mánadagur 17. september 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Vit skulu í størstan mun
gagnnýta
jørðina
og
lata allar arbeiðsfúsar
hendur sleppa framat! Tí
vóni eg, at Nólsoy er ein
partur av tí ALS-stjórin
hevur í huga, tá ið hann
nevnir at ymsar ætlanir
eru fyri framman. Høv
uðsstaðurin skal leita
fram nýggjar vinnur, og
tí kunnu vit taka lógva
tak, øllum at frama.
Fyri nøkrum árum
síðani var kál-velta í
Nólsoy. Royndin vísti,
at væl bar til at velta
kinakál og minnist meg
rætt, so var m.a. selt í
Føroya
Keypsamtøku.
Talan
var
um
góða
góðsku og væl skjótari
er at flyta fríska vørur
um Nólsoyarfjørð enn
at keypa uttanlands.
Nú ALS-stjórin legg
ur fram hugskot, at ar
beiðsleys sleppa at royna
nýggjar leiðir, hugsi eg at
vert er at taka upp aftur
royndina at velta kál. Eg
ivist onga løtu í, at onkur
er, ið kann leiðbeina,
tá ið umræður at velta,
og eg ivist heldur onga
løtu í, at til ber at skipa
samstarv við eigara ella
eigarar, at gagnnýta jørð
í Nólsoy.
Síðani hugsi eg, at
verkætlanin hevði eisini
verið
spennandi
fyri
Tórshavnar kommunu,
um hetta lutvíst var
skipað í samstarvi við
"Ung í arbeiði". Á hend
an hátt hevði borið til
at lati arbeiðsleys fing
ið
arbeiðsgleði,
sam
stundis sum ung fingu
møguleika at gera sær
arbeiðsroyndir.
Skuldi
verkætlanin
fingið eitt eyka spenn
andi innskot, so vildi
eg skotið upp, at Fróð
skaparsetrið
og
fólk
innan matstovu-vinnu,
fingu møguleika at sett
síni fingramerki á verk
ætlanina.
Lat okkum finna leiðir
at gagnnýta tilfeingið,
skapa arbeiði og finna
loysnir, ið eisini loysa
okkum
frá
tørvinum
at innflyta ovurstóra
nøgdir óneyðugt.
Vit eiga tilfeingið og
vit eiga ábyrgdina!
Møguleikar
at velta upp
úr nýggjum
Jákup av Skarði
Ítróttarhøll á Argjum
Rúni Martinsson Djúrhuus
eykalimur hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð
Argir eru seinnu árini vaksin
sera nógv, og talið av ungum
fólki á Argjum er høgt. Vit
eiga sum kommuna at gera
karmarnar fyri ítróttin góðar á
Argjum, so okkara ungdómur
fær íðkað tann sunna lívsstílin,
sum ítrótturin gevur, og fær
hug til at vera verandi her.
Meðan eg havi sitið í
býráðnum í fleiri umførum í
hesari seinastu setuni, havi eg
m.a. luttikið í arbeiðinum við
at fáa Ítróttarhøllina á Hálsi
setta í stand og við at byggja
uppí Hoyvíkshøllina. Hetta
hevur verið spennandi, og
eg gleðist um møguleikan at
gera mun innan eitt økið, sum
hevur mín stóra áhuga.
Argjafólk hava stovnað
hondbóltsfelagið ÍA og tað
kann ikki sigast annað, enn at
tað er blivið ein sukse. Hóast
eingin høll er á Argjum, og
venjingin er spjadd runt kring
Havnina, so hevur ÍA nú lið í
næstan øllum aldursbólkum
og argjafólk hava tikið væl
ímóti
hondbóltsfelagnum.
Hetta eiga vit sum kommuna
at stuðla. Tí má og skal ítrótt
arhøll byggjast á Argjum, sum
kann brúkast til hondbólt og
annan innandurða ítrótt.
Eg var í fleiri ár formaður
í H71 og havi sæð, hvønn mun
Hoyvíkshøllin hevur gjørt fyri
hondbóltin í Hoyvík. H71 vandi
fyrr í einari fimleikarhøll,
men nú umstøðurnar eru
blivnar
betur
telist
H71
millum størstu ítróttarfeløg
í Føroyum. Her tala úrslitini
fyri seg: besta mansliðið er
blivið Føroyameistari tvær
ferðir, síðan høllin bleiv bygd
og ungdómsliðini vinna heið
ursmerkir uppá samliband.
Hetta eiga argjafólk sjálvandi
at sleppa at kappast við.
Skurðviðgerðin eydnaðist
væl, men sjúklingurin doyði
Sólborg Dulavík
Hetta var tað fyrsta eg hugs
aði, tá ið sagt varð frá enda
ligu avgerðina hjá Lands
rættinum í “TAKSmálinum”
um m.v.g. gjaldið.
Landsrætturin slerdi fast,
at tað sum var farið fram var
ólógligt, men bileigarin fær
tó ikki peningin aftur.
Rodmundur Nielsen skriv
ar í Sosialinum 11. jan. 2010
við yvirskriftini: Undarlig al
menn tøgn. Hann greiðir frá
fyrra málinum í Føroya Rætti,
har hann og Bjørn á Heygum
stríddust fyri bileigarunum
sum høvdu goldið ov nógv.
Føroya Rættur gav teimum
viðhald.
Eftir tað kærdi Landsstýr
ið, við Jóannes Eidesgård sum
tá var fíggjarmálaráðharri ,
til Eystara Landsrætt.
Bjørn á Heygum sakførari,
hevur so stríðst aftur fyri
bileigararnar, og tað eigur
hann
tøkk
fyri.
Eystari
Landsrættur kemur til somu
niðurstøðu, at tað var ólógligt
at krevja hettar m.v.g gjald,
men bileigarin fær ikki ov
nógv goldna peningin aftur.
Hvat skulu vit vænta
okkum í framtíðini? Hetta er
opinlýst brot á rættargongd
ina sum heild.
Undarlig almenn tøgn.
Hví hoyra vit onki til tykkum
politikarnar? Eru tit púra
líkasælir?
Hvar er sjónvarpið við
sínum public servic? Átti
hettar mál ikki at verið tikið
fram á sjónvarpsskíggjan so
almenningurin kundi fingið
eina frágreiðing um hvat tað
var sum hendi og hvør álegði
kravið um eyka m.v.g. gjald?
Eg ivist ikki eina løtu í, at
vóru tað bileigararnir sum
høvdu snýtt landið fyri 100
milliónir, høvdu teir sanniliga
sloppið at goldið tað aftur.
Okkara rættindi má verða
at fáa eina frágreiðing frá
Landsstýrinum. Minsta mark
til endurgjald, má vera ein
umbering fyri hettar grova
ósketni.
Dekningsleysi tjekkurin
Jógvan Arge
fíggjarnevndarlimur fyri Tjóðveldi
Fólkaflokkurin hevur givið
út ein dekningsleysan tjekk.
Við hesum virðisleysa pap
píri í hondini hevur flokkurin
nú boðið borgarstjóranum til
samstarv um fíggjarætlanina.
Løgin og óbúgvin fram
ferð.
Samstundis,
sum
hann
hartar borgarstjóran fyri ikki
at taka undir við barnatjekk
inum
hjá
fólkaflokkinum,
býður hann honum til sam
starv um fíggjarætlanina við
sama tjekki sum treyt.
Tað er púra greitt ein
ásannan av, at fólkafloks
tjekkurin er dekningsleysur
og lyftið floksins tómt.
Javnaðarflokkurin
og
Tjóðveldi sita við fíggjarætl
anini, sum skal leggjast fram
í býráðnum seinni í mán
aðinum. Partur av hesi viðgerð
er ásetan av skattinum.
Orðaskiftið snýr seg um tað
skattaprosentið, sum varð lagt
á til at gjalda Boðanesheimið.
Hvussu barnið fer at eita,
fáa vit at síggja, men fullur
dekningur verður fyri tí, sum
verður gjørt.