mánadagur 17. september 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin 24. umfar
Tróndur Arge – Steymnesi
EB/Streymur hevur leingi verið
favorittur at vinna meistaraheitið,
men við javnleikinum móti KÍ í
gjár, so er tað ikki longur upp til
felagsliðið at gerast meistarar. Við
sigri á NSÍ hevur ÍF nú yvirtikið
oddasessin við eini betri málúr
tøku.
Við Margáir skulu tey nokk
eisini vera glað fyri, at KÍ ikki fór
avstað við øllum tá samanumkom.
Andy Olsen, Johan Jacobsen, Páll
Klettskarð og Hjalgrím Elttør høvdu
allir møguleikar at leggja KÍ á odda
í seinna hálveiki.
Eitt álop – eitt mál
Tað gekk ikki so mikið sum ein min
uttir, so hevði Arnbjørn Hansen lagt
EB/Streym á odda. Alt var sum tað
plagar. Bólturin kemur innfyri og
har er Arnbjørn Hansen fyrstur á
og skorar. Einki nýtt í tí.
Løtu seinni mundi verið bæði 2-0
og 3-0 til EB/Streym, men brádliga
fær dysturin eina vend. KÍ kemur
fyri seg og tekur yvir. Sjáldan er
vandamikið frammanfyri Andras
Gango í KÍ málinum, meðan René
Torgarð í EB/Streymi málinum
hevði úr at gera.
Fleiri ferðir kemur KÍ í góðar
álopsstøður og millum annað Páll
Klettskarð er nær minst tvær
ferðir.
Seinastu løtuna hevur KÍ alt
spælið og mundu verða vónsviknir
av at vera aftanfyri, tá Lars Muller
bríkslaði fyri seinastu ferð í fyrra
hálvleiki.
Kí trýstið gevur úrslit
Áhaldandi trýstið frá KÍ gav úrslit
tólv minuttir inn í seinna hálvleik.
Málið kom eftir at EB/Streymur
hevði ein møguleika í hinum end
anum. So gekk skjótt. KÍ fór í
mótálop og Páll Klettskarð varð
spældur leysur. Rene Tórgarð kom
út í móti og fekk vart fyri í fyrstu
atløgu. Bólturin endaði hjá Andy
Olsen, sum trilla bóltin í tóma málið
til 1-1.
Bara fimm minuttir seinni kom
Andy Olsen í eina líknandi støðu,
men hesa ferð fór bólturin í síðu
netið.
Seinastu løtuna høvdu bæði
liðini góðar møguleikar at avgera
dystin. Arnbjørn Hansen royndi
seg úr spískum, men skotið endaði
omanfyri málið. Í hinum endanum
var tað fyrst Johan Jacobsen, sum
prikaði eitt flatt innlegg í síðunetið
og í evstu løtu fekk Hjalgrím Elttør
ein góðan møguelika at avgerða
dystin, men ein EB/Streyma verju
leikari tveitti seg fyri og blokeraði
skotinum.
EB/Streymur
mist oddasessin
Í Sundalagnum hava tey leingi verið
oddalið, men nú bara trý umfør eru
eftir, so hevur ÍF yvirhálað felags
liðið. Liðini hava eins nógv stig,
men ÍF hevur eina málúrtøku, ið er
níggju mál betri. Tað er óhugsandi,
at EB/Streymur megnar at hála
níggju mál inn á ÍF, sum má metast
at hava eitt vet lættari dystir eftir
samanlagt.
Dysturin um bronsuna verður
helst avgjødur í Sarpugerði í næst
seinasta umfarinum, tá Víkingur
tekur móti KÍ.
Meistarastríðið:
25. umfar:
B68 - ÍF : Víkingur - EB/Streymur
26. umfar:
B68 - EB/Str. : FC Suðuroy - ÍF
27. umfar:
ÍF - HB : EB/Streymur - NSÍ
trondur@sosialurin.fo
EB/Streymur
mist oddasessin
Fótbóltur KÍ mundi og skuldi helst havt tikið øll stigini við Margáir. Tað endaði
við 1-1 javnleiki, sum merkir at EB/Streymur ikki er oddalið longur
Mynd: Álvur Haraldsen