mánadagur 17. september 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Argir
Fyri triðju ferð í søguni verður AB
at síggja í bestu deildini í føroyskum
fótbólti. Tað er greitt, eftir at AB
vann 4-1 á EB/Streymi á Argjum,
meðan Skála mátti lúta fyri teimum
næstbestu hjá KÍ í Klaksvík.
Tað stóð nógv á argjamonnum,
sum eitt skifti vóru aftanfyri. Tá
var ikki sørt, at minnini frá seinasta
leikdegi í fjør høvdu hug at lúra
í bakhøvdinum, tá AB í seinastu
sekundinum bleiv yvirhálað av TB.
Men við einum støðugum trýsti
arbeiddu argjamenn seg inn í aftur
dystin.
Tað endaði við, at innskifti
Hørdur Mohr við tveimum málum
í seinastu tíggju minuttinum kopp
aði dystin til fyrimuns fyri AB, og
tryggjaði teimum uppflyting.
Kvøkkurin
Tað var nógvur vindur á Argjum og
stutt fyri dystarbyrjan varð tosað
um, um dysturin yvirhøvur kundi
spælast. Avgjørt var at seta dystin
í gongd og so taka tað har frá. Tað
skuldi vísa seg, at verða ein góð
loysn. Vindurin minkaði nakað og
darvaði ikki spældi so nógv, sum
vandi var fyri.
EB/Streymur hevði vindin und
an í fyrra hálvleiki og megnaði at
trýsta AB fyrsta korterið. Aftaná
tólv minuttir legði Jens Michael
Jensen gestirnar á odda við einum
innarisíðu sparki áraka brotsteigar
markið mitt fyri.
Hesa løtuna tóktust argjamenn
skakkaðir, men byrjaðu skjótt at
seta seg á spælið. Serliga liðskiparin
og høgrivongurin, Jónas T. Stenberg,
var eyðsýndur í álopsspælinum.
Fleiri ferðir kom hann til innlegg.
Útjavnandi málið kom stutt fyri
hálvleik, tá málsøkjandi miðverjin,
Leivur Holm Joensen, setti fótin á
eftir deyðbólt.
Málið gav argjamonnum mót
upp á meir, men tað var ikki bara
til tað betra.
– Eftir útjavnandi málið blíva vit
ov grammir at skjóta mál. Spælið
blívur ov rótut, sigur Dion Splidt,
sum spældi á miðvøllinum AB.
Forloysandi málið
Í seinna hálvleiki kringsettu argja
menn EB/Streyma brotsteigin, men
uttan veruliga at blíva vandamiklir.
Hvørja ferð EB/Streymur megnaði
at rudda vekk, so vann AB bóltin
aftur. Tí var tað í nógvar mátar
bara ein spurningur um tíð, áðrenn
trýstið fór at geva úrsligt.
Tað skuldi ein innskifting av 19
ára gamla Hørði Mohr til, áðrenn
argjamenn fingu forloysandi málið
tíggju minuttir fyri tíð. Boðini úr
Klaksvík vóru, at Skála var komið
afturúr.
– Fantastiskt, tað var fantastiskt,
sigur Hørdur Mohr um kensluna av
at síggja skotið hjá sær bresta í net
meskarnar.
Løtu seinni komu so boð úr
Klaksvík, at Skála nú var aftanfyri
við tveimum málum, meðan Hørdur
Mohr enn eina ferð royndi seg við
skotið uttanfyri brotsteigin, sum
fór í mál. Tað var eftir horna.
Nú var ongin ivi. AB er flutt upp
og merktist á áskoðarunum, sum
høvdu leitað sær inn í Vika hendan
leygardagin.
Leivur Holm Joensen setti punkt
um við sínum næsta málið eftir
hornasparksinnlegg, meðan Skála
minkaði um munin í Klaksvík.
Tað endaði sostatt við 4-1 sigri til
AB, meðan Skála tapti 2-1. Tað ger, at
AB hevur fýra stig fleiri enn Skála
nú bara eitt umfar er eftir.
AB klárt til Effofótbólt
AB flutti fyri fyrstu ferð upp í bestu
deildina í 2006. Tá megnaði felagið
ikki yvirliva fyrsta árið. Í 2008 gekk
leiðin aftur upp í bestu deildina og
hesa ferð megnaði felagið at verða
uppi í eitt ár. Nú er spurningurin
um AB hesa ferð klárar at bíta seg
fast í bestudeildina.
Ongin avtala er gjørdi við venj
aran, Sámal Erik Hentze, men á
Argjum fegnast tey um avriki hjá
honum í ár.
– Nú hava vit havt Sámal Erik
sum venjara í tvey ár og tað sæst at
hann hevur eina ætlan í spælinum,
men vit hava ikki gjørt eina avtalu
fyri komandi ár enn, sigur formað
urin hjá AB, Andrass Drangastein.
Á Argjum hava tey ikki planlagt
so nógv til komandi ár, men tað ar
beiði ferð av álvara í gongd nú.
– Í fjør mistu vit uppflytingina
á seinasta leikdegnum, so í ár hava
vit ikki planlagt so langt fram. Vit
hava okkurt í stoypiskeiðini, men
nú fara vit av álvara í gongd, sigur
Andrass Drangastein, sum eisini
metir, at felagið nú er klárt at bíta
seg fast í bestu deildina.
Flott Skála
Skála er nokk tað liðið, sum hevur
tikið flest fólk av bóli í ár. Felagið
kom eitt sindur illa frá byrjan, men
síðani spældi felagið yvir tjúgu
dystir uttan at tapa. Tað endaði
við, at Skála yvirhálaði AB á øðrum
plássi.
Men á Argjum vóru argjamenn
sterkari enn skálamenn og tóku aft
ur annað plássið. Leygardagin kom
so endaliga staðfesting, at ævin
týrið á Skála ikki fær tann endan,
sum eitt ævintýr eigur at hava.
Hóast Skála ikki flytir upp, so
hava teir vunnið nógv fótbólts
hjørtu kring landið. Hugagóðir hava
teir stríðst uttan tað nógva av pen
ingi og við einum bara 22 ára goml
um venjara tað mesta av kappingar
árinum. Hann er júst blivin 23 ár.
Tað gekk ikki, men Skála hevur
prógvað, at eitt lið kann koma langt
við góðum hugburði.
Alt avgreitt
Undan seinasta umfarinum eru
trý tey fremstu og tvey tey niðastu
plássini avgreidd. 07 Vestur flytir
upp sum vinnari av 1.deild. AB
fylgir teimum upp í Effodeildina.
Skála fær bronsu heiðursmerki um
hálsin.
Í botninum er eisini greitt, at
B68 og NSÍ ikki verða at síggja í
1. deild komandi ár. Tað verður
B36 hinvegin, sum hevur tryggjað
sær antin fyrsta ella annað pláss í
2.deild.
trondur@sosialurin.fo
1. deild menn
Hørður sendi AB upp
Fótbóltur Bara 19 ára gamli Hørður Mouritzarson Mohr gjørdist dagsins maður á Argjum,
tá hann kom inn og við tveimum málum tryggjaði AB altavgerandi sigur á EB/Streymi
1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 07 Vestur
26
21
2
3
66
19
+47
65
2 AB
26
19
1
6
78
24
+54
58
3 Skála
26
16
6
4
58
27
+31
54
4 HB II
26
13
5
8
51
33
+18
44
5 Víkingur II
26
11
3
12
53
51
+2
36
6 KÍ II
26
11
2
13
55
57
-2
35
7 B71
26
8
3
15
47
68
-21
27
8 EB/Streymur II
26
7
6
13
35
59
-24
27
9 B68 II
26
4
2
20
28
78
-50
14
10 NSÍ II
26
4
2
20
29
84
-55
14
– Tað var fantastiskt síggja
skotið bresta í netmeskarnar,
sigur Hørdur Mohr
Myndir: Álvur Haraldsen