mánadagur 17. september 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bíðilistin til Musikk
skúlan skal burtur
Musikkskúlin í Havn hev
ur verið á politiska bredd
anum síðstu árini. Tað hev
ur serliga verið tørvurin á
nýggjum
skúlabygningi,
sum hevur fylt í kjakinum.
Býráðið hevur tikið hetta
til sín og samtykt at byggja
Musikkskúla í Sortudíki.
Tað fegnist eg um, tí hetta
verður stórt framstig fyri
Musikkskúlan.
Men í kjakinum hevur
einki fokus verið á ovurstóra
bíðilistan, sum skúlin hevur
drigist við í mong ár.
Tað er nevniliga so, at
børn standa uppskrivað,
men sleppa ikki inn. Í løtuni
ganga 1063 næmingar í skúl
anum, meðan yvir 1.700
standa á bíðilista.
Hetta er als ikki í lagi!
Hetta
er
ein
almennur
musikkskúli, fíggjaður av
skattgjaldaranum, men her
er sjón fyri søgn, at skúlin er
bert fyri tey fáu.
Øll hava vit fatan av,
at Musikkskúlin í Havn
er ein sólskinssøga, og at
musikkskúlarnir eru høv
uðsorsøkin til, at tónleik
urin í Føroyum er í so stórari
menning. Men hvussu nógv
talent fáa ongantíð møgu
leikan, tí tey ikki sleppa at
royna seg í Musikkskúlan
um?
Væl eru aðrir møgu
leikar at fáa musikkundir
vísing í Havn á privata
marknaðinum og møgu
liga í onkrum av fólkaskúl
unum, men uppgávan hjá
býráðnum er at tryggja, at
øll børn, ið ynskja musikk
undirvísing í Musikkskúlan
um, sleppa í Musikkskúlan.
Hetta er stór avbjóðing,
men hon er alneyðug at
loysa. Tí bíðilistin má og
skal burtur, so øll hava
javnbjóðis
møguleikar
til
musikkundirvísing
í
Musikkskúlanum.
Halla Samuelsen
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin
í Tórshavnar býráð
Sendið viðmerkingar til www.sosialurin.fo