Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effo-deildin 24. umfar Clayton var munurin Fótbóltur Toppskjúttin skoraði tríggjar ferðir toppliðið, sum eftir stríggið stríð boygdi NSÍ, sum serliga í 1. hálvleiki var væl við Jóannes Hansen Fótbóltslagið í Fuglafirði er stak gott. Tað er einki at siga til. Eftir 24. umfar og 3-1 heimasigurin á NSÍ er ÍF besta boðið upp á FM heitið, sum bara eina ferð áður er vunnið av fugl­firðingum. Tað var so langt afturi sum í 1979 ella fyri 33 árum síðani. Tað er so stutt síðani, at NSÍ taldist millum evnini at flyta niður. Síðani hevur NSÍ lyft seg úr botn­ inum, og í Fuglafirði varð væl og virðiliga undirstrikað, at teir í Runa­ vík sjálvsagt framvegis skulu vera partur av bestu deildini. Serliga í 1. hálvleiki megnaðu gestirnir at seta ÍF undir trýst. Tá eydnaðist hvørjum partinum at skora mál, men NSÍ var tætt við. Besta møguleikan í 1. hálvleiki hevði Dánjal á Lakjuni hjá ÍF, men hann sendi í tvørtræið, tá ið hann kom einsamallur ímóti Kristiani Joensen í NSÍ málinum. – Í 2. hálvleiki var munurin tann, at vit høvdu Clayton Soares, sum er í fínum stima og hesa ferð skoraði trý mál. Tað var alt avgerandi, held­ ur ÍF veteranurin millum stólp­arnar Jákup Mikkelsen. Dánjal á Lakjuni í høgru var sera væl upplagdur. Hann átti innleggið til bæði 1-0 og 3-0 málið. 2-0 mál­ið skoraði Clayton eftir langa fram­ legging frá Høgna Madsen. Lítla løtu eftir, at ÍF var komið á odda, fekk NSÍ risa møguleika at javna. Dómarin peikaði á brots­ sparksblettin. – Bartal var óheppin, tá ið hann eftir innlegg royndi at temja bóltin við bringuni. Ólukkutíð fyri okkum rakti bólturin eisini í hondina, og so var brotsspark. Eg hevði fyrireikað meg upp á støðuna og upp á, at Klæmint A. Olsen skuldi skjóta. Kanska broytti hann støðu, tí hann sendi bóltin mótsatt av síðuni, sum eg fór ímóti, men lukkutíð fyri okkum, so fór bólturin skeivu megin stólpan, sigur Jákup Mikkelsen. – Sum tað leið frá vóru teir noydd­ir at spenna álopsbogan. Pól Jóhannus varð sendur longri fram á vøll­in, og tað bar við sær, at tað var leys­ari í verjuni, og tað gjørdi Clayton sær dælt av tvær ferðir aftrat, áðrenn Pól Jóhannes við stútara eftir frísparksframlegging frá Sjúrða Jacobsen minkaði um munin, so úrslitið gjørdist 3-1 til okkum, greiðir Jákup Mikkelsen frá. Nú liggur leiðin opin ímóti FM? – Royndirnar siga, at vit skulu taka botnliðini í stórum álvara, tí vit hava fleiri ferðir mist ímóti teimum. B68 hevur nógv at spæla fyri, so tað verður ikki lætt hjá okkum á Svangaskarði, hóast eg haldi, at vit hava spælt øgiliga væl tær seinastu vikurnar. Eg hevði roknað við, at KÍ fór at taka stig frá EB/Streymi, tí klaksvíkingar hava gott lið, ið á góðum degi kann vinna ímóti øllum, og tað kann væl vera, at Víkingur fer at arga EB/ Streym. Víkingur plagar at hava gott tak á EB/Streymi, heldur Jákup Mikkelsen. Munurin Munurin var at ÍF hevði Clayton Soares, sum er í fínum stima og skoraði hattrick Myndir: Álvur Haraldsen