end-
anum hjá sandbátinum, og
pápi Mariu og Marnu,
Sámal Petur í Grund, sigur,
at soleiðis, sum hann hevur
skilt álvarsligu støðuna, var
endin avgerandi fyri, at bil-
urin ikki fór í havið.
Mamma Jonny, Sigrid
Gaardbo, sigur, at dóttirin
ringdi beint eftir hending-
ina og segði, hvat var hent.
– Seinni hava vit hugsað
um, hvat kundi verið hent,
og tað er ein óhugnaligur
tanki, sigur hon.
Álvarslig støða
Sigrid sigur, at genturnar
vóru ræddar, men samstun-
dis høvdu tær – ungdómin-
um so líkt – hug at smírast
at, hvussu gekst at koma út
úr bilinum, meðan hann
enn hekk hálvur út av
bryggjuni.
Hon sigur eftir dóttrini, at
allar tríggjar genturnar
noyddust at grulva úr bil-
inum.
Sosialurin hevur skilt, at
støðan tóktist so álvarslig,
at genturnar tordu illa at
røra seg í bilinum, til hjálp
var komin á staðið.
Ein maður var á bryggj-
uni, og skjótt komu fólk,
sum vóru umborð á skipun-
um, eisini til hjálpar.
Tað eydnaðist í øllum
góðum at fáa tær tríggjar
genturnar út úr bilinum og
uppá bryggjuna í tryggleik-
an.
Sámal Petur sigur, at
Maria, sum siglir við Næra-
bergi, hevur koyrt stutt og
bilurin, genturnar koyrdu í,
hevur automatisk gear.
– Vit kunnu bara vera
fegin um, at alt endaði væl,
sigur pápin at teimum
tveimum gentunum.
Ein hending
Hendingin
næst
síðsta
mánakvøld er eitt prógv
um, hvat kann henda, tá ið
illa vil til. Tíbetur hendi
eingin vanlukka, men tað
kundi verið so skjótt, tá ið
bilurin var so nær við at
koppa út at og í bláan sjógv.
Seinastu mánaðirnar eru
fleiri bilar endaðir á sjón-
um, og fólk standa spyrj-
andi, hví slíkt hendir.
Í Havn eru tveir bilar
farnir á sjógv. Í øðrum
førinum doyði ein maður,
og
á
oljubryggjuni
í
Saltangará fór ein bilur út
av við faðiri og soni, har
sonurin læt lív.
Hendingin, sum rakti tær
tríggjar genturnar, Mariu,
Marnu og Jonnu, var eitt
hendiligt óhapp, sum tíbet-
ur ikki førdi til eina álvars-
liga vanlukku.
Men tað var um reppið.
Tríggjar ungar gentur
mundu endað á blámanum
Tað var her úti á pierinum, at ein bilur við trimum ungum gentum mundi farið í havið. Bæði
framhjólini fóru út um bryggjukantin, men ein endi á sandbátinum, sum lá við bryggjuna, gjørdi,
at bilurin ikki koppaði út av og fór í bláan sjógv
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
7
6