mánadagur 17. september 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vegamótið Sundsvegur
– Blómubrekka – Óluvu
gøta hevur verið viðgjørt
í teknisku nevnd í longri
tíð. Talan er um eitt
vandamikið
vegamót
við
nógvari
ferðslu,
og er ferðslutrygdin tí
heldur ikki nøktandi.
Ferðslutrýstið á Sunds
vegnum fer eisini at
økjast í framtíðini, bæði
tí at innkomuvegurin til
Havnar væntandi verður
knýttur í Sundsvegin,
og eisini av, at ferðslan
fer at vaksa í samband
við íbúðarbyggingina á
økinum millum Blómu
brekku og Villingardals
vegin.
Ein rundkoyring er
ikki bara ein rundkoyr
ing, tí tær valdast m.a.
bæði í sniði og dygd
til at leiða ferðsluna. Í
fyrstu atløgu var talan
um at gera eina dupulta
rundkoyring,
og
var
kostnaðurin
tá
fleiri
milliónir krónur. Nú er
so avgjørt at gera eina
rundkoyring, sum fer
at bøta munandi um
ferðslutrygdina.
Tekniska nevnd hev
ur samtykt at gera eina
minni rundkoyring við
møguleika fyri at víðka
um hana, so hvørt sum
ferðslutrýstið
økist.
Tekniska nevnd sam
tykti hóskvøldið at taka
av lægsta tilboði, ið var
frá P/F J & K Petersen
Contractors.
Samlaði
kostnaðurin
verður
uml. 800.000 kr. og á bý
ráðsfundi í kvøld, verður
málið væntandi endaliga
samtykt,
soleiðis
at
farast kann til verka
beinanvegin at betra um
ferðslutrygdina á hesum
vegateini.
Rundkoyring
við vegamótið
Sundsvegur-
Blómubrekka-
Óluvugøta
Marin Katrina Frýdal
forkvinna í teknisku nevnd
Bróta upp opnar hurðar
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Enn eina ferð er prógvað, at
formanninum í Sambands
flokkinum
nýtist
ikki
at
droyma seg úr Ríkisfelags
skapinum, og formaðurin í
Tjóðveldi hevur onga orsøk
til at trýsta ella kroysta seg
fram til loysnir innan EFTA,
WTO ella Norðurlandaráðið -
dyrnar í Ríkisfelagsskapinum
standa, sum altíð, víðopnar til
samstarv
Vitjanin hjá uttanríkisráð
harranum og skilamanninum,
Villy Søvndal, hepnaðist væl.
Tað mundu tey flestu hava
gitt sær til frammanundan.
Kortini var áhugavert at
eygleiða "showið" upp undir
vitjanina.
Longu áðrenn uttanlands
nevndin
hjá
Løgtinginum
hevði havt høvi at hitta utt
anríkisráðharran, kom for
maðurin í Tjóðveldi við sjógv
á baki og segði, at nú skuldi
krevjast og trýst leggjast á
uttanríkisráðharran.
Á leið somu tónar hoyrdust
av skrivstovuni hjá løgmanni í
Tinganesi.
Har
verður
framvegis
filosoferað og droymt um
Føroyar
sum
"sjálvstøðugt
land" í onkrum slagi av leys
um samstarvi við Danmark
og Grønland. Seinast, at tað
frættist um dreymarnar, var í
sendingini "Sjónarhornið" nú
um dagarnar.
Svartur retorikkur
Hjá Tjóðveldinum er væl kent,
at tað slett ikki ber til at tosa
um samstarv og hóvligan
politikk.
Endiliga ikki kanna, hvat
ið vit í Ríkisfelagsskapinum
kunnu gera í felag.
Nei.
Svarta
afturhaldið
frá
1940-árunum
er
framvegis
stavnhaldið. Hetta er orða
drátturin og gamli taktikkurin,
ið stuðlar upp undir kon
frontatión og ósemju í Ríkis
felagsskapinum. Man kemur
ikki víðari.
Hvat var tað so, ið fyrrver
andi fullveldisministarin vildi
kroysta úr Villy Søvndal?
Jú, nú ráddi um at trýsta
ein EFTA-limaskap, ein WTO-
limaskap og ein limaskap í
Norðurlandaráðnum burtur
úr ráðharranum.
Á leið sama dagsskrá hevur
verið fyri á skrivstovuni í
Tinganesi.
Sambandsfólk spyrja: hvar
er trupulleikin?
EFTA bíðar eftir Íslandi
Sum
limur
í
uttanlands
nevndini veit Høgni Hoydal
fullvæl, at Danmark liggur
ikki í buktini, tá tað snýr seg
um
EFTA-limaskap.
Stat
us í málinum er, at EFTA vil
ikki hava fleiri limir í felags
skapin.
EFTA-landið Schweiz hev
ur læst hurðina og vil bíða,
til greiða er fingin á, um
EFTA-landið Ísland fer upp í
Europasamveldið ella ikki.
Øll við áhuga fyri málin
um vita, at danskir uttan
ríkisráðharrar
loyalt
hava
hjálpt til og gjørt tað, ið gerast
kann, fyri at stuðla Føroyum.
Fakta er tó líka mikið
fyri Høgna Hoydal og hina
Misskiltu
Nationalismuna.
Uttanríkisráðharrin
skuldi
trýstast,
so
konfrontatión
kann haldast við líka.
WTO ber væl til
So er tað heimshandilsfelags
skapurin WTO.
Løgtingslimir
og
enntá
embætisfólk á Tinganesi -
tey, ið hava bundið seg til at
vera óheft - hava upp í sam
an kravt, at nú skal Danmark
lata landsstýrið fáa egnan
limaskap í WTO. Eisini for
maður Sambandsfloksins hev
ur sungið í hesum sama kóri.
Er neyðugt at leika so í?
Als ikki.
Tey, sum hava fylgt við
málinum, vita, at í longri tíð
hevur verið arbeitt við at
útvega Føroyum WTO-lima
skap.
Villy Søvndal sigur, sum
rætt er. Tað er ikki í Keyp
mannahavn, at avbjóðingin
liggur. Har standa allar dyr
víðopnar til samstarv.
Veruleikin
er
sjálvandi
ikki, sum Høgni Hoydal vil
billa fólki inn - og formaðurin
í
Sambandsflokkinum
átti
at hildið seg ov góðan til at
luttaka í "showinum" hjá Hoy
dal.
Søgan sigur okkum jú, at
í
Ríkisfelagsskapinum
ber
væl til at tala saman í friði og
náðum og síðani at finna tær
góðu loysnirnar.
Soleiðis verður eisini í
WTO-spurninginum.
Hvussu hevur lítla landið
Danmark so skipað seg í WTO-
samanheingi?
Jú, har hevur man gjørt tað
einasta skilagóða og sligið seg
saman við ES fyri at fáa størri
vekt í felagsskapinum.
Fari at mæla til, at Føroyar
- við ella uttan egnan WTO-
limaskap - trekkir upp á
Danmark, so størri slagkraft
fæst. Saman standa vit sterk
ari.
Norðurlendski
kaffiklubbin
Dagsins krav er eisini fullur
limaskapur í Norðurlanda
ráðnum.
Alt fyri eitt!
Tað tykist at standa um lív.
Stórpolitikkur, skilst.
Veruligi
"trupulleikin"
er, at formaður Tjóðveldis,
formaðurin í Framsókn - og
nú eisini formaðurin í Sam
bandsflokkinum - hava fortreð
av, at løgmaður úr Føroyum
ikki er við til fína frokostin hjá
forsætisráðharrunum, tá ið
norðurlandaráðsfundir eru.
Man er til reiðar at bróta
við Ríkisfelagsskapin og allar
fyrimunirnar av berari for
fongiligheit.
Aftur her er Villy Søvndal
syndabukkur.
Veruleikin er tó, at um
man vil hava egnan limaskap
í
Norðurlandaráðnum,
so
nyttar ikki at skylda upp á
Danmark. Man má sannføra
limirnar í Norðurlandaráðnum
um sín limaskap. Tað er har, at
arbeiðið skal gerast.
Ein spurningur um lív ella
deyð er hetta tó ikki.
Øll vita, at Norðurlanda
ráðið í mong ár hevur havt
lyndi til at vera ein kaffiklubbi
við
lítlum
realpolitiskum
innihaldi.
Tó - tað ræður um at trampa
og leika í.
Fyri ein góðan ordan skyld
skal sigast, at undirritaði tekur
undir við føroyskum limaskapi
í Norðurlandaráðnum.
Spyr endiliga
ikki kritiskt
Kritiskir spurningar koma
sjáldan í mikrofonirnar í al
mennu og privatu vørpunum:
•
Hví skal Danmark trýstast
eftir EFTA-limaskapi, tá
ið tað er EFTA, sum sigur
nei?
•
Hví skelda út í Keypmanna
havn um WTO-limaskap,
tá ið trupulleikin liggur á
øðrum stað?
•
Hví fara yvir um ánna
eftir vatni í WTO-spurn
inginum, tá ið man fær
størri slagkraft við at sam
starva?
•
Er egin limaskapur í Norð
urlandaráðnum avgerandi
fyri framtíðina í Føroyum?
•
Fáa
vanligir
føroyingar
eitt ríkari lív og eina
betri tilveru í Føroyum
orsakað av EFTA, WTO og
Norðurlandaráðnum?
•
Hví skal opna hurðin brót
ast upp?
•
Hví ikki bara fara til verka,
samstarva og fáa góð úr
slit?
•
Hví alt hetta "showið"?
Slíkir spurningar mugu ikki
setast.
Nógv ber til
Tað stutta av tí langa er, at við
teimum amboðum, ið Føroyar
longu hava, ber sera nógv til.
Í amboðskassanum liggur
t.d. uttanríkispolitiska heim
ildarlógin. Við henni í hondini
ber væl til at hava egnan profil
og egnan aktivitet í altjóða
samanheingi. Tað snýr seg
bara um at samstarva. Tá ber
til.
Púrt ongin orsøk er til
at droyma seg burtur úr
Ríkisfelagsskapinum.
Hann
er nýskipaður so seint sum
í 2005 og tekur hædd fyri tí
allarmesta.
At Høgni Hoydal og sveinar
hansara ikki ynskja at brúka
góðu møguleikarnar, ið longu
finnast, er onki nýtt.
Men - at ein formaður í
Sambandsflokkinum
spælir
við og er partur av "showinum"
- tað hoyrir ongastaðni heima.
Dyrnar í Ríkisfelagsskap
inum standa, sum altíð, víð
opnar til samstarv.
Kjak