mánadagur 17. september 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Drívmegi er
neyðug, tá tú
skalt
venja
til eina slíka
kapping, sig
ur
Jónina
Tegeder, sum leygardagin varð
kosin at hava »Føroya flottasta
kropp«
– Mær hevur altíð dámað væl
at vant, og tað at fara út um per
sónlig mørk innan venjing ger
tað stuttligt og spennandi at
halda á fram at venja.
Tað sigur Jónina Tegeder,
sum leygardagin vann heiðurin
at hava Føroya flottasta kropp
hjá kvinnunum í FM fitness,
sum var í Norðurlandahúsinum
í leygardagin.
– At vinna eina slíka kapp
ing krevur ótrúliga nógva fyri
reiking. Eg venji minst 1,5 tímar
um dagin í miðal. Tað er øðiliga
nógv tíð, ið fer við venjing, hon
kemur framum alt annað. Eg má
viðganga at familjan er komin í
aðru røð seinastu tíðina, meðan
fyrireikingin
til
kappingina
hevur staðið á, sigur Jónina
Tegeder. Hon vísir eisini á, at
kostur hevur eisini ótrúliga nógv
at siga, og at tað er umráðandi at
eta sunnan mat.
– Ta seinastu vikuna fram
til kappingina havi eg drukkið
nógv vatn og etið nokk av pro
teinríkum mati. Nógv mental
fyrireiking skal eisini til. Tað at
skula standa myrkabrún í bikini
og spenna musklar er avgjørt
at fara út um míni mørk, og
hevur tað eisini kravt mentala
fyrireiking hjá mær, sigur hon.
Jónina Tegeder sigur, at tá
tú setur sær fyri at venja til
eina slíka kapping, ella venja
í heila tikið, er umráðandi at
hava okkurt, ið drívur ein, eina
drívmegi.
– Um so er, at eitt slíkt tiltak
verður endurtikið, verði eg heilt
avgjørt við aftur, sigur Jónina at
enda.
Vár Haraldsen
Leygardagin var fyrsta føroyska
fitness kapping hildin í Norður
landahúsinum. 11 menn og kvinnur
luttóku í kappingini um heitið:
»Føroya flottasti kroppur«.
Fitnesskappingar hava í fleiri
ár verið í Danmark, og eru tær sera
væl umtóktar har. Nú hevur fitness
kapping verið fyri fyrstu ferð her í
Føroyum, og áhugin tikist at vera
stórur.
Væl varð møtt upp til kapping
ina, og undirtøkan millum áskoð
ararnar var sera góð. Hørð kapping
var millum luttakararnar, og spenn
ingurin hekk í luftini frá byrjan til
enda. Hóast harða kapping, skuldu
tveir vinnarar verða kosnir, og varð
tað Jónina Tegeder, ið gjørdist
vinnari hjá kvinnunum, og Robin
Jønsson, ið vann hjá monnunum.
Rune Petersen, ið er stigtakari
til kappingina, hevur fylgt við í
teimum mongu fitness kapping
unum, ið hava verið í Danmark.
Hann setti sær fyri, at byrja
kappingina
í
Føroyum
eisini.
Sambært Rune Petersen, hevur
gingist væl við fyrireiking, og hevur
undirtøkan verið sera góð, hóast
hetta er fyrstu ferð kappingin er.
– Eg varð óvfarin og glaður at
síggja so nógv fólk. At áskoðararnir
vóru so væl við, gjørdi tað avgjørt
ikki verri. Hetta verður uttan iva
endurtikið, sigur ein væl nøgdur
Rune Petersen.
Robin Jønsson, sum vann heitið
sum Føroya flottasti kroppur sigur,
at hann verður við til næstu kapp
ing
– Eg havi altíð íðkað ítrótt, og
tað dámar mær sera væl. Tá tú
skalt fyrireika teg til eina kapp
ing
sum
hesa,
skal
sjálvandi
nógv
kropslig
venjing
til.
Tað sigur Robin Jønsson, sum
leygardagin gjørdist vinnari hjá
monnunum í FM í fitness. Robin
Jønsson hevur altíð íðkað nógvan
ítrótt og hevur lagt nógva tíð og
orku í venjingina til kappingina, ið
var í gjár.
– Vanliga fari eg ein rennitúr
áðrenn morgunmat og venji síð
ani styrki seinni á degnum. Eg
brúki nógva tíð uppá venjing,
dagurin er ikki fullførdur utt
an
venjingina,
sigur
hann.
Robin Jønsson sigur, at tær 12 vikur
nar fram til kappingina hevur venj
ingin verið ógvuliga hørð, og tættari
tú kemur at kappingini, harðari
verður venjingin.
– Svøvnur og kostur hava nógv
at siga. Tað er umráðandi at fáa
nokk av svøvni og eta góðan mat,
sigur hann.
Sum við venjingini hevur kost
urin eisini meira og meira at siga,
tættari tú kemur kappingini. Feitt
og sukur fellur burtur so við og við,
góðgæti og annað svans kemur ikki
uppá tal.
– Við venjing, svøvni og góðum
kosti, er lítið av tíð eftir til annað ein
kundi brúkt gerandisdagin til, sigur
Robin Jønsson, sum leggur afturat,
at umframt kropsliga fyrireiking
er umráðandi at fyrireika seg men
talt.
– Hóast høvdið biðjur teg
steðga, klárar kroppurin meira. Eg
havi sjálvur róð kapp í trý ár, og tá
spælur sinnið ein stóran leiklut,
tískil eri eg vanur við hetta. Hesa
tíðina, eg havi vant til kappingina,
havi eg mint meg sjálvan á, at eg
skal standa á pallinum og vísa meg
fram, tað hevur verið ein drívmegi
til at venja, tá hugurin ikki hevur
verið
til
staðar,
sigur
hann.
Robin Jønsson sigur, at stórur
møguleiki er fyri, at hann verður
við aftur, um so er, at tílíkt tiltak
verður fyriskipað aftur.
– Nú má eg verja tittilin sum
»Føroya flottasti kroppur«, sigur
Robin Jønsson at enda í skemti.
var@sosialurin.fo
Hetta er at fara
út um míni mørk Eg má verja tittulin
Fyrsta fitnesskapping í Føroyum
FITNESS Fyrireikarin fegnast so nógv um góðu undir
tøkuna, sum tiltakið »Føroya flottasti kroppur« fekk
leygardagin, at tiltakið uttan iva verður endurtikið
Myndir: Vár Haraldsen