mánadagur 17. september 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
stórsteypadystur menn
Hoyvíkingar væl á veg
Hondbóltur Munurin á liðunum báðum, ið spældu stórsteypadystin hjá monnum, er at H71
skal verja sítt meistaraheiti, meðan Neistin leggur mesta orku í at byggja eitt nýtt lið upp
Hilmar Jan Hansen
Í stórsteypadystinum hjá monnum
kom til sjóndar, at H71 er rímiliga
væl fyri, nú annað meistaraheitið
hjá felagnum skal verjast henda
komandi veturin, men hinvegin
verður tað neyvan í ár, at Neistin
verður á tindinum.
– Tað sást á dystinum, at H71
hevur eitt nógv betur samanspælt
lið enn Neistin, sum byggir upp.
Sjálvandi royna liðini ymiskt nýtt,
men eg hevði kanska væntað mær
eitt sindur meira av hoyvíkingum, tí
spælið var ikki tað allarbesta, segði
Rógvi Weyhe, ið var viðmerkjari hjá
Rás 2 undir stórsteypadystinum hjá
monnum.
– Neistin byrjaði dystin væl,
samstundis sum verjan hjá H71
heldur ikki kom ordiliga upp á pláss,
men tá so H71 fann uppskriftina til
verjuspælið, var ikki so nógv at gera
hjá Neistanum. Eg trúgvi, at Neistin
fær ein tungan vetur, tí tað tekur tíð
at byggja eitt lið upp, men eg vænti,
at H71 verður við heilt har frammi,
tí liðið hjá teimum er mestsum tað
sama sum í fjør.
Steðgaði upp
Fyrstu 20 minuttirnar av dystinum
vóru teir hjá Neistanum hugagóðir,
men frá tí at teir høvdu lagt seg
á odda 9-7, stóð rimmarfast og
einki mál kom aftrat fyri steðgin.
Í staðin tók H71 yvir og koyrdi av
stað, og tí vóru hoyvíkingar á odda
13-9 í hálvleikinum, og harvið var
dysturin longu á veg at verða av
gjørdur.
– Vit kunnu kanska ikki brúka
henda dystin til so øgiliga nógv. Vit
fáa bara 15 mál, men eg haldi allíka
væl, at vit fingu tað burturúr, sum
vit ætlaðu, tí verjan stóð so nøku
lunda og vit fingu drigið ferðina
úr dystinum. Munurin á okkum og
teimum í dag eru helst kontramál
ini, sum teir fáa, segði ein av teim
um yngru á Neista-liðnum, Teitur
Magnusarsson.
– Á liðnum hjá okkum eru
næstan bara Neista-fólk og teir
flestu av okkum liggja um 22 ára
aldur, og hetta verður tað liðið, sum
fer at spæla í vetur. Kanska onkur
styrkur kemur aftan á jól, men vit
fara at royna at fáa tað at rigga, so
leiðis sum liðið sær út.
Deiligt at vinna
Góða gongdin hjá H71 ímóti end
anum á fyrra hálvleiki, helt fram
eftir steðgin, og longu miðskeiðis í
seinna hálvleiki vóru hoyvíkingar
farnir nógv mál frá Neistanum, so
her var í veruleikanum bara ein
spurningur um støddina á sigrinum.
Neistin kom ongantíð afturíaftur,
og teir í H71 kundu fegnast um, at
teir vunnu ársins fyrsta steyp.
– Tað er altíð deiligt at vinna,
hóast spælið ikki var heilt har uppi
enn, tí tað sást væl, at vit eru í upp
startinum, tí í løtum spældu vit væl
og í løtum minni væl. Vit eru væl
fyri, men fara allíkavæl at halda
okkum til ein dyst í senn, segði Rúni
Højgaard hjá H71.
– Eg vænti, at hetta verður eitt
uppaftur tættari kappingarár enn
síðsta ár, og eg ivist ikki í, at tað
vera meira enn bara tvey lið, sum
koma at kappast um tey bæði
finaluplássini.
Soleiðis sum hesin dysturin hátt
aði seg, bendir alt á, at hoyvíkingar
eru væl á veg, og hóast kappingin
uttan iva verður hørð um tey
fremstu plássini, so man lítið vera
at ivast í, at H71 er til reiðar at taka
dystin upp og verja sítt føroya
meistaraheiti.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hoyvíkingar struku avstað beint fyri steðgin og avgjørdu stórsteypadystin
ímóti Neistanum ta fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og dysturin
vísti, at H71 er við at vera har, meðan Neistin byggir upp
Myndir: Álvur Haraldsen
Stórsteypadysturin hjá monnum
H71 - Neistin 23-15 (13-10)
H71: Bogdan Florea 8 (2), Rúni Højgaard 5, Hallur Biskopstø 4 (1), Bogi G. Davidsen 4,
Sigmundur Nolsøe 1, Andor Sivertsen 1
Neistin: Guðfinnur Thorsteinsson 7 (4), Beinur Davidsen 2, Rói B. Hansen 2,
Jugoslav Djumic 1, Andras Joensen 1, Terji Mørk 1, Grímur Sundstein 1
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum
Áskoðarar: 300