Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Nú skal ein nýggj um­ hvørviskanning verða avgerandi fyri, um fólk í Hoyvík fáa eitt hitaverk sum granna. Nú eru fleiri kanningar gjørdar. Enn einaferð skal ein kann­ ing gerast. Tað fyrru kanningina var tað eitt danskt felag, sum stóð aftan fyri. Nú skal enn eitt felag úr Norra gera eina nýggja kanning av útlátinum. Hetta frættist í útvarpinum í gjár. Hitaverkið sum ætl­ an er um at gera verður ein sokalla ískoytisstøð, sum skal lata hita til fjar­hitanetið hjá Fjar­hita­felagnum, tá brenni­støðin á Hjalla og el­verkið á Sundi ikki kunnu lata nóg nógvan hita. Tað er fínt við kann­ ing­um, men haldi ikki at orkustøðin hoyrir heima millum øll fólkini í Hoyvík, tí eri eg ímóti hesari verkætlan. Eg havi skriva um hettar fyrr og eg haldi at vit skulu finna, eina aðra hóskandi staðseting, sum skal vera møguliga longri úti á Hjalla Her er sjálvsagt nógv atlit, og talan um nógva eykað fígging hjá Fjarhitafelagnu, men í mínum føri eru menn­ iskjur meira verd enn pengar. Vit vita eisni, at henda staðseting hjá Fjarhitafelagnum, er gjørd fyri nógvum árum síðani og tí haldi eg at ein nýggj staðseting skal gerast, tí fyritreytirnar eru broyttar munandi, síðan hesa núverandi stað­seting. Keldur: http://www. kringvarp.fo/Archive_ Articles/2012/09/12/ nyggj-kanning-avger- um-hitaverk-verdur- bygt NEI til hita­ verk sum granna! Levi Mørk Formaður í byggi og býarskiparnarnevndini Stjórnarskipan Føroya er leiðin til sjálvbjargni Poul Michelsen Løgmaður og varaløgmaður Uttan at fara inn á, hvat løg­ maður hevur sagt og ikki sagt um ríkisfelagsskapin og um stjórnarskipanina, so stend­ ur eftir, at løgmaður – onku­ staðni á leiðini - er komin til ta niðurstøðu (neyv­an einsamallur), at ríkis­felags­ skapurin ikki er nøkt­andi fyri Føroyar – hvørki heima ella úti. Forðingarnar gerast al­ samt størri og áhugamálini hjá Danmark og Føroyum eru oftari og oftari í stríð við hvørt annað. Skal viðganga, at so hvørt løgmaður úttalar seg hesum viðvíkjandi, gerst myndin ógreið og támut. Kanska styrknar støða løgmans av teimum útsøgnum, sum vara­løgmaður, Ann­ika Olsen, herfyri kunn­gjørdi fyri donskum fólka­tings­ lim­um í Tinganesi nevni­liga at, núverandi ríkis­felags­ skap­urin er ein forðing fyri menning føroyinga í fram­ tíðini. Ein nýggj semjuroynd Saman við Tjóðveldi hava vit í Framsókn lagt málið um Stjórnarskipan Føroya aftur á tingborð. Uppskotið – sum nú liggur á borðinum - er broytt nakað og kann hetta best forklárast við at vísa til tær viðmerkingar og tey broytingaruppskot, sum komu fram, tá stjórn­ arskipanaruppskotið var til 2. viðgerð í Løgtinginum. Tíverri kom uppskotið ongantíð til atkvøðugreiðslu. Hesum syrgdi løgmaður fyri, eftir at Fólkaflokkurin hevði kravt málið aftur í nevndina við ynski um at herða tjóð­ skaparligu orðingarnar í formælinum og í grein 1. Uppskotið, sum nú fyri­ liggur um Stjórnarskipan Føroya, tekur støði í teim­u­m viðmerkingum og broyt­ing­ um, sum komu til sjónd­ar henda lagnudagin í ting­ inum. Og so er vert at minn­ ast til, at hetta er eitt sam­ ráðingaruppskot og ikki eitt ultimativt uppskot. Bárður Nielsen Tað er av allarstørsta týdn­ ingi, at vit røkka eini polit­ iskari semju, sum er grund­ að á, at alt vald í Før­oyum er hjá Føroya fólki. Hes­um var full semju um í stjórn­ arskipanarnevndini! Vit eru so nær eini semju, at tað er alneyðugt at fáa arbeiðið gjørt liðugt. At goyma uppskotið burtur, so­ leiðis sum Bárður mælir til, er ikki bara láturligt, men sigur væl nakað um, hvussu politiska skipanin virkar í løtuni og um tað trúvirði, hon hevur millum fólk. Eg skal viðganga, at upp­ gávan ikki er einføld, men vit skylda hvør øðrum og øllum føroyingum at finna semju. Og hana finna vit, um vit vilja. Læt semjuhugin verða felagsnevnaran og ikki klandrið! At umbera seg við, at fíggjarstøðan og vælferðin eiga alla raðfestingina beint nú, vísir kanska best ar­beiðs­lagið hjá hesi sam­ gonguni. Øll virðir eru gjørd upp í krónur og oyru. At venda búskapargongdini er ikki bara er nakað, sum samgongan vil, men at missa innihaldið í sjálvari tilveruni og lata menniskjaliga til­ feingið forfalla í hesum gramm­leika - er bæði skeivt og ræðandi. Menniskjan livir ikki av breyði eina - skal minna Bárður Nielsen á, at øll vælferð og tryggleiki før­ oyinga treytar sjálvbjargni, at vit taka ábyrgd av okkum sjálvum, at vit sjálvi sita við borðið, har avtalur verða gjørdar – tað veri seg við onnur lond ella sum sjálvstøðugur limur í fleir­ landa samgongum. At troyta teir møguleikarnar, sum bara sjálvstøðug lond hava. Øllum hesum forðar ríkis­ felagsskapurin fyri. Bárður - reis teg upp, lyft høvdið og gev Føroya fólki reyðar kjálkar aftur. Tað sømir seg í hesum døgum. Hvat fall tann 14. september 1946? Zakarias Wang Nú verður ført fram, at loys­ ingin fall á fólkaat­kvøðuni 1946. Tíverri fyri tey, ið hetta føra fram, er mótstøðan sterk. Fremsti mótstøðumaðurin er Andrass Samuelsen, tá­ ver­andi formaður í Sam­ bandsflokkinum. Á síðu 560 í bókini um fólkaatkvøða er endurgivið tað fjarrit, sum sonur Andrassar sendi til Ritzau sunnudagin 15. september 1946. Hetta má sigast at vera ein sam­tíðar­ kelda til tað sum fór fram. Fjarritið var hetta: Thorshavn, Søndag. (R.B.). Med Henblik paa Stats­ minister Knud Kristen­sens Erklæring om Folke­afstem­ ning­ens Konse­kvenser ud­ taler Samarbejdspartiets For­mand A. Samuelsen kort: Regeringens Forslag er ikke vedtaget og er saaledes bortfaldet. Samtidig er der ved Folkeatstemningen kon­ stateret saa stor Mod­stand mod at afbryde Sam­hørs­ forholdet med Dan­mark, at ogsaa dette Spørgs­maal maa betragtes som bortfaldet. Hetta kann týðast so­leið­ is: Vísandi til tað sum for­sætisráðharrin Knud Kristenen sigur um avleið­ ingarnar av fólkaatkvøðuni, sigur formaðurin í Sam­ starvsflokkinum A. Samuel­ sen í stuttari viðmerking: Stjórnaruppskotið er ikki samtykt og sostatt burt­urdottið. Samstundis hevur fólkaatkvøðan víst, at mótstøðan ímóti at halda uppat við samstarvinum við Dan­mørk er so stór, at eisini hesin spurningur má metast sum burturdottin. Hetta eru merkisverd orð bæði av tí sum verður sagt og av tí sum ikki verður sagt. Eitt er at Andras í fyrsta setningi sigur, at Sam­bands­ flokkurin hevur skift navn til Samstarvs­flokkurin. Í næsta setningi sigur hann hvør orsøkin er, og tað er at stjórnaruppskotið er fallið. Í triðja setningi sigur hann ikki, at loysingin er fallin, men at føroyingar ikki vilja halda uppat at samstarva við Danmørk. Hvat er tað so, sum liggur í tí, sum Andrass sigur at stjórnaruppskotið er burt­ urdottið? Uttan at fara í smálutir vil tað siga, at eisini fyrsta grein í stjórnaruppskotinum er fallin. Hon segði: Færøerne udgør som hidtil en Del af Danmarks Rige, med samme statsretslige Stilling som før 1940, og omfattes af Danmarks Riges Grundlov. Nú er hetta fallið eftir tí ið Andrass sigur. Hetta týðir sambært Andrass, at nú eru Føroyar ikki ein partur av Danmarkar ríki. Ríkisrættarstøðan er ikki tann sama sum fyri 1940, og grundlógin fyri Danmarkar ríki fevnir ikki um Føroyar. Hetta er veruleikin, og ringt er at koma afturumaftur og siga at Andrass ikki hevði rætt í hesum.