mánadagur 17. september 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin 24. umfar
Jóannes Hansen
Clayton Soares. Hann hevur verið
í føroyskum fótbólti síðani 2002,
og hann hevur aftur og aftur
prógvað, at hann hevur máltev.
Hagtølini siga, at hann hevur
skorað eina rúgvu av málum, og
tað er merkisvert, tí tey undan
farnu árini hevur hann spælt við
FS Vágar, B71 og 07 Vestur, sum
hetta tíðarskeiðið altíð hava verið
millum tey niðastu í bestu deild
ini, um tey ikki hava verið í næst
bestu deildini.
2012 er fyrsta árið, at Clayton
er í felag, sum er við í stríðnum
um FM heitið, og hann hevur av
álvara gjørt vart við seg. ÍF er
eftir 24. umfar topplið, og tað er
ikki minst langlimaða Clayton
Soares fyri at takka. Hann hevur
skorað 21 av teimum 51 málunum,
sum fuglfirðingar hava fingið,
og hann er greiður toppskjútti í
bestu deildini. Hann smekkar ikki
til, men hann dugir væl at vera á
rætta staðnum í røttu løtuni, og
so er hann so sera umhugsin, tá
ið hann fær møguleikan og við
góða bóltførleikanum trygt setur
bóltin í málið, um tað so er við
høvdinum ella beinunum.
Striltið fyrstu umførini
Hetta er merkisvert, tí tað var ikki
fyrrenn í 8. umfari, at Clayton
skoraði fyrstu málini. Tað var í
4-1 sigrinum á HB í Gundadali,
tá ið ÍF av álvara undirstrikaði,
at liðið skuldi takast í størsta
álvara í kappingini um FM og
atgongumerkini til europeisku
kappingarnar. Eins og í gjár, tá
ið Clayton skoraði øll trý ÍF mál
ini ímóti NSÍ, so skoraði hann
hattrikk ímóti HB í 8. umfari.
Clayton hevur skorað í tíggju
dystum. Tvær ferðir hevur hann
skorað eitt mál, fimm ferðir hevur
hann skorað tvey mál, og tríggjar
ferðir hevur hann skorað trý mál.
Umframt ímóti HB í 8. umfari og
í gjár ímóti NSÍ skoraði hann eis
ini tríggjar ferðir í 9. umfari, tá
ið ÍF á útivølli vann 6-0 ímóti FC
Suðuroy.
Hvussu bar tað til, at tú ikki
skoraði fyrsta málið fyrrenn í 8.
umfari?
– Um tú skalt hava møguleika
at skora mál, so er neyðugt, at tú
ert á vøllinum. Eg havi verið við í
øllum dystunum, men fyrstu um
førini spældi eg ikki so nógv. Eg
byrjaði á beinkinum fýra ferðir,
og tá ið eg bara var á vøllinum í
10-15 minuttir, so var tað ikki so
lætt at skora mál.
Hví vart tú á beinkinum?
– Tað mást tú spyrja venjaran
um. Onkra ferðina var eg eitt
sindur skaddur, men eg vildi
fegin spæla, og síðani venjarin
í 8. umfari vísti mær álit at vera
millum teir fyrstu ellivu, hevur
tað gingið væl hjá mær. Hetta
er sera hugaligt, tí vit hava ein
góðan venjara, og liðfelagarnir
eru framúr. Í verjuspælinum eru
allir liðfelagarnir sera raskir, og
eg fái so nógvar góðar málmøgu
leikar, at tað er ikki so torført
at skjóta mál, sigur lítið lætni
brasilumaðurin, sum hevur verið
í Føroyum síðani 2002.
Familjan er í Rio
Clayton Soares greiðir soleiðis
frá, tá ið vit spyrja hann, hvussu
tað bar til, at hann kom til Føroya
at spæla bólt:
– Ein vinmaður mín í Rio, Silva,
fór til FS Vágar, eftir at hann fyrst
hevði roynt seg í íslendskum fót
bólti. Teir bóðu hann hava ein
aftrat sær við til Føroya, og hann
spurdi meg, um eg hevði hug at
koma við honum henda vegin.
Soleiðis kom eg til Føroya, og
her havi eg verið hvørt ár síðani,
tá ið sæð verður burtur frá 2010.
Eg havi verið í Vágum og á Sandi,
har eg havi spælt við B71 frá 2004
og fram til 2009. Tá gjørdu vit av
at fara til hús. Konan og sonurin
vóru her frá 2002 og inntil 2009. Í
fjør var eg einsamallur í Vágum,
og í ár havi eg verið einsamallur
her í Fuglafirði.
Tað er leingi at vera burtur frá
familjuni?
– Eg kom higar hálvan februar.
Í summarfrítíðini var eg heima í
tvær vikur, so tú kanst ætla, at eg
gleði meg at sleppa til hús aftur.
Nú eru bara tríggjar vikur, áðrenn
kappingin verður liðug, so tað fer
at ganga. Skype er fantastiskt.
Vit tosa saman fleiri ferðir hvønn
dag.
Kemur tú aftur næsta ár?
– Tað er ikki greitt enn. Sum
fótbóltsspælari eri eg farin at
eldast. Eg verði 34 24. november,
men kanska komi eg aftur eina
ferð aftrat.
Verður tað til Fuglafirðar?
– Vit hava ikki skrivað undir
nakra avtalu, men felagið hevur
tosað við meg. Onkur onnur fel
øg hava eisini spurt seg fyri,
men eg rokni við, at tað verður
í Fuglafirði, um eg komi aftur, tí
her trívist eg ógvuliga væl, sigur
dámliga toppskjúttin í EFFO
deildini.
Roknar tú við at fara til hús
sum føroyameistari?
– Tað er ein góður spurningur.
Nú eru vit oddalið, og harvið er
tað upp til okkum sjálvar at gera
av, um vit skulu verða meistar
ar. Vit hava skorað nógv mál og
vunnið nógvar dystir. Tað ber
við sær, at sjálvsálitið økist, og
tað hava vit bygt víðari á. Nú
skulu vit út á Toftir, og tað verð
ur ikki lætt. B68 er illa spert í
botninum, og teir fara at leggja
nógv fyri í royndini at vinna. Um
vit framvegis taka uppgávuna í
størsta álvara og ikki undirmeta
mótstøðuliðini tvær tær næstu
ferðirnar – B68 og FC Suðuroy
– so eiga vit at megna at hava
møguleikan at tryggja okkum
FM ímóti HB á heimavølli í síðsta
umfari, heldur Clayton Soares,
sum gleðir seg at sleppa yvir
til konuna og sonin í Rio fyrst
í oktober, tá ið landskappingin
verður liðug. Um hann skal
ferðast um Atlantshavið sum
meistari, er nú upp til ÍF at gera
av, og á liðnum er Clayton stóri
málskjúttin og málkongurin í før
oysku kappingini.
Í morgun fór hann til arbeiðis í
Fuglafirði, og tað er einki at ivast
í, at í laksaarbeiðnum og á øllum
øðrum arbeiðsplássum í bygdini
verður nógv fótbóltsprát næstu
dagarnar og vikurnar!
Fótbóltur Toppskjúttin í føroyskum fótbólti sigur, at
hann hevur fingið følarar frá onkrum øðrum felag, men
hann roknar við, at tað verður í Fuglafirði, at hann fer at
halda fram, um hann spælir í Føroyum eitt ár aftrat
Clayton gleðir seg
at sleppa til hús
Lyklastøða
Klæmint A. Olsen, toppskjúttin hjá
NSÍ, ásannar, at talan var um lykla
støðu, tá ið hann misnýtti brots
spark.
– Teir vóru júst komnir framum.
Eg hevði longu frammanndan gjørt
av við meg sjálvan, hvar eg skuldi
senda bóltin, men tíverri rakti eg
hann ikki so væl, og so fór hann
skeivu megin stólpan. Tá fóru vit
eitt sindur niður við høvdinum, og
tað sektaði ÍF. Tað var spell, tí eg
haldi, at í 1. hálvleiki vóru vit spæl
stýrandi. Í 2. hálvleiki var tað ikki
so gott, tí tá royndu vit ov nógv
við longum sendingum, og í hinum
endanum gjørdist tað opnari, tá ið
Pól Jóhannus kom longri fram á
vøllin.
Sunnudagin fer TB at vitja í
Runavík, og hóast NSÍ er í onga
mannalandi, so er Klæmint A. Olsen
fullvísur í, at NSÍ fer at stríðast fyri
søkini:
– Málið var at varveita plássið í
bestu deildini. Tí málinum hava vit
rokkið. Nú er málið at syrgja fyri,
at málmunurin verður positivur. Í
løtuni er hann -2. Fyrsti møguleikin
at fáa javnvág í verður ímóti TB, so
tá fara vit sjálvsagt at stríðast fyri
sigrinum.
joannes@sosialurin.fo
Toppskjúttin hjá NSÍ,
Klæmint A. Olsen, brendi
brotsspark fyri gestirnar
Mynd: Álvur Haraldsen