mánadagur 17. september 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin 24. umfar
Jóannes Hansen
2-2. Tað var úrslitið, tá ið Rúni
Gaardbo bríkslaði fyri síðstu ferð
við Stórá í Trongisvági ígjár. Øll
málini vórðu skorað í 1. hálvleiki,
sum harvið var rættuliga undir
haldandi. Eftir steðgin varð einki
mál skorað, hóast møguleikar vóru
at gera mál.
– Soleiðis sum tað tørnaði út,
so eiga vit at vera nøgdir við javn
leikin og harvið eitt stig. Gilli
Sørensen skoraði tvey sera góð
mál, tá ið hann royndi seg úr stórari
fjarstøðu. Tá sóu vit, hvussu góður
hann er júst til hetta. Tá ið Gilli
hevði lagt okkum á odda 1-0, var
tað sum um, at vit ótilvitað høvdu
hug at taka okkum ov langt aftur.
Ella var tað eisini, at Víkingur setti
okkum undir størri trýst. Tað er
í hvussu so er ikki serliga snilt at
taka seg aftur ímóti teimum, tí
Víkingur eigur nógvar góðar fót
bóltsspælarar. Teir skoraðu tvær
ferðir, og hóast Gilli javnaði við enn
einum langskoti í 1. hálvleiki, so var
tað ikki fyrrenn síðsta korterið, at
tað aftur eydnaðist okkum at leggja
teir undir trýst. Tá kundu vit havt
avgjørt okkum til fyrimunar, men
tað eydnaðist ikki, staðfestir TB lið
formaðurin Óli Johannesen.
Málini mangla
Jógvan Martin Olsen helt seg ikki
hava loyvi at finnast at sínum
monnum, hóast teir ikki megnaðu
fulla úrtøku og harvið dragnaðu
eitt vet í kappingini um bronsu
krónurnar.
– Fýra mál vórðu skorað í 1.
hálvleiki, so tá var tað rættuliga
lívligt. Burtursæð frá fyrstu løtuni
og so fram ímóti dystarenda, tá ið
TB hótti okkum við vandamiklum
mótálopum, so hekk spælið væl
saman hjá okkum. Men sum so ofta
fyrr í ár, so megnaðu vit ikki at fáa
mál burtur úr yvirvágini. Tað fáast
ikki trý stig burtur úr at spæla
væl. Tað skulu mál til, og hóast vit
skoraðu tvær ferðir, so megnaðu
vit ikki at fáa nóg stóra úrtøku úr
møguleikunum at vinna, staðfesti
Víkinga venjarin.
Sum so mangan fyrr í ár, so vóru
vongverjarnir hjá Víkingi væl við
í uppspælinum. Høgri vongverjin,
Bárður Hansen, átti sín lut í báðum
málunum. Í fyrra førinum, tá ið
Víkingur javnaði, var tað Kaj Leo
í Bartalsstovu, sum stýrdi bóltin í
málið. Tá ið Víkingur legði seg fram
um, var tað aftur eftir innlegg frá
Bárði Hansen. Hjartvard Hansen
var framvið, men sambært dómara
seðlinum var tað TB miðverjin Óli
Johannesen, sum átti síðsta fótin
á, áðrenn bólturin fór inn um Ivan
Stojkovic og í málið.
– Tað hevur ikki roynst so væl
hjá okkum, síðani vit vunnu steypa
finaluna. Nú eru vit svangir eftir at
vinna, og vit fáa okkum orduliga
royndar, tá ið EB/Streymur kemur
í Sarpugerði sunnudagin, staðfesti
Jógvan Martin Olsen.
Javnleikurin ber við sær, at TB
nú er eitt stig frammanfyri B68 í
kappingini um at sleppa undan
niðurflyting.
– Vit hava sjálvir møguleika at
gera av, um vit skulu flyta niður ella
ikki. Sunnudagin verður tað ímóti
NSÍ. Síðstu dagarnar hava vit spælt
tveir góðar dystir og fingið tvær
ferðir javnleik burturúr. Tað gevur
okkum mót um, at tað kann fara at
eydnast, segði Óli Johannesen.
joannes@sosialurin.fo
Víkingur søplar møguleikar
Fótbóltur Tað gongur alt ov illa hjá okkum at skora mál burtur úr møguleikunum, sum vit spæla okkum til,
heldur Víkinga venjarin, og TB liðformaðurin er samdur í, at gestirnir vóru fyri tað messta leikliga omaná
Myndir: Áki Bertholdsen