Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 57 - 23. mars 2004 Nr. 57 - 23. mars 2004 5 Forkvinnan í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøð- ingar Jana Dalsgaard sigur, at tørvur er á sjúkrarøktarfrøð- ingum, og um ikki nakað verður gjørt við støðuna skjótt, so verður galin endi. Hetta vísa framrokn- ingar hjá felagnum SAMRÁÐINGAR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Ein stórur trupulleiki innan sjúkrarøktarfrøðingarnar er, sambært Janu Dals- gaard, at starvsfólkið fæst ikki at støðast. Og tað hel- dur hon kemur einamest av tungu arbeiðsbyrðuni, sum bert tykist at vaksa fyri hvørt ár. Og tað er nakað, sum felagið vil arbeiða við, sigur hon. Harumframt vísa fram- rokningar hjá felagnum, at um ikki nakað verður gjørt við at útvega fleiri sjúkra- røktarfrøðingar, so verður endin galin. Tað vil siga, at frágongdin er størri í mun til tey, sum byrja at lesa til sjúkrarøktarfrøðing, og tað sær forkvinnan í felagnum sum ein stóran trupulleika. Hon greiðir frá, at meðal- aldurin á starvsfólkunum liggur um 44,2 ár, og tað er rættuliga høgt. – Meðalaldurin í granna- londum okkara er eisini rættuliga høgur, men Før- oyar hava munin, sigur Jana Dalsgaard. Jana sigur, at okkurt má gerast við støðuna, og hon hevur tvey uppskot um, hvussu tað kann gerast. Hon vísir á, at um fleiri les- andi verða tikin inn, so kann tað vera ein máti at bøta um støðuna. Arbeiða longur Hin mátin, sum hon nevnir, er, um tað verður broytt soleiðis, at tey, ið eru fylt 67, sleppa at halda fram at arbeiða undir somu um- støðum og treytum, sum tey hava, um tey ynskja tað. – Sjálvandi skal eitt starvsfólk sleppa frá, um tað ynskir tað, tá tað er fylt 67, men tað eru fleiri, sum kanska høvdu viljað slopp- ið at hildið fram í eina tíð afturat, tí tey hava orku og heilsu til tað, og tað dugi eg ikki at síggja nakað galið í, sigur Jana. Í dag er tað soleiðis, at tá ein sjúkrarøktarfrøðingur hevur fylt 67, verður við- komandi uppsagdur, og tað heldur forkvinnan í sjúkra- røktarfelagnum er ein óver- dug mannagongd. Felagið hevur gjørt vart við tað, og heldur so avgjørt, at hendan mannagongdin eigur at verða broytt sum skjótast. – Hví skulu tey ikki kunna halda fram, um tey ynskja og orka tað. Eg meini so við, bæði læknar kunnu arbeiða og eitt nú løgtingsfólk kunnu stilla upp til tey eru 70, vísir Jana Dalsgaard á. Tað ber til at søkja um at sleppa at halda fram í sín- um arbeiði eftir, at ein er farin um tey 67, men tá verður tað sum tímalønt starvsfólk, og tað heldur Jana ikki er nøktandi. Hon heldur, at tey eiga at kunna halda fram við somu treyt- um og umstøðum, og har- við hevði ein møguligur bati á frágongdini eisini verðið sjónligur, heldur hon. – Alt hetta eru viður- skifti, sum felagði eisini hevur gjørt politikkararnar varðugar við, so vit hava nógv at arbeiða við, sigur Jana Dalsgaard, forkvinna í sjúkrarøktarfelagnum, sum situr í sáttmálasamráðing- um enn. Felagið leggur størsta dentin á grundlønina og meira frítíð í teirra kravum, og Jana sigur, at samanum- tikið er hon hampuliga væl- nøgd. – Vit eru jú í samráðing- um enn, so eg fái ikki sagt nakað ítøkiligt, men tað er á einari leið. Tað gongur tann rætta vegin við sam- ráðingunum, og vit stíla ímóti at verða liðug í hesi vikuni, sigur Jana Dals- gaard, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøð- ingar. Ferðsluóhapp á Kongabrúnni Sunnudagin var eitt ferðsluóhapp við parkeringsøkið á Kongabrúnni í Havn. Talan var um tveir bilar, sum rendu sam- an. Annar koyrdi út fyri hin av parker- ingsøkinum. Báðir bilarnir fingu stóran skaða, men ongin persónsskaði var tó. Kortini vóru báðir bilførararnir og fólkini, sum sótu í flutt á skaðastovuna til kanningar. Bilarnir vórðu báðir sleipaðir burtur, og nakað av olju, sum var likin úr teim- um, spulað vekk. Eitt annað ferðsluóhapp var í Stoffalág sunnudagin. Ein bilur rendi á ein parker- aðan bil. Bilførari rýmdi av staðnum uttan at geva seg til kennar. – Hetta er nakað, sum vit uppliva oft- ari og oftari, sigur vakthavandi. -sae- Goyggjandi hundar Nógvar klagur hava verið um leysgang- andi hundar, og er hetta ein afturvend- andi trupulleiki, sigur vakthavandi á løg- reglustøðini. Men hetta vikuskiftið hava tað ikki verið so nógvir leysir hundar kortini. Men fólk hava ringt inn og klagað um, at hundar goyggja og ýla tíðliga um morgnarar. Nakað, sum er til miklan ampa fyri fleiri. Løgreglan var fleiri ferðir úti hjá fólki í vikuskiftinum og bað tey um at fáa hundarnar at tiga ella at taka teir inn. – Tað fær øði í fólk, at hundagoyggj og annað órógvar tey fyrrapartar sunnudag, og tað er somuleiðis brot á viðtøkurnar, sigur vakthavandi. -sae- Herverk Fleiri herverk hava verið í høvuðsstaðn- um um vikuskiftið. Talan er einamest um herverk á bilar. Sunnukvøldið var herverk framt á ein bil uttan fyri Badmintonhøllina. Bilurin varð buglaður, og ein hjólskál brotin. Herverk varð somuleiðis framt á ein rennigravara hjá kommununi, sum stóð í Steinatúni. Har var ein rútur brotin í hurðini. Fólk sóu gerningsmannin og greiddu so mikið væl frá, hvussu hann sá út, at løgreglan seinni tók hann. Hann viðgekk seg sekan og fær allarhelst eitt endurgjaldskrav frá kommununi og eina bót. Leygardagin var eisini eitt herverk í Liðagøtu. Har vóru blinkiljós á einum bili brotin, og nummarplátan var saman- krúllað. Tíðliga leygarmorgunin boðaði onkur frá, at tveir rútar vóru brotnir í dómshús- inum. Har eru nú plátir neglaðir fyri, og løgreglan veit onki meira sum nú er. -sae- Rúsdrekkakoyring, sigling og súkkling Løgreglan hevur tikið fleiri fólk í viku- skiftinum fyri brot á ferðslulógina. Ein maður varð tikin fyri at koyra fullur við farstøðina sunnumorgunin. Hesin verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Tveir menn vórðu tiknir leygardagin fyri brot á sjólógina. Fráboðan kom úr Nólsoy, at tveir fullir menn vóru farnir við báti til Havnar. – Hetta hevur óivað loypt ótta á fólk í Nólsoy, og tey boðaðu so løgregluni frá, sigur vakthavandi. Menninir vórðu tiknir, tá teir komu á land í Havn, og verða nú ákærdir fyri at sigla ávirkaðir í báti. Ein fullur maður á súkklu varð eisini tikin leygardagin. Hann súkklaði á eystara Ringvegi við sápufabrikkina, tá hann rendi á ein kantstein og fór runt. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við smávegis snuddum og fær eina bót fyri at hava súkkla ávirkaður av rúsdrekka. -sae- Rok og húsaófriður Løgreglan í høvuðsstaðnum sigur frá fleiri rokum og húsaófriðum. Men í øllum førum var ikki talan um tað heilt álvarsliga. – Einamest talan um rok við antin vertshús ella náttklubbar, har tá løgregl- an kom á staðið, var tamarhald fingið á støðuna, sigur vakthavandi. Men í tí eina førinum, har varð ein maður tikin inn á støðina at sova rúsin av sær. Rok var uttan fyri Eclipse, men har høvdu menninir funnu útav tí, tá løgregl- an kom á staðið. Fleiri ferðir fór løgreglan út til húsa- ófrið. Har meklaði hon, inntil partarnir vóru komnir niður aftur á jørðina, og so spældi alt væl og friðarliga av. -sae- Rendi á í rundkoyring Við rundikoyringina í Norðurstreymoy hendi eitt ferðsluóhapp um tíggju tíðina leygarkvøldið. Ein bilførari, sum var ávirkaður av rúsdrekka, misti tamarhaldið á bili sín- um og rendi á ein pela í rundkoyringini. Bilførarin royndi síðani at koyra víðari, men bilurin var so mikið illa farin, at ikki bar til at koyra við honum. Bilfør- arin sjálvur fekk ongan skaða. Aðrar bil- førarar, sum komu framvið, boðaðu løg- regluni í Runavík frá óhappinum. Mað- urin verður nú skuldsettur fyri rús- drekkakoyring. -sae- Ferðsluóhapp í Hósvík Eitt ferðsluóhapp var í Hósvík leygar- dagin. Tveir bilar, ein koyrdi norðureftir og ein suðureftir, stoyttu saman, eftir at annar bilførarin av ókendari orsøk misti tamarhaldið á bilinum og fór yvir á hina koyribreytina. Stórur materiellur skaði var, men ongin persónsskaði. Sera hált var leygarkvøldið, so tað verður mett at vera orsøkin til óhappið. -sae- Jana Dalsgaard: Tørvur á sjúkra- røktarfrøðingum Jana Dalsgaard, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkra- røktarfrøðingar, sigur, at tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum er alsamt vaksandi, og hon óttast fyri, at tað verður heilt galið, um ikki okkurt verður gjørt við støðuna sum skjótast Frákoyrdi lands- stýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur onga við- merking til valið av Kaj Leo Johannesen sum formann í Sambandsflokk- inum FORMANSVAL Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Onga viðmerking. Orðini falla prompte, tá Sosialurin spyr Johan Dahl um hansara meting um valið av Kaj Leo Johannesen til nýggjan formann í Sambands- flokkinum. 23. februar varð Johan Dahl koyrdur frá sum landsstýrismaður í fiski- vinnumálum eftir bara 20 dagar í sessinum. Fleiri persónlig viðurskifti úr fortíð hansara vóru tikin fram í ljósmála, og tað var ov mikið fyri partar av Sambandsflokkinum. Tá Johan Dahl varð valdur til landsstýris- mann, fekk hann stuðul frá Edmund Joensen, Marjus Dam og Bárði Nielsen, meðan hann ikki fekk stuðul frá Alfred Olsen, Lisbeth L. Peter- sen og Kaj Leo Johanne- sen. Og tað vóru serliga sambandsfólk úr Suður- streymi og Norðoyggjum, ið ynsktu at fáa Johan Dahl burtur úr lands- stýrissessinum. Eftir at verða frákoyrd- ur mælti Johan Dahl til, at Jaspur Vang, ið var næstur honum á sambandslistan- um í Suðuroynni, tók sætið sum landsstýris- maður í Fiskivinnumál- um. Men sum kunnugt valdi flokkurin Bjørn Kalsø úr Norðoyggjum í staðin. Fer á landsfund Johan Dahl sigur, at hann ætlar sær á landsfundin hjá Sambandsflokkinum um vikuskifti. Og har ætl- ar hann sær at útgreina sína hugsan um, hvat er farið fram í Sambands- flokkinum í seinastuni. – Men sum er havi eg ongar viðmerkingar til formansvalið, sigur Johan Dahl. Fríggjakvøldið gerst Kaj Leo Johannesen nýggjur formaður í Sambandsflokkinum. Sum einasta valevni metir hann seg hava breiða undirtøku úr flokkinum, ið hann vil hava meira sjónligan í føroyskum politikki FORMANSVAL Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Eittans valevni er til for- manssessin í Sambands- flokkinum, sum skal veljast á landsfundinum um viku- skiftið. Tað er greitt, eftir at freistin at koma við upp- skotum var úti klokkan sjey sunnukvøldið. 39 ára gamli Kaj Leo Johannesen varð tíðliga í uppskoti til nýggjan for- mann í Sambandsflokkin- um, eftir at Lisbeth L. Petersen legði frá sær dagin eftir løgtingsvalið. Eisini Bárður Nielsen hevur verið nevndur sum formansval- evni, men hann hevur tó borið seg undan. Sunnukvøldið kundi Kaj Leo Johannesen so stað- festa, at hann komandi fríggjakvøld kann nevna seg formann í Sambands- flokkinum. – Eftir at hava fingið fleiri áheitanir, so segði eg her- fyri, at um eg fekk breiða undirtøku fyri tí í flokkin- um, so ynskti eg at gerast formaður. Og sum eg havi skilt, so havi eg breiða undirtøku, sigur Kaj Leo Johannesen. Savna flokkin Kaj Leo Johannesen verður formelt ikki valdur til for- mann fyrr enn fríggjadagin, og tí hevur hann ikki hug at fara í smálutir við sínum framtíðarætlanum við flokkinum. Men ein av fyrstu upp- gávunum verður at savna flokkin eftir stríðið í sein- astuni. – Eg vil hava Sambands- flokkin fram, og persónarn- ir meira í bakgrundina. Flokkurin hevur í seinast- uni verið ov lítið saman- sjóvaður – eingin flokkur tolir, at persónar ganga egnar leiðir, greiðir Kaj Leo Johannesen frá og leggur afturat: – Sum formaður vil eg rætta eina hond út til sam- arbeiði, bæði innanfloks og við aðrar flokkar. Løgmansevni Sum formaður í Sambands- flokkinum gerst Kaj Leo Johannesen eisini løgmans- evni floksins. Og hann er til reiðar at taka við hesi av- bjóðing, um høvið býðst. – Sjálvandi havi eg ambitiónir um at gerast løgmaður. Tá eg havi fingið hetta álit, og havi játtað at taka við ábyrgdini, so má eg eisini vera til reiðar at gerast løgmaður, sigur Kaj Leo Johannesen. Komandi floksformaður- in sigur seg annars vera til reiðar at leggja alla orku í at røkja formanssessin á besta hátt. – Tá eg havi sagt ja, so havi eg skyldu til at lyfta uppgávuna, og tað ætli eg mær at gera, sigur Kaj Leo Johannesen. Sum leiðara lýsir hann seg sjálvan at dáma væl at viðgera málini yvirordnað, og annars at býta uppgáv- urnar út til onnur. Eisini sær hann eina avbjóðing í at motivera fólk og fáa tey at arbeiða saman. – Eg má savna flokkin, og fáa tingbólkin at virka sum eina eind, staðfestir komandi formaðurin. Kaj Leo Johannesen er partaeigari í sølufyritøkuni Farex, har hann eisini starv- ast og er nevndarformaður. Men hann hevur minkað arbeiðsbyrðuna í Farex til nakrar fáar tímar um dagin, fyri at fáa betri stundir til politiska arbeiðið. Vinnupolitikkur Eitt av hjartamálunum hjá Kaj Leo Johannesen er vinnulívið, og sum formað- ur í Sambandsflokkinum ætlar hann sær at arbeiða fyri at bøta um viðurskiftini hjá vinnuni. – Vinnulívið er grundar- lagið undir restini av sam- felagnum. Í dag er vinnan alt ov viðkvom, og vit eru við at gerast ein eftirbátur í Evropa. Tí er neyðugt at skapa góðar karmar fyri vinnuna, sigur Kaj Leo Johannesen. Tað er eingin loyna, at Sambandsflokkurin vil nærkast Evropeiska Sam- veldinum, og hesum vil komandi formaður floksins eisini arbeiða fyri. Hann vísir á, at ES umboðar stór- an part av føroyskum út- og innflutningi. – Vit noyðast at vera ein viðspælari í Evropa, stað- festir Kaj Leo Johannesen. Fyrsta stigið á leiðini er at birta upp undir vitanina um ES í Føroyum. Hetta skal millum annað gerast við eini ráðstevnu um Evropeiska Samveldið. – Fyrst mugu vit fáa meira at vita um ES. Síðan mugu vit seta okkum spurningin, hvat vit vilja í hesum sam- bandi. Kaj Leo Johannesen sig- ur, at tað ikki kemur nakað uppskot frá sær um før- oyska støðutakan til ES- spurningin í næstum. Talan er um eina longri proces. Men velja Norra og Ísland at gerast limir í ES, so hava vit eina nýggja støðu, og so skundar tað undir process- ina. Flokkurin fram um persónar Kaj Leo Johannesen verður einasta formansvalevni á landsfundi Sambandsfloksins fríggjakvøldið Johan Dahl: Onga viðmerking Lisbeth L. Petersen: Vónar at Kaj Leo fær frið at arbeiða Fráfarna forkvinn- an í Sambands- flokkinum heldur at flokkurin eigur ein góðan formann í Kaj Leo Johannesen FORMANSVAL Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Upprunaliga ætlaði Lis- beth L. Petersen at leggja frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum á landsfundi floksins kom- andi vikuskifti. Hon metti seg ikki fáa nóg góða undirtøku innanfloks. – Har vóru ávísir trup- ulleikar við baklandinum, sigur Lisbeth L. Petersen, ið annars ikki hevur hug at gera stórvegis viðmerkingar til tað mál- ið. Men valósigurin 20. januar skundaði undir av- gerðina um at leggja frá sær, og Lisbeth L. Pet- ersen segði seg frá sum forkvinnu dagin eftir. Fráfarna forkvinnan metir, at Sambandsflokk- urin eigur ein góðan formann í Kaj Leo Johannesen. Tó kundi hon hugsað sær, at hann hevði havt betri tíð at arbeitt í flokkinum, áðr- enn hann kom upp á ovastu rók. – Talan er um eitt sera krevjandi starv. Tað merkti eg væl, hóast eg hevði drúgvar royndir frá floksarbeiði, áðrenn eg tók við sum formaður, sigur Lisbeth L. Petersen. Eftir stríðið innanfloks í seinastuni vónar Lisbeth L. Petersen, at nýggi formaðurin fær frið at arbeiða. Spurt, hvørt ósemjan hevur skatt flokkin, sigur Lisbeth L. Petersen, at tað er trupult at svara uppá. Men ósemjan í níti- árunum, ið millum annað snúði seg um for- manssessin, skaddi flokkin tá, vísir hon á. – Tað hevur stóran týdning, at trúvirði er um flokkin. Og í eini ósemju kann vera trupult at fáa eyga á trúvirði, sigur Lis- beth L. Petersen. Hon leggur afturat, at nýggi formaðurin altíð er væl komin at fáa góð ráð frá sær. C M Y K 5 4