mánadagur 17. september 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin 24. umfar
Hilmar Jan Hansen
Tað vóru tey, ið høvdu høgar tank
ar um B68-liðið undan hesum kapp
ingarárinum, men tað er longu langt
síðani. Øll 24 landskappingin higar
til hevur verið eitt stríð rundan um
niðurflytingarstrikuna, og nú vit
eru farin at nærkast endanum,
liggur B68 undir strikuni saman
við FC Suðuroy, ið hevur verið har
alla tíðina.
Sum dysturin í Gundadali í gjár
sá út, hevur B68 liðið ongan puls,
og tað tænir hvørki felagnum ella
bygdini til heiðurs, at eitt lið við so
lítlum upp á hjarta verður verandi í
bestu mansdeildini. Og so er tað sera
torført at finna eina rættvísgerandi
orsøk fyri, hví TB skuldi farið niður
í 1. deild og ikki B68.
TB hevur hóast alt nakað at
arbeiða víðari við, ið kann gerast
betur næsta ár, meðan B68 ikki sær
út til at hava nakað av tí, ið skal til.
Meðan TB arbeiðir eftir eini ætlan
og hevur eitt lið, ið útstrálar vilja og
evni, eigur B68 einki av hesum. Har
sæst einki til nakra yvirskipaða
ætlan, á vøllinum er so absolutt
eingin sum helst vilji, og har eru ov
nógvir spælarar, ið ikki síggja út til
at hava neyðugu evnini heldur.
Um tú so roynir at smoyggja
einar B68-brillur við dupultari
styrki upp á nøsina, var í gjár ikki
tann allarminsta ábendingin um,
at hetta liðið av Toftum hevði fatað,
hvussu støðan í veruleikanum var.
Og sjálvt um broytingar langt um
leingi eru hendar í venjarasessinum,
hevði tað púrt onga ávirkan henda
fyrsta dystin, ið vísti eitt lið, sum
bara sær út til at vera til reiðar til
eitt: Niðurflyting!
Europeisk vón
HB kundi hinvegin við hálvari ferð
vinna dystin í Gundadali lættliga, tí
talan gjørdist ongantíð um nakran
veruligan dyst. Mótstøðan var at
kalla eingin, men HB megnaði av
onkrari løgnari orsøk kortini ikki
at fáa hol á fyri steðgin, tí møgu
leikarnir vóru so avgjørt til tað. Og
var ironiin fullkomin, hevði B68
enntá burtur úr einari einsamallari
skotroynd kunnað lagt seg á odda
beint fyri steðgin!
Hinvegin fekk HB í seinna hálv
leiki fýra ferðir sent bóltin inn um
Hans Jørgensen, sum í B68-mál
inum var nógv frægasti maður hjá
gestunum og forðaði fyri enn størri
eyðmýking, enn 4-0 tapið var tað.
Serliga var hann fleiri ferðir forð
ingin fyri, at HB fekk gongd á fyri
steðgin.
Stutt inn í seinna hálvleik skor
aði Rógvi Poulsen til 1-0 eftir gott
uppspæl í høgru síðu, og síðani økti
Kristin Restorff Mouritsen til 2-0,
tá hann eftir eitt hornaspark fekk
fatur á bóltin og skjeyt á stongina
og inn. Tey bæði síðstu málini vóru
frírenningar, meðan B68-verjan stóð
sum steinrunnin – fyrst Christian
Restorff Mouritsen til 3-0, og so
aftur lítlibeiggin við sínum seinna
máli til 4-0.
Av tí at KÍ misti tvey stig í gjár,
kveiktist aftur ein pinkulítil HB-
vón um europeiskan fótbólt næsta
ár, tí við trimum dystum og níggju
stigum eftir at spæla um, er HB
fýra stig aftan fyri KÍ, sum í løtuni
situr á síðsta plássinum út í Europa.
Møguleikin hjá HB er tó ikki bara
treytaður av, at klaksvíkingar
seta stig til, men HB skal fyrsta og
fremst vinna alt sítt.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eingin pulsur
Fótbóltur HB stóð fyri tí, ið var vert at síggja í Gundadali í gjár, har B68 var bara so syndarliga
vánaligt, og út frá dystinum ber illa til at rættvísgera, at B68 annað enn má flyta niður
Undan dystinum í gjár hevði B68
givið Paula Poulsen og Johan
Nielsen sekkin, og í teirra stað
komu Bill McLeod Jacobsen og
Øssur Hansen, men teir høvdu
fyrstu venjingina við spælarunum
fríggjakvøldið, so har var ikki tann
stóri møguleikin at broyta tað
stóra.
Bill, sum annars var knýttir
at B68 sum venjari frá 2006 til í
fjør, var rímiliga væl nøgdur við
fyrra hálvleik og fyrsta partin av
seinna hálvleiki í dystinum í gjár
ímóti HB:
– Fyrstu 50-55 minuttirnar helt
eg, at vit høvdu gjørt nógv rætt,
sjálvt um HB hevði rakt bæði
stong og yvirliggjara. Men tá HB
fekk sítt fyrsta mál, skrædnaði hjá
okkum. Skuldu vit tapt, hevði 1-0
ella 2-0 verið í lagi, men 4-0 var ov
nógv, staðfesti »nýggi« B68-venj
arin eftir dystin.
Nú kunnu hann og Øssur í hesi
vikuni fara ordiliga til arbeiðis, og
hava einar fýra venjingar áðrenn
næsta dyst, og Bill sigur, at nú
ræður um at royna at fokusera
upp á tað positiva:
– Tríggjar finalur eru eftir, og
vit hava bæði ÍF og EB/Streym
eftir á heimavølli. Hví ikki bara
taka stigini frá teimum, so vit
kunnu fara til Suðuroyar í seinasta
umfari at spæla ein góða dyst, so
øll verða glað, spyr Bill McLeod
Jacobsen, ið játtar, at venjingin í
vikuni eisini verður á tí mentala
økinum.
– Tá liðið tapir dystir, fer tað
niður, og tá liðið tapir nógvar
dystir, fer tað langt niður. Ætlanin
var at fáa eitt gott úrslit í dag, men
tað fingu vit ikki, so vit mugu bara
royna at fokusera upp á tað, spæl
ararnir kunnu og ikki, so tað er
har, vit eru nú.
Bill væntar, at bæði TB og B68
fara at royna at avgera tingini til
sín egna fyrimun, áðrenn tann
stóra finalan í niðurflytingar
stríðnum verður við Stórá allar
seinasta umfarið, tá TB tekur
ímóti B68.
Tríggjar finalur eftir
Bill McLeod Jacobsen var aftur
í gjár at síggja sum venjari
hjá B68, men dysturin – sum
var hansara nummar 130 sum
B68-venjari – staðfesti, at meira
enn ein dystur skal til, áðrenn
nakar venjaraeffektur sæst
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Tað vóru teir í HB, ið høvdu orsøk til at fegnast í gjár, tí B68 hevði næstan ongan puls
og fekk ikki víst seg fram sum annað enn ein heitan niðurflytingarkandidat
Mynd: Hilmar Jan Hansen