Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, fyllir sjeyti ár í dag, 17. sep­ tember. Mangur kennur mannin, sum rokskiparan við før­ oyskum ísfiskaskipum gjøg­ num nógv ár, og tað er eitt stórt tal av monnum, sum soleiðis sigldu saman við honum. Seinastu tíggju árini hevur Mortan verið útróðrarmaður og nógv, sum ikki kendu mann­in sum skipara, eru kom­in at kenna hann sum hin fryntliga og fyrikomandi fiska­sølu­mannin í Vágsbotni, har hann hevur feskasta fisk­ in, fiska­flak, ræstan fisk, lipp­ ur og kjálkar og seinnu tíðina eisini frika­dellur og knett­ir, sum hann ger heima við hús. Tíðliga í áttatiárunum var Mortan Johannesen for­maður í Trolskipum, har hann í trý ár samstarvaði við menn sum eitt nú Jens Eli Ellefsen, Oddfríð Gregersen og Osmund Justinussen. Síðan hann gjørdist út­ róð­rarmaður fyri stívliga 10 árum síðan er hann eis­ini vorðin formaður í út­róð­ rarfelagnum í Suður­streym­ oy, og við hesum álitiss­essi hevur hann eisini havt høvi at hitt vinnunevnd løg­ting­ sins, tá mál sum hava við fiski- og útróðrarvinnu at gera, hava verið til viðgerðar í nevndini. Sum formaður í út­róð­ rarfelagnum hevur Mortan eisini luttikið aktivt í al­ menn­um kjaki um mál, sum hava við henda partin av okk­ara fiskiveiði at gera. – Eg havi altíð gingið høgt uppí tað, eg fáist við, og soleiðis hevur eisini verið hesi árini, eg havi ver­ið út­ róðrarmaður og havi havt høvi at umboðað útróð-rar­ vinnuna. Lurta ikki eftir Mortan Johannesen sigur, at hansara royndir við politik­ arum seinnu árini er, at teir siga eitt, men gera nakað heilt annað, tá til stykkis kemur. – Tað verður slett ikki lurtað eftir, og tí er skilið hjá eitt nú útróðrarflotanum, sum tað er. Tað stutta av tí langa er, at útróðrarvinnan er farin fyri bakka. Teir, sum rógva út, eru í flestu førum nakrir pensjónistar – og um nøkur ár, eru eisini vit burtur úr hesi vinnu. Her er eingin tilgongd, og eg havi varhugan av, at politikararnir ynskja útróðurin, har pipar­ið grør. Tá útróðurin er burt­ ur, er ein trupulleiki minni hjá politikarunum at taka støðu til. Hetta er kensl­ an, sum eg havi gjøg­num hesi ár, nú eg havi um­boðað útróðrarvinnuna í Suður­ streymi. Mortan sigur, at tað hev­ ur verið spennandi at vera útróðrarmaður, og í løt­um hevur tað eisini verið ógvu­ liga strævið. Kent andlit í Vágsbotni Tá Mortan Johannesen fekk sær útróðrarbát, byrjaði hann eisini beinanvegin at selja fisk í Vágsbotni, og tað hevur hann gjørt øll árini síðan. – Tað vóru tvey ting, eg í fyrsta lagi hugsaði um. Eitt er, at nýveiddur fiskur eigur at fáa betri prís – og í øðrum lagi var mín tanki at ”læra” fólk í størri mun at eta fisk aftur. Eg byrjaði við at selja heilan fisk, síðan fór eg at heingja fisk upp at ræsa í bátinum, skera flak, lippur og kjálkar, og tað seinasta er, at eg eisini eri farin at gera frikadellur og knettir. Mortan sigur, at hóast hann sum stýrimaður og skip­ari hevur fiskað heilt úr eysturstrond Kanada, Labrador, Grønlandi, Íslandi, við Bjarnoynna og í nógv ár undir Føroyum, hevur tíð­in sum útróðrarmaður ver­ið ógvuliga gevandi og spenn­ andi. – Sum stýrimaður og skipari fiskaði eg bara við troli, men tað hevur verið minst líka so spennadi at fingið fulla dorg av stórum toski, sum tað í sínari tíð var at fáa eitt stórt hál av fiski við trolara. Sum útróðrarmaður hevur Mortan verið nógvar dagar einsamallur á Føroyabanka um sumrarnar – ja, onkuntíð hevur hann verið burtur upp í fleiri dagar. – Hetta er nakað av tí allar besta, sum eg havi upplivað á havinum – at vakna upp einsamallur í lítlum glas­ trevja­báti langt burturi í kvirr­uni. Hetta er ein upp­ living og kensla, sum er ógvu­liga torfør at greiða frá. At upp­liva Guðs stórbæru náttúru, og ta djúpu, djúpu tøgn­ina. Tað er barasta so fan­tastiskt. Fiskurin er lívið Mortan Johannesen sigur, at hann ikki júst er maðurin, sum hevur tímað best at sligið grasplenur ella at vatn­ að blómur. – Mær hevur altíð dámað betri tað, sum svimur og spraklar millum fingrarnar. Tá tú sást, at eitt hál var stórt, hevði tú hug at skelva av spenningi – og tá snellu­ dorgin kennist full, gerst tú ógvuliga spentur og glaður. Útróðrarmaðurin heldur ikki, at tað er ovurveiða, sum er atvoldin til, at seinnu árini hava vignast so illa við toski og hýsu. – Vit kunnu hyggja 100 ár aftur í tíðina, har mynstr­ ið er afturvendandi. Tað er náttúran, sum spælir inn. Fiskifrøðin roynir at greiða frá, hvat tað er, sum hendir, men hetta er ein ómøgu­lig uppgáva. Tað er við fiski­ frøðini sum við klokk­uni. Ein klokka, sum stendur, er røtt tvær ferðir um samdøgnið, sigur útróðrarmaðurin, sum í dag fyllir sjeyti. Ríkt og spennandi lív Vit kundu saktans endurtikið søguna um Mortan Johanne­ sen og tíðina hjá honum sum stýrimanni og skipara, men tað fara vit ikki at gera í hesi greinini. Tó kunnu vit siga, at með­an maðurin sigldi sum skipari, førdi hann fleiri ný­ bygningar til lands, eitt nú Polarborg I (1975), Suðring (1977), Rankan (1981) og Andr­ ias í Hvannasundi (1986). Fara vit longur aftur í tíð­ ina, var hann eisini við sum dekkari, tá eitt nú Brandur Sigmundarsson kom í 1960, og tá Magnus Heinason kom í 1961. – Eg havi havt eitt ógvu­ liga ríkt og spennandi lív, nú eg sum sjeyti ára gamal mað­ur hyggi aftur yvir tíð­ ina. Tíbetur er heilsan góð, og eg eri fegin um, at eg framvegis kann vera virkin í útróðrarvinnuni, sigur Mort­ an Johannesen. Vit ynskja honum hjarta­ liga tillukku við sjeyti ára degnum í dag. – Eg havi havt eitt ríkt og spennandi lív - At vakna upp einsamallur í lítlum glastrevjabáti úti á Føroyabanka er nakað av tí allar besta, sum eg havi upplivað á havinum. Hetta er ein uppliving og kensla, sum er ógvuliga torfør at greiða frá. At uppliva Guðs stórbæru náttúru, og ta djúpu, djúpu tøgn er barasta so fantastiskt, sigur Mortan Johannesen –Tað er við fiskifrøðini sum við klokkuni. Ein klokka, sum stendur, er røtt tvær ferðir um samdøgnið, sigur Mortan Johannesen, sum í dag fyllir sjeyti Tá tú sást, at eitt hál var stórt, hevði tú hug at skelva av spenningi – og tá snelludorgin kennist full, gerst tú ógvuliga spentur og glaður