mánadagur 17. september 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
B36 hevði undan dystinum ímóti
FC Suðuroy mist samband við
bæði odda og botn, og á tann hátt
hevði dysturin ikki nógv at siga.
FC Suðuroy kundi hinvegin halda
lív í einum teoretiskum møguleika
at lívbjarga sær í Effodeildini, men
tað sást, at teir ikki góvu nógv fyri
henda møguleikan.
Tað sást eisini á fleiri mátar, at
hesin dysturin ikki hevði stóran
týdning. Áskoðararnir vóru nevn
iliga ógvuliga fáir í tali, tá ið norski
gestadómarin, Kai Erik Steen,
bríkslaði dystin í gongd.
Eitt í part
B36 royndi at fáa eina góða byrjan á
dystin við at leggja eitt trýst langt
frammi á vøllinum, men ein annars
ætlað góð byrjan varð avmarkað
til at teir bara høvdu bóltin, og so
ikki nógv meiri enn tað. FC Suðuroy
stóð væl aftarliga á vøllinum og
ruddaði tað mesta burtur av vanda
leið, og førdi hetta við sær, at dyst
urin var lítið undirhaldandi og eins
táttaður.
Fyrri hálvleikur var hálvrunnin,
tá ið fyrsti stóri málmøguleikin
kom, og var tað heimaliðið B36,
sum fekk hann – burturúr ongum.
B36 kom fyri eina upprudding hjá
FC Suðuroy, og so stakk bólturin til
vildarliga til ein púra leysan Jákup á
Borg, sum eftir at Stanislav Kuzma
fyrst hevði hálvbjargað, smeyg sær
framvið honum og legði bóltin í
málið til 1-0 til B36.
B36 slakaði eftir hetta nakað í
álopspartinum, men teir, ið slak
aðu mest, vóru menninir í einari
ótryggari verjuketu hjá meistar
unum. Fyrst var Bárður Olsen hepp
in ikki at beinleiðis kosta eitt mál,
tá ið hann spældi John T. Poulsen
leysan, men skot hansara fór fram
við málinum. Løtu seinni, tað var
í 32. minutti, varð Símun Joensen
trýstur til at gera somu verju
villuna, og hesaferð sveik John T.
Poulsen ikki álitið og javnaði til 1-1,
sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan
í einum linligum fyrra hálvleiki.
B36 avgjørdi
Í seinna hálvleiki gekk merkisvert
leingi áðrenn nakar málmøguleiki
var at sjá. B36 vildi skapa dystin,
men megnaðu ikki at skapa mál
møguleikar, meðan FC Suðuroy lúrdi
eftir mótálopum. Seinni hálvleikur
var komin meiri enn hálvrunnin,
áðrenn fyrstu málmøguleikarnir
komu til B36, sum tó júst manglaði
tað síðsta.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki
verða teir báðir 17 ára gomlu hjá B36,
Karl Martin Danielsen og Patrick
Larsen, settir á vøllin. Hetta kom
at broyta dystin, tí at tíggju min
uttir fyri leiklok hevði Karl Martin
Danielsen rivið seg leysan í feltinum
eftir hornaspark og stútaði bóltin í
málið. Ein lætti hjá heimaliðnum,
nú teir eftir tógvið stríð høvdu lagt
seg á odda 2-1.
Bara tveir minuttir seinni vóru
teir aftur um at tveita leiðsluna frá
sær, tá ið John T. Poulsen royndi
seg við stútara, men Meinhardt
Joensen fekk bjargað á stongina og
aftur í spæl.
FC Suðuroy royndi at koma
longri niðan á vøllin seinastu løt
una, men hetta kom at kosta, tá ið
Lukasz Cieslewicz varð spældur
leysur og skoraði til 3-1 til B36, sum
eisini gjørdist endaliga úrslitið.
B36 kundi ikki brúka sigurin til
stórt meiri enn at leggja NSÍ aftur
um seg og nú einsamalt eigur 6.
pláss, meðan FC Suðuroy nú má
brynja seg til 1. deild komandi kapp
ingarár.
Ikki meir enn næstbest
Liðskiparin hjá B36, Jákup á Borg,
metti tað vera trupult at spæla seg
ígjøgnum verjuna hjá FC Suðuroy.
Ja, tað var tað. Teir eru raskir, tað
vita vit av. Spælið var so sum so, og
møguleikarnir, sum komu, vóru
tilvildarligir. Spælið var regulert
elendigt í fyrra hálvleiki. Sjálvandi
vóru glottar, men í seinna hálvleiki
var spælið betri og vit høvdu tol við
bóltinum. Vit skifta skipan og fáa
latið teir upp, so tað var skilagott
av venjaranum. Hetta var ikki meir
enn næstbest, men vit eru nøgdir
við trý stig, segði Jákup á Borg.
Áskoðararnir vóru sera fáir í tali í
B36-húsinum. Vit spurdu Jákup, um
teir kundu takka sær sjálvum fyri
hetta, ella um tað var ov vánaligt av
áskoðarunum.
– Bæði og. Tað eru frustratiónir.
Høvdu vit ligið longri frammi, so
høvdu vit fingið betri stuðul, men
tú sært eitt miðal-lið sum Liverpool,
teir spæla fyri fullum stadion
hvønn einasta dyst. So jú, eg haldi
at White Tigers kunnu uppa seg eitt
sindur eins og vit kunnu gera tað á
vøllinum, segði Jákup á Borg eftir
dystin.
Hava uppiborið niðurflyting
Palli Augustinussen hevði onga
burturforkláring
eftir
1-3-tapið
fyri B36, sum førdi til niðurflyting,
og hann heldur eisini, at teir hava
uppiborið at flyta niður.
– Ja, tað hava vit. Eftir at fimm
dystir vóru farnir til eini 15, tá bara
taptu vit, og tað var alt ov vánaligt,
sigur hann.
Hann heldur lítið um sjálva
dystin.
– Hvørki av liðunum høvdu nak
að at spæla um í dag, og tað vóru
bara tríggir dagar síðani seinasta
dyst, og eg haldi, at tað sást. Vit
vóru leingi við, men teir fáa so eitt
mál tá ið tíggju minuttir vóru eftir,
og tá fingu vit eisini eina roynd á
stongina, so heilt langt frá eina stig
inum vóru vit ikki í dag.
albinus@sosialurin.fo
effo-deildin 24. umfar
EB/Streymur - KÍ 1-1 (1-0)
1-0: Arnbjørn Hansen 1.
1-1: Andy Olsen 57.
Dómari: Lars Múller
EB/Streymur: René Torgarð - Levi Hanssen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Jonhard Frederiksberg - Pætur
Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Sorin Anghel (Gert Hansen, 81.) - Leif Niclasen (Pauli G. Hansen, 58.),
Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Egil á Bø
KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni - Andy Olsen,
Hjalgrím Elttør, John Hammer (Kristoffur Jakobsen, 70.), Ísak Simonsen - Páll Klettskarð (Johan Jacobsen, 86.),
Bárður Johnson Heinesen (Heðin Klakstein, 74.)
Gult kort: Jógvan Isaksen
ÍF - NSÍ 3-1 (0-0)
1-0: Clayton Soares 52.
2-0: Clayton Soares 67.
3-0: Clayton Soares 71.
3-1: Pól Jóhannus Justinussen 81.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal
á Lakjuni (Heri H. Nesá, 87.), Høgni Madsen (Frank Poulsen, 75.), Karl Løkin, Thomas Asmussen, Nenad
Stankovic - Clayton Soares (Jákup Johansen, 90.)
Gult kort: Karl Løkin
NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Helgi L. Petersen, Pól Jóhannus Justinussen, Sjúrður Jacobsen -
Jann Martin Mortensen (Debes Danielsen, 74.), Andras Frederiksberg, Magnus Olsen, Árni Frederiksberg (Bjarki
Danielsen, 80.) - Klæmint A. Olsen, Andrias á Líknagøtu (Pál Mohr Joensen, 70.)
Gult kort: Pól Jóhannus Justinussen, Sjúrður Jacobsen, Magnus Olsen, Andras Frederiksberg, Bjarki Danielsen
TB - Víkingur 2-2 (2-2)
1-0: Gilli Sørensen 8.
1-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 23.
1-2: sjálvmál 37.
2-2: Gilli Sørensen 38.
Dómari: Rúni Gaardbo
TB: Ivan Stojkovic - Eirikur Magnusarson, Martin Tausen, Óli Johannesen, Hanus Mortensen (Bárður Dimon,
71.) - Dan Mortensen, Rógvi Joensen (Gunleif Olsen, 67.), Nenad Stankovic, Ragnar Tausen - Gilli Sørensen,
Dmitrije Jankovic (Poul Ingason, 76.)
Gult kort: Eirikur Magnusarson, Dmitrije Jankovic
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Kaj Leo í Bartalsstovu,
Niclas Niclassen (Evrard Blé, 66.), Heðin Hansen (Fritleif í Lambanum, 66./Joseph Bassene, 82.), Sølvi
Vatnhamar - Hjartvard Hansen, Filip Djordjevic
Gult kort: eingin
HB - B68 4-0 (0-0)
1-0: Rógvi Poulsen 52.
2-0: Kristin R. Mouritsen 58.
3-0: Christian R. Mouritsen 66.
4-0: Kristin R. Mouritsen 68.
Dómari: Dagfinn Forná
HB: Símun Rógvi Hansen - Tróndur Jensen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos
- Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen, Símun Samuelsen (Gunnar H. Haraldsen, 77.) -
Rókur Jespersen (Jógvan Rói Daiden,33.), Kristin R. Mouritsen (Jógvan Andrias Nolsøe, 77.)
Gult kort: Kristin R. Mouritsen,
B68: Hans Jørgensen - Dánjal P. Højgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Einar T. Hansen - Remi
Langgaard (Bjarki Johannesen, 67.), Ndende Adama Gueyé, Andre Olsen, Haraldur R. Højgaard (Jan V.
Andersen, 55.) - Christian Høgni Jacobsen, Óli Olsen (Emmanuel Ukpai, 70.)
Gult kort: Christian Høgni Jacobsen, Ndende Adama Guéye, Einar T. Hansen
B36 - FC Suðuroy 3-1 (1-1)
1-0: Jákup á Borg 24.
1-1: John Tordar Poulsen 32.
2-1: Karl Martin Danielsen 81.
3-1: Lukasz Cieslewicz 86.
Dómari: Kai Erik Sten, Noreg
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy (Patrick Larsen, 68.), Jonas Flindt Rasmussen, Bárður Olsen,
Símun Joensen - Heini í Skorini (Rasmus Dan Sørensen 13./Karl Martin Danielsen 68.), Róaldur Jacobsen, Atli
Danielsen, Gunnar Zachariasen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
Gult kort: eingin
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Heri E. Kjærbo, Sasa Kolman, Heini Vatnsdal, Jón Áki Jacobsen - Høgni Midjord
(Suni úr Hørg, 90.), Palli Augustinussen, Ingi Poulsen (Teitur Tausen, 86.), Poul N. Poulsen, Dan Djurhuus -
John Tordar Poulsen (Reidar Dahl Joensen, 89.)
Gult kort: Dan Djurhuus
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 ÍF
24
15
4
5
51
22
+29
49
2 EB/Streymur
24
14
7
3
43
23
+20
49
3 KÍ
24
12
6
6
46
35
+11
42
4 Víkingur
24
11
8
5
36
28
+8
41
5 HB
24
11
5
8
49
33
+16
38
6 B36
24
9
6
9
37
32
+5
33
7 NSÍ
24
9
3
12
36
38
-2
30
8 TB
24
4
9
11
27
43
-16
21
9 B68
24
5
5
14
19
41
-22
20
10 FC Suðuroy
24
2
3
19
14
63
-49
9
Effodeildin
Fótbóltur FC Suðuroy vildi ikki geva seg uttan stríð, tá ið liðið
leygardagin tapti 3-1 ímóti B36 í Gundadali í einum linligum
dysti. B36 mátti bíða leingi eftir sigursgevandi málunum
FC Suðuroy
sent úr
Effodeildini