Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólkið skal velja borgarstjóra Borgarstjórarnir í Havn og Klaksvík halda, at fólkið átti at valt borgarstjórarnir í Føroyum á beinleiðis vali. Tað søgdu Heðin Mortensen og Gunvá við Keldu í sendingini Hvonn Live leygarkvøldið Eftir at fólk hava verið á kommunuvalið, og upp­ teljingin er gjørd, byrjar veru­liga stríðið um valdið í kommununum kring land­ ið. Í teimum báðum størs­ tu kommununum royna flokkarnir at gerast part­ur av meirilutanum, og stríð­ ið borgarstjórasessin er sentralt í hesum stríði. Í Havn og Klaksvík kunnu politik­ar­arnir mest sum ikki fara í song kvøldið eftir valið, um teir skulu verða vísir í, at teir ikki verða settir uttan­ fyri. Heðin Mortensen, sum seinastu átta árini hev­ur verið borgarstjóri í Tórs­ havnar kommunu, kenn­ ir alt til hetta stríð, tí tá ið hann av fyrstan tíð gjørdist borgar­stjóri í høvuðs­stað­ num, var stríðið so hart, at hann varð koyrdur úr Sam­ bands­flokkinum og fór upp í Javnaðarflokkin. Men Heðin Mortensen heldur, at borgarstjórarnir í Før­oyum skuldu verið valdir bein­leiðis av fólkinum. - Stóð tað til mín, skuldu borgararnir sjálvir havt møgu­leikan at velja borgar­ stjóra, og soleiðis skuldi tað ver­ið kring alt landið, segði hann í Rás2-sendingini Hvonn Live leygarkvøldið. - Tað er ein týðandi upp­ gáva at verða borgarstjóri í einari kommunu, og tí haldi eg, at tað er týdningarmikið, at borgarin fær høvi at siga, hvønn persón hann vil hava til borgarstjóra í sínari kommunu, segði Heðin Morte­nsen. Gunvá við Keldu, borgar­ stjóri í Klaksvíkar kommu­nu, sum eisini var við í send­ing­ ini, tók undir við hesum hug­ skoti. - Borgarstjórastarvið er øðr­vísi enn at verða valdur í eitt býráð, og tað kann sakt­ ans henda, at tann politik­ arin, sum fær nógv flestar at­kvøður, og sum borgarin onkurs­vegna hevur peikað á sum borgarstjóra, als ikki blív­ur borgarstjóri, tí ein meir­i­luti velir ein annan per­ són, segði hon. - Borgarstjórin er leiðari fyri kommununa, og tá ið vit hug­sa um fólkaræði, haldi eg ikki, at tað er líkamikið,um hann hevur 150 atkvøður ella 2500 atkvøður, segði Gunvá við Keldu. Gestir og tónleikur Hvonn Live leygarkvøldið bjóðaði eisini live-tónleik við dreingjabólkinum All-In. Hetta er eitt føroyskt boy­ band, sum í summar hevur hittað við sanginum Vanja. All-In hevði leygarkvøldið sína fyrstu live-framførslu. Bárð­ur Johannesen, sum í fjør vann Amnesty sang­ kapp­ingina, framførdi eisini tveir sangir live. Í sendingini vitjaðu eisini nýggi Kringvarpsstjórin, Dia Mid­jord, fótbóltsspælarin Ingi Højsted og politistarnir Paula Eikhólm og Rosa Morten­sen. Hetta var fyrsta av fleiri send­ing­um, sum Rás2 í vetur sendir av Hvonn í Havn. Gunvá við Keldu og Heðin Mortensen eru samd um, at fólkið skuldi valt borgarstjórarnar í Føroyum beinleiðis Vertirnir Rannvá Gaard Fossaberg og Eyðun Klakstein