mánadagur 17. september 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Stjørnan kom fult so væl frá
byrjan í stórsteypadystinum, men
samanumtikið var fyrri hálvleikur
javnur. Mitt í hálvleikinum hevði
Neistin hug at fara eitt mál framum
og eina løtu trý mál, men so javnaði
spælið seg aftur, og hóast Neistin
var á odda við einum máli fyri
steðgin, sá hetta út til at kunna ger
ast javnt allan vegin.
Men tað gjørdi tað ikki, tí beint
eftir steðgin setti Neistin seg
ordiliga á dystin, tá tær bláu bein
anvegin øktu leiðsluna við fýra
málum, so tað bleiv 19-14. Stjørnan
var bara um reppið at svara aft
ur, men megnaði einki at gera, tá
Neistin so setti sínar yngru spæl
arar inn, tí tað bleiv besta løtan hjá
Neistanum í dystinum við góðum
spæli, ið heldur tunga Stjørnu-liðið
ikki fekk fatur á.
– Spælið fleyt ordiliga hjá ungu
Neista-manningini og har var góð
ferð á eisini, so tað var imponerandi
at síggja. Men eg haldi eisini, at tað
var stuttligt, at báðir venjararnir
tordu at geva sínum ungu spælarum
møguleikan, segði landsliðsvenjarin
hjá kvinnum, Claus Rasmussen,
eftir
stórsteypadystin
millum
Neistan og Stjørnuna.
– Neistin hevur eitt sterkt lið,
men tú skalt ongantíð avskriva
Stjørnuna, tí hon skal nokk koma.
Hetta var eisini ein av hesum fyrstu
dystunum, har nógvir bóltar verða
mistir og fleiri skeivar sendingar
eru, so nógv kann broytast enn.
Vilja hava trý steyp
Í øllum førum staðfesti dysturin
í Hoyvíkshøllini leygardagin, at
Neistin er væl fyri, men tað kann
snýta eitt sindur, tí seinnu árini
hava vit so ofta sæð, at Stjørnan
fyrr ella seinni kemur fyri seg.
– Hetta var ikki tað, vit ætlaðu, tí
vit ætlaðu at vinna dystin. Vit tóku
hetta sum ein venjingardyst, men
eitt tap er ongantíð nøktandi, segði
Durita Christophersen, ið gjørdist
toppskjútti hjá Stjørnuni leygar
dagin.
– Tær í Neistanum eru altíð
góðar og vístu eisini í dag, at tær
eru grótharðar, men tað verða vit so
sanniliga eisini næstu ferð. Vit hava
nógvar nýggjar spælarar, og tað
tekur sína tíð at spæla liðið saman,
so vit eru ikki bangnar fyri, at vit
koma at liggja aftan fyri nakran.
Hesa ferð gjørdist tó einki, og
sigurin hjá Neistanum, ið var upp
á heili 12 mál, var full uppiborin og
kundi eins væl verið størri. Men av
tí at tað ikki hava verið so nógvir
venjingardystir í upptaktini til
hetta kappingarárið, vóru tey í
Neistanum fegin um, at tey fingu
henda dystin nú.
– Tað var øgiliga gott at vinna í
dag, tí hetta var tað, vit fóru eftir.
Spælið hjá okkum var kanska eitt
sindur trilvandi í fyrra hálvleiki, tí
hetta var okkara fyrsti ordiligi venj
ingardystur, men tá vit høvdu følt
okkum fram, fingu vit tað at koyra,
segði Birita Wardum, liðskipari hjá
Neistanum.
– Tær ungu eru góðar, og tað
merkir einki fyri liðið, at vit skifta
eitt sindur út, tí vit møta 30 til venj
ing hvørja ferð, so tað er nógv í at
velja hjá venjaranum. Nú gleða vit
okkum bara til at koma í gongd, og
vit kunnu taka øll trý steypini í ár,
so vit eisini taka meistaraheitið og
steypakappingina, sum vit hvørki
vunnu í fjør ella í fyrraárið. Hana
ætla vit okkum at taka í ár.
hilmarjan@sosialurin.fo
stórsteypadystur kvinnur
Neistin vísti vøddar
Hondbóltur Eftir ein javnan fyrra hálvleik setti Neistin trumf á og vann sannførandi. Serliga
var løtan góð, tá yngru spælararnir sluppu at royna seg, tí tá vísti Neistin sítt besta spæl
Neistin var á odda tað mesta av stórsteypadystinum ímóti Stjørnuni,
men í fyrra hálvleiki var munurin ikki stórur. Tað bleiv hann
hinvegin í seinna hálvleiki, tá Neistin veruliga gjørdi um seg
Myndir: Álvur Haraldsen
Stórsteypadysturin hjá kvinnum
Neistin - Stjørnan 33-21 (15-14)
Neistin: Barbara Brauer 9 (2), Nicoleta R. Hansen 6, Marjun Danberg 4, Jacklyn Berg 3,
Ása Dam á Neystabø 3, Anja Eliasen 3, Bára Hansen 2, Birita Wardum 2, Eir Berg 1
Stjørnan: Durita Christophersen 5, Ema Bezanovic 3, Lovisa Lassen 3,
Simona Petersen 3, Durita Mikkelsen 2, Edith Hansen 1, Joan M. Joensen 1,
Mona við Neyst 1, Una Olsen 1, Ella Petersen 1 (1)
Dómarar: Regin Mittún & Ragnar Simonsen
Áskoðarar: 250