Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Tað er harðliga tiltrongt at fáa fleiri íbúðir til les­ andi og lærlingar. Teitur Vágadal, næst­ formaður í ráðnum fyri MFS, heilsar uppskotinum frá Tjóðveldi um at byggja íbúðir til fólk undir út­ búgv­ing, vælkomnum. - Eg vóni at uppskotið fær eina góða og sakliga við­gerð, at tað er stór­ur tørvur á slíkum bú­stað­ um, sigur hann - Studingurin er ikki høg­ur og tað er sera dýrt at leiga, samstundis sum at útboðið av bústaðum er lítið, leggur hann afturat. Hetta merkir, at nógv lesandi búgva á bygd og ferð­ast langt frá heimi til út­búgv­ingarstað hvønn dag. Sjálvur veit hann um fólk, sum hvønn dag ferð­ ast tríggjar tímar til og frá skúla.- Tískil halda vit, at tað av­gjørt er ein gongd leið at byggja fleiri íbúðir til lesandi og lærlingar. - Hevði gongd komin á slíka bygging, hevði tað verið gleðiligt, sigur Teitur Vága­dal. Hann er samd­ur í, at góðir út­búgv­in­g­ar­møgu­ leikar eru ein týð­andi tátt­ ur í roynd­unum at steðga frá­flyt­in­g­ini. - Í hesum sambandi eru nettupp bú­stað­ar­ møgu­lei­k­arnir ein týðandi tátt­ur, sigur hann. Men hann leggur aftur­at, at slíkir bústaðir mugu verða bíligir. - Sum studningurin er nú, kann eitt kamar við felags køk og stovu ikki kosta meiri enn 1500 krón­ ur um mánaðin í mesta lagi, sigur Teitur Vágadal. 1.500 krónur Áki Bertholdsen Nú skal gongd fáast á at byggja íbúðir kring landi til les­andi og lærlingar kring alt landið. Tað vil Tjóðveldi. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur, at flokkurin hevur nú lagt uppskot fyri Løg­tingið um at landsstýrið alt fyri eitt skal taka stig til at útvega fleiri íbúðir til les­ andi og lærlingar runt um í landinum. Í hesum sambandi vil Tjóðveldi hava Løg­ting­ ið at samtykkja at heita á Landsstýrið um bein­an­veg­in at fara saman við Húsa­láns­ grunni­num og kommu­nu­ num um at bygg­ja íbúðir til lær­lingar og lesandi. Endamálið við sam­ starvinum ímillum lands­ stýrið, Húsa­láns­grunnin og kommunurnar, skal vera at leggja eina ætlan fyri íbúðar­ bygg­ing til lesandi og lær­ ling­ar og at gera avtalur um slíka bygging. Og flokkurin leggur dent á, at tað skal vera í sambandi við útbúgvingarpláss um alt landið. Okkara størsta avbjóðing Høgni Hoydal staðfestir, at skeiva gongdin í fólka­ tali­num í Føroyum heldur fram. - Seinastu tølini frá Hag­stovu­ni vísa, at frá­flyt­ ing­in er munandi størri enn til­flyt­ingin og burðaravlopið mink­ar. - Hvørt ár fer ein stórur part­ur av ungdóminum í Før­ oyum av landinum at nema sær útbúgvingar, og tá ið ein minkandi partur kemur heimaftur, elvir hetta til ein ónda ringrás: Færri fólk í tí aldri­num, sum eiga børn, eru í Føroyum, og serliga eru tað kvinn­ur­nar gerast munandi færri. Floksformaðurin sigur, at í framtíðini er hetta størsta av­bjóðingin fyri føroyska sam­felagið yvirhøvur og tí eigur øll politisk orka at brúk­ast til venda gongdini. Høgni Hoydal stað­ festir eisini, at fyri at skapa fólkavøkstur, búskap­ar­ vøkstur, eitt ríkt mentan­ar­ lív og trivnað um alt land­ið, er neyðugt at fara undir eitt miðvíst ar­beiði fyri at at økja um út­búgv­ing­ar­møgu­leik­ar­ nar. - Tí er neyðugt at økja um talið av hægri lestr­ ar­plássum, miðal­long­um útbúgvingum, mið­náms­út­ búgv­ing­um, møguleikum fyri fjar­lestri, eftirskúlatilboðum og eftir­út­búgv­ingar­møgu­ leik­um, leggur hann afturat. - Men tað er eisini neyðugt at gera íløgur í bú­ stað­ir til lesandi, sigur Høgni Hoy­dal. Alt er klárt Hann vísir á, at lógin um Húsalánsgrunnin er broytt við tí endamáli at gera grunnin til høvuðs­am­ boð til at broyta bú­stað­ ar­marknaðin í Før­oy­um við tí endamáli at lækka kost­nað­arstøðið og útvega fjøl­broyttar bú­stað­ar­møgu­ leikar hjá ymsum sam­felags­ bólkum. - Tá ið lógin varð broytt var fleiri ferðir víst á, at víst á, at eitt av endamálunum var, at landsstýrið skuldi taka stig til gera avtalur við Húsalánsgrunnin og kommu­nur og kanska onnur feløg ella stovnar, um at bygg­ja bæði leiguíbúður og lestraríbúðir. Formaðurin í Tjóðveldi stað­festir, at fleiri komm­u­ nur og onnur, eru áhugað at bygg­ja lestrarbústaðir saman við Húsalánsgrunninum. Men fyri at fáa gongd á málið av álvara, eigur lands­ stýrið at ganga undan, held­ ur Høgni Hoydal. Hann vísir eisini á, at lógin heimiðlar eisini lands­ stýri­num til at veita stuðul til at byggja og reka av lestraríbúðir. - Sostatt manglar bara, at lands­stýrið tekur stig til at fáa hetta í lag, sigur Høgni Hoy­dal. Byggja íbúðir til lesandi og lærlingar kring landið LESTRARBÚSTAÐIR Tjóðveldi vil hava ferð á arbeiðið at byggja íbúðir um alt landið til fólk undir útbúgving Tað skal vera í sambandi við útbúgv­ ingar­pláss um alt landið Sostatt manglar bara, at landsstýrið tekur stig til at fáa hetta í lag Fráflyting Hendan talvan vísir, hvussu nógv fólk flutti úr Føroyum í fjør, serliga fólk í bestu árum frá 20-29 ár. Men talvan vísir eisini, at tað er næstan í øllum aldrum, at fleiri fólk flyta úr Føroyum enn tað flyta til landið